Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

SVIK - eitt ummæli

Eftir Marna Jacobsen í miðnámsrit 19, juni 2020

Í november 2019 gav forlagið Sprotin út bókina Svik eftir Jan Lamhauge.

Bókin er ein sokallað dokumentarskaldsøga, sum lýsir hendingarnar frá tí, at Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini fyri Eik Banka, tí hann ikki kundi skriva undir roknskapin fyri 2015, og til Betri Banki varð meldaður í 2017 fyri at hava forbrotið seg ímóti skattalógini.

Tú fært varhugan av, at kuldi og kanska kynisma eyðkenna frásøguna, longu tá ið tú sært permuna, har tú sært í bakið á Jan Lamhauge. Tí hann er tað – kann ikki vera nakar annar. Vit, sum hava sæð sendingarnar í KVF hjá Jan Lamhauge, kenna hann aftur av aksla­taskuni og eisini av gongulagnum, tí sjálvt um Jan sjálvandi ikki gongur á permuni, so veitst tú, hvussu hann fer at ganga, um hann nú flutti seg.

Jan vendir okkum bakið, og hetta er væl í samsvar við heitið á bókini Svik, sum jú bæði er eitt alment svik, men sanniliga eisini kenst sum eitt persónligt svik fyri høvundin.

Lesarin fær varhugan av, at hetta verður ein óhugnalig søga bara við at hyggja at litunum, sum forlagið hevur valt, stálblátt og myrkablátt, sum gevur tær eina kenslu av at vera inni í einum norðurlendskum noire drama.

Jan Lamhauge, sum er stjórnmálafrøðingur av yrki, men sum hevur arbeitt sum journal­ist­ur á KVF, byrjar frásøguna við at siga:

“Bæði í filmi og í bók er byrjanin altavgerandi. men eg eri nokk við at fremja skalds­ligt sjálv­morð, tí eg vil byrja hesa bókina við at greiða frá fýra grundleggjandi hug­tøkum innan rokn­skap, sum, eg haldi, kunnu gagna lesaranum at kenna, áðrenn tann veru­liga søgan byrjar.”

Jan Lamhauge leggur út við, at hetta er eitt skaldsligt verk. Tað svarar væl til ta kensluna, tú fært av at lesa hesa bókina, at hon er ikki bara turr dokumentarisma, men ein persónlig søga um eitt mál, sum er grundað á almenn skjøl, sum nógv orðaskifti hevur verið um.

Samstundis sum høvundurin alla tíðina leggur skjal eftir skjal fram um málið, so fær hann eitt serligt huglag fram í frásøguni, sum eisini er í samsvari við til dømis myndirnar í bókini, sum fyrst eru av glaðum monnum við breiðum smílum, til miðjuna á bókini, har myndirnar eru av sera álvarsomum fólki, fyri til seinast at enda við myndum av vón­brotnum monnum, sum sita á gólvinum og tykjast vita hvørki út ella inn, og av kvinnuni, sum pakkar sítt haben­gut saman, tí hon er søgd út starvi.

Um tú sum lesari góðtekur ella ikki góðtekur, at hugtøk sum dagsvirði, bókað virði, rakstrar­tap og goodwill kunnu skiljast soleiðis, sum Jan Lamhauge brúkar tey í gjøgnum­gongdini av skattamálinum hjá Eik Banka, so er tó greitt, at hann dugir sera væl at fáa lesaran at verða hangandi við at skilmarka hesi hugtøkini frá byrjan og samstundis siga við lesaran, at hetta ikki er trupult at skilja. Tú fært sum lesari, við ikki so stórari vitan um búskap, dirvi til at fara í holt við at lesa.

Mín ætlan við ummælinum av hesari bókini er ikki at taka dagar ímillum, hvør sigur sann­leikan, ella hvør skákar sær undan, men heldur at royna at viðgera bókina sum bókmenta­ligt verk.

Vit hava ikki nógv fordømi um dokumentarismu í føroyskum bókmentum. Tann fyrsta, sum kemur mær til hugs, er Skjót journalistin eftir Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen, sum kom út í 2003 og var um eitt annað svik, sum teir mettu, at Annfinn Kallsberg hevði framt, og at tá ið tú sum journalistur komst fram við slíkum málum og viðgjørdi tey við kritiskum eygum, so vart tú hartaður fyri tað – hence heitið Skjót journalistin, sum helst sipar til enska hugtakið Don´t kill the messenger.

Júst henda dokumentarsøgan verður fleiri ferðir havd á lofti í bókini Svik, og tað verður hon, tí at nú eru journalistarnir Øssur Winthereig og Jan Lamhauge ikki á einum máli um, hvørt hetta er rætti máti, sum Jan Lamhauge brúkar í sínum journalistiska arbeiði. Tað vil siga, at tað nokkso greitt kemur fram, at nú eru tað ikki bara politikarar ella almenningur­in, sum hava at journalistunum fyri einsíðugan tíðindaflutning og miðling, men ósemja er ímillum journalistarnar sjálvar í kringvarpinum. Ákærur um manipulasjón flúgva í luftini.

Jan Lamhauge leggur ikki lok á, hvønn tað er, hann tosar um, hann harmast um, at hann er noyddur at nevna øll við navni, bæði tey, sum høvundurin heldur við, og tey, sum hann ikki heldur við. Hetta, at halda við, er nokk so eyðkent fyri gjøgnumgongdina, sum er merkt av, at hann sveiggjar við rættvísissvørði av berum harmi um støðuna. Tað er ikki endiliga eitt lýti við bókini, tí tað er frískligt at sleppa at uppliva ein høvund, sum er so engasjeraður í einum máli.

Bókin megnar á greiðan hátt at fáa fram trupulleikan í demokratinum, um politisku skipan­ina, fíggjarheimin og miðlaheimin, tríggjar súlur, sum eru grundarsteinar undir einum demokratiskum samfelag. Svikið fer fram í fíggjarheiminum, ímeðan atgerðarloysi er í politisku skipanini, ja, kanska eisini alt ov lítið fakligt innlit, og kríggj er í miðla­heiminum, bæði vegna ósemju um, hvussu tú umsitir fakið, men eisini tí at tey, sum stýra miðla­heiminum, ikki eru uppgávu sína at sær komin, sambært Jan Lamhauge.

Bókin lýsir eisini sera væl, hví eitt slíkt svik, sum Jan Lamhauge skrivar um, kann kennast sum eitt persónligt svik. Tú hittir stjórarnar og politikarnar andlit til andlits:

“Eg skal siga við Súna, at tú hevur ringt,” er svarið, sum Jan Lamhauge fær, sum vísir nokkso greitt, hvussu lítið okkara samfelag er. Ein ævigur kaffidussur millum tey, sum taka avgerðirnar, og tey, sum royna at seta hesar avgerðirnar undir lupp og kanska ikki góðtaka alt, sum verður ført fram.

Haraftrat fært tú fatan av, hvussu hetta arbeiðið kann avmakta teg, av tí at arbeiðsplássið, tú starvast í, er merkt av konfliktum, sum hevur ta avleiðing við sær, at onkur hevur tað øgiliga ringt, og onkur fer niður við strongd. Nú hava tit ikki longur ein felags fígginda uttan fyri stovnin, men í staðin er fíggindin komin inn um títt mark, har tú hevur tín gerandisdag.

Á baksíðuni á bókini stendur ein rættiligur teasari:

“Hetta er søgan um, hvussu tað eydnaðist Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ólóg­ligan skatta­frádrátt á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu føroyskir myndug­leikar royndu at verja bankan, og hvørjar avleiðingar hetta fekk fyri KVF.”

Spurningurin er so, um tú sum lesari góðtekur frágreiðingina og premissini hjá rit­høvund­inum, men sum bókmentaverk er hetta ein framúr væl skrivaður gysari, har rit­høvundurin við innliving, skjølum og djúpt borandi journalistiskum arbeiði ger alt, sum stendur í hansara valdi, at avdúka rotinskap í okkara lítla demokratiska samfelag.

Aðrar greinar í miðnámsrit 19