Hevur tú hug at vera við at mynda og menna undirvísingina til næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt? Vit sóknast eftir einum lesandi til eitt lestrarstarv sum undirvísari í føroyskum sum annaðmál skúlaárið 2026-2027.
Tríggir undirvísarar eru knýttir at Føroyskum sum annaðmál og víst verður til dekanin á Hægri námi.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:
- Undirvísa í føroyskum og mentanar- og samfelagsviðurskiftum
- Tryggja at miðlingin í undirvísingini er kveikjandi og tillagað næmingunum
FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur í lestrarstarvi, skal vera í holt við viðkomandi útbúgving innan annaðmál ella mál. Tað kann verða ein fyrimunur at hava aðra viðkomandi útbúgving, umframt viðkomandi starvsroyndir.
SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um tíðaravmarkað lestrarstarv frá 1. august 2026 til 31. Juli 2027.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám.
Starvsstaðurin er á Glasi.
NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Jensen, Dekanur fyri Hægri nám, á telefon +298 786663 ella t-post fje@glasir.fo. Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er 25. Juni 2026 kl. 14:00.
UM OKKUM
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.