Onki úrslit

Miðnámsrit 19

Um blaðið

Krúnukrímið Covid-19 gjørdi, at øll undirvísing bleiv løgd um til fjarundirvísing í mars 2020. Hvussu hevur henda undirvísing roynst? Og fer hon at ávirka siðbundna undir­vísing í framtíðini?

Hví meta vit um og eftirmeta, hvat næmingar læra? Svarið til henda spurning ger okkum betur fyri at gera av, hvussu vit meta, hvat vit meta, nær vit meta, og hvør skal meta. Hugskot um meting í læring var upplegg til kjak ein námsfrøðiligan dag í februar 2020.

Málteigurin í Útvarpinum er væl egnaður sum undirvísingartilfar í føroyskum. Miðnámsrit hevur nøkur uppskot um, hvussu tað kann verða gjørt.

Vit hava eitt ummæli um bókina Svik, ið er ein dokumentarskaldsøga um skattamálið hjá Eik Banka. Bókin er viðkomandi sum undirvísingartilfar á miðnámi.

Felagið Kyn stendur fyri seksualundirvísing á miðnámi í viku 6 á hvørjum ári. Meir enn helvtin av næmingum á miðnámi heldur, at tørvur er á hesari undirvísing.

Miðnám á Kambsdali er við í forvitnisligum samstarvi við miðnámsskúlar í Danmark, Grønlandi og Íslandi, har næmingar úr 4 londum ganga í sama flokki í fýra londum.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit:

Fjarundirvísing á miðnámi, Tórður Johannesarson og Olav Absalonsen.

Hugskot um meting í læring, Olav Absalonsen.

Málteigurin í KVF sum undirvísingartilfar, Tórður Johannesarson.

SVIK – eitt ummæli, Marna Jacobsen.

Kyn bjóðar seksualundirvísing á miðnámi, Marin í Dali, Bjørt Lind og Turið Hermannsdóttir, Kyn 

Ganga í sama flokki í fýra londum, Dorit Hansen.

Tak niður sum PDF