Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Føroyskt undirvísingarmál - eitt frambrot við Microsoft Translator

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 25, juni 2022

Í sendingini Góðan morgun Føroyar 1. juni 2022 prátaði Solby Christiansdóttir við Jonhard Mikkelsen um Microsoft Translator, sum er ein týðingarskipan. Jonhard stendur fyri at fóðra skipanina við orðum og setningum. Her kom fram, at nú ber til at týða onnur mál til føroyskt og føroyskt til onnur mál, bæði í skrift og talu. Hetta er eitt av størstu málsligu frambrotunum í nýggjari tíð.

Síðst í mai kundu vit á sosialu miðlunum lesa, at nú bar til at týða føroyskt á telefonum og teldum. Appin eitur Microsoft Transletor. Hetta arbeiðið byrjaði á vári í 2020.

Jonhard Mikkelsen kom við hugskotinum og bað føroyingar um hjálp at fáa føroyskt inn í Google Translate. Mentamálaráðharrin loftaði hugskotinum, og bað Jonhard seta tað í verk, og aftur fyri fekk Sprotin fíggjarligan styrk frá tí almenna.Nøkur ár frammanundan royndi Visit Faroe Islands at gera eina týðingarskipan, men hetta eydnaðist ikki. Tá ið Jonhard kom við uppskotinum, bleiv dúgliga kjakast í miðlum um, at fólk kring heimin fóru at gera sær dælt og misbrúka, at tað bleiv lætt at týða útlendskan tekst til føroyskt í samband við skipað lógarbrot. Jonhard vendi sær til Háskúla Íslands, og spurdi, hvussu var hjá teimum. Svarið var, at har høvdu tey einki merkt til nakað slíkt, tá ið tey fóru at brúka Google Translate fyri nøkrum árum síðan.   

Jonhard fekk at vita, at hann mátti hava 200.000 setningar, áðrenn hann kundi venda sær til Google Translate.Tað var lættari sagt enn gjørt, tí hann rendi seg alla tíð í trupulleikar. Ein dagin hoyrdi hann, at Sjúrður Skaale hevði hjálpt Føroya Tele við at fáa fatur í onkrum tøkniligum hjá Google og Microsoft. Jonhard ringdi til hansara, og tað var skjótt, at Sjúrður fekk samband við bæði fólk í Google og Microsoft. Fyritøkurnar vóru áhugaðar at fáa føroyskt inn, og arbeiðið byrjaði, men stígur kom í, og fram móti jólum í 2021 misti Jonhard samband við Google. Á vári í 2022 meldaði Microsoft út, at teir kundu gera tað. Teir fingu hesar 200.000 setningarnar, sum Sprotin sendi teimum. Longu í mai kom ein app. Í appini ber til at velja eina funku, har tú tosar inn í skipanina, og so týðir hon. Nýggja appin er ikki lýtaleys, bending og skeivar týðingar koma fyri. Í hesi fyrstu útgávu eru eini 20%, sum rigga. Tey í Microsoft siga, at hetta er púra vanligt; øll hini málini byrjaðu við umleið 20%, so tað er ein góðkend byrjan.

Jonhard er longu byrjaður at fyrireika næsta stigið. Hann sá fyri sær, at eitt toymi á 100 fólk kundu finna og rætta mongu villurnar, og tá kundu tey koma til eitt stig, har tað var brúkiligt og kundi koma út millum fólk, men soleiðis arbeiðir Microsoft ikki. Fyritøkan bað Jonhard um at koma við einari rúgvu av føroyskum teksti, t.d. 500 bókum. Harafturat skuldu tey koma við eini 10.000 setningum, har tey skuldu konstruera ymiskar feilir og rætta. Tá fór forritið at skilja logikkin í føroyska málinum, og kunnu teir hækka tað upp á 40%. Tað verður ikki leingi, til vit koma upp á hesi 40%. Tá ið hetta mál er rokkið, fara tey á Sprotanum at menna skipanina upp aftur meir, tað er tí bara ein spurningur um tíð, til tey koma upp ímóti 100%.

Fyri Jonhard hevur tað verið týdningarmikið, at vit hava tikið hetta stig. Tann tíðin, tá ið málið var avbyrgt, er farin. Vit liva í einum heimi, har vit alla tíð eru í samskifti við onnur mál. Máltøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð, og vit mugu vera við, har sum tað hendir. Sambært Jonhardi, er hetta einasti møguleikin at verja og menna føroyskt mál. Møguliga kann hetta vera ein máti at koma inn á forritini hjá Microsoft. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá føroyingum at fáa føroysk heiti á teldur og telefonir, so vit sleppa undan at trýsta á t.d. filer, åbn, file, open, save as og so framvegis.

Úti í heimi hava tey týðaramaskinur, sum týðarar brúka, tíverri hava vit ikki slíkar í Føroyum, men við nýggju appini er fyrsta stigið tikið til at fáa hesar maskinur. Í Føroyum sita einstaklingar hvønn dag og týða tekstir í hópatali, teir brúka kanska tveir tímar um at týða eina síðu. Aðra staðni eru tað maskinur, ið týða fyrst, soleiðis at arbeitt verður nógv skjótari. Hjá hesum maskinum tekur tað í mesta lagi tvey sekund at týða allan tekstin, síðan fer ein týðari aftur umaftur, tá er alt tað tunga arbeiðið gjørt. Við hesum fyrsta stiginum hjá Sprotanum er grundarlag lagt til bæði týðaramaskinur og at fáa føroysk heiti á fartelefonir og teldur. 

Tað er eingin ivi um, at tá ið skipanin er ment so mikið, at prosentparturin av villum minkar, so eru óendaligir møguleikar. Nú á døgum sita næmingar og stríðast við at skriva uppgávur á føroyskum, summir teirra kunnu vera orðblindir, hava ikki føroyskt sum fyrsta mál ella hava málsligar avbjóðing o.s.fr. Tað ríður teimum sum marran at skriva føroyskt, men um nøkur fá ár kunnu teir skriva føroyskt nógv betur enn nú. Tá ið appin er ment, kunnu teir tosa tekst inn, og maskinan megnar at umseta hetta til lýtaleysar setningar. Og øvugt kunnu næmingar, ið ikki eru stinnir í t.d. donskum, enskum ella týskum fáa maskinuna at skriva næstan feilfríar uppgávur bara við at tosa føroyskt, maskinan týðir til hini til fremmandu málini. Vandin er, at næmingar kunnu skriva góðar málsligar uppgávur í fremmandum máli uttan at duga málið. Lærarar kunnu sjálvsagt altíð kanna, hvat ið næmingurin dugir við at brúka tøknileysar royndir í skrivligum, um teir hava hug til tess. Í munnliga samskiftinum í tímunum verður avdúkað, hvat ið næmingurin dugir.  

Vit lærarar hava seinastu árini varnast, at alt fleiri næmingar eru sera ávirkaðir av enskum máli, tað bæði síggja og hoyra vit hvønn dag í skúlunum. Tað er als ikki óvanligt at hoyra føroyskar næmingar tosa føroyskt/amerikanskt. Og hjá hesum næmingum verður nýggja forritið ein gyltur møguleiki at skriva ein tekst, sum er føroyskur uttan enska ávirkan. Eisini hava allir næmingar møguleika at fáa appina at fáa setningar at sita væl á føroyskum.

Tá ið vit fáa týðaramaskinuna, ber til at týða lærubøkur nógv skjótari enn vit kunnu beint nú. Tað kann hugsast, at tað kemur at taka ritstjórum ein mánað ella so at týða eina lærubók, hetta má sigast at vera ein kollvelting. So um nøkur heilt fá ár kann Nám seta nógva ferð á at gera lærubøkur á føroyskum. Treytin er, at tað almenna framhaldandi stuðlar Sprotanum í at menna nýggju appina. 

Kelda

Góðan morgun Føroyar 1/6-2022.

Aðrar greinar í miðnámsrit 25