Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

At læra mál og fremja millumtjóða fatan

Eftir Hanna Jensen í miðnámsrit 21, februar 2021

Á Miðnámi á Kambsdali hava vit fransklærarar, Hallgerð Brim, Hanna Jensen og í fjør eisini Kristianna W. Poulsen, skipað fyri serligum próvtøkum í fronskum sum fremmandamáli á teimum fyrstu trimum stigunum á europeiska førleikastiganum: A1, A2 og B1, síðani á vári í 2015. Og á hvørjum ári hava næmingar, sum annars ganga til franskt á 1., 2. ella 3. ári, teknað seg til hesar próvtøkur, sum eita DELF-próvtøkur. Tað fulla franska heitið er Diplôme d’études en langue française. Vit eru skúlaðar og góð­kendar til henda arbeiðshátt og førleika á Franska Instituttinum í Keypmanna­havn, ein útbúgvingar- og mentanar­stovnur undir fronsku sendi­stovuni í Danmark.

Europaráðið, sum varð stovnað í 1949, hevur líka síðani arbeitt við felags regluverki, mannagongdum og politikki innan mong samfelagsøki – ikki minst útbúgving og mál­undirvísing – fyri at fremja mannarættindi, fólkaræði og rættartrygd.

Tíggju lond stovnaðu ráðið, m.a. Frakland, Bretland og Danmark, og nú vit skriva 2021, eru 47 limalond og 6 lond við eygleiðarastøðu, teirra millum Kanada, USA og Ísrael. Høvuðssætið hjá Europaráðnum er í Strasbourg og fevnir um nógv ymiskt virksemi. Ein týðandi uppgáva er at fremja samstarv, einleika og frið við átøkum innan útbúgving og mentan.

Árini 1989-1996 varð ein skipan ment, sum skuldi gera tað lættari at samanbera undir­vísing í tungumálum í ymsu londunum, ein skipan við fremmandamálsførleikum. Úrslitið var tað, sum vit kenna undir styttingini CEFR. Fulla heitið á rammusáttmálanum er Common European Framework of Reference for Languages. Skipanin leggur seg eftir at kanna, hvat stig tann lærandi hevur í hesum fýra førleikum: at skilja talað mál, at skilja skrivað mál, at tala og at skriva.

CEFR-skipanin er í dag ment til 39 ymisk mál, og eisini í Føroyum hava myndugleikarnir boðað frá, at gongd er sett á at skipa frálæruna í føroyskum fyri tilflytarar og øll, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, eftir hesum europeiska felagsleisti. Vit vita, at kvøldskúla­skipanin – serliga hon í Tórshavnar kommunu, er byrjað at nýta henda standard fyri føroyskt sum annaðmál. Skipanin hevur seks stig, har A1 er lægsta stig og umboðar byrjanarmál, og C2 er hægsta stig og umboðar flótandi og fjølbroyttan málførleika. A umboðar byrjanarstøði, B umboðar tann meira sjálvstøðuga málførleikan og C umboðar framkomnan og flótandi málførleika.

Við hesum tosa vit um, at næmingar, meðan teir læra seg franskt í okkara miðnámsskipan – á B ella A stigi í okkara høpi – umframt vanligu frálæruna og tær próvtøkur, sum verða valdar út til teirra í einstaka miðnámsprógvinum, kunnu fáa testað sítt stig í fronskum eftir hesum rættiliga neyva stiganum og í teirri skipan, sum franski staturin hevur sett upp sum standard fyri tey, sum skulu lúka málslig krøv í tí franska samfelagnum; krøv sum eisini galda í øllum tí franskmælta heiminum. Eisini eru fyrrverandi næmingar í fronskum viðhvørt komnir inn at taka slíka próvtøku og útvega sær millumtjóða viðurkent prógv um sínar málførleikar.

Her um leiðir eru vit meira von við, at ein IELTS[1] ella TOEFL[2] test skal til, um tú søkir inn at lesa hægri útbúgving á enskmæltum universiteti, í til dømis Bretlandi, har fleiri føroysk lesandi hava verið seinastu áratíggjuni. Í franskmælta heiminum er tað DELF-próvtøkan, sum er krav og nýtt sum prógv fyri tínum førleikum í fronskum, tá tú søkir inn á hægri útbúgving í Fraklandi og í franskmælta heiminum annars. Sum dømi kann nevnast, at til at byrja hægri lestur á einum fronskum universiteti krevst vanliga ein staðin DELF-próv­tøka á B2 stigi ella C1 stigi – alt eftir, hvønn lestur og hvat støði talan er um.

Tað vil siga, at DELF-próvtøkurnar, sum verða hildnar á Miðnámi á Kambsdali, saman við vanligu undirvísingini venja næmingar og gera teir klárar til at taka seinastu málpróv­tøkuna, sum skal til, um søkjast skal inn á franskmælta útbúgving. Og harafturat geva hesi prógv ein fyrimun, tá søkt verður um starv í einum franskmæltum landi ella einum hjálparfelagsskapi, sum virkar í franskmæltum øki. Til hetta seinasta røkkur ofta ein próvtøka á B1 stigi, sum vit bjóða á Miðnámi á Kambsdali.

Samanumtikið er tað ein fyrimunur, um miðnámsskúlar okkara kunnu bjóða slíkar millumtjóða góðkendar málpróvtøkur, sum næmingar kunnu taka, meðan teir læra fremmandamálini her í Føroyum, so at teir kunnu nýta undirvísingina sum stuðul og læraran sum vegleiðara og avgreiða nøkur stig í CEFR skipanini í teimum tungumálum, sum føroyskt miðnám bjóðar. Hetta fremur altjóða hugsan, eggjar til at fara um málmørk, stimbrar hugin at læra mál og mentan eftir lokna skúlagongd, gevur næmingum nøkur ítøkilig amboð til millumtjóða útbúgvingar – og arbeiðsmarknað, og skjalfestir førleikar­nar á ein viður­kendan hátt, sum er lættur at taka við sær út í heim.


[1] International English Language Testing System.

[2] Test of English as a Foreign Language.

Aðrar greinar í miðnámsrit 21