Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Bolivia Hjálpin

Eftir Randi Meitil og Marianna Hoydal í miðnámsrit 21, februar 2021

Í lítlu bygdini Cochis – stutt frá býnum Sucre, høgt upp í Andesfjøllunum – liggur skúlin TAEPO, sum føroyskur skúlaungdómur var við til at stovna í 1990, og sum miðnámsskúlanæmingar hava stuðlað regluliga síðani 2010. Tað var i 1989, at føroyingar á fyrsta sinni settu sær fyri at hava sítt egna tiltak í Operasjón Dagsverk. Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving, LFÚ, helt, at føroyingar skuldu hava sína egnu verkætlan at savna pening til, heldur enn at vera ein lítil partur av einari danskari ella norðurlendskari verkætlan.

LFÚ setti seg tí í samband við Egil Hoydal, sum tá var í Bolivia fyri Danida. Á skrivi­borðinum hjá honum lá júst tá ein umsókn um játtan til at byggja ein nýggjan verk­staðsskúla í lítlu bygdini Cochis.

Til fyrstu innsavningina vóru allir skúlar í Føroyum við – miðnámsskúlar, fólkaskúlar heilt niður í 1. flokk, Fróðskaparsetrið, Sjómansskúlin o.a.. Næmingar á Sjómansskúla­num seldu fisk, næmingar á Tekniska Skúla í Havn høvdu bygt hjallar, sum teir seldu á upp­boðssølu á Vaglinum. Aðrir næmingar vóru á gøtunum og spældu tónleik, og upp­aftur aðrir høvdu funnið sær eitt daglønarstarv, har inntøkan fór til Operasjón Dags­verk. Inn komu 440.000 krónur, sum fóru til at byggja skúlan TAEPO.

Føroyska tiltakið datt tó niður fyri aftur longu árið eftir, og Føroyar gjørdust aftur partur av danska Operation Dagsværk.

Í 2008 vitjaði Marianna Hoydal skúlan í Cochis, og tá var eyðsæð, at skúlanum tørvaði stórar ábøtur av ymiskum slag. Tað varð týðiligt, at íbúgvarnir í bygdini ikki høvdu ráð at gera nakað við skúlan.

Tá Marianna kom heim aftur, skeyt hon upp fyri næmingunum í Hoydølum, at føroyska Operasjón Dagsverk skuldi byrja aftur. Og so bleiv. Næmingarnar vóru tá aftur farnir at hugsa um at hava eitt føroyskt Operasjón Dagsverk. Í 2010 byrjaðu næmingar á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Hoydølum aftur at savna pening til TAEPO, tá undir navninum Bolivia Hjálpin, BH. Í ár (2021) verður tí tólvta árið á rað, at savnað verður inn til føroysku verkætlanina í Bolivia.

TAEPO-skúlin

Skúlin er ein kombineraður handverkara- og studentaskúli, ið svarar til HTX á Tekniska skúla í Klakksvík, og hann hevur stóran týdning fyri útbúgvingarmøguleikarnar hjá ungum í økinum. Á skúlanum læra tey ymisk verklig fak. Bæði dreingir og gentur læra at binda, veva og at seyma, tey læra jarnsmíð, træsmíð, bilmekanikk og um elektrisitet.

Tey ungu fara ofta inn í býirnar í vón um at fáa okkurt arbeiði, men umstøðurnar í býunum eru vánaligar fyri ung upprunafólk uttan útbúgving. Foreldur at næmingum í TAEPO leggja tí ofta nógv fyri at fáa ráð at lata minst eitt av børnunum ganga í skúla. Við handverkaraútbúgvingini hava tey nógv størri møguleika fyri at klára seg og fyri at stuðla familjum sínum fíggjarliga.

Umframt at byggja sjálvan skúlan, fóru pengar upprunaliga eisini til at byggja eina kost­deild, har næmingarnir á skúlanum, sum koma frá øðrum pørtum av landinum, kunnu búgva. Nú er streymur lagdur inn á økið og vatnbrunnar grivnir.

Føroyska innsavningin fer til íløgur av ymsum slag, meðan rakstur, matur og lønir verða goldnar av lokalu myndugleikunum.

Tey seinastu árini eru innsavnaðu pengarnir úr Føroyum serliga farnir til tilfar til verk­støðini. Um vit ikki lata stuðul til amboð og tilfar, mugu næmingarnir sjálvir gjalda, og tað hava teir flestu ikki møguleika til. Tí er alt ov lítið til av øllum, og tað, sum er, er ofta slitið og illa farið. Eisini er nakað av peningi farið til at gera vesi til næmingarnar. Hetta hava tey ikki havt áður!

Mannagongd

Lærarar, næmingar og foreldur í TAEPO gera í felag av, hvat skal gerast á skúlanum. Síðani senda tey ein “ynskilista” til okkara, við útgreinaðari kostnaðar­meting av tí, tey meta er mest átrokandi. Bolivia Hjálpin tekur síðani støðu til, hvat vit kunnu stuðla. Stuðulin fer tí beinleiðis til skúlan, og einasta “millumliðið” er ein grann­skoðari, Maria Louisa Berrios Caballero, sum er tætt knýtt til skúlan og stendur fyri at halda skil á roknskapinum.

Næmingar, foreldraráðið og lærarar á TAEPO biðja í nýggjasta ynskilistanum aftur um stuðul til verkstøðini, t.d. mekaniska verkstaðið: bilur og motorur at arbeiða uppá; metalverkstaðið: sveisiútgerð; el-verkstaðið: perur, káplar, relé; seymiverkstaðið: toy í alskyns litum, nálir; timburverkstaðið: borimaskina, tengur; møbilverkstaðið: timbur, eikiviður, o.s.fr.

Takk og viðurkenning í Bolivia

TAEPO hevur verið og er ein sólskinssøga! Verkætlanin er so væleydnað, tí at hon var upprunaliga eitt ynski frá bolivianarum sjálvum, og var ikki trýst niður yvir tey uttanífrá. Í dag ganga umleið 200 næmingar á skúlanum.

Hundraðtals ung hava fingið útbúgving gjøgnum skúlan, og hava fingið møgu­leika at vinna sær eina trygga inntøku.

Tað er tankavekjandi at hugsa, at fyri okkum er bert talan um eitt lítið tiltak, ein dag um árið, men fyri tey ger tað so stóran mun. Skúlin hevur veitt nógvum hundraðtals børnum eitt nógv betri lív.

Fyri einum trimum árum síðani sendu leiðsla skúlans og mentanardeildin í býráðnum í Sucre teimum føroysku skúlanæmingunum takkarskriv við viðurkenning fyri teirra arbeiði.

Í takkarskrivinum frá skúlaleiðsluni stendur millum annað soleiðis:

“Túsund takk fyri, og eitt stórt klemm til øll og hvønn einstakan av næmingunum í Før­oyum. Tit gera tað møguligt hjá børnunum í TAEPO at fáa eitt betri lív. Hetta eru sonn jól. Ikki dýrar jólagávur jólaaftan. Takk fyri, at tit eru okkara jólamenn, ikki bert jólaaftan, men hvønn einasta dag í árinum.”

Viðurkenningin frá býráðnum í Sucre, ið varðar av útbúgvingarøkinum í Cochis, er fyri “tann stuðul og tað arbeiði, sum føroyskur skúlaungdómur hevur gjørt í Bolivia seinastu 30 árini. Hetta arbeiðið hevur, saman við arbeiðinum hjá býráðnum, betrað um náms­frøðiliga infrastrukturin í økinum”, skrivar býráðið millum annað.

Bolivianski forsetin hevur eisini hoyrt um skúlan og hevur vitjað í TAEPO.

Innsavningin í 2020 og corona-støðan í Bolivia nú

Til okkara arbeiðsdag í 2020 komu 156.000 krónur inn, harav 110.000 vórðu sendar til  TAEPO skúlan.

Samstundis sendu vit eisini pengar til neyðhjálp í sambandi við coronavirusið Covid-19. Hetta skipaði Bolivianevndin eisini fyri at savna inn. Inn komu 31.000 kr. Neyðhjálpar­innsavningin fór til at keypa mat til 150 húski, við í miðal 7-8 persónum, í bygdini Cochis, har TAEPO-skúlin liggur. Hvørt húski fekk 5 kg av rísi, 5 kg av sukri, 5 kg av mjøli, 5 kg av pasta, 2 litrar av matolju, vesi-pappír og breyð. Herurin gav ikki loyvi til at ganga hús úr húsi, men fólk máttu sjálv møta upp á savningarstaðnum.

Onnur aldan av Covid-19 hevur gjørt nógv um seg í Bolivia, serliga úti á bygd. Í Cochis eru 12 fólk deyð av farsóttini, millum onnur tveir næmingar á TAEPO-skúlanum, tríggjar mammur hjá børnum, sum ganga á skúlanum og ein lærari. Í februar í 2021 hava tvey deyðsføll verið: ein pápi og lítli sonur hansara. Flestu lærararnir hava verið sjúkir. Bygdar­fólkið í Cochis er ræðslusligið. Sjúkrahúsini eru kollapsaði eins og undir fyrstu corona-alduni. Fyrst í februar 2021 hava læknarnir verið í verkfalli fyri at mótmæla, at tey ikki fáa neyðugu trygdarútgerðina fyri at kunna taka sær av teimum sjúku. Talið á deyðum økist hvønn dag, og í miðal doyggja eini 10-12 um dagin í øllum landinum. Høvuðsorsøkin er, at fólk á bygd ikki hava ráð at fara á sjúkrahús.

Í Bolivia eru tey ikki byrjað at koppseta fyri Covid-19 enn. Tey vænta, at tað verður ikki fyrr enn í august 2021. Vit hava frætt, at tey stúra fyri, at tey sjálv skulu gjalda fyri kopp­setingina. Um so verður, kunnu vit ímynda okkum, hvussu skilið verður.

Aðrar greinar í miðnámsrit 21