Árliga stuttsøgukappingin á Glasi
Eftir Sámal Soll í miðnámsrit 25, juni 2022
Á hvørjum ári síðani 2017 hevur verið skipað fyri stuttsøgukapping, fyrst í studentaskúlanum í Hoydølum og síðani á Glasi. Undirtøkan fyri kappingini millum næmingar skúlans hevur verið stór øll árini og tilsamans eru heili 311 søgur sendar inn til kappingina. Hvussu kunnu lærarar brúka kappingina og søgurnar, sum spyrjast burtur úr?
Stuttsøgunevndin, sum eisini er dómsnevnd: Malan Poulsen, Marianna Hoydal, Paula Gaard, Sámal Soll og Signa Joensen |
Tað vóru fimm føroysklærarar, sum tóku stig til fyrstu stuttsøgukappingina í 2017. Nøkur okkara høvdu tosað saman um hetta nakrar ferðir frammanundan, og vóru samd um, at tað hevði verið eitt gott átak at sett í verk. Orsakirnar hjá okkum til hetta vóru fleiri, men vit kendu øll støðuna, tá ið næmingar spyrja eftir møguleikanum at sleppa at skriva ein meira frían tekst enn tað, sum stílheftið hevur at bjóða. Harumframt er tað ein sannroynd, at skúlin í mong ár hevur havt ymiskt kreativt virksemi til næmingar eftir skúlatíð, serliga í tónleiki (kór), men eisini myndlist og leiklist (sangleik), men einki varð gjørt við kreativa skriving. Tað vildu vit gera nakað við.
Eg minnist væl stuttsøgukappingina, sum var á Føroya studentaskúla og HF-skeiði, tá ið eg gekk har í 94-97. Eg sendi tríggjar søgur inn til kappingina og bíðaði spentur eftir, hvør fór at vinna. Eg vann ikki, men hetta var við til at birta undir hugin at skriva, tí man var leysur av øllum bondum og krøvum, sum annars eyðkenna “skúlaskriving”.
Ikki “skúlating”
Frá fyrsta degi løgdu vit dent á, at stuttsøgukappingin ikki skuldi vera “skúlating”. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir skriva og senda inn av egnum hugi. Í roynd og veru er kappingin serliga ætlað teimum, sum hava hug at skriva stuttsøgur. Hini, sum als ongan hug hava at fáast við slíkt, sleppa undan at taka lut.
Øll árini hava vinningar verið latnir trimum teimum bestu søgunum. Fyrstu árini vóru teir 3.000, 2.000 og 1.000 krónur fyri ávikavist 1., 2. og 3. virðisløn. Síðani vuksu vinningarnir upp í 5.000, 3.000 og 2.000 krónur.
Skriviskeið og skrivibólkur
Seinastu árini hevur eisini verið skipað fyri einum skriviskeiði fyri at hjálpa áhugaðum næmingum at koma í gongd. Uttanhýsis skeiðshaldari hevur staðið fyri hesum skeiði, har hann hevur lagt næmingum lag á. Skeiðið hevur verið 1-2 blokkar tveir fylgjandi mikudagar.
Hesi hava vunnið stuttsøgukappingina 2021: Eyðbjørg Reynslág 2020: Rannvá Glerfoss 2019: Dóra Joensen 2018: Emilja Højgaard 2017: Anna Sofía Jørgensen |
Í 2021 helt rithøvundurin Marjun S. Kjelnæs skeið fyri næmingunum, og árið fyri helt fjøllistarmaðurin Trygvi Danielsen skeiðið. Umframt at geva næmingum professionella sparring, tá ið tey fara undir hesar stuttsøgurnar, er eisini tað hent, at innkomnu stuttsøgurnar eru á hægri stigi.
Innkomnar søgur: 2021: 66 2020: 74 2019: 68 2018: 42 2017: 61 |
Í 2020 varð, harumframt, ein skrivibólkur stovnaður í sambandi við kappingina, har næmingar kundu møtast hvønn hósdag eftir skúlatíð at lesa søgur upp fyri hvørjum øðrum. Hetta var fyri at víðka um hesa nýggju mentanina við kreativari skriving á skúlanum og royna at loysa hana úr teimum skipaðu kørmunum, sum kappingin annars bjóðar. Soleiðis kann kreativa skrivingin eisini liva sítt egna fría lív millum áhugaðar næmingar á skúlanum.
Tríggjar bókaútgávur higartil
Samanlagt eru 311 søgur komnar inn til kappingina øll árini. Undirtøkan hevur verið góð. Fyrsta árið komu 61 søgur inn, og eftir at dómsnevndin hevði mett um søgurnar og vinnararnir vórðu kunngjørdir, varð gjørt av at geva tær bestu søgurnar út í einum savni, sum fekk heiti eftir vinnarasøguni tað árið, “Kamparænarin.” Síðani gingu trý ár við kapping, og í 2020 varð gjørt av at geva savn út við vinnarasøgum og topp trý søgum hesi árini. Savnið fekk heiti eftir vinnarasøguni í 2020: “Fjølmánar.”
Í 2022 kemur nýggjasta savnið út við søgum, sum komu inn til kappingina í 2021. Tað hevur fingið heitið: “Ikki í dag,” eftir vinnarasøguni hjá Eyðbjørg Reynslág.
Vinnararnir øll árini hava verið gentur, og fyrstu árini vóru tað mest gentur, sum sendu inn til kappingina, og hóast genturnar framvegis eru í meiriluta, er tað vorðið nakað javnari.
Søgurnar, sum næmingarnir skriva, snúgva seg um alt millum himmal og jørð, men serliga um tað, sum ungdómslívið inniheldur av gaman og álvara. Allar sjangrur hava verið umboðaðar hesi árini. Dygdin í skrivingini er batnað, og tað kunnu vera fleiri viðurskifti, sum eru orsøk til tað, t.d. sæst, at fleiri næmingar senda inn á hvørjum ári, hetta eru næmingar á skúlanum, og harumframt man skriviskeiðið hava gjørt mun.
Hvussu kunnu lærarar brúka stuttsøgukappingina?
Fleiri lærarar hava eggjað sínum næmingum til at skriva stuttsøgur og senda inn til kappingina. Tað er vælkomið, men umráðandi er at hugsa, at luttøka í kappingini skal vera sjálvboðin og ikki kravd sum liður í einari innlating.
Tað kann vera upplagt hjá føroysklærarum at brúka kappingina t.d. eftir eina undirvísingargongd um stuttsøgur, soleiðis at næmingarnir fáa høvi at royna seg í at skriva stuttsøgur.
Sum áður nevnt, eru trý stuttsøgusøvn komin út við søgum frá kappingini. Fleiri føroysklærarar hava valt at nýta hesi í undirvísingini. Summi hava lisið alt saman við næmingunum, meðan onnur hava nýtt tey á tann hátt, at næmingarnir hava lagt hvør sína søgu fram.
Fyrimunirnir við hesum søgum framum annað tilfar eru, at evnini eru viðkomandi fyri aldursbólkin, og at tað er sannlíkt, at næmingarnir kenna teir ungu rithøvundarnar persónliga, so bara tað økir munandi um áhugan fyri tekstinum, sum tey lesa.
Rithøvundar í framtíðini
Sum áður nevnt, so var ein stuttsøgukapping í Hoydølum í 1996, og eg sendi nakrar søgur inn. Hetta vóru nakrar av teimum fyrstu søgunum, sum eg skrivaði, og kappingin gav mær høvi at fáa tær lidnar og senda tær til onnur fólk at lesa. Eg vann ikki kappingina, men eg helt fram at skriva og havi higartil givið nøkur stuttsøgusøvn út, umframt skrivað í ymiskum ritum. Vinnarin av kappingini í 1996 gjørdist Páll Nolsøe, sum fleiri kenna sum søgufrøðing og krimihøvund. Hann helt fram at skriva, og í 2013 gav hann út skaldsøguna Brot. Eg spurdi hann, hvat tað hevði at siga fyri hann at luttaka og vinna kappingina.
Páll sigur: “At eg luttók í stuttsøgukappingini í Hoydølum á sinni hevur havt stóran týdning fyri mítt virksemi sum høvundur. Eg hevði havt ein rithøvund í búkinum, síðani eg var heilt ungur. Men tá ið eg setti mær fyri at taka lut í kappingini, mátti eg taka stigið og kasta meg út í at skriva. Tað var ótrúliga spennandi fyri meg sum tannáring at royna at fáa gjørt eitt hugskot til eina søgu til ein tekst, og so síðani hoyra og uppliva hesa søguna verða lisna upp. Við at taka lut í kappingini slapp eg royna meg sum høvund, og hesi fyrstu skaldskaparligu fetini førdu til, at eg seinni setti mær fyri at royna at skriva eina skaldsøgu, og søguna, sum bleiv til Brot.”
Spennandi verður at fylgja ungu rithøvundaspírunum í framtíðini. Vit vita longu nú, at onkur teirra, sum hava sent inn til kappingina undanfarin ár, lesa á Ritlist-útbúgvingini á Setrinum, meðan onnur eru farin víðari at lesa bókmentir og hava givið meira út. Hvør veit, kanska fara onkrir rithøvundar í framtíðini at siga, at teir skrivaðu sínar fyrstu stuttsøgur til stuttsøgukappingina á Glasi.