Glasir søkir ein lærara til biløkið.

Vit leita eftir einum lærara, sum saman við toyminum vil vera við til at undirvísa og menna arbeiðið innan handverksøkið. Sum lærari á handverksøkinum fært tú møguleika at seta tín fakliga dám á menningina av útbúgvingini og at arbeiða tætt saman við royndum undirvísarum innan økið.

Vit leggja stóran dent á, at tú ert fakliga væl fyri, dugir væl at samstarva og kanst skapa eitt trygt og mennandi læringsumhvørvi, har næmingarnir trívast og mennast.

FØRLEIKAR

Tann, ið verður settur, skal hava sveinabræv sum bilsmiður. Fyri at verða fastsettur lærari á Yrkisnám krevst í minsta lagið fimm ára viðkomandi starvsroyndir. Tað er ein fyrimunur um tú hevur hollan og dagførdan kunnleika innan fakøkið, umframt at tú:

  • Hevur hug og hegni at arbeiða við ungdómi
  • Ert framsíggin og torir at royna nýggjar leiðir
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Tekur ábyrgd og er altíð til reiðar at taka fatt, tá tørvur er á tí
  • Trívist við broytingum og kann skapa góðan fylgisskap millum lærarar og onnur starvsfólk
  • Hevur góðar KT‑førleikar  

Hægri viðkomandi útbúgving kann eisini verða ein fyrimunur.

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Starvstaðurin er á Glasi.

NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Steinfinn Várlíð Jacobsen, útbúgvingarleiðara, á telefon 56 80 30 ella t-post stj@glasir.fo. Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er sunnudagin 14. juni 2026.

Søkt verður eftir undirvísara við støði í væntaðum virksemi. Tað merkir, at tað ikki er vist, at undirvísari verður settur.

UM OKKUM

Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.