Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Føroya Handilsskúli á Kambsdali í 25 ár - og lítandi fram í tíðina

Eftir Hjalmar Hansen í miðnámsrit 4, desember 2014

Í august 2014 vóru 25 ár, síðan Føroya Handilsskúli á Kambsdali byrjaði sítt virksemi við FHS- og HH-dagskúla. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt alt skúlaárið 2014-15. Bygningurin verður 25 ár í januar mánaði, og 9. januar 2015 verður almenn móttøka á skúlanum.

Hesi 25 árini hava 1.535 næmingar fingið FHS-prógv, 999 næmingar hava fingið HH-prógv, og 79 næmingar hava fingið 1 árs HH-prógv, vanliga nevnt HHs. Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS-prógv, og 384 stakgreinaprógv eru útskrivað á fjar­lestrinum. Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom- og akademi-stakgreinaprógv útskrivað. Aftur at hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við ta gomlu HMX-útbúgvingina, FHS- og HH-stakgreinir.

Fyrsta árið vóru tríggir flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10. Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar, og var tá neyðugt at leiga hølir í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði. Í dag verða tvær skúla­stovur leigaðar í ítróttahøllini á Kambsdali aftur at sjálvum handilsskúlabygninginum. Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í 10 flokkum, umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum.

Fleiri av starvsfólkum skúlans hava verið í starvi síðan byrjan. Katrin Zachariasen, inspektørur, Carsten Petersen og Margit Fromm Petersen, lærarar, Dia Petersen, húsa­vørður, og Jógvan á Lakjuni, lærari, sum tó hevur havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiði.

Handilsskúlin á Kambsdali er formliga partur av Føroya Handilsskúla við einum stýri sum hægsta myndugleika og einum deildarstjóra sum dagligum leiðara. Í 1989 varð Petur Petersen settur sum fyrsti deildarstjóri. Hann varð avloystur í 1997 av Elsu Mariu Holm Olsen. Í 2002 tók Páll Isholm við sum deildarstjóri. Núverandi deildarstjóri, Hjalmar Hansen, tók við á sumri 2012.

Partur av størri heild

Vit hava nú fingið eina nýggja miðnámsskúlaskipan – breytaskipanina. Handilsskúlin bjóðar nú búskaparbreyt og FHS. Studentaskúlin á Kambsdali bjóðar náttúrubreyt, hug­breyt og fyrireikingarbreyt. Komandi skúlaár skulu báðir skúlarnir virka sum ein skúli, og vit rokna tí við, at Handilsskúlin og Studentaskúlin fara í søguna sum sjálvstøðugir skúlar við egnum samleika. Enn er framtíðarbygnaðurin ikki greiður, og leiðsla og starvsfólk bíða spent eftir, hvussu skipanin verður. Sostatt klárar Handilsskúlin á Kambsdali júst at runda tey 25 árini, áðrenn hann gerst partur av størri heild.

Lítandi fram í tíðina

Í miðnámsskúlahøpi eru Føroyar býttar í tvey skúlaøki. Suðurøkið og norðurøkið. Kjarnin í suðurøkinum verður stásiligi Marknagilsdepilin, ið verður tikin í nýtslu í 2016. Tá verða núverandi Handilsskúlin í Havn, Tekniski Skúlin í Tórshavn og Studentaskúlin á Hoy­dølum savnaðir í ein skúla í nýggjum, stásiligum hølum, ið lúka øll nútíðar- og framtíðar­krøv. Marknagilsdepilin er eitt satt frambrot í føroyskari skúlasøgu. Hetta kemur at seta nýggjar treytir til Mentamálaráðið, lærarar og næmingar.

Men hvussu við okkum í norðurøkinum? Enn hava vit ikki fingið nakra greiða útmelding frá Mentamálaráðnum um, hvussu økið skal skipast. Bygginevndin, ið er sett í sambandi við út- og umbyggingina, sum í løtuni fer fram á skúlunum á Kambsdali, hevur víst á, at tað, sum nú verður gjørt, ikki er nøkur framtíðartryggjað loysn. Henda er bert fyri at kunna hýsa øllum núverandi næmingum undir somu lon og fyri at geva karmar til tær lærugreinar, sum breytaskipanin krevur. Bygginevndin metti í 2013, at 20-25 milliónir skuldu brúkast afturat fyri at gera eina fullfíggjaða útbygging, sum nøktaði nútíðarkrøv.

Tá eysturoyartunnulin er tikin í nýtslu, broytast Føroyar. Til dømis koma næmingar úr Runavík og av Strondum at hava somu tíð at koyra til Marknagilsdepilin sum til Kambs­dals. Hvar velja hesi ungu tá at fara í skúla?

Tað má vera ein politisk uppgáva at tryggja, at flestallir næmingar í Føroyum fáa eins góð undirvísingartilboð. Tí eigur longu nú at verða sett út í kortið, at ein Norðurdepil verður bygdur, sum kann javnmetast við Marknagilsdepilin, har allar miðnámsútbúgvingar húsast undir somu lon og kunnu geva næmingunum best hugsandi møguleikar og út­búgvingartilboð undir nýggjum og framtíðartryggjaðum umstøðum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 4