Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Málmenning - eisini á miðnámi

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 15, januar 2018

Nýggjársaftan kundu vit á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum lesa, at ráðið ætlar, at 2018 verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin. Endamálið er at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Í tíðindaskrivinum sigur Mentamálaráðið millum annað, at “… øll børn eru fødd við evnunum at læra mál, men fortreytin er, at hesi evni verða aktiverað og ment. Og tað verða tey bert, um vit vaksnu eru tilvitað um okkara týðandi leiklut í málmenningini hjá børnunum, og at vit áhaldandi seta orð á lutir og gerðir, og tað, sum annars fyriferst í gerandisdegnum. – Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin tódnar og enskt trokar føroyskt burtur”.

Tað er at fegnast um, og má sigast at vera visionert av mentamálaráðharranum at mæla til málmenning. Kanska ein av mongu orsøkunum til vánaliga málsliga standin sum heild er, at vit ikki hava unt næmingum lærutilfar á miðnámi ella hægri námi?

Fólkaskúlin

Fólkaskúlalærarar gera eitt gott arbeiði undir teimum vánaligum treytum, sum teir arbeiða undir. Lønin er lítil, og teir skulu undirvísa ómenniskjaliga nógv. Tó er sannur dynamikkur í skúlanum, fakfelagið er sterkt, og lærarar leggja seg út í kjak um skúlaskap. Teir gera saman við Námi og Bókadeild Lærarafelagsins eina ørgrynnu av góðum tilfari, sum foreldur og næmingar eru takksom fyri. Líka frá fyrsta flokki til tíggjunda flokk hava vit tilfar á móðurmálinum í øllum lærugreinum, tað er at fegnast um. Í fólkaskúlanum sita lærarar í uppgávunevndum og gera skrivligar próvtøkuuppgávur. Slíkt arbeiði mennir fakini, lærarar og ikki minst næmingar. Próvtøkuuppgávur verða gjørdar á føroyskum ella lagaðar til føroysk viðurskifti. Jú, málmenning fer fram í fólka­skúlanum hvønn dag.

Miðnám og málmenning

Kanning í 2013 hjá Miðnámsriti vísti, at næstan 80% av lærutilfarinum á miðnámi er á donskum í føroysku miðnámsskúlunum. Síðan kanningin bleiv gjørd, er lítil bati at hóma. Vit hava víst á, at miðnámsskúlanæmingar stuðla donskum forløgum við 8,5 milliónum kr. um árið (sí Miðnámsrit nr. 10). Vit hava eisini víst á, at lærutilfar til miðnám í veru­leikanum kostar einki (sí Miðnámsrit nr. 1) Vit hava víst á loysnir, hvussu vit kunnu gera (sí Miðnámsrit nr. 10). Um hetta skal eydnast, so mugu vit øll arbeiða saman, myndug­leikar, Nám og onnur forløg, lærarar og næmingar. Tað snýr seg um hugburð, so koma vit langt.  

Á miðnámi er ein fremmandagerð, tí bara helvtin av próvtøkuuppgávunum verður gjørd í Føroyum. Allar skrivligar próvtøkur í fólkaskúlanum verða dømdar í Føroyum av føroyskum lærarum. Á miðnámi er støðan, at fleiri próvtøkuuppgávur verða sendar av landinum at verða dømdar. Í Miðnámsriti nr. 10 verður t.d. nevnt, at próvtøkuuppgávur á A-stigi og B-stigi í støddfrøði verða rættaðar av donskum lærarum, sum ikki skilja føroyskt. Hetta er ein ein gøla.     

Fyri okkum á miðnámi sýnist tað sum, at alt tað, sum er og verður bygt upp við lærutilfari í fólkaskúlanum, verður brotið niður, tá ið næmingar fara á miðnám. Tað er eins og teir trína inn í eitt heilt annað læringsumhvørvi og nýggjan heim, har øll mál­menning steðgar. Hetta er spell, tí at Mentamálaráðið hevur gjørt námsætlanir, sum røkka líka úr fyrsta flokki í triðja ár á miðnámi. Í veruleikanum steðgar øll málmenning, tá ið næmingarnir fara á miðnám, tí at lítið og einki undirvísingartilfar er á miðnámi ella hægri námi.     

Gransking

Mentamálaráðharrin ætlar at skipa fyri verkætlanum, sum skulu stimbra málmenningina. Í fólkaskúlanum fer gransking fram, men millum lítið og einki verður granskað á miðnámi, tað er spell. Sambært hagtølum hjá Studna gingu 2.284 næmingar á miðnámi skúlaárið 2015/16 og einir 300 lærarar. Tað hevði verið upplagt, at Fróðskaparsetur Føroya setti fólk at granska á hesum øki í t.d. eftirmeting, próvtølum, námsfrøði, didaktikki, læring, kyni, næmingum og ymiskleika, lop frá fólkaskúla til miðnám, undirvísingar­tilfari o.s.fr. Her er nokk at tríva í, tí ei tvørrar álit og hugur á miðnámi. Næsta stigið frá Mentamálaráðnum kundi hóskandi verið málmenning á miðnámi.

Keldur

Olav Absalonsen, Eru føroyskar skúlabøkur dýrar at gera? Miðnámsrit 1, mars 2014.

Tórður Johannesarson, Bókastuðul á miðnámi – hjálp til sjálvhjálp, Miðnámsrit 10, juni 2016.

http://www.studni.fo/get.file?ID=15517, oktober 2016.

Aðrar greinar í miðnámsrit 15