Leygardagin vórðu 9 nýggir tilburðir av Covid-19 staðfestir. Flestu nýggju tilburðirnir eru millum ung fólk, og smittan tykist spjaðast, har ung fólk savnast – eitt nú á skúlum og í ítróttaumhvørvinum. Tríggir fólkaskúlar í Tórshavnar Kommunu eru ávirkaðir, og ein tilburður er somuleiðis staðfestur á Glasi. Tí skerpa vit aftur smittuftyribyrgjandi átøkini á skúlanum. Somuleiðis mæla vit, saman við Landslæknanum, til, at øll lata seg koppseta.

HERÐA SMITTUFYRIBYRGING

Leiðslan á Glasi heitir á starvsfólk, næmingar og lærlingar, foreldur teirra og avvarandi annars um at vera serliga varin komandi vikuna. Vit heita á øll á Glasi um at halda frástøðu, at spritta væl og hava høgt reinføri – bæði hvør sær, í floksstovunum og á Glasi sum heild. Fylgi boðum um smittufyribyrgingandi átøk og leiðregur, sum eru at síggja á kunningarskíggjum, í uppsløgum og í teldupostum. Um starvsfólk, næmingur ella lærlingur fær sjúkueyðkenni, skal hon ella hann halda seg heima og lata seg kanna fyri Corona.

SÓTTARHALD, KANNINGAR OG KOPPSETING

Arbeiðið við at kunna tey, sum hava verið í sambandi við smittaða næmingin á Glasi, verður gjørt- og samskipað av Næmingatænastuni. Smittukeldan er ókend. Tí mugu vit øll vera varin og halda leiðreglurnar, Øll tey, sum okkum kunnugt hava verið í sambandi við smittaða, hava fingið- ella fáa boð um at verða heima og at lata seg kanna. Hetta er tó bert galdandi fyri tey, sum ikki eru liðugt koppsett. Tey, sum hava fingið seinna prikið, kunnu møta sum vant.

NÝGGJ TILMÆLI UM FYRIVERNI EFTIR UTTANLANDSFERÐIR

Tað er umráðandi, at vit á Glasi framhaldandi eru varin, tá fólk, sum hava verið uttanlands, koma á skúlan. Her er hetta galdandi:

  • Tey, sum eru liðugt koppsett og sum hoyra til skúlan, kunnu koma til arbeiðis ella í skúla. Tey eiga tó, eins og øll onnur, at lata seg kanna annan dagin eftir komu til landið
  • Tey, sum eru liðugt koppsett, men sum ikki hoyra til skúlan, eiga ikki at koma á Glasir fyrr enn negativt svar er komið eftir kanning annan dagin eftir heimkomu
  • Øll onnur eiga ikki at møta á skúlanum fyrr tey hava fingið negativt svar efti kanningina annan dagin eftir komu til landið

Vit fylgja smittustøðuni neyvt og kunna so skjótt, vit vita meira. Tilmælini, sum eru galdandi á Glasi, eru at síggja her (saman við trygdarvegleiðingum).