Skerdur fuglur vitjar sjálvdan høgar hæddir
Eftir Jógvan Fríðriksson í miðnámsrit 18, mars 2020
Røða hildin við móttøku á Glasi 9. august 2018
Reistur úr lendinum lítur miðnámsskúlin út yvir høvuðsstaðin og kallar næmingar, kennarar og starvsfólk til verka. Jørð og betong eru runnin saman við arkitektur, list og kynstur at byggja. Vit fagna úrslitinum, at stór hugsan gevur nýggjar møguleikar, ið skapa framburð innan bókliga læru og handaliga menning.
Skúlin er ein samansett eind av sjónligum og ósjónligum lutum, og vit síggja einans heildina í brotum. Eingin sær allan skúlan samstundis, og mangt, ið ikki sæst, hevur alstóran týdning fyri heildina. Vit kunnu hugsa um káplar og rør, sum í tí dulda geva ravmagn og orku til netið og nútíðar samskifti. Vit kunnu hugsa um sanitet, til- og frárensl. Gott, at alt ikki sæst, so mikið betri, at tað er.
Tað sama er galdandi við innihaldi skúlans. Skúlin eigur at hava eitt vísindaligt flog og óræddur vitja har, ið vit og skil ikki grynna. Mangan er óneyðug vitan íblástur til tann veruliga gerandisdagin. Um vit einans halda okkum til tað neyðuga, verður tilveran grá og keðilig. Ein skerdur fuglur vitjar sjáldan høgar hæddir.
Talað verður um sólarringin. Ein partur er sjónligur, og ein annar partur ósjónligur. Tað er týdningarmikið, at unga ættarliðið fær hollan fakligan førleika, men fakligur førleiki er sjáldan nóg mikið til tess at liva eitt gott lív. Tað er umráðandi í øllum verkum eins og í skúlaskapi, at evnini at hugsa sjálvstøðugt verða kveikt.
Tað er hugans virki, ið ger lívið ríkt fakliga og persónliga. Vit hava tíverri skert ella skorið lærugreinir burtur, ið menna og kveikja hugans virki, til dømis heimspeki og klassisku lærugreinirnar. Skúlin skal menna tey ungu til góðar samfelagsborgarar, ið taka ábyrgd og gagna fólkaræðinum. Uttan breiða vitan og rímiligan málsligan førleika dalar støðið í allari talu millum manna og fakligum orðaskifti millum fakfólk.
Nútíðin setur nútíðar krøv, og tað er valla satt, at alt var betri í farnari tíð. Vit eiga ein fagran ungdóm, ið megnar nógv viðurskifti væl betur enn mítt ættarlið. Uppgáva teirra tilkomnu er at taða lendið, skapa karmar til útsýnið og lata yngra ættarliðinum framtíðina í hendi. Vitan, evni at hugsa og førleiki at skapa eru tryggir lunnar undir sjálvbjargni teirra ungu í lívi og samfelag.
Fakliga er vert at varnast, at tað ikki altíð eru vit og skil, ið ráða, hóast vit leggja okkum eina við at hava fakliga dygd í hugsan og verki. Menniskjan er so samansett, at ein stórur partur av tíðini dvølur við alt annað enn faklig viðurskifti. Vit kunnu nevna fyribrigdi sum kenslur og trivnað, ið virka inn á tað fakliga, samvirka við tað ella darva tí.
Tað eru júst hesi fyribrigdi, ið gera av, um eitt arbeiðspláss kennist gott og nøktandi. Tað óskynsama er ein duld orkukelda, ið mangan stýrir tí skynsama. Vit og skil eru dygdir, sum hóast teirra góðsku fáa eitt við- ella mótspæl frá tí, ið ikki kann bólkast sum ratio, vit og skil.
Í gomlum skaldskapi er hetta fyribrigdi orðað soleiðis: “Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.” (Orðtøk Sálomons 16,16)
Vitska og vísdómur eru tvey berandi hugtøk við atliti at persónligari menning innan skúlans gátt og í tí almenna samfelagnum. Sjálvt um orðini líkjast og liggja tætt hvørt at øðrum, so er eyðvitað ein munur.
Vitska er gløggskygni, vit og skil. Talan er um tilvit og medvit. Vitskan kann mennast við læru og lærdómi, tað at nema sær kunnleika og søkja frøði.
Vísdómur fevnir um vitan og kynstrið at gagnnýta og handfara sína vitan. Tað letur seg væl gera at hava vitsku og eitt minni mál av vísdómi. Tess vegna er vitskan silvur. Hinvegin kann tann, ið hevur avmarkað mál av vitsku, vera vísur og bera seg skilagott at og megna lívið. Tess vegna er vísdómur gull.
Ávegis inn í eitt samfelag við øktari frítíð og alt fleiri árum við eftirløn er tað umráðandi, at tey ungu ikki einans gerast klók, men eisini vís. Tað er vísdómurin, ið føðir trivnaðin, hóast vitskan skapar karmarnar.
Nýggi skúlin, Glasir, er bygdur uttan fyri gamla bøgarðin, har fuglurin sær alt úr erva. Vit kunnu á hugans veingjum nýta fuglin sum fyrimynd og síggja fakligar og menniskjansligar nærmyndir við útsýni. Guð signi land og fólk. Takk fyri.