Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Lívsstílur og lívskvalitetur

Eftir Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir í miðnámsrit 18, mars 2020

Tvørfaklig námsferð til Tvøroyrar frá 6. til 9. oktober 2008

Ætlanin var, at ein nýggj studentaskúlaskipan skuldi gerast við tí endamáli at uppraðfesta tvørfakligt samstarv. Vit vóru tí nakrir lærarar, sum høvdu hug at royna, hvussu tvørfakligt samstarv kundi skipast tey trý studentaskúlaárini. Vit fingu játtan frá MMR til at gera eina roynd við einum flokki, har næmingarnir høvdu valt støddfrøðideild við lívfrøði á A-stigi og ítrótti á B-stigi, áðrenn tey byrjaðu í 1.s. Umframt støddfrøði, lívfrøði og ítrótt vóru hinar lærugreinirnar eisini felagslærugreinir, og tær vóru: alisfrøði, danskt, enskt, evnafrøði, evning, føroyskt, geografi, religión, spanskt, søga og tónleikur. Næmingarnir vistu frammanundan, at teir meldaðu seg til ein royndarflokk.

Ein av teimum tvørfakligu verkætlanunum var “Kroppur og náttúra”. Enda­málið var at gera næmingarnar tilvitaðar um kropp og kropsmentan i dia­kronum og synkronum perspektivi. Sum grundtekst brúktu vit “En humanistisk tilgang til kroppen – når kroppen fortolkes” (Kap. 3 í E.B. Iversen o.a.: Kroppen i tykt og tyndt – emneforløb til almen studie­foreredelse). Í lívfrøði, ítrótti og føroyskum varð arbeitt við tilfari um heilsu og lívsstíl. Í sambandi við hesa verkætlan gjørdu vit eina námsferð til Suðuroyar. Niðanfyristandandi er brot úr grein til ársritið á Studenta­skálanum í Hoydølum í 2009.

Túrurin var tvørfaklig námsferð, sum hevði lívsstíl og lívskvalitet sum yvirskrift. Endamálið var at fáa innlit í, hvussu kostsamansetingin og rørslustigið í vanliga gerandisdegnum samsvarar við ráðini, vit fáa frá heilsumyndugleikunum.

Fyrri tátturin fór fram á tann hátt, at  keypt varð inn til máltíðirnar soleiðis, at hvør kundi seta sín kost saman eftir smakki, og øll skrásettu og vigaðu alt, sum fór niðurum í tveir dagar, mánadag og týsdag. Endamálið var so í hvørjum einstøkum føri, at næmingarnir hvør sær kundu staðfesta, hvussu teirra kostur og smakkur samsvaraði við tilráddar normar bæði í nøgd og kvaliteti. Allur maturin var tastaður inn í kostforritið ”Kend din kost”, sum roknaði samansetingina út. Hetta var grundarlagið undir rapportini, sum tey fyrireikaðu mikudag og hósdag og gjørdu lidna á skúlanum í Hoydølum fríggjadag.

Annar tátturin var rørsla. Mánakvøld og týskvøld varð farið suður í Vágshøll, har Jan Gærdbo tók væl ímóti okkum. Í høllini spældu vit kurvabólt, hockey, ultimate, fótbólt og okkara egna skallispæl. Vit gjørdu kappingar í smáum bólkum tvørtur um vøllin og spældu rættiliga avgerandi dystir í størri bólkum eftir longdini á vøllinum, so sveittin lak úr hvørjum tráði, og dis­kussiónirnar um, hvør vann, og hvør hevði hildið í hvørjum og nær, gingu til langt út á náttina.

Á Tvøroyri læntu vit svimjihøllina, har vóru eisini spennandi dystir á skránni, sum aftur góvu nógva grund til at diskutera, hvør nú mundi vinna og á hvørjum og hví.

Mikukvøldið, tað seinasta kvøldið, var postarennikapping á skránni. Postar við ymiskum uppgávum vórðu lagdir út ymsastaðni á Tvøroyri, tilsamans hava næmingarnir runnið umleið 10 km. Uppgávurnar vóru fakligar, og lærararnir í flokkinum høvdu gjørt tær frammanundan. Summar kundu loysast á staðnum, og aðrar skuldu vera partur av undirhaldinum seinni um kvøldið, tá virðislønir vóru latnar fyri tey bestu avrikini.

Umframt alt hetta, vóru tvey onnur evni á skránni á ferðini: roknikynstrið í støddfrøði og Tvøroyrar søga. Kári Mortensen hevði tvey umfør við roknivenjingum hvønn dagin, mánadag og týsdag. Saman við Bergi Hansen vitjaðu vit fornminnasavnið, har tey hava mangar for­vitnisligar lutir. Farið varð ein túr í tí gamla býarpartinum, m.a. varð spákað í Valinum, og so vitjaðu vit tey nýrenoveraðu húsini hjá Thomsen Handilsvirki, har tey hava sera áhugaverdar kontrabøkur heilt aftur í einahandilstíðina. Eisini har vóru vit væl móttikin av bæði Einari Larsen og Onnu Kirstin.

Framman undan ferðini varð ein grein lisin í føroyskum, sum lýsti lívsstíl og lívskvalitet í tíðarskeiðum frá antikkini til okkara tíð. Aftaná lótu næmingarnir stíl inn um evnið við støði í tekstum og myndum.

Hósdagurin varð brúktur til at fáa tey seinastu tølini upp á pláss í ”Kend din kost” og annars til at rudda og gera reint.

Fríggjadagin skuldu rapportirnar gerast lidnar og latast inn. Tað var ein heldur tungur, men áhugaverdur dagur, nú býtið ímillum føðsluevnini vórðu sjónliggjørd í ”lagkakuformi”. Nú  noyddust summi at viðurkenna, at hampiligar justeringar skuldu til bara fyri at koma í nánd av tilmælunum.

Tann lidna rapportin, sum umframt tey inntastaðu og viðgjørdu tølini eisini fevndi um yvirskipaðar spurningar um evnið, taldi sum rapport bæði í lívfrøði og í ítrótti. Vit halda, at ferðin var sera væleydnað. Orkan var fyrimyndarlig, bæði í teimum fakligu, kreativu og sosialu dimensiónunum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 18