Hevur tú eginleikar at kveikja forvitni og stimbra læring hjá næmingum og lesandi á Glasi? Og hevur tú áhuga, saman við tínum starvsfeløgum, at menna lestrarumhvørvið, lærugreinarnar og útbúgvingarnar? So vóna vit, at tú søkir starv sum tímalærari á Glasi.
Til komandi skúlaár 2026/2027 søkja vit eftir tímalærara at undirvísa í fronskum.
FØRLEIKAR
Sum lærari í fronskum skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa á miðnámsstigi. Námsfrøðilig útbúgving til miðnám ella líknandi, kann vera ein fyrimunur. Somuleiðis kunnu viðkomandi starvsroyndir ella viðkomandi eftirútbúgving vera fyrimunir.
SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um tímalærarastarv tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2027. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. Starvsstaðurin er á Glasi.
NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Búgva Poulsen, útbúgvingarleiðari á gymnasialum miðnámi, á telefon 786678 ella t-post bup@glasir.fo. Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er 24. juni 2026.
UM OKKUM
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.