Fiinn teg í organisasjónini - tankar um tað, er í og ímillum okkum
Eftir Annika W. Joensen
Við bókini “Finn teg í organisasjónini” hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið.
Bókin er góð at lesa, tí málið er so skilligt og sjálvt torgreidd hugtøk eru væl og einfalt forklárað.
Hartil er bygnaðurin góður, dømini úr føroyskum og einstøkum donskum organisatiónum eru passalig í tali og vavi, og so dámdi mær væl, at ástøðið verður lýst í formælinum, og at teoretikarar tí í so avmarkaðan mun verða tiknir fram í tekstinum.
Seinasti kapittullin, har m.a. ymsu leiðaraeyðkennini verða lýst, var kanska eitt sindur tyngri at lesa og skilja, men tað er kanska ikki so løgið, tí sum rithøvundurin eisini vísir á, er hetta ikki eitt einfalt evni, og sum so skal ein ansa sær at gera tað ov einfalt.
Bókin gevur innlit í tað, sum hendir í og ímillum fólk, sum samstarva, og lýsir eitt serligt perspektiv, ið fevnir um bæði tað tilvitaða og ótilvitaða, og sum tekur støði í samfelagi, organisatión og bólki sum sosialar skipanir og í einstaklinginum í hesum somu sosialu skipanum.
At geva innlit og skapa refleksión er júst málið við bókini, og sum vant við konsulentinum Helga Rasmussen, so ger hann, sum hann sigur, og livir harvið eisini upp til sjálvan aðaltankan í psykodynamiska skipanarástøðinum.
Í hesum eru mørk, og at halda hesi mørk er umráðandi, tí tey skapa tryggleika og verja ímóti tí ótta, sum órógvar arbeiðið við uppgávuni, sum er sjálvt tilverugrundarlagið undir organisatiónini.
Bókin er viðkomandi fyri flestøll fólk, og ikki bert t.d. lesandi, sálarfrøði- og organisatiónsáhugað og leiðarar í víðari merking (virkis- og stovnsleiðarar, námsfrøðingar, lærarar, politikarar, prestar, venjarar og onnur), tí vit øll so ella so eru partur av bólkum við felagsuppgávum og alsamt gerast partur av dynamikkum, sum kunnu vera torførir at skilja og navigera í.
Bókin er ein hjálp í hesum, tí hon gevur innlit í, hvussu sosialar skipanir virka og eitt nú, hvussu vit varpa kenslur á onnur, sum vit í løtuni ikki rúma. Hetta kann kanska ljóða løgið, men at hava innlit og at tosa opið um tað kensluliga á arbeiðsplássinum er ógvuliga effektivt, um tað verður gjørt við høvuðsuppgávuni í huga.
Møguleikin at mennast sum samfelag, organisatión ella menniskja er betri, um vit viðurkenna tað ósjónliga og ótilvitaða, sum er í og ímillum okkum, tí tað er jú í veruleikanum tað, sum stýrir okkum.
Sjálv sóknaðist eg eftir bók sum júst hesari, tá eg miðskeiðis í 1990-unum gjørdi mínar fyrstu royndir sum leiðari og so ofta undraðist á tað, sum gekk fyri seg í organisatiónini.
Bókin hevði eisini verið hent tær ferðirnar, eg havi samstarvað við ein konsulent um broytingartilgongdir. Felags fyri hesar er, at tað er trupult at siga frammanundan, hvussu starvsfólk og leiðarar megna sínar leiklutir, og hvat er best at gera, tá ið trupulleikar stinga seg upp.
Henda bókin er eitt stig á leiðini til at skilja og serliga at leggja til merkis, hvussu stóra ávirkanin ið leiðarin hevur á organisatiónina, bæði tá tað gongur við og ímóti.
Sum Helgi nevndi til bókaútgávuna, er eitt væleydnað samstarv millum organisatión og konsulent m.a. treytað at dirvinum og styrkini hjá leiðaranum at lata menningararbeiðið ganga sína gongd og tola tað trýstið, sum tilgongdin leggur á leiðaran.
Hetta kann ikki sigast ov ofta, og vert er at leggja til merkis, at eisini konsulenturin er undir stórum trýsti, sum hann má tola.
Um eg skuldi ynskt mær nakað øðrvísi í bókini, hevði tað verið at fingið meiri at vita um munin á at arbeiða sum konsulentur í Føroyum og Danmark. Eg dugi nevniliga ikki at síggja tað føroyska samfelagið og tess ávirkan á føroysku organisatiónina í dømunum. Hava vit t.d. serligar føroyskar problematikkir (vansar ella fyrimunir), sum leiðarin kann hava í huga?
Og hvussu tá vit skulu velja konsulent?
Hvat ‘fangar’ føroyski konsulenturin í føroysku mentanini, har ein útlendingur gerst ov stuttur, og hvørjir vandar eru fyri at gerast ‘blindur’ sum partur av mentanini?
Ítøkilig dømi um hetta hevði givið lesaranum viðkomandi vitan, t.d. í sambandi við at velja føroyskan ella útlendskan konsulent.
Kápumyndin hóskar væl til innihaldið í bókini. Tað er ein málningur í grønum, gulum og bláum litum, sum Martin Joensen hevur málað í samráð við høvundin. Hann vísir fólk og bólkar, sum arbeiða og flyta seg. Málningurin er kámur og vísir ikki smálutir sum so.
Mitt á permuni stendur ein persónur og klórar sær í nakkanum, og hetta er eftir mínum tykki sera beinrakið, tí flestøll starvsfólk og leiðarar munnu kenna seg aftur í hesum: ikki at skilja í løtuni, hvat gongur fyri seg. Eg veit ikki, hvat málarin hevur hugsað við litunum, men teir fáa meg at hugsa um Føroyar.
Eg vil at enda ynskja til lukku við útgávuni og takka Helga Rasmussen fyri tað megnar konsulentarbeiði, hann hevur gjørt í meiri enn 20 ár. Tað krevur styrki og dirvi at virka sum konsulentur og kann kosta á ‘relatiónssíðuni’, sum varð nevnt til bókaútgávuna. T.d. við at fólk ikki vilja heilsa, tá man hittist.
Tað kann vera sárt í so lítlum samfelagi sum okkara, men er ein sannroynd og nakað, ið ein konsulentur og eisini almennir persónar og leiðarar noyðast at liva við. At viga upp ímóti hesum er vónandi takksemi hjá okkum, sum hava fingið hjálp og stuðul frá honum.
Samanumtikið gevi eg bókini “Finn teg í organisasjónini – tankar um tað, sum er í og ímillum okkum” mítt besta viðmæli.
Hon er serstakliga viðkomandi fyri leiðarar at lesa og hugsa um, men hevur eitt innihald, sum flestøll vaksin fólk kunnu fáa nakað burturúr at lesa, tí hon gevur innlit í tað, sum er í og ímillum okkum.