Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Málteigurin hjá KVF sum undirvísingartilfar

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 19, juni 2020

Útvarp riggar væl í undirvísing, tí at tað hevur nakað við ímyndan at gera. Onkur hevur ført fram, at útvarp er í veruleikanum besta sjónvarp. Mál og málspurningar fylla nógv í medviti føroyinga. Næmingum dámar væl at kjakast um mál og málsligar spurningar. Sendingin Málteigurin hevði riggað væl í undirvísingini, tí at sendingin er pedagogisk og fer víða málsliga. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum liggja einar 30 sendingar, sum allar kunnu brúkast í undir­vísing.      

Søgan um Málteigin

Tað vóru fólk úr sendingini, Góðan morgun Føroyar, sum tóku stig til Máltáttin. Manningin í Góðan morgun Føroyar visti frá farnari tíð, at føroyska málið hevur áhuga millum fólk, og at øll hava sína meining um málið. Kári Olsen tók sær av táttinum fyrstu tíðina; hetta var í september 2008. Tá var tað serliga Jógvan í Lon Jacobsen frá Føroya­máls­deildini, sum var í útvarpsstovuni. Innihaldið var mest at svara innkomnum spurningum. Fleiri frá Føroyamálsdeildini komu við – summi oftari enn onnur. Seinni kom Sonne Smith eisini uppí.

Navnið Málteigurin fóru tey at brúka, tá ið Solby Christiansdóttir kom við í morgun­sendingina í 2018 og fór at gera tann partin av sendingini fast aðruhvørja viku. Meðan vetrarskráin 2019/20 varð fyrireikað, bleiv gjørt av, at Málteigurin skuldi verða ein sending fyri seg, sum tó skuldi liggja somu tíð – hós­morgnar millum kl. 9.05 og kl. 9.50 og so endursendast leygardagar seinnapart. Bæði leiðslan í KVF, Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir hildu, at her var ovmikið av tilfari til at kunna hava eina málsending hvørja viku heldur enn ein máltátt aðruhvørja viku. Og soleiðis bleiv tað eisini. Mál­teigurin er enn á skránni hvønn hósmorgun – meðan korona-støðan var, endursendu tey gamlar Málteigar – og KVF hevur havt Málteigar allar hósmorgnar  í vetrarskránni í 2019/2020.

Fyrireikingin til sendingarnar

Tað er ójavnt, hvussu langa tíð tað tekur at fyrireika ein Málteig, tí at Elin og Solby sam­skifta nógv, men tað er ikki av leið, at ein til hálvur annar arbeiðsdagur fer til Málteigin, alt eftir hvussu tað gongur at velja evnini. Summi evni eru torskild, onnur eru kanska eitt sindur tung ella turrislig, og tað ræður um at laga tey til útvarp. Og tað kann taka tíð. Men saman finna Elin og Solby ein leist, sum teimum dámar. Tað er sera ymiskt, hvussu nógvar spurningar tær fáa til hvørja sending. Aftur her veldst um evni, tí summi evni vekja ella kveikja lurtaran, sum brennur í telefonina ella telduna at senda viðmerkingar og spurningar, meðan onnur evni ikki fáa lurtaran líka væl við. Men tær fáa nógvar spurningar gjøgnum sms-skipanina til hvørja einastu sending, einar 30-40, tá tað eru fæst, og upp í 70-80, tá tað eru flest. Og tað hevur við sær, at tær ofta verri enn so náa allar spurningarnar ella viðmerkingarnar í einari sending.

Fyrst og fremst fáast tær við at lurta eftir føroyingum og málburðinum. Og við at lesa greinar, tekstir og ymiskt, sum fólk skriva – eisini á sosialu miðlunum. Tær hava lætta atgongd til málburðin hjá fólki í dag á sosialu miðlunum, at tað ger tað lætt at finna dømi um málburð at viðgera í Málteiginum. Føroysku fjølmiðlarnir eru eisini uppløgd mið at finna evni. Lurtarar senda næstan hvønn dag spurningar og uppskot um evni í teldu­brævi, sum teir brúka nógv. Spurningar, sum tær ikki náa í eini sending, verða við eina aðru ferð.

Afturmeldingar

Tað hevur stóran týdning, at ein málsending er á skránni hjá Kringvarpinum hvørja viku. Tað nýtist ikki at vera Málteigurin endiliga, men tað hevur týdning, at Kringvarp Føroya er við til at menna, varðveita, undirvísa og upplýsa um móðurmálið. Sendingin tykist vera væl umtókt, og tað, at lurtaraskarin er breiður, merkir, at hon røkkur út til mong fólk. Og tað týdningarmesta er eisini, at lurtarin er við í sendingini.

Afturmeldingarnar eru sera nógvar. Eitt eru allar viðmerkingarnar og spurningarnir, sum koma inn til sendingina, meðan tey senda, ella til næstu sending. Men mong skriva ella ringja fyri at siga, hvussu glað tey eru fyri sendingina. Eisini uppliva Solby og Elin, at fólk steðga teimum fyri at práta um sendingina og evni, sum eru áhugaverd. Tað eru næstan bara positivar afturmeldingar, onkuntíð fáa tær atfinningar eisini, og tað er eisini gott. Tað kemur eisini javnan fyri, at lurtarar siga seg fáa meira burtur úr Mál­teiginum, enn tey fingu í skúlanum.

Innihaldið

Sendingin er einar 50 minuttir. Styrkin í sendingini er, hvussu væl Solby og Elin rigga saman. Onkursvegna supplera tær hvørja aðra væl. Solby kunnar í stuttum um, hvat ið verður á skránni. Síðan er prát, har Solby spyr, og Elin svarar. Inn ímillum kemur eitt lag, meðan tær fyrireika nøkur svar, sum koma inn. Hetta ger sendingina lætta og hugnaliga. Tú merkir á teimum, at lurtarin er í miðdeplinum. Í sendingini verður farið sera víða málsliga, t.d. verður komið inn á málrøkt, um nær sagnorð enda við -ir ella -ur, ­reglur at seta -ð, um fyrisetingar, um føllini – ja, um málreglur sum heild. Eisini verður komið inn á upprunan til okkurt orð. Málføri og dialektir verða ofta tikin upp, tú merkir á Elini, at hon hevur virðing fyri, hvussu fólk tosa ymsastaðni í Føroyum.

Hvussu kunnu vit brúka sendingarnar?

Tað eru nógvir møguleikar at brúka sendingarnar, her eru nøkur dømi:  

  • Lærarin hevur møguleika at spæla sendingina í fullari longd uttan steðg, hetta kann møguliga tykjast eitt sindur langdrigið, men tað bilar ikki, tí at sendingin hevur ikki so høga ferð.
  • Hann kann taka upp okkurt úr sendingini, sum hann heldur er við­komandi, tá ið næmingar t.d. fáa uppgávur ella stíl aftur. Har kann hann taka kjak upp við næmingarnar.
  • Tað ber til, at lærarin skrivar á talvuna so hvørt og útdjúpar og kemur við øðrum viðkomandi dømum, meðan sendingin verður spæld.
  • Lærarin kann velja eitt tema burtur úr sendingunum, eitt nú føllini, fyrisetingar, málføri, um bendingar, har broytingar eru við at hómast.
  • Í fleiri av sendingunum eru dømi, har Elin tekur frágreiðingar upp um uppruna til orð. Næmingum dámar sera væl at fáa slíkar frágreiðingar.
  • Ein møguleiki er, at lærarin ger PowerPoint úr onkrari sending, so næmingar­nir eisini síggja bendingar og annað á skrift, tá verður tað kanska meira ítøkiligt hjá teimum.
  • Málsliga eru Føroyar sera spennandi, tá ið ræður um málføri, í fleiri sendingum verður komið inn á málføri. Lærarin kundi í tí sambandi tikið sokallaðu mál­mørkini (isoglossir), har mørkini fyri ymisku málførini eru. Hann kundi eisini biðið næmingar sjálvar tekna mál­mørkini á eitt kort. Lærarin kundi tikið ein føroyskan tátt og biðið næmingar funnið, hvaðani í landinum tátturin kundi verið. Til stuttleika kundi tað verið kryddað við skemtiligum innslagi hjá Hera Simonsen um málføri. Hetta liggur á YouTube.
  • Lærarin kann gera uppgávur í sambandi við sendingarnar. Hann hevur møguleika at kanna, um næmingarnir hava fingið nakað við úr sendingini.
  • Man kann brúka Quiz ella Kahoot út frá sendingunum.

Sendingin hevur nógvar lurtarar, og lurtaraskarin er breiður. Tað merkir, at miðlingin virkar. Elin Henriksen hevur góð pedagogisk evni at greiða frá, og er greið, tá ið hon svarar. Hon undirvísir føroyingum í føroyskum 50 minuttir um vikuna í beinleiðis útvarpi, og føroyingar tíma at vera við. Eisini hevur tað stóran týdning, at Elin Henriksen er fólks­lig og dugir væl at orða seg. Hon er væl lýdd millum lurtararnar, sum hava virðing fyri henni og tí, sum hon sigur. Júst tað náms­frøðiliga og miðlingin ger, at sendingin er væl egnað til undirvísing bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Við málsliga innlitinum hjá Solby og áhuga fyri máli er sendingin ein upplagdur møguleiki at brúka í føroyskum.

Keldur

Solby Christiansdóttir

Kári Olsen

Aðrar greinar í miðnámsrit 19