Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Herman H. Gossen - og brúkaraatferð

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 7, september 2015

Í søguni um búskaparliga hugsan verður tosað um marginalismuna og marginalistarnar, sum komu fram um 1870. Millum teir kendastu persónar­nar í sambandi við hesa hugsan eru William S. Jevons, Carl Menger og Léon Walras. Men undan teimum vóru nakrir minni kendir persónar, sum høvdu gjørt sær sínar hugsanir um eftirspurning og marginala nyttu. Vit hava fyrr skrivað í Miðnámsriti 2 og 3 um fransmenninar Jules Dupuit (1804-66) og Antoine Cournot (1801-77). Her skulu vit hoyra um týskaran Hermann Gossen (1810-58).

Hermann Heinrich Gossen var føddur í 1810. Hann tók útbúgving í Bonn og Berlin innan lóg og almenna fyrisiting, og fekk hann síðani starv í Köln sum løgfrøðingur. Hann treivst ikki væl í hesum arbeiði, og leiðslan hjá honum var heldur ikki væl nøgd við hann. Í 1847 var hann noyddur at siga seg úr hesum starvi. Men tá hevði hann arvað nakað av pengum eftir pápa sín. Seinni bleiv hann partnari í einum tryggingarfelag í Köln.

Tey síðstu árini av lívinum nýtti hann nógva tíð at lesa búskap. Sambært Agnari Sandmo var henda gransking helst ein flýggjan inn í eina verð, har hann kundi gera okkurt meira muna­gott, enn hann hevði gjørt í starvinum innan fyrisiting. Tað megnaði hann eisini – ið hvussu er helt hann tað sjálvur, við tað at hann helt seg hava havt líka stóran týdning fyri búskaparfrøðina, sum Kopernikus hevði havt fyri stjørnufrøðina. Hinvegin hevði samtíðin ikki somu fatan av honum. Høvuðsverkið hjá honum kom út í bók í 1854. Tað fekk ikki nógva umtalu, og tá ið Gossen doyði í 1858, hevði hann ikki fingið nakra viður­kenning fyri sítt íkast til búskapar­frøðina (Sandmo 2011).

Bókin hjá honum Entwickelung der Gesetze des menschlichen Verkehrs, und der daraus fliessenden Regeln für menschlichen Handeln[1] bleiv meira kend í 1870’unum, tá ið eingilsk­­maðurin William Stanley Jevons umrøddi bók Gossen við sera rósandi orðum sum eitt týðandi verk innan búskaparligt ástøði. Tað koma vit aftur til seinni í greinini.

Brúkaraatferð

Entwickelung er eitt slóðbrótandi verk í at menna støddfrøðiligar frymlar í búskaparfrøði. Gossen var ikki útbúgvin innan støddfrøði, men hann hevði hegni og evni innan økið, og hann dugdi at lýsa búskaparteori við støddfrøðiligum máli. Sambært Agnari Sandmo er tað mest týðandi íkastið hjá Gossen tað um brúkaraatferð. Í Miðnámsriti nr. 2 í juni 2014 stendur grein um Jules Dupuit, sum í 1844 vísti á fallandi marginalan hug at gjalda fyri at keypa meiri av einari vøru, men Dupuit tók ikki hesa greining inn í eina størri heild at greina brúkaraatferð. Tað skuldi vera Gossen, sum kom við tí. Hann gekk út frá, at hvør einstakur persónur maksimerar eina funktión, sum umboðar eina njótan av at brúka. Gossen hugsaði, at henda funktiónin var summurin av fleiri partsfunktiónum, sum hvør sær umboðaðu njótan av hvørjari vøru. Ein lítil meirnýtsla av einari vøru ger, at njótanin veksur, men hesin vøkstur er minkandi (minkandi positiv marginal nytta). Eftirtíðin hevur kallað hetta Gossens fyrra lóg, og er henda sokallaða lóg grundarlag undir øðrum ástøði um brúkarar (Sandmo 2011).

At maksimera njótan ella nyttu er vanliga treytað av, at brúkarin hevur avmarkað tilfeingi. Í einari versión av ástøði Gossen verður fyrst og fremst hugsað um, at tíðin er avmarkað. Tær vørurnar, sum eru við í nyttufunktiónini, eru tíðin, ið brúkarin brúkar til ymiskt virk­semi, og avmarkingin av tilfeinginum er, at tíðin, ið verður brúkt, er tann tíðin, ið er til taks. Gossen vísti matematiskt, at hetta maksimeringsproblemið verður loyst soleiðis, at marginala nyttan av tíð má vera tann sama fyri alt virksemi. Sambært Agnari Sandmo líkist henda orðing av brúkaraprobleminum nýggjari teori innan búskap, sum Gary Becker[2] kom við í 1965. Men Becker vísir ikki til Gossen í hesum sambandi, sum hann kanska ikki visti um, tí bók Gossen var ikki týdd til eingilskt um tað mundið (Sandmo 2011).

Ein veikleiki við ástøði Gossen er sambært Agnari Sandmo, at hon ikki hevur eina bú­skapar­liga avmarking í sambandi við maksimering av nyttu, soleiðis at hon hevði kunnað verið nýtt at kanna, hvussu broytingar í innkomu og prísum ávirka atferðina hjá brúkarum. Hinvegin víðkaði Gossen greiningina til ein myndil, har einstaklingar framleiða vørur og handla tær sínamillum, soleiðis at allir brúkarar kunnu keypa vørur fyri marknaðarprís. Við hesum myndli lýsti hann, hvussu brúkarar býta innkomuna hjá sær, soleiðis at tað ‘síðsta atomið av innkomu’ gevur somu njótan fyri allar vørur. Hetta ber í sær, at tann marginala nyttan dividerað við prísinum má vera tann sama fyri allar vørur, og er hetta vorðið kent sum Gossens seinna lóg, men av tí at hetta er tað mest originala, ið Gossen kom við, verður hon ofta umrødd sum Gossens lóg. Hetta er framvegis kjarnan í nútíðar ástøði um eftirspurning (Sandmo 2011).

Gossens seinna lóg kann verða lýst við einum einføldum dømi, har vit einans hava tvær vørur. Vi kalla marginalu nyttuna (utility) u1 og u2, og prísirnir eru p1 og p2. Fyri at maksimera nyttuna má lutfallið av marginalu nyttunum vera tað sama sum lutfallið av prísunum: u1/u2 = p1/p2. Henda líkning kann verða umskrivað til u1/p1 = u2/p2, sum er Gossens seinna lóg í hesum føri.

Hvussu Gossen bleiv viðurkendur

Sum nevnt, vóru tað fá, sum lósu tað, sum Gossen skrivaði í bókini Entwickelung frá 1854. Í 1871 kom William S. Jevons við ástøðinum um marginala nyttu í bókini The Theory of Political Economy, har hann á sama hátt sum Gossens fyrra lóg lýsir, hvussu marginala nyttan av eini brúksvøru er fallandi. Jevons kemur eisini við einari hugsan, sum minnir um Gossens seinnu lóg, men hon hevur nakrar veikleikar, samanborið við ta originalu útgávuna hjá Gossen, sum ger, at hon ikki er so nýtilig sum teori. Jevons visti einki um Gossen, tá ið hann kom við hesum hugsanum.

Nakað eftir útgávuna í 1871 var tað ein starvsfelagi hjá Jevons við Manchester University, sum gjørdi Jevons varan við Gossen og hansara verk. Jevons, sum trúði, at hann hevði uppfunnið ástøðið um marginala nyttu, var illa við av at síggja, at Gossen hevði longu skrivað um hetta meira skipað og gjøgnumført, enn hann sjálvur hevði. Men sum tann heiðursmaður hann var, skrivaði hann um Gossen í aðru útgávu, sum kom í 1879 (Robbins 1998).

Hetta er ikki eindømi í søguni um búskaparliga hugsan, at tveir persónar koma við somu hugsan og vita ikki av hvørjum øðrum. Eitt annað dømi er um Edward Chamberlin í Amerika og Joan Robinson í Onglandi, sum hvør í sínum lagi og so at siga samstundis í 1933 komu við ástøði um ófullkomna kapping. Tá ið vit spyrja, hví so mundi vera, er eitt svar, at kanska var tíðin búgvin, ella sum Agnar Sandmo tekur til, at ‘tað lá líkasum í luftini’. Men so eru tað summi fólk, sum eru framman fyri sína tíð, og sum koma við nýggjum hugsanum, áðrenn tíðin er búgvin, og áðrenn tað liggur í luftini. Gossen var ein av teimum.

Keldur

Robbins, Lionel (1998), A History of Economic Thought. The LSE Lectures, edited by Steven G. Medema and Warren J. Samuels. Princeton: Princeton University Press.

Sandmo, Agnar (2011), Economics Evolving – A History og Economic Thought. Princeton: Princeton University Press.


[1] Lýsing av lógum um samstarv millum manna og teimum reglum um handil, sum standast av teimum.

[2] Gary Becker fekk Nobel heiðurslønina í búskapi í 1992 fyri íkast til mikrobúskaparliga greining við menniskjaligari atferð og samvirkan.

Aðrar greinar í miðnámsrit 7