Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Autismuflokkar gera, at fleiri fáa miðnámsútbúgving

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 25, juni 2022

Í 2013 var fyrstu ferð, at næmingar kundu søkja inn á ein autismuflokk í Føroyum. Frammanundan vóru mong við autismu, sum ikki fingu miðnámsprógv. Einki tilboð var í Føroyum, og tí byrjaðu summi í einum vanligum miðnámsflokki. Tað gekk ikki øllum líka væl, og fleiri teirra fingu ongantíð miðnámsprógv.

Fyrireikingarnar til autismuflokkin

Í 2012 vendu trý foreldur sær til táverandi mentamálaráðharran um at fáa eitt tilboð í Hoydølum til børn teirra, sum høvdu diagnosu innan autismuøkið. Hann loftaði uppskotinum og vendi sær til Mikkjal Niels Helmsdal rektara í Hoydølum. Autismufelagið og aðrir áhugabólkar høvdu leingi gjørt vart við, at í Føroyum vantaði eitt undirvísingartilboð til ung við diagnosu innan autismuøkið. Í juni 2012 beyð MMR til fundar um málið. Á fundinum vóru m.a. rektarin í Hoydølum, umboð fyri Autismufelagið, Psykiatriska Depilin, Sernám, Javna og studentaskúlan í Høje Taastrup. Endamálið við fundinum var ”at geva kunning og íblástur til leiðslu, lærarar og onnur, ið starvast innan hetta økið.”, sum sagt varð í einum uppriti í juni 2012. Á fundinum var kunnað, hvussu arbeitt bleiv í Danmark, m.a. um arbeiðið hjá Høje Taastrup Gymnasium (HTG), sum var tann fyrsti skúlin, sum beyð út serligt tilrættalagt gymnasialt miðnám fyri ung við Asperger.

Í áðurnevnda uppriti, sum bleiv handað landsstýrismanninum 15. juni í 2012, stóð millum annað: Mett verður, at millum 5 og 10 ung við autismu eru í hvørjum árgangi í Føroyum. Talan er um vanliga evnagóð ung, ið megna fakligu avbjóðingarnar, sum eru í einari miðnámsskúlaútbúgvnig. Autismutarn teirra vísir seg m.a. við, at tey hava vantandi bindindi, órógvast lættliga, hava torført við at skilja og seta orð á teirra egnu støðu og kenslur og hava trupult við at skilja sosiala samspælið í flokkinum. Hesir næmingar hava tí trupult við at fóta sær í einum vanligum flokki, men royndir vísa, at við serliga tillagaðari námsfrøði, í einum hóskandi umhvørvi, megna tey ungu at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving.

Hetta sama árið varð gjørt av at fara í gongd at skipa ein flokk í Hoydølum, sum skuldi byrja árið eftir. Rektarin var tilvitaður um, at tað mátti fyrireikast væl, og setti Kristionnu Mortansdóttur sum lestrarvegleiðara og at samskipa. Beint fyri jól í 2012 fóru umboð fyri MMR og skúlan á eina ferð til Danmarkar. Tey vitjaðu Midtfyns Gymnasium, sum hevði stovnað sama tilboð sum HTG, men við kostskúla. Tey komu eisini á tal við eina føroyska gentu, sum gekk á skúlanum. Hon noyddist at fara til Danmarkar, tí at einki tilboð var í Føroyum. Mikkjal kendi rektaran á Midfyns Gymnasium, sum greiddi honum frá, at HTG hevði slóðað fyri á økinum, og at tey høvdu bygt sítt tilboð á samstarvið við HTG, og starvsfólk haðani høvdu hildið skeið fyri teimum. Avgjørt var tí at fara at vitja Høje Taastrup Gymnasium. Har fingu MMR og Hoydalar bygt upp eitt samband við fólk á HTG, sum vildu hjálpa til við autismuflokkinum í Hoydølum. Eftir hetta var eitt gott og uppbyggjandi samband knýtt millum leiðaran fyri autismu-tilboðið á HTG og starvsfólk í Hoydølum, sum enn er sterkt og gott. Fólk frá Høje Taastrup hava eisini mangan hava verið kring Evropa og greitt frá um tilboðið. Í 2013 fóru Mentamálaráðið og tvey umboð fyri Hoydalar til Íslands at kanna umstøðurnar har. Beint fyri summarsteðgin í 2013 komu seks fólk frá HTG at hava skeið fyri øllum lærarum í Hoydølum um at undirvísa næmingum við autismu.

Útbúgvingin fer av bakkastokki

Í mars í 2013 beyð skúlin tilboðið út, tað komu 8 umsóknir inn. Lærarar vórðu settir, og teir vóru spentir at byrja. Frá byrjan varð avgjørt, at næmingar í autismuflokkinum skuldu ganga millum hini í skúlanum og kenna seg sum partur av øllum øðrum, tí at teir hava somu lærugreinir og sama stig sum øll onnur á miðnámi, men samstundis mátti ansast eftir, at tað ikki var ov vøsut, og tí fekk flokkurin eina stovu á ovastu hædd í Hoydølum. Tey fingu so eisini eina stovu beint við, sum bleiv brúkt til fríkorterið og at hvíla seg í. Á Glasi hava flokkarnir eisini fastar stovur, sum liggja nær við lestrarvegleiðingina.

Í fyrsta flokkinum fingu fýra næmingar prógv, tí at nøkur góvust. Næmingar í hesum flokki vóru í øllum møguligum aldri. Onkur teirra fekk seint staðfest autismu, og tí høvdu teir havt sera keðiligar upplivingar í fólkaskúlanum. Hetta var helst ein av orsøkunum til fráfall. Seinastu árini hava næmingarnir verið yngri, tí at teir tíðliga í fólkaskúlanum hava fingið staðfest autismu. Ætlanin var alla tíðina at taka næmingar inn annað hvørt ár, hetta hevur verið gjørt næstan øll árini síðan 2013.

Stødd, innrætting og undirvísing

Tað, sum eyðkennir næmingar, sum hava eina diagnosu innan autismuøkið er, at summir teirra hava torført við at samskifta, hava tað trupult við sosialum samspæli og hava øðrvísi/ “skert” ímyndingarevni. Hesi viðurskifti verða vanliga nevnd autismutriadan – eitt heiti, sum Lorna Wing, granskari í autismu, kom við í 1981. At undirvísa í flokkum, sum hava næmingar við autismu, er sostatt heilt serstakt.

Tað hevur týdning, at ein autismuflokkur ikki eru ov stórur. Royndir hava víst, at 10 næmingar er tann besta støddin. Flokkarnir mugu ikki vera ov stórir, tí at summi teirra hava torført við at hugsavna seg. Tað er neyðugt, at lærarin hevur tíð til hvønn einstakan næming, og at hann fær tosað við teir ein og ein. Talið má ikki fara upp um 12, tí tá hava lærarar ikki nóg nógva tíð til næmingarnar. Man kann siga, at endamálið við autismuflokkinum er at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri einstaka næmingin. Hóast næmingatalið er lítið, er ein undirvísingargongd í slíkum flokki aloftast tyngri enn í einum ”vanligum” (”neurotypiskum”) flokki við nógv fleiri næmingum. Hetta kemur av, at næmingarnir hava sera ymiskar hættir at móttaka og skilja tingini, at samskifta o.a., og tí má lærarin skipa undirvísingina til nærum hvønn einstakan næming. Hetta krevur nógva arbeiðsorku og námsfrøðiligar førleikar. Tí er  umráðandi, at lærararnir, sum undirvísa í autismuflokkunum, fáa møguleika at eygleiða undirvísing og tosa við starvsfelagar, sum starvast innan sama økið til at fáa góð ráð um ítøkiligar støður í undirvísingini.

Við íblástri frá HTG valdi toymið at seta næmingarnar í hestaskógv. Hetta hevði tvær orsakir. Hvør einstakur næmingur hevði umframt sítt egna pláss í hestaskógvi eisini sítt egna skriviborð, sum vendi móti vegginum við hillum við ringbindum, bókum o.ø. soleiðis at hann kundi venda sær móti sínum egna borði, um hann vildi hava arbeiðsfrið í sínum “egna rúmi”. Hin orsøkin var, at næmingarnir kundu spegla sær hvør í øðrum, har kundu teir síggja kropsmál og eygnabrá hjá hvørjum øðrum, sum skuldi hava eina lærandi ávirkan. Børn eru fødd við evnum at spegla sær hvør í øðrum, men teimum við autismu vantar hesi evni ella eru seinni at vinna sær hesi evni. Tó kunnu tey læra at lesa hini av, við t.d. andlitsbrøgdum, reaktiónum o.s.fr. Tann innrættingin hevði tí nakað við sosialisering at gera. Næmingarnir fingu tillutað sitipláss eftir, hvussu toymið helt, at tey “passaðu saman”, so tey kundu stuðla hvørjum øðrum. Henda innrættingin riggaði væl, men eftir at farið var á Glasir, hevur innrættingin verið øðrvísi, tí at flokshølini eru annarleiðis.  

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu undirvísingin er løgd til rættis. Í summum lærugreinum lesa tey tekstin í felag. Tað frægasta er at brúka ítøkiligar spurningar, tá ið tey fáa eina uppgávu. Hetta riggar væl, tí at tey eru so fá í flokkinum, og lærarin nær øllum næmingunum. Bólkaarbeiði og framløgur eru ikki altíð tað besta at brúka í undirvísingini, tí at her hava sosialir førleikar nógv at siga, og tað er sum nevnt ein avbjóðing.  

Tónleikur og samvera – ein pilotverkætlan

Tá ið næsti autismuflokkurin í 2015 byrjaði, ringdi Sofie Buchave, sum las tónleika-terapi, til Kristionnu. Hon var í Føroyum í praktikk á Psykiatriska deplinum, og hevði hoyrt um autismuflokkin. Tónleikaterapeuturin kom við uppskoti um at gera lærugreinina fyri allan flokkin, tí so kundi flokkurin í felag vera saman uttan fyri tær “vanligu lærugreinirnar”. Kristianna helt, at uppskotið var frálíkt, og í samstarvi við leiðslu, Almannaverkið og hinar lærararnar varð farið í gongd. Lærugreinin skuldi vara í 10 vikur, og tey valdu at kalla hana tónleikur og samvera, so at tað ikki skuldi ljóða so terapi-kent, tí at hetta kundi kanska ræða onkrar næmingar. Endamálið við lærugreinini var at styrkja einsæris førleikar og bólkadynamikkin, so tey kendu eina felagskenslu, sum so aftur kundi minka um fráfall. Hetta var sera væl eydnað, bæði næmingar og lærarar merktu mun, men tíverri datt lærugreinin burtur, tá ið Sofie fór aftur til Danmarkar, men námsfrøðingar, ið eru knýttir at flokkunum, hava aðrar hættir at sosialisera næmingarnar.

Vallærugreinir

Útbúgvingin er ein vanlig miðnámsútbúgving, næmingarnir hava somu føstu lærugreinir sum ein “vanlig” miðnámsútbúgving hevur, men talan er um eina fýra ára miðnámsútbúgving. Orsøkin til, at hon er fýra ár, er, at skúlin legði lektiukaféir inn í tímatalvuna. Tað vil siga, at næmingarnir sita í skúlanum og skriva uppgávur. Ein av avbjóðingunum hjá teimum ungu, sum hava autismu, er, at tey hava ofta torført at skriva, tí er tað gott, at tey sita í skúlanum og gera skrivligt arbeiði.

Næmingar í autismuflokkinum kunnu ikki heilt velja somu vallærugreinir sum hini, tí at flokkurin er so lítil. Tá ið skúlin tekur næmingar inn, verður hugt eftir, um teir hava støddfrøðiligar ella málsligar førleikar, so kunnu tey taka náttúrubreyt ella hugbreyt, tó er skúlin rættiliga flexibul, tí um tey ganga á hugbreyt, men duga væl støddfrøði, so kunnu tey altíð velja tað víðari.

Gott samband millum foreldur og skúla

Á Høje Taastrup Gymnasium hava tey havt góðar royndir av at hava tætt samband við foreldrini. Ung við autismu hava ofta trupult einsamøll at halda skil á gerandisdegnum, tí er týdningarmikið, at onkur stuðlar teimum, t.d. foreldur ella kontaktpersónar, har næmingurin býr. Eins og í HTG hava tey lagt stóran dent á samstarv við foreldrini, umleið tríggir fundir eru hvørt skúlaár við tey, onkuntíð við næminginum og onkuntíð uttan. Á fundunum verður t.d. kunnað um kunngerðir, skúlaskipanina; og lærarar greiða frá um lærugreinirnar, hvussu gerandisdagurin sær út við lektiukaféum, skrivligum uppgávum o.s.fr. Skipað hevur eisini verið fyri kunningarkvøldum um vallærugreinir og royndir. Hesi kvøld er møguleiki at hava viðtalu, har næmingar og foreldur kunnu tosa við lærarar og lestararvegleiðara og hoyra, hvussu tað gongur í ymisku lærugreinunum. Tað er upp til næmingin, um hann ynskir at vera við í viðtaluni. Foreldrini fáa eisini at vita, at tey altíð kunnu ringja, um tey hava spurningar.

Sosial venjing

Tað hevur stóran týdning, at samskiftið í toyminum er gott, tí at skjótt er, at misskiljingar kunnu stinga seg upp, tí hava tey toymisfund 14. hvønn dag fyri at tosa um flokkin, hvat rørist, og hvat fer at henda. Tað hevur stóran týdning, at einstaki næmingurin veit, hvat fer at henda alt skúlaárið. Síðan autismutilboðið kom, hava námsfrøðingar verið partur av flokstoyminum, tí at autismuflokkurin er eitt samstarv millum Mentamálaráðið og Almannaverkið. Námsfrøðingarnir koma umleið tvær ferðir um vikuna á skúlan og hava sosiala venjing við næmingunum. Ætlanin við hesum er, at teir venja sosialar støður, sum t.d. at vera partur av einum felagsskapi, at handfara semjur, virða hvønn annan, læra at fara í bankan, keypa inn, fara á kafé ella í biograf. Námsfrøðingarnir eru onkuntíð eisini við á toymisfundum, har tosað verður um einstaka næmingin. Á hesum fundum verða ætlanir lagdar, hvat ið skal henda og hvussu trupulleikar ella avbjóðingar kunnu loysast. Námsfrøðingarnir greiða frá, hvussu teir uppliva næmingarnar uttan fyri skúlastovuna, soleiðis at øll fáa eina heildarmynd. Regluliga spæla tey eitt spæl, sum eitur D&D (Dungeons og Dragons), tað styrkir um samanhaldið, tey læra hvønn annan at kenna. Tað er eitt rolluspæl, har man spælir ein annar, enn man veruliga er.

Sjálvt um tað sosiala ofta er ein avbjóðing í autismuflokkinum, so hevur tað sum heild víst seg, at næmingarnir fara glaðir á fundir og til tiltøk, sum eru í Atrium, tað er stóra felagsøkið á Glasi. Tó eru tey ikki ikki so glað fyri tiltøk, sum illa fast yvirlit yvir, t.d. temadagar og ítróttadagar, tá hava lærarar valt at fara útferð við teimum, t.d. hava tey verið í Nólsoy og í Mikladali.

Tey hava eisini verið tríggjar væleydnaðar námsferðir. Tey hava verið í Keypmannahavn, Íslandi og München. Bæði fyri tey og foreldrini var tað í fleiri førum fyrstu ferð, at tey høvdu “frí” frá hvørjum øðrum. Hjá lærarunum var sera gott at síggja tey í tí høpinum.

Ein sólskinssøga

Á Facebooksíðuni hjá Autismufelagnum er ein frágreiðing frá Selmu Tausen Olsen. Hon tók miðnámsskúlaprógv í autismuflokkinum á Glasi í 2017.

Í 2011 byrjaði eg í einum vanligum studentaflokki í Hoydølum, men fann skjótt útav, at eg hevði sosialar og sálarligar avbjóðingar, sum gjørdu skúlagongdina sera torføra. Í 2013 fekk eg staðfest Asperger Syndrom – sama árið sum tann nýggi autismuflokkurin í Hoydølum byrjaði. Eg gjørdi av at byrja av nýggjum í hesum flokkinum, har eg gekk 2013-2017. Hóast tilsamans langan skúlalestur var hetta nokk besta avgerðin, eg gjørdi fyri meg sjálva, tí eg lærdi so nógv afturat tí fakliga. Eg lærdi onnur at kenna við somu avbjóðingum sum eg sjálv, og fann útav, at eg ikki var einsamøll við kensluni av at vera øðrvísi. Í autismuflokkinum var bæði fokus á at læra tað fakliga á sama stigi sum í einum vanligum flokki, umframt at læra sosialar førleikar. Hvørja viku møttust vit við nøkrum mentorum, har tíð fór til at tosa saman um leyst og fast og til at hugna okkum saman, og hetta vóru løtur, eg sá fram til. Harafturat vórðu tveir tímar hvørja viku settir av til at røra seg og til at fáa gjørt skúlaarbeiði saman í skúlanum. Ein fyrimunur við at ganga í autismuflokkinum er, at flokkurin er minni enn ein vanligur flokkur, og tú lærir onnur at kenna, sum kenna til tína støðu. Ein minni flokkur merkir eisini, at lærarin hevur meira tíð til hvønn einstakan næming. Harafturat haldi eg, at sambandið og samskiftið millum næmingar og lærarar var sera gott, og hetta gjørdi undirvísingina stuttliga og læruríka. Síðan eg bleiv liðug í autismuflokkinum, havi eg lisið mýlalívsvísindi á Setrinum. Í løtuni búgvi eg í Roskilde, har eg taki eina kandidatútbúgving í medicinal- og molekylær biologi. Víðari lesturin hevur gingið væl, og hesum havi eg millum annað autismuflokkinum at takka, har eg menti meg nógv fakliga og sosialt.

Keldur       

Autismuflokkurin ger, at fleiri kunnu fáa eina miðnámsútbúgving, KVF 28/2-2022.

Autismufelagið. Nú ber til at søkja inn á Autismuflokkin á Glasi, Facebook 7/3-2022.

Kristianna Mortanssdottir. Unge med autisme og studievejledning, M.A.-ritgerð í vegleiðing á Fróðskaparsetur Føroya 2017/18.

Lýsing av miðnámsskúlatilboðnum til ung við diagnosu innan autismuspektrið.

Kristianna Mortansdóttir.

Margreta Knudsen. Mikkjal Niels Helmsdal.

Aðrar greinar í miðnámsrit 25