Í august byrjar nýtt skúlaár á Glasi.

Næmingar, lærlingar og lesandi møta soleiðis:

Mikudagur 12. august: Nýggir næmingar og lærlingar møta kl. 08:10.

Skrá:

  • Leiðslan og lestrarvegleiðing tekur ímóti og ynskir vælkomin.
  • Tit fáa at vita, hvar tykkara flokshøli er og fara í flokshølini saman við tykkara lærara.
  • Tá tit hava heilsað uppá tykkara floksfelagar, fara tit oman í Atrium saman við læraranum til kunning frá rektara.
  • Eftir kunningina í Atrium fylgja tit skema restina av degnum.

Meiri kunning til nýggjar næmingar og lærlingar fæst við at trýsta á hetta leinkið.

Lærlingar á 2. og 3. skúlaskeiði møta sambært innkallingum.

Næmingar á gymnasialum miðnámi á 2. og 3. ári møta hósdagin 13. august sambært skema. 

Næmingar á 2. 3. og 4. ári á serbreytini møta hósdagin 13. august kl. 08.10.

Næmingar á 2. ári klædnaatstøði møta hósdagin 13. august kl. 08.10

Næmingar á 2., 3. og 4. ári á serbreytini møta hósdagin 13. august kl. 08.10.

Næmingar á 1. ári á serbreytini møta mikudagin19. august kl. 09.00.

Mikudagin 26. august byrjar undirvísingin á Hægri Námi.

Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum og ynskja øllum eitt gott og læruríkt skúlaár.