Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Didaktikkur og kunningartøkni í virkisbúskapi

Eftir Mourits Joensen í miðnámsrit 25, juni 2022

Virkisbúskapur er ein av 47 lærugreinum á miðnámi. Á búskaparbreyt er hon kravd lærugrein á B-stigi og vallærugrein á A-stigi. B-stig er ein tvey ára gongd, og A-stig er eitt ár afturat. Tað verður tikið støði í námsætlanini á B-stigi í hesi grein.

Námsætlanin

Sambært námsætlanini er virkisbúskapur lærugrein, har næmingurin lærir virkisbúskaparlig ástøði, umframt at meta um hesi í verkligum høpi. Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.

Sostatt er talan um ástøðiliga og verkliga lærugrein um fyritøkur og viðurskifti hjá fyritøkum. Næmingurin skal menna generellar førleikar og serstakar førleikar, sum eru viðkomandi fyri eina fyritøku. Kunningartøkni er grundleggjandi fyri nýmótans fyritøkur, og serliga á fíggjardeildum eru skipanarforrit til bókhald, lønir og ognir viðkomandi. Rokniark verður brúkt dagliga í øllum fyritøkum.

Um kunningartøkni sigur námsætlanin, at undirvísingin eigur at geva næminginum hollan førleika at nýta tíðarhóskandi kunningartøknilig amboð í arbeiðinum við virkisbúskaparligum uppgávum.

Sum førleikamál undir samskifti sigur námsætlanin, at førleikin at nýta tøknilig amboð verður mentur við, at næmingurin skal læra at brúka viðkomandi kunningartøknilig amboð so sum rokniark, tekstviðgerð, framløguforrit og internet. Næmingurin skal vera førur fyri at gera útrokningar, at skipa og viðgera taltilfar við tøkniligum amboði. Hann skal læra at brúka viðkomandi búskaparligar “funksjónir” í rokniarki og vera førur fyri at gagnnýta hesi amboð.

Tekstviðgerð, framløguforrit og internet verða brúkt í flestu lærugreinum á miðnámi, men rokniark verður brúkt serliga nógv í virkisbúskapi.

Rokniarkið, sum brúkt verður, er Microsoft-forritið Excel. Flestu fyritøkur brúka Excel. Royndir hjá flestu lærarum í virkisbúskapi munnu vera, at mest sum alt fyrra skúlaár á B-stigi verður brúkt til at læra næmingar at brúka grundleggjandi funksjónir í forritinum. Fíggjarligar funksjónir í Excel kunnu vera avbjóðandi, og tað tekur tíð at læra at brúka tær. Excel verður brúkt í flestu kjarnuøkjum í lærugreinini, t.d. í kostnaðarlæru, roknskaparuppseting, fíggjarætling og roknskapargreining. Teir flestu næmingar, sum hava tikið B- og A-stig í virkisbúskapi í trý ár, eiga at hava ognað sær góðar førleikar og royndir at brúka forritið.

Umframt Excel er mest sum alt tilfarið, sum verður brúkt í virkisbúskapi, talgilt. Nám hevur umsett og lutvíst ment eina samvirkna lærubók, sum verður brúkt á B-stigi. Annað tilfar og keldur í verkliga partinum av lærugreinini, sum í stóran mun er roknskapartilfar um fyritøkur, finst á talgildum pallum. Sostatt er kunningartøkni ein sera týðandi partur av undirvísingini í virkisbúskapi.

Undirvísing og læring

Námsætlanin umrøður meginreglur fyri, hvussu undirvísingin eigur at verða skipað. Í hesum sambandi verður didaktikkur umrøddur. Undirvísingin er at byrja við í stóran mun lærarastýrd. Sum frá líður, og so hvørt sum fakligi førningurin økist, broytast undirvísingar- og arbeiðshættirnir. Farið verður frá deduktivum læritilgongdum til eisini at brúka induktivar læritilgongdir, har næmingurin fær møguleika at ávirka læritilgongdir og val av arbeiðsháttum. Um undirvísingina sigur námsætlanin eisini, at: umráðandi er, at undirvísingin er fjølbroytt, og at lagt verður upp til at brúka ymiskar undirvísingar- og arbeiðshættir. Læringsstílarnir hjá næmingunum eru ymiskir, og við fjølbroyttum arbeiðsháttum er møguleiki at náa flest næmingum. Eitt nú kann skiftast millum deduktivar og induktivar læritilgongdir. Eisini kann verða skift ímillum einstaklingsavrik, bólkaavrik og verkætlanararbeiði.

Læringsringurin hjá Steen Beck er vorðin ein nógv nýttur didaktiskur myndil, sum nógvir lærarar hava gagn av í undirvísingini. Læringsringurin viðger deduktiva og induktiva undirvísing. Hann vísir, hvussu samansettur læraraleikluturin er, og hvat lærarin skal fyrihalda seg til, tá ið hann skipar undirvísingina. Sambært Beck er sambandið millum stýring og at geva frælsi avgerandi í didaktiskari hugsan.

Læringsrúmini leggja upp til, at lærarin ikki eigur at hugsa statiskt, men í læringsgongdum og -leiðum. Tað merkir, at tilgongdin til undirvísing eigur at vera dynamisk. Skiftið og tað at veksla ella at býta undirvísingina sundur í sekvensir, og harvið skifta millum tey fýra læringsrúmini, ger, at undirvísingin verður dynamisk, livandi og helst eisini motiverandi.

Mynd. Læringsringurin hjá Steen Beck

Tað fyrsta læringsrúmið, ovast til vinstru, er deduktiv undirvísing, har lærarin hevur eina frástøðu frá næminginum bæði fysiskt og mentalt, og tað er í stóran mun einarøða, har lærarin kann samanberast við eitt umboðsfólk ella sølufólk, sum fyllir á við eini framløgu um evni í lærugreinini. Førleikarnir, sum næmingurin her ognar sær, eru mest kvalifikatiónir, tað vil siga vitan um ávís viðurskifti. Aðrir førleikar, sum næmingurin kann fáa, eru førleikar at lurta og taka notur. Í hesum læringsrúminum er tørvur á floksleiðslu, so næmingurin ikki verður órógvaður av t.d. KT, og har tað er friðarligt í flokshølunum. Av tí at undirvísingartilfarið í virkisbúskapi er talgilt, verður samvirkna talvan ella hvíttalvan miðdepil í undirvísingini.

Annað læringsrúmið er ovast til høgru, har talan framvegis er um deduktiva undirvísing, og næmingurin venur tað, sum hann hevur lært. Tað kunnu vera smærri uppgávur sum Multiple Choice ella testuppgávur, har fakliga vitanin, sum næmingurin hevur hoyrt í framløguni, kann sodna. Fleirvalsuppgávur ella Multple Choice eru væl egnaðar til hetta endamál, og næmingarnir kunnu sita einsæris og loysa uppgávuna. Tað ber eisini til at arbeiða í smærri bólkum ella tvey og tvey, men tað má vera friðarligt í flokkinum, og tí hevur floksleiðsla eisini týdning í hesum læringsrúminum. Tó vísir tað seg, at friðurin sum oftast kemur av sær sjálvum, tá ið næmingarnir arbeiða. Førleikar, sum næmingurin kann fáa í hesum læringsrúminum, kann vera individuell læring og at menna evnini at hugsavna seg. Lærarin gongur millum næmingarnar og vegleiðir, um tørvur er á tí. Nýggja samvirkna lærubókin á B-stigi hevur samvirknar uppgávur sum fleirvalsuppgávur til fleiri av kapitlunum, og tað eru eisini aðrar uppgávur, sum næmingarnir kunnu loysa einsæris ella í bólkum.

Triðja læringsrúmið, niðast til høgru, er meira samskifti, til dømis orðaskifti, kjak í plenum, har allur flokkurin luttekur. Næmingarnir venja her at taka lut í orðaskifti, har fleiri meiningar kunnu vera bornar fram, og næmingurin kann ogna sær førleikar at grundgeva og kjakast og at handfara støður, har semja ikki er. Í hesum rúminum luttekur næmingurin í størri mun, og lærarin er ikki so sjónligur, hann verður vanligur luttakari í kjakinum á jøvnum føti við næmingarnar. Í hesum rúminum er undirvísingin induktiv. Lærarin er framvegis nærverandi og sjónligur. Í læringsrúminum kann kjakið vera lívligt, og tað kann vera nakað av larmi í flokkinum.

Fjórða læringsrúmið, niðast til vinstru, fevnir um størri uppgávur, tað kann vera ein verkætlan ella keys, har arbeitt verður í bólkum. Er talan um bólkaarbeiði, kann bólkurin vísa úrtøkuna sum framløgu. Tá fer lærarin meira í bakgrundina sum ráðgevi, og næmingarnir hava størri frælsi og nýtast ikki at fylgja ráðunum frá læraranum. Í hesum rúmi er talan um induktiva undirvísing og læring. Førleikar, sum næmingurin ognar sær, eru at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva við onnur. Her kann hann menna kreativitetin við tað, at hann sjálvur hevur frælsi til at taka avgerðir.

Læring er grundleggjandi fyri úrtøkuna í einari lærugrein, sambært námsætlanini skal næmingurin hava virknan lut í egnari menning og læring. Læring fer fram hjá tí einstaka næminginum og er ikki sjónlig eins og undirvísingin, og tí eru tað eisini kompleksar læringsgongdir, sum eru í gongd. Undirvísing og læring eru tætt knýtt, og tað er áhugavert, at undirvísing í grundini ikki er ein fortreyt fyri læring, tað hava nógvir lærarar lyndi til at gloyma. Hinvegin er læring ein fortreyt fyri, at næmingurin kann ogna sær vitan. Tí er kanska týdningarmiklasta uppgávan hjá læraranum at skipa undirvísingina soleiðis, at bestu fortreytir fyri læring eru til staðar. 

Samvirkna lærubókin, sum Nám hevur ment, lutvíst umsett og tillagað til føroyskt mál og føroysk viðurskifti, hóskar væl til umrøddu læringsrúmini hjá Beck. Flestu lærarar í virkisbúskapi brúka hesa lærubók. Bókin leggur upp til deduktiva frálæru í evnum, sum næmingarnir síðan loysa uppgávur í. Uppgávurnar eru samvirknar ella testa vitan um frálærda evnið. Bókin leggur eisini upp til drúgvari næmingavirksemi, millum annað keysir, og sostatt kann undirvísingin í stóran mun gerast induktiv. Góðar royndir eru av, at næmingarnir sjálvir fáa høvi at royna seg, men tað hevur týdning, at hetta er væl skipað.

Undirvísingargongdir og arbeiðshættir

Val av arbeiðsháttum hevur týdning, tá ið ein undirvísingargongd skal leggjast til rættis. Arbeiðshættir verða valdir, ið hóska best til ávís kjarnuøki í givnum fakligum og samvirknum samanhangum. Arbeiðshættir skulu stimbra forvitni hjá næmingum, verða motiverandi og mennandi, so næmingarnir menna meira sjálvstøðugt arbeiðslag. Ástøði um læringsringin leggur upp til at skifta millum tey fýra læringsrúmini fyri at skapa dynamikk og annars at motivera og stimbra næmingarnar.

Eg havi í mínari undirvísing roynt at skipa frálæru og uppgávuarbeiði millum annað við støði í læringsringinum hjá Beck. Eg havi roynt ymiskar arbeiðshættir til at skapa fjølbroytni, men eisini til at kunna eygleiða læringstilgongdina hjá næmingum.

Royndirnar eru, at tað loysir seg at geva næmingunum ábyrgd av egnari læring, og við tíðini lata teir fáa størri ávirkan á undirvísingina. Kunningartøkni er týdningarmikil í hesum sambandi. Málið er, at hetta skal motivera, og at størri læringsúrtøka kemur burturúr. Ein partur av hesum er, at tá ið uppgávur verða loystar í plenum, er neyðugt, at næmingarnir standa fyri uppgávuarbeiðinum í flokkinum. Á henda hátt kann undirvísingin verða meira induktiv. Kunningartøkni hevur týdning í hesum sambandi, og Excel verður nógv brúkt til at loysa bæði smærri uppgávur og tyngri keysir.

Kjarnuøkini, har næmingarnir lutvíst kunnu standa fyri undirvísingini, eru t.d. roknskaparuppseting, fíggjarætling, roknskapargreining og kostnaðarlæra.

Talgildu pallarnir, har keldutilfar verður brúkt, eru Business-Line og Vinnuvitan.biz, har allir roknskapir hjá partafeløgum og smápartafeløgum umframt hjá øðrum fyritøkum eru. Tað, at tilfarið er autentisk, motiverar næmingarnar. Teir verða meira eldhugaðir, tá ið tað er ein verulig fyritøka, og roknskapartilfarið er nýtt. Hetta mennir eisini førleikarnar hjá teimum at brúka kunningartøkni, tá ið fyritøkur skulu lýsast og greinast. Hesin háttur at loysa uppgávur kann vera, at ein ella fleiri næmingar koma upp til talvuna, seta seg við telduna og loysa uppgávuna saman við øllum hinum næmingunum. Næmingarnir hjálpast at, men tað er næmingurin ella næmingarnir, sum sita við telduna, ið stendur fyri arbeiðinum. Hinir loysa eisini uppgávuna á sínari teldu, men øll arbeiða í felag og í sama tempo. Tá ið uppgávan er loyst, verður hon løgd út á ein pall á moodle, og ein nýggjur næmingur ella bólkur setur seg við telduna. Royndirnar við hesum arbeiðshátti hava verið góðar. Tað er meira friður í flokkinum. Næmingarnir fáa alsamt størri sjálvsálit av at sita við telduna. Leikluturin hjá læraranum er at fylgja arbeiðinum, og hann hevur betri møguleika at síggja, um allir næmingarnir eru við. Hesin arbeiðsháttur hevur eydnast væl. Næmingarnir tykjast at vera motiveraðir og arbeiðssamir.

Samanumtøka

Í hesi grein eru didaktikkur og kunningartøkni í virkisbúskapi umrødd. Didaktikkur snýr seg um at betra, fremja og eftirmeta undirvísing. Kunningartøkni kann stuðla upp undir øll hesi øki, um tøknin verður nýtt á rættan hátt. Í virkisbúskapi hevur kunningartøkni stóran týdning. Mest sum alt tilfar og og øll amboð eru á elektroniskum miðlum. Lærubókin er samvirkin og stuðlar upp undir at nýta rokniark, sum man vera høvuðsamboð í lærugreinini. Keldutilfar finst á elektroniskum pallum, sum eisini stuðla upp undir at nýta rokniark og undirvísingartilfar í lærubókini. Tað er læruríkt at undirvísa í lærugreinini og áhugavert at royna ymiskar arbeiðshættir, fyri at finna fram til ein undirvísingarhátt, sum kann økja um læringsúrtøkuna hjá næmingunum. Námsfrøðilig amboð sum læringsringurin hjá Beck eru hent at brúka í undirvísingini. Undirvísing og læring eru kompleks fyribrigdi, har skift verður millum undirvísingarrúm eins og í læringsringinum hjá Beck. Námsætlanin kann geva ábendingar um eina meira stirvna gongd, har farið verður frá deduktivari undirvísing og so líðandi til induktiva, so hvørt næmingurin mennist og búnast. Læringsringurin leggur hinvegin upp til at skifta ella veksla millum læringsrúmini fyri at skipa eina dynamiska og motiverandi undirvísing og harvið betra um læringsúrtøkuna.

Keldur

Beck, S. (2018). Pædagogikum mellem teori og praksis. Frydenlund.

Beck, S. (2021). God undervisning – interview med Steen Beck del 2. Retrieved from Lektionen.dk: https://www.lektionen.dk/blog/5/5/2020/god-undervisning-interview-med-steen-beck-del-2

Christensen, T. S., Timm, C. F., Vejlstrup, K., Brunvold, M., Lerche, N. R., Finjord, T., & Carlsen, U. (2019). Merkantil Fagdidaktik. Systime.

Dolin, J., Ingerslev, G. H., & Jørgensen, H. S. (2020). Gymnasie pædagogik en grundbog – 4. udgave. Hans Reitzels Forlag.

Illeris, K. (2012). Hvordan hænger det hele sammen? 49 tekster om læring. Samfundslitteratur.

Illeris, K. (2016). Læring 3. udgave. Samfundslitteratur.

Krogh, E., Qvortrup, A., & Christensen, T. S. (2016). Almendidaktik og fakdidaktik. Frydenlund.

Marinos, N., Gori, A. V., & Meisner, M. (2018). PædPixi – Punktvis præsentation af pædagogiske temaer i pixiform, 4. udg. Institut for Kulturvidenskaber.

Nám. (2020). Námsætlan til miðnám – Virkisbúskapur A. https://namsaetlanir.fo/midnam/laerugreinar/virkisbuskapur/virkisbuskapur-a/

Nám. (n.d.). Námsætlan til miðnám – Virkisbúskapur B. https://namsaetlanir.fo/midnam/laerugreinar/virkisbuskapur/virkisbuskapur-b/

Nám. (2020) Virkisbúskapur B – samvirkin lærubók. https://virkisbuskapur.sbok.nam.fo/?id=579

Aðrar greinar í miðnámsrit 25