Í sambandi við síðsta skúladag á Glasi fyri summarfrítíðina hugleiddi Olav Absalonsen um undirvísing og læring, nú hann gevst eftir 40 ár í undirvísingarhøpi – fyrst á Føroya Handilsskúla og síðani á Glasi. Niðanfyri eru hansara hugleiðingar:
Tað eru ymsar – og eisini ymiskar – fatanir av, hvat undirvísing er, og hvat undirvísing kann samanberast við. Til dømis hesar tríggjar:
- Jean Piaget: Teori um kognitiva menning, har barnið lagar nýggja informatión eftir verandi vitan við assimilering, ella letur nýggja informatión broyta verandi vitan við akkomodering.
- Gert Biesta: Útbúgving er ikki at fylla upp í spannir, men at kynda eld.
- Søren Kierkegaard: Ein, sum vil leiða ein annan til eitt ávist stað, má finna hin har, sum hann er, og byrja har.
Í Undirvísingarstýrinum siga tey, at undirvísing er at flyta vitan úr einum høvdi í annað. Tað er eisini eitt sjónarmið, men hvat mundu Piaget, Biesta ella Søren sagt til tað?
Allir tríggir nýta myndamál, og næmingurin er í fokus:
- Piaget kann minna um ein urtagarð við nógvum ymiskum plantum, sum skulu røktast á ymiskan hátt. Gartnarin kann ikki vaksa tær (at vaksa er ikki transitivt). Tær mugu vaksa sjálvar.
- Gert Biesta er íbirtari, og næmingurin hevur so ábyrgdina at halda eldin við líka – eisini eftir lokið miðnám.
- Kierkegaard er ein, sum vísir veg. Men hann kann ikki tvinga næmingin til nakað. Næmingurin ger sjálvur av, um hann vil lurta eftir leiðbeining.
Myndamál er fangandi og sigandi, men eisini bíligt. Hvussu gert tú, tá ið tú hevur tvørligar næmingar at dragast við?
Churchill hevur sagt: Mær dámar at læra, men ikki altíð at blíva undirvístur. Hvussu mundi hann vera sum næmingur?
Piet Hein segði í sjónvarpssending: Eg byrjaði á universitetinum, men tað var snævurskygd við ongum avbjóðingum. So eg gavst, men tað var ikki eg, sum dumpaði – universitetið dumpaði (endurgivið eftir minninum). Hvussu mundi hann vera sum næmingur?
Og hvussu høvdu Piaget, Biesta og Søren borið seg at, um teir høvdu Winston Churchill og Piet Hein sum næmingar?
*
Richard Felder og Rebecca Brent hava skrivað eina grein, sum tey kalla Understanding Student Differences (2005). Tey býta ymiskleikan í trý øki:
- Næmingar eru ymiskir intellektuelt. Teir eru ikki líka búnir á hesum øki.
- Hugburðurin til tað at læra er ymiskur. Nøkur hava djúpan hugburð; nøkur hava strategiskan hugburð; og nøkur hava grunnan hugburð. Kathryn Ecclestone nevnir tvey sløg afturat á miðnámi (post-16 education): Tey, sum hanga í (hangers on), og tey sum reka fyri vág og vind (drifters).
- Næmingar hava ymiskan læristíl. Til dømis eru summir meira visuellir, og aðrir meira verbalir. Summir vilja skilja nýggja vitan globalt, og aðrir vilja byggja hana upp sekventielt. Tey introvertu læra ikki á sama hátt sum tey ekstrovertu. Og so framvegis.
Les meira um evnið her: https://www.glasir.fo/greinar/naemingar-og-ymiskleiki/
*
Undirvísingarhættir kunnu vera deduktivir ella induktivir. Tað finnast mong sløg av induktivari undirvísing, til dømis PBL, EBL/IBL og so tann sokratiska metodan.
Eitt árið segði eg við læraran í heimspeki, at holdið hjá tær næsta ár verður lítið. Tað ger einki, segði hann; so undirvísi eg bara sokratiskt. Hann mundi halda, at sokratiski hátturin var hóskandi í einum lítlum holdi.
David Boud hevur ritstjórnað bókina Peer Learning (2001), sum kundi verið umsett til Læring millum javnlíkar: at læra saman og av hvørjum øðrum. Ein máti, ið verður nevndur har, er lestrarbólkar (study groups), har næmingar koma saman at tosa um tað, sum teir hava lisið ella arbeitt við. Vert er at nevna, at lærarar eisini kunnu læra saman og av hvørjum øðrum – í fakbókum og í flokstoymum. Bókin vísir til filmin The Paper Chase (1973), har peer learning er eitt tema.
Filmurin byggir á bókina við sama navni, og eitt annað tema í bókini er tann sokratiska metodan. Pofessor Kingsfield, sum undirvísir í løgfrøði í einum fyrilestrarsali á Harvard Law School, greiðir næmingunum frá, at her nýta vit sokratisku metoduna: Eg spyrji, og tit svara; og út frá tí kemur næsti spurningur, og tann næsti. Tit mugu ikki halda, at tað er nakað fullfíggjað svar upp á nakran spurning. Tað er altíð ein spurningur afturat. Eg geri hetta fyri at fáa tykkum at hugsa, soleiðis at tit læra at læra.
Fyri nøkrum árum síðani var ein hugnaløta síðsta undirvísingardag á handilsskúlanum. Ein næmingur segði nøkur orð um allar lærararnar, hann hevði havt – eitt sindur argandi, men upp á ein fittan máta. Um ein lærara segði hann: Tá ið mann spyr hann ein spurning, kann hann finna upp á at svara: Hvat heldur tú sjálvur?
Hetta hildu áhoyrararnir vera stuttligt. Men óivað hevur viðkomandi lærari havt nakað av sokratiskari hugsan í sær. Hann kann hava hildið, at tað var betri at fáa næmingin at hugsa enn at servera eitt liðugt svar fyri honum.
Helst rúmar sokratiska metodan bæði Piaget, Biesta og Søren, men mann hon eisini rúma sjónarmiðnum um at flyta vitan úr einum høvdi í annað?
Sokratiska metodan kann vera krevjandi, tí hvussu spyrt tú, tá ið næmingurin svarar býtt? Tann avbjóðingin er tann sama sum, tá ið næmingar spyrja býtt. Hvussu svara vit tá?
Herfyri var ein sjónvarpsrøð um lívið hjá Vigdís Finnbogadóttir. Í einum parti er hon farin til eitt tiltak hjá Halldór Laxness. Har rættir Vígdis hondina upp og spyr høvundin, hvat hevur størri týdning hjá einum rithøvundi, talent ella innsatsur. Laxness svarar, at hann hevur lisið nógvar kendar høvundar, og samanborið við teir havi eg absolutt einki talent, segði hann. Eg kann sita í tímavís og royna at fáa ein setning at sita.
Vigdís blívur illa við, og heldur fyri, at hatta var kanska ein býttur spurningur. Til tað svarar Laxness: Mínar royndir eru, at teir býttu spurningarnir eru ofta teir bestu.
*
Didaktikk er annað orð fyri undirvísing. Í breiðari merking ikki bara hvussu, men eisini hvat og hví. Í millumlanda avtalum verður roynt at standardisera mál í útbúgvingum um, hvat næmingar skulu duga. Hesi hugtøk eru blivin vanlig:
- Á eingilskum: Knowledge, skills, abilities.
- Á donskum: Viden, færdigheder, kompetencer.
- Á føroyskum: Vitan, hegni, førleikar.
Hesi abstraktu hugtøk kunnu vera trupul at handfara, tí tey umskarast, og ilt kann vera at meta um, hvat er hvat.
Trý onnur hugtøk, sum hava verið nýtt onkuntíð eru informatión, vitan og vísdómur. Her er munandi longri ímillum, og eisini eru millumstøðir ímillum informatión og vitan og ímillum vitan og vísdóm. Tá ið vit fara frá informatión til vitan, er treytin, at innihaldið í informatiónini hevur eginleika at blíva til vitan. Viðhvørt manglar hesin eginleikin, tí innihaldið í informatiónini er ein meining. At meina nakað er ikki tað sama sum at vita. Og at halda seg vita er ikki tað sama sum at vita.
Eisini eru ymisk sløg av vitan. Jürgen Mittelstraß skilir ímillum informatiónsvitan og orienteringsvitan. Informatiónsvitan er vitan um fakta, vitan um hvussu veruleikin er. Orienteringsvitan er hinvegin vitan um mál og endamál, vitan um hvussu veruleikin átti at verið, og tískil hoyra orientering og vísdómur saman. Orientering er hjartað í vísdómi, sum er førleiki at gera samansettar metingar við at reflektera yvir vitan av ymiskum slag, og viga mótstríðandi faktorar upp ímóti hvørjum øðrum. Vísdómur er leysur av egnum áhugamálum, sum høvdu gjørt, at ein ikki hevði hugsað klárt. Orienteringsvitan kann ikki útvegast við meiri informatiónsvitan. Orienteringsvitan verður eisini kallað sokratisk vitan – í tráð við sokratiska undirvísing.
*
Í august 2018 var stórt hátíðarhald her á Glasi, tá ið skúlin lat upp fyri almenninginum. Umboð fyri landsstýri, landsverk og arkitektar hildu talur, har boðskapurin til dømis var, at endiliga er hetta liðugt, játtanin helt, og arkitektururin hevur vakt ans úti í heimi, og – ikki minst – skúlastovurnar bera brá av námsfrøðiligari nýhugsan.
Men so var ein tala, sum skilti seg eitt sindur burtur úr hinum. Tað var tann hjá Jógvani Fríðrikssyni, sum eg fari at endurgeva úr:
Skúlin er ein heild av sjónligum og ósjónligum lutum, og vit síggja ikki allan skúlan samstundis. Mangt, ið ikki sæst, hevur stóran týdning fyri heildina. Har eru káplar og rør, sum í tí dulda geva ravmagn og orku til netið og nútíðar samskifti. Vit kunnu hugsa um sanitet, til- og frárensl. Gott, at alt ikki sæst, so mikið betri, at tað er.
Og talan endaði við hesum orðum:
Skúlin eigur óræddur at hava vísindaligt flog. Mangan er óneyðug vitan íblástur til gerandisdagin. Um vit einans halda okkum til tað neyðuga, verður tilveran grá og keðilig. Skerdur fuglur vitjar sjáldan høgar hæddir.
Í gomlum skaldskapi er hetta fyribrigdi orðað soleiðis: “Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.” (Orðtøk Sálomons 16,16)
Vitska og vísdómur eru tvey berandi hugtøk við atliti at persónligari menning innan skúlans gátt og í tí almenna samfelagnum. Sjálvt um orðini líkjast og liggja tætt hvørt at øðrum, so er eyðvitað ein munur.
Vísdómur er kynstrið at gagnnýta og handfara vitan. Tað ber til at hava vitsku og minni mál av vísdómi. Hinvegin kann ein, ið hevur avmarkaða vitsku, vera vísur og bera seg skilagott at.
Ávegis inn í eitt samfelag við øktari frítíð og alt fleiri árum við eftirløn er umráðandi, at tey ungu ikki einans gerast klók, men eisini vís. Tað er vísdómurin, ið føðir trivnaðin, og vitskan skapar karmarnar.
Miðnámsrit fekk taluna frá honum, og kann hon lesast her í fullari longd: https://www.glasir.fo/greinar/skerdur-fuglur-viitjar-sjalvdan-hogar-haeddir/
Men hvussu læra vit ungdómin vitsku og vísdóm? Confucius (551-479 f. Kr.) hevði hesa hugsan um tað: Tað eru tríggir mátar at læra vísdóm: At reflektera, sum er tann ediligasti; at imitera, sum er tann lættasti; at royna seg fram sjálvur, sum er tann beiskasti.
Í einum morgunlestri fyrr í vikuni segði Theodor Eli Dam, at vísdómur kann bara lærast í lívsins skúla. Helst hevur hann rætt, men Jógvan heldur, at ein skúli sum Glasir kann eisini gera mun á hesum økinum.
Tað mátti givið okkum okkurt at hugsa um.