Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Ganga í sama flokki í fýra londum

Eftir Dorit Hansen í miðnámsrit 19, juni 2020

Í 2019 byrjaðu tveir føroyskir næmingar í norðuratlantiskum studentaflokki. Talan er um nýggja verkætlan, sum Miðnám á Kambsdali tekur lut í.

Í 2019 og 2020 hava næmingar kunnað søkt um upptøku á norðuratlantiskari miðnáms­breyt, har tey í trý ár ganga í fýra skúlum í fýra londum. Royndarverkætlanin er í fimm ár, so tað fer eisini at bera til hjá ungum føroyingum at søkja um upptøku í 2021. Fyrsta árið ganga næmingarnir á Gribskov Gymnasium í Danmark, annað árið taka tey eitt hálvt ár á Mið­námi á Kambsdali og eitt hálvt ár á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík. Síðsta árið ganga næmingarnir á GUX Sisimiut í Grønlandi, har próvhandanin eisini verður.

Verkætlanin verður eftirmett á hvørjum ári, og ávegis verður støða eisini tikin til, um verk­ætlanin skal leingjast ella tillagast. Fyrireikingarnar byrjaðu longu í 2016. Tað tekur tíð at fyrireika og fáa allar smálutir upp á pláss, til dømis fakliga samanseting, fígging, náms­frøðiligar og málsligar spurningar, bústaðar­viðurskifti og annað. Í 2018 var komið so væl áleiðis, at vit kundu fara í holt við meira ítøkiliga ráðlegging, og í 2019 fingu næmingar fyrstu ferð høvi at søkja um upptøku.

Gribskov Gymnasium samskipar og hevur høvuðsábyrgd fyri, at námsætlanir verða fylgdar øll árini. Miðnámsprógvið, ið verður handað í Grønlandi, verður eisini útskrivað á danska studentaskúlanum. Samstundis lata ymisku staðsetingarnar upp fyri møguleikum at laga undirvísingina til at geva næmingunum innlit í norðuratlantiska landafrøði, lívfrøði og samfelagsviðurskifti.

Næmingar greiða frá

Umframt teir tveir føroysku næmingarnar byrjaðu fimtan grønlendingar, átta íslendingar og fimm danir í flokkinum, sum vanliga verður nevndur NGK – Nordatlantisk-Gymnasie-Klasse. 

Føroysku næmingarnir eru Femja Poulsen úr Havn og Angela Djurhuus úr Kollafirði. Miðlarnir hava víst nýggju verkætlanini áhuga, og tær báðar hava verið í fleiri miðlum og greitt frá, hvussu tað er at ganga í norðuratlantiska flokkinum. Millum annað skrivaðu tær sjálvar eina grein í Dimmalætting undir heitinum “Ein skúladagur í NGK”, har tær høvdu samrøður við floksfelagaðar úr Íslandi og Grønlandi.

Í greinini “Ein skúladagur í NGK” skriva Femja og Angela:

“ … 16 ára gamlar eru vit fluttar heimanífrá, búgva fyri okkum sjálvar og gjalda leigu eins og fleiri vaksin. Men vit eru ikki bara fluttar til eitt annað heim, vit eru faktiskt fluttar til trý ymisk lond.

Okkara skúladagur líkist vanliga skúladegnum hjá øðrum her í skúlanum. Vit hava frí­korter og matarsteðg saman við hinum, og vit fáa frí saman við hinum.

Inni í skúlastovuni hjá okkum er tó ikki sum hjá øllum øðrum. Her verður nógv prátað um mentan og mál. Her verður tilfarið tillagað, soleiðis at allir næmingarnir fáa okkurt burtur­úr, og lærarar taka fyrilit fyri okkara ymiskleika, soleiðis at øll hava okkurt at siga.

Vit kunnu taka ein tíma í donskum sum dømi. Í løtuni arbeiða vit við einari íslendinga­søgu. Í søguni eru nógv staðarnøvn, og íslendingarnir vita, hvar vit eru stødd. Fyri hini eru nøvnini torfør, og tað krevur venjing at duga at úttala tey. Onkuntíð tá lærarin sigur okkurt navn, flenna íslendingarnir. Teir siga henni, hvussu navnið skal úttalast í veruleikanum, og á henda hátt eru tað bæði lærari og næmingar, ið læra okkurt.”

Miðnám raðfestir Norðurlond

Miðnám á Kambsdali hevur í mong ár raðfest luttøku í norðurlendskum verkætlanum. Hvørt ár er skúlin við í ymiskum Nordplus-verkætlanum, og komandi skúlaár 20-21 eru tríggjar verkætlanir á skrá umframt Norðuratlantiska flokkin.

Norðuratlantiski flokkurin er ein øðrvísi verkætlan og krevur nakað annað av okkum. Føroysku næmingarnir skulu hava lærugreinina føroyskt á A-stigi, og henda undirvísingin fer fram á netinum. Harumframt skal allur flokkurin ganga á Kambsdali í eitt hálvt ár, tá ið okkara lærarar hava tey, og undirvísing skal hanga saman við tí, sum tey læra í hinum londunum. Alt hetta krevur tætt og opið samstarv millum fleiri lærarabólkar.

Næmingar spyrja næming

Meðan NGK-næmingarnir ganga í danska miðnámsskúlanum, búgva tey flestu teirra í nýggjum byngjuíbúðum beint við skúlan. Í greinini “Ein skúladagur í NGK” prátaðu føroysku næmingarnir við tríggjar floksfelagar, sum eisini vóru grannar teirra í lestrar­býlinginum. Her er brot úr greinini, har tær vitja Valtýr Elliði Einarson, 16 ár, úr Íslandi:

Hví valdi tú NGK?

– Eg vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi. Vit skulu hava lærugreinarnar bioteknologi og arktisk teknologi, og tað ljóðaði ordiliga áhugavert og øðrvísi, Tað kundi eg ikki velja í Íslandi. Tað at ferðast og síggja ymsar mentanir, er eisini spennandi.

Vit sita í lítlu íbúðini hjá Valtýr, og tá vit spyrja, hvat hevur verið tað torførasta higartil, svarar hann uttan at blunka, at tað eru íbúðirnar.

– Heilt erliga. Mær dámar ikki hesar íbúðirnar. Internetið riggar illa, og tá øll okkara skúla­ting liggja á netinum, er torført at gera nakað til nyttu.

Hann sigur tað í einum løttum tóna, men tað er týðuligt, at vánaliga internetið nervar hann.

– Tað eru eisini onnur brek. Tá vit fluttu inn, var vaskið leyst, gardinurnar vóru ov stuttar, og vindeygað kundi ikki latast heilt aftur. Vatnhitarin hjá mær riggaði heldur ikki í nakrar vikur, so eg mátti vaska mær hjá einum vinmanni. Tað eru smá ting, men saman­lagt var tað irriterandi.

Hvussu er samanhaldið í flokkinum?

 – Sam-?

Valtýr hyggur forvirraður uppá okkum. Spurningurin verður spurdur á donskum, og hann ivast í orðinum sammenhold.

– Tað orðið kenni eg simpulten ikki.

Vit royna okkum á føroyskum. Samanhald. Hann situr framvegis sum kánus. Samband.

– Á, tað! Ja, tað er sera gott. Øll eru góðir vinir og kenna væl hvønn annan, og tað er heldur ikki nakað innanhýsis stríð. Vit eru nógv blandað, og tað er ikki soleiðis, at fólk frá ymisku londunum bara eru saman við sínum egnu.

Vit báðar siga, at vit úr Føroyum ikki rættiliga hava møguleika at vera ein bólkur. Vit eru jú bara tvær. Vit flenna øll trý.”

Integratión um landamørk

Ein lærari samskipar norðurlendsku samstørvini, sum Miðnám á Kambsdali er knýtt at, og í sambandi við NGK hevur hann staðið fyri nógvum av teimum praktisku fyrireikingunum.

Vit hava ein stýrisbólk á skúlanum, sum samskipar okkara leiklut. Í stýrisbólkinum eru rektarin, ein lestrarvegleiðari og samskiparin Magni Høgnesen. Rektarin hevur samband við rektararnar á hinum trimum miðnámsskúlunum, ráðleggur og samskipar. Lestrar­vegleiðarin hevur týðandi leiklut í flytingini millum skúlarnar og at fáa næmingarnir væl integreraraðar, tá ið teir koma til Føroya. Samskiparin hevur tær praktisku uppgávurnar og at vera millumliður millum leiðslu, lestrarvegleiðing, lærarar og næmingar.

Tá verkætlanin byrjaði, skuldi tekniska samskiftið við Teams fáast at rigga. Í dag – eftir korona og fjarundirvísing – kennir hvør lærari Teams, men fyri einum ári síðani, var tað nýtt og ókent fyri okkum á Kambsdali. Samskiparin marknaðarførir og dagførir kunningina um NGK-flokkin og hevur samskifti við foreldrini hjá føroysku næmingunum.

Heystið 2019 vóru teir lærarar, sum skulu hava flokkin í Føroyum, til ráðleggingardagar saman við hinum lærarunum hjá flokkinum. Tað vil siga, at lærarar úr Føroyum, Grøn­landi og Íslandi sótu saman við donsku lærarunum á Gribskov Gymnasium og løgdu ætlanir fyri, hvat næmingarnir skuldu læra nær og hvar. Søgulærarar hittu søgulærarar, støddfrøðilærarar hittu støddfrøðilærarar o.s.fr.

Lestarvegleiðarar úr øllum fýra londunum hittust eisini og tosaðu saman um tær serligu avbjóðingar, sum høvdu verið tær fyrstu vikurnar í Danmark, og hvussu næmingarnir skilabest og tryggast flyta úr einari skúlaskipan í aðra – og triðju og fjórðu.

Tá ið flokkurin kemur til Føroya, skulu teir útlendsku næmingarnir búgva hjá verts­familjum, nakrir skulu tó búgva saman í leigaðum húsum. Tey flestu skulu búgva í bygdum, ið ikki eru langt frá Kambsdali. Teir føroysku NGK-næmingarnir búgva í Kolla­firði ella Havn, meðan tær ganga í skúla í Føroyum, og nakrir av útlendsku næmingunum koma tí eisini at búgva har.

Føroyskir tímar í fjarstøðu

Umframt lærugreinarnar, sum flokkurin hevur í felag, hava næmingarnir úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi móðurmálið sum lærugrein. Allur flokkurin hevur danskt á A-stigi, og harumframt hava føroyingar føroyskt á A-stigi, grønlendingar grønlendskt á A-stigi og íslendingar íslendskt. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu henda undirvísingin er skipað.

Í Danmark hava grønlendsku næmingarnir undirvísing í grønlendskum á staðnum, tí ein grønlendskur miðnámslærari, sum starvast á universitetinum í Keypmannahavn, hevur havt tímarnar í grønlendskum.

Tá flokkurin kemur til Føroya, flytur grønlendska lærugreinin uttan iva á netið. Nógvir grønlendskir miðnámsnæmingar verða dagliga undirvístir á netinum í Grønlandi, tí fjarstøðan har er so stór. Tey hava tí drúgvar royndir við netundirvísing og t.d. Zoom-samskiftspallinum.

Í Íslandi hava tey eisini í fleiri ár havt skipaða fjarundirvísing fyri ung og vaksin. Eisini har hevur henda undirvísing serliga verið ætlað teimum, sum búgva langt frá næsta miðnáms­skúla. Men í mun til ta grønlendsku fjarundirvísingina er tann íslendska í stóran mun skipað sum skrivligt samskifti, har næmingarnir fáa tekstir at lesa og uppgávur at lata inn.

Í Føroyum var eingin skipað fjarundirvísing á miðnámsstigi, tá NGK-flokkurin byrjaði í 2019. Royndir eru fyrr gjørdar við fjarlestri, men seinastu árini hevur fjarundirvísing bara verið fyri fólkaskúlanæmingar, har Skúlin á Fløtum hevur havt næmingar knýttar at skúlunum, sum hava sitið í skúlastovum í stóra Dímun ella í Filipsoyggjum.

Í dag vita vit øll, hvat fjarundirvísing er, og hvussu hon riggar, og kanska serliga, hvussu hon ikki riggar, men tá, á sumri 2019, vóru hugtøk sum fjarstøða og fjarundirvísing ikki partur av gerandisdegnum. Tað skuldi tí brótast upp úr nýggjum, og altjóða samskiparin á Kambsdali skuldi saman við KT-ráðgevingini bæði lokalt og á danska skúlanum fáa læraran í føroyskum og føroysku næmingarnir knýttar at somu Teams-skipan.

Dorit Hansen hevur verið lærari hjá føroysku NGK næmingunum tað fyrsta árið. Tímarnir hava verið á Teams við nógvum munnligum samskifti. Tað hevur serligar avbjóðingar, at tað bara eru tveir næmingar í flokkinum, men tað hevur eisini fyrimunir, tí tað er lætt at vera trý fólk á Teams við ljóði og livandi mynd av øllum trimum. Lærarin sær alla tíðina næmingarnar, og tær síggja hvørja aðra, og kunnu tí lættari taka lut. Tað krevur tó eisini nakað serligt av teimum báðum, tí tær kunnu ongantíð fjala seg, og tær vita altíð, hvønn tær skulu gera bólkaarbeiði saman við.

Hóast hetta virkar væl, gleða tær seg at hava føroyskt í eitt hálvt ár í einum skúlaflokki við nógvum næmingum. Tað er nevniliga skipað soleiðis, at tær sleppa at ganga til føroyskt saman við einum “vanligum” flokki á øðrum ári á náttúrubreyt, meðan tær eru í Føroyum.

Ein løgin endi

Eftir summarfrítíðina 2020 byrjar ein nýggjur NGK flokkur á danska miðnámsskúlanum. Tríggir ungir føroyingar fingu játtað upptøku í hesum flokkinum. Ein orsøk til, at næmingar kanska aftra seg við at søkja, er uttan iva fíggjarlig. Næmingar fáa ikki lestrar­stuðul, fyrr enn tey fylla 18 ár, og flestu ung eru 16, tá tey fara í gongd við miðnám. Størstu útreiðslurnar eru fyrsta árið, tá ið tey búgva í íbúð og sjálv keypa sær mat.

Tað krevur eitt sindur av dirvi og útferðarhugi at søkja um upptøku í einum miðnáms­flokki, har tú sum ung skalt ganga í skúla í fýra ymiskum londum við fýra ymiskum málum og fýra ymiskum mentanum. Næmingarnir í fyrsta NGK flokkinum tykjast tó at trívast væl, og fráfallið hevur verið lítið.

Men skúlaárið 19-20 bleiv ikki, sum tey ella nakar hevði væntað. Í øllum teimum norður­lendsku londunum endaðu miðnámsnæmingar heima stutt fyri páskir. Krøv frá landsins myndugleikum í samband við koronasmittuna førdu við sær, at alt, sum líktist vanligari skúlagongd, steðgaði upp.

Eisini næmingarnir í NGK-flokkinum vórðu raktir. Tey høvdu bara eitt sindur longri veg heim enn flestu aðrir miðnámsnæmingar. Fjarundirvísingin í koronatíðini hevur eisini givið serligar avbjóðingar, tá lærarar og næmingar knappliga enda við at búgva í fýra ymiskum londum í fýra ymiskum tíðarsonum.

Tá henda greinin varð skrivað (fyrst í mai mánað 2020), vóru ongar ætlanir um, at NGK-næmingarnir skuldu koma aftur á danska skúlan. Eftir ætlan flytur flokkurin til Kambs­dals eftir summarfrítíðina 2020, og ein nýggjur flokkur byrjar á danska miðnáms­skúla­num. Men enn ber illa til at siga, hvussu koronasmittan og tíðarskeiðið í fjarstøðu fer at ávirka verkætlanina og næmingaluttøkuna.

Aðrar greinar í miðnámsrit 19