Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Arbeiðsgleði, dygd og vunnin rættindi - viðtal við Nikolinu Olsen, forkvinna YF

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 17, juni 2018

Nikolina byrjaði at undirvísa í august 2000 á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði og hevur verið har síðan. Hon var eitt  tíðarskeið á Handilsskúlanum á Kambsdali. Nikolina hevur nógvar royndir bæði frá tí privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, áðrenn hon bleiv miðnámsskúlalærari. Hon bleiv einmælt vald sum forkvinna í YF í februar 2018. 

– Hví valdi tú at blíva forkvinna?

Eg valdi at blíva forkvinna, tí eg haldi, at eg havi nógvar týdningarmiklar royndir, ið eg kann brúka í hesum arbeiði. Eg vil arbeiða fyri, at limirnir vinna góðar sømdir á øllum økjum.

Sum álitisfólk havi eg nógvar royndir, fyrst á gamla Studentaskúlanum og HF-skeiðinum á Kambsdali. Og tá so Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali & Klaksvíkar HF-skeið og Handilsskúlin á Kambsdali vórðu samanløgd, helt eg fram sum álitisfólk á samanlagda skúlanum, Miðnámi á Kambsdali. Tað vil siga, at eg havi verið við í allari samanleggingar­tilgongdini. Eisini hava um- og útbyggingar verið bæði á Kambsdali og í Klaksvík. Fyri tveimum árum síðan flutti Klaksvíkar HF-skeið í nýggj hølir, og alt hetta ger, at eg eri komin inn í stýrið hjá YF við nógvum og fjølbroyttum royndum á økinum. Hetta er sjálvandi gott at hava við sær í arbeiðinum í stýrinum.

– Hvørjar avbjóðingar eru á miðnámsøkinum?

Sera stórar avbjóðingar eru á miðnámsøkinum. Nýggja breytaskipanin – ið er komin fyri at spara pening – er ein stór avbjóðing. Spurningurin er, um henda skipan ikki kostar meira í síðsta enda, bæði peningaliga og menniskjaliga. Sáttmálin er góður fyri sjálvan landskassan her og nú, men hann kostar nógv í longdini við tað, at vit fáa ein verri skúla, og tað gongur út yvir næmingarnar og Føroya framtíð.

Undirvísingartímatalið er minkað í flestu lærugreinum og í fleiri lærugreinum rættiliga nógv. Minkingin (m), ið er upp til 8%, ger hetta so mikið verri.[1] Eisini er tíðin til skrivliga arbeiðið (næmingatíðin) minkað úr meira enn 1.100 tímum niður í 650 tímar til hvønn næming. Talið av próvtøkum er lækkað úr 11 niður í 9 próvtøkur, og eitt skifti vóru bara 8 próvtøkur.

Lærarar hava nú minni tíð til meira arbeiði. Skipanin leggur upp til tvørfakligheit, og at tann privatpraktiserandi lærarin er ‘deyður’, tó uttan at vilja gjalda tað, tað kostar. Tvørfakligheitin er eitt eiti í flestu førum, og skipanin hevur størri fokus á “tvørfakligheit” enn fakligheit – um so er, hvat skal so samstarvast um? Farið er burtur frá “vitan” til “førleikar”, har førleikarnir ikki altíð eru nóg væl lýstir. Lærararnir eru ikki ílatnir til nýggju skipanina og tað, hon krevur, m.a. at nú skulu næmingarnir ikki vita, men duga. Úrslitið hevur eisini verið, at skúlarnir/lærararnir hava havt rættiliga ymiskar fatanir av, hvussu sumt skal fremjast, og hvar fokus skal vera. Eingin eftirútbúgving hevur verið av lærarum. Ongar vegleiðingar eru gjørdar til námsætlanirnar, og eisini vanta lærugreina­ráðgevarar. Sjálvandi skuldi alt hetta verið gjørt, áðrenn skipanin varð sett í verk. So hevði støðan á miðnámsøkinum verið betri í dag.

Harafturat er lítil vilji frá politiskari síðu at granska á miðnámi og at gera lærutilfar. Vit hava partvíst yvirtikið eina danska skipan, og hetta ger, at tingini hanga ikki altíð so væl saman. 

– Hvørjar eru avbjóðingarnar hjá miðnámslærarum í løtuni?

Arbeiðsbyrðan er ein stór avbjóðing, ið kann føra til strongd, ónøgdsemi og vantandi arbeiðsgleði. Lærarar skulu renna skjótari – og lærarar hava lítla tíð til hvønn næming. Lítil tíð er til fyrireiking og lítil tíð til rætting – og lærarar skulu gera so nógv annað enn at undirvísa næmingum. Alt, sum tú gert, skal skrásetast, og hetta fer við sera nógvari orku í dagliga arbeiðinum, og haraftrat er lønarlagið ikki reiðiliga kappingarført í mun til aðrar akademiskar lønarbólkar.

Ársverkið ger, at nógv ólønt arbeiði ikki verður gjørt, nú alt skal gerast upp í tímum. Her hugsi eg t.d. um nevndir undir lærararáðnum, evnisdagar o.s.fr. Eisini hevur hetta í summum førum havt ávirkan á sosiala lívið á skúlunum, t.e. at felagsskapsandin er munandi veikari á skúlunum í dag, enn hann var undir gomlu skipanini. Snøgt sagt, ársverkið køvir hugin hjá lærarum.

Ein kanning hjá YF frá 2017 vísir, at 62% av lærarunum høvdu havt illgruna um strongd trý tey seinastu árini. Og 76% siga, at tey merkja, at teirra arbeiðslív gongur út yvir privatlívið. Eisini vísir kanningin, at flestu kvinnuligu miðnámslærararnir við børnum í barnagarðs- ella skúlaaldri ikki megna fulla tíð. At so nógvar kvinnur verða noyddar at arbeiða niðursetta tíð, prógvar, at nakað er galið við skipanini. Og tá hugsað verður um javnstøðu, er hetta als ikki í lagi. Ein avleiðing av hesum framyvir verður, at kvinnur fáa lægri pensjón enn menninir, tá ið tær fara frá. 

Lærararáðini eru nógv amputerað. Minni demokrati er á arbeiðsplássinum, av tí at størri vald er lagt yvir á rektararnar. Hetta merkir, at YF hevur størri týdning enn nakrantíð. Og tað er umráðandi, at limirnir bakka upp um felagið, at øll melda seg inn og taka lut í felagsarbeiðinum, nú tað tykist, at fakligheitin á miðnámi ongan góðan hevur.

Ein hevur varhugan av, at bæði MMR og FMR bert hugsa um kostnað og eina bíliga skipan. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, var gestarøðari á aðalfundinum hjá YF í 2017. Á fundinum segði hann, at øll skipanin var gjørd fyri at spara pening. Eisini nevndi hann, at hann var ímóti New Public Management[2], og at farast skuldi burtur frá hesum.

Á Glasi er talan um størstu samanlegging á økinum, har skúlar við ymiskum mentanum skulu  húsast undir somu lon. Haraftrat eru bæði skipan og sáttmáli nýggj. Alt hetta skapar óvissu og síðan 2013 – t.e. seinastu 5 árini – hevur verið arbeitt undir støðugum broytingum.

Arbeiðsgleði, dygd í undirvísingini og vunnin rættindi skulu setast í hásæti. Tí at vera undirvísari merkir at vera kreativur. Um ein lærari verður ov hart fyrispentur, er vandi fyri, at kreativiteturin doyr, og so fer alt.


[1] m er eitt tímatal, ið verður tikið frá øllum lærugreinum at nýta til innanhýsis royndir, felagstímar og tílíkt.

[2] NPM fevnir um at nýta leiðsluligar og hugsjónarligar hugsanir frá privata geiranum í almenna geiranum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 17