Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Kyn bjóðar til seksualundirvísing á miðnámi

Eftir Marin í Dali, Bjørt Lind og Turið Hermannsdóttir, Kyn í miðnámsrit 19, juni 2020

Vika Sex er eitt samstarv millum Amnesty Føroyar, Fólkaheilsuráðið, Almannamálaráðið, Tjaldurs Apotek, Føroya Politi og Gigni. Tað nýggja felagið, Kyn, stendur fyri undirvísingini.

Í viku seks í 2020 varð fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri seksualundirvísing á før­oyskum miðnámi. Í øðrum londum er hetta ein sjálvfylgja, men ongantíð fyrr hevur seksualundirvísing verið eitt tilboð til føroyskan ungdóm eftir fólkaskúlan.

Ein kann spyrja, um tað er tørvur á seksualundirvísing á miðnámi, og um áhugi er fyri hesari undirvísing. Vit vita, at meiri enn helvtin av øllum føroyskum miðnáms­skúla­næmingum halda, at tað er tørvur á seksualundirvísing á miðnámi. Vit vita, at ein stórur partur av føroyskum miðnámsskúlanæmingum halda seg mangla vitan innan fleiri seksuel evni, so sum kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi, kropp og kenslur.

Vit hava ikki tøl fyri Føroyar, men vit vita, at ung í Danmark verða seksuelt virkin í miðal sum 16 ára gomul, og vit ímynda okkum, at aldurin er tann sami í Føroyum. Vit vita har­umframt, at ongantíð hava so nógv ung havt klamydia í Føroyum, og tað bendir á, at vitan manglar um trygt samlív.

Og so síggja vit eisini eitt rák, har sosialir miðlar hava umfatandi ávirkan á ung. Tað hevur ongantíð verið so lætt hjá ungum at leita sær vitan innan seksuel evni, men eingin hevur fyrireikað tey ungu til tann talgilda heimin, so tey eru skúlað til at taka støðu til og brúka hesa hópvitan skilagott. Í hesum veruleika er tað gagnligt, at tey ungu fáa seksualundir­vísing, áðrenn spurningarnir og evnini eru viðkomandi fyri tey.

Kyn, sum er eitt politiskt og átrúnaðarligt óheft felag, skipar fyri viðkomandi seksualundir­vísing, ið er løgd til rættis eftir aldursbólkum á miðnámi. Endamálið er at upplýsa næming­ar­nar og við samrøðu, smærri uppgávum og spølum at fáa næmingarnar at hugsa og taka støðu til evni, sunnur seksualitetur fevnir um. Í seksualundirvísingini leggja vit fyrst og fremst dent á evni sum kropsbygnað, kynssjúkur, fyribyrging, seksualitet, kyns­fatan, kenslur, seksuel rættindi og mørk.

Undirvísararnir í Kyn eru útvaldir eftir innsenda umsókn og samrøðu. Vit meta, at áhugin innan hetta evnið, hugurin at arbeiða við ungum og aldurin hevur nógv at siga, og at evnini at leggja fram fyri øðrum og samskifta við ung, eru góð.

Undirvísararnir verða útlærdir seksualundirvísarar gjøgnum tvey vikuskifti, har teir læra undirvísingartilfarið at kenna, og royna tað sjálvir. Eisini fáa teir tilfar at lesa og arbeiða við fyri at tryggja eina grundvitan innan evnini, undirvíst verður í. Harumframt verður royndarundirvíst, áðrenn farið verður út á skúlarnar.

Okkara ætlan er millum annað, at undirvísingin ikki verður fyrilestur, men at næmingar­nir eru virknir, og at teir í minni og størri bólkum tosa og taka støðu til tey evnini, ið verða viðgjørd. Undirvísingin er fjølbroytt og hugtakandi við filmum, spølum og øðrum.

Vit leggja dent á, at næmingarnir kenna seg tryggar og ikki hava kenslu av at verða trýstir til at tosa um persónlig viðurskifti. Vit hava tí floksundirvísing og taka støði í almennum og væl grundaðum evnum í staðin fyri upplivingum hjá tí einstaka.

Málið hjá Kyn við Viku Sex var, at allir fyrsta árs næmingar á miðnámi skuldu fáa 90 minuttir seksualundirvísing. Vit vóru sjey undirvísarar, sum í eina heila viku ferðaðust til allar miðnámsskúlarnar og undirvístu. Hetta var krevjandi, men tá viljin og áhugin er til staðar, er tað ikki møðimikið.

Vika Sex í 2020 eydnaðist væl. Undirvísararnir høvdu góðar upplivingar á skúlunum, og kendu seg væl og tryggar í leiklutinum sum undirvísarar. Eftir hvørja undirvísing høvdu vit eina talgilda eftirmeting, og vit vóru ovfarin av jaligu svarunum frá næmingunum,  sum nærum einans komu við rósandi orðum.

Vit í Kyn halda, at tað er týdningarmikið við føroyskum undirvísingartilfari. Tey ungu eiga at kunna savna sær viðkomandi og rætta vitan á sínum egna máli, og undirvísingin eigur at taka støði í evnum, sum eru viðkomandi fyri júst føroyskan ungdóm. Tískil ynskja vit at framleiða fjølbroytt føroyskt undirvísingartilfar, eitt nú stuttfilmar.

Vit eru sannførd um, at hesin undirvísingarformur av seksualundirvísing í Viku Sex eigur at halda á fram. Heystið 2020 ætla vit aftur at fara undir at útbúgva seksualundirvísarar, so at vit kunnu vera fleiri um arbeiðið í Viku Sex 2021, so at vit eisini kunnu bjóða næmingum á øðrum og triðja ári víðkaða seksualundirvísing

Ein víðkað seksualundirvísing kundi savnað seg um ávís evni, og viðgjørt ymisk evni meira gjølla, so sum mørk og talgilt samskifti. Men hetta krevur vilja og játtan frá skúlunum, ið skulu lata tímar til seksualundirvísing.

Vit síggja fram til gott samstarv við skúlarnar til komandi Viku Sex ráðlegging og vóna eisini, at lærarar og næmingar á miðnámi fara at taka eins væl ímóti Kyni, sum teir gjørdu í Viku Sex 2020. Tað fer at menna prátið og týdningin av seksualundirvísing fyri ung í Føroyum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 19