Klokkan 11:15 í dag vórðu vit kunnað um, at ein nýggjur tilburður av koronu er staðfestur á Glasi. Smittaði er, eins og fyrsti tilburðurin av koronu, næmingur á gymnasialum miðnámi. Í skrivandi stund eru tað sostatt tveir næmingar á Glasi, sum eru smittaðir. Kjarnuflokkarnir, sum smittaðu næmingarnir ganga í, eru í tvungnum sóttarhaldi í tvær vikur.

Sambært landslæknanum benda kanningarúrslitini á, at smittan ikki hevur spjatt seg munandi á Glasi. Somuleiðis metir landslæknin, at smittan ikki er byrjað her, men at hon er komin úr smittuketu – ella smittuketum – uttanífrá.

Fjarundirvísing

Hildið verður fram við fjarundirvísing, fyribils tað, ið eftir er av vikuni.

Fyrispurningar

Um tú, sum næmingur á Glasi ella foreldur at næmingi, hevur spurningar ella ivamál, set teg so í samband við letstrarvegleiðaran, sum varðar av tí flokki, tú/næmingurin gongur í. Yvirtlit yvir lestrarvegleiðarar og flokkar teirra sæst her.