Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Fráfall á miiðnámi á Glasi Marknagil

Eftir Alex Ocampo, Sámal Soll týddi í miðnámsrit 15, januar 2018

Føroyskir tannáringar í aldrinum 16-17 ár standa á einum vegamóti, tá ið teir skulu velja miðnámsútbúgving eftir 10. flokk. Teir flestu velja helst at søkja inn á eina av teimum almennu miðnámsútbúgvingunum, sum hava lærugreinir, ið minna um tær, sum teir hava havt í barnaskúlanum. Men nøkur søkja inn á búskaparbreytina ella FHS, sum hava hópin av lærugreinum, sum flestu tannáringar ikki kenna. Hesir næmingar eru serliga motiveraðir í byrjanini av skúlaárinum, og tískil dríva teir á við skúlaarbeiðinum í byrjanini.

Seinastu tvey árini hava vit sæð, at 15-16% av øllum næmingum á búskaparbreytini og FHS gevast á hvørjum ári. Í skúlaárinum 15-16 góvust 44 av 272 næmingum á miðnámi á Føroya Handils­skúla, og er tað 16,2% fráfall. Í skúlaárinum 16-17 góvust 38 av 262 næmingum á miðnámi á Føroya Handilsskúla, og svarar tað til 14,5%. Hygg at talvu 1 niðanfyri.

Talva 1. Fráfall á miðnámi á Føroya Handilsskúla skúlaárini 2015-16 og 2016-17

 2015-162016-17Í miðal
FHS21,8%21,6%21,7%
Búskaparbreyt13,5%10,9%12,3%
Tilsamans16,2%14,5%15,4%

Kelda: Glasir.

Í grannalondum okkara vísir gransking, at í Dan­mark góvust 6,6% í 2012. Í Noregi var fráfallið 14% afturi í 2002, og tað gjørdi, at har fóru tey at granska í, hvussu tey kundu steðgað hesum vana millum tannáringar í Noregi. Vit kunnu vera ymisk á máli um, hvørt 15% fráfall er nógv ella ikki. Hvussu er og ikki, er neyvan nakar skúli errin av slíkum tølum, í hvussu er ikki Glasir Marknagil, sum hevur færri enn 300 næmingar á miðnámi. Í øðrum londum, har miðnámsskúli er kravdur, kann fráfallið ikki samanberast við fráfallið á Glasi Marknagil. Kortini er spurningurin um næmingafráfall í hesum londum ikki so átrokandi, um vit hyggja at øllum 12 árunum av kravdari skúlagongd í einum. Næmingar í hesum londum hava eisini møguleika at skifta vallærugreinir og halda fram í skúlanum. Sostatt enda teir ikki í teirri støðu, at teir standa við ongum prógvi eftir kravdu skúla­gongdina. Í Føroyum og hinum norðurlondunum er støðan hinvegin, at næmingar hava longu fingið prógv fyri kravdu skúlagongdina eftir 9. ella 10. skúlaár. Árini eftir hetta er skúlagongdin ikki kravd, og er sostatt alternativ til at fara á arbeiðsmarknaðin sum 17 ára gamal ella gomul.

Næmingar hava møguleikan at halda fram á miðnámi eftir 10. flokk, tí miðnámsskúlin er jú ikki kravd skúlagongd. Velja teir at gevast í skúla eftir 9. ella 10. skúlaár, so kann sam­felagið ikki forða teimum. Velja teir at halda fram í skúla, er hetta ofta ein avgerð, sum næmingarnir skuldu tikið eftir at hava fingið kunning um øll tey ymisku útboðini, sum eru á miðnámi. Við hesum í huga kunnu vit spyrja, hví so mong gevast á búskaparbreyt og serliga FHS, meðan onnur halda fram. Munnu tey hava valt skeivt?

Er talan um skeivt val, so eigur betri kunning at bøta um støðuna. Fáa næmingarnir betri kunning, so kunnu teir taka betri avgerðir. Eru næmingarnir harafturímóti fullgreiðir yvir, hvat valið ber í sær, so kann spurningurin ikki verða loystur við meiri kunning. So verður tað í staðin ein spurningur um, hvat hendir eftir, at teir eru byrjaðir á miðnámi.

Nýliga hevur gransking víst, at ikki-intellektuellir faktorar, ikki minst motivatión, kunnu hava jaliga ávirkan á fakligu/akademisku avrikini. Og um so er, at fráfall er ábending um mis­eydnað akademisk avrik, eins og vánalig próvtøl eru, so er neyðugt at granska meira í hesum ikki-intellektuellu faktorum fyri at minka um fráfallið og síðan vísa á møgu­leikarnar hjá næmingunum at klára seg væl fakliga/akademiskt í framtíðini. Møgulig gransking á hesum øki í Føroyum kundi givið vitan um hetta, og kanska eisini eina loysn, sum ­frá líður.

Tað er væl kent, at næmingurin sjálvur er snúningsdepilin í síni fakligu/akademisku læring. Skal læringin eydnast, má hann vera ein virkin luttakari í egnari intellektuellari tilgongd. Tað er í hesum samanhangi, at gransking í øðrum londum leggur dent á motivatión í sambandi við fakligu avrikini hjá næmingunum. Í Skandinavia vísir gransking, at motivatión er týðandi faktorur í fakligum/akademiskum virksemi hjá næmingum. Higartil hevur henda gransking meira verið í øðrum norðurlondum enn í Føroyum. Tí kann vera, at vitan manglar innan útbúgvingarsálarfrøði í Føroyum. Og av tí, at lítið kjak hevur verið um, hvat motiverar næmingar í Føroyum at klára seg væl fakliga/akademiskt, so er stór óvissa um sambandið millum motivatión og fráfall millum føroyskar næmingar í mið­náms­skúlum í Føroyum.

Spurningurin, sum plágar okkum nógv sum lærarar í dag, er, hví so nógvir næmingar, sum í byrjanini vóru áhugaðir og hildu seg til at gjøgnumføra eina miðnáms­útbúgving, velja at gevast á búskaparbreyt ella FHS. Er svarið, at hesir næmingar mistu motivatiónina, so eru næstu spurningarnir, hvussu teir mistu hana, og hvat vit sum skúli kundu gjørt fyri at fyribyrgja hesum.

Myndilin hjá Tinto – Student Dropout Behaviour

Fráfall/áhaldni sum ábending um akademiskan førleika verður brúkt í myndilinum hjá Tinto, sum lýsir atferð hjá næmingum, sum gevast  (Rumberger & Rotermund, 2013). Vincent Tinto og starvsfelagi hansara John Cullen skrivaðu í 1975 eina grein um gransking teirra viðvíkjandi næmingafráfalli (Tinto & Cullen, Dropout in= Higher Education: A Review and Theoretical Synthesis of Recent Research., 1973). Teir gjørdu síðani ein myndil, ið lýsir treytir og umstøður, sum føra til, at næmingar gevast í skúla. Í stuttum kann sigast um myndilin, at hann vísir tørvin á, at næmingurin má blíva fakliga og sosialt integreraður í skúlanum, um hann skal kunna megna at gera útbúgvingina lidna.

Hugtakið fráfall (dropout), sum Tinto lýsir tað, sipar til næming, sum endaliga gevst í skúla, har hann er skrásettur (Tinto & Cullen, 1973). Somuleiðis fevnir myndilin um næmingin, sum er komin til tað punktið í sínum útbúgvingarlívi, har hann tekur avgerðina at halda uppat við útbúgving. Í myndlinum er ikki roknað við, at næmingurin møguliga ætlar at koma aftur og byrja av nýggjum innan stutta tíð.

Í samsvari við hesa lýsing vil Tinto vera við, at tað fyrst og fremst er vantandi akademisk integratión, sum ger, at næmingurin gevst í skúlanum. Akademisk ella faklig integratión, sambært Tinto, eru akademisku avrikini, soleiðis sum næmingurin sær tey í karakterum, hann fær. Hetta verður síðani styrkt av hansara egnu fatan av, hvussu væl hann klárar seg í tímunum. Avgerðin um at gevast ella halda fram á skúlanum er ávirkað av, hvussu væl ella illa, hann integrerar sítt akademiska lív sum part av sínum egna persónliga lívi.

Harumframt leggur Tinto dent á, hvussu leikluturin at læra institutionellan kontekst ávirkar førleikan hjá næminginum at laga seg til í skúlanum, og tískil eisini at enda møguliga avgerð um at fara úr skúlanum. Ein næmingur brúkar í høvuðsheitum sínar persónligu eginleikar so sum evni og førleikar ella royndir frá skúlanum, hann hevur gingið í fyrr, at meta, um hann vil halda fram í skúlanum. Tá ið hann er skrásettur sum næmingur í einum skúla, kann skúlans sosiala og akademiska dimensión hava ávirkan á, hvussu næmingurin fatar málið um at gera útbúgvingina lidna (Tinto, 2006). Tað merkir sostatt, at hesir sosialu og akademisku faktorarnir kunnu verða stýrdir av starvsfólkum skúlans, eitt nú umvegis menning av ikki-intellektuellum viður­skiftum at stuðla næmingum, sum eru í vanda fyri at gevast. Ger man hetta, kann fráfallið minka, heldur Tinto.

Hetta eru so úrslitini hjá Tinto í umfatandi granskingarverkætlan hansara. Úrslitini eru høgt í metum innan útbúgvingarsálarfrøði. Um úrslitini hjá Tinto kunnu flytast yvir í føroysk viðurskifti, so má skúlin hyggja nærri at sínum fakligu og sosialu viðurskiftum fyri at gera av, hvar skúlin kann seta tiltøk í verk fyri at minka um fráfallið og framhaldandi motivera næmingarnar.

Men sum nevnt fyrr í greinini, so er fyrst neyðugt at gera kanningar fyri at fáa skil á mind-settinum[1] hjá føroyskum næmingum. Betri innlit og fatan á hesum øki hevði ikki bara gjørt skúlan betri í framtíðini, men hevði, sum frá leið, eisini givið føroyska samfelagnum ein meira ábyrgdar­fullan ungdóm.

Keldur

Rumberger, R., & Rotermund, S. (2013). The Relationship Between Engagement and High School Dropout. In S. Christenson, A. Reschly, & C. Wylie, Handbook on Research Engagement (pp. 491 – 515). New York: Springer.

Tinto, V. (2002). Taking Student Success Seriously: Rethinking the First Year of College. American Association of Collegiate Registrars and Admission Officers, Minneapolis, Minnesota. Retrieved from http://www.uky.edu/ie/sites/www.uky.edu.ie/files/uploads/CF_Taking%20Student%20Success%20Seriously..pdf

Tinto, V. (2006). Research and Practice of Student retention: What Next? J. College Student Retention, 8(1), 1 – 19. Retrieved from http://academics.uky.edu/uge/ias/provosts%20retention%20group%20information/tintoretention-whatnext.pdf

Tinto, V., & Cullen, J. (1973). Dropout in= Higher Education: A Review and Theoretical Synthesis of Recent Research. Columbia Univ., N.Y. Teachers College., US Office of Education, New York. Retrieved from http://files.eric.ed.gov/fulltext/ED078802.pdf


[1] Mindset merkir her hugburður til tað at læra. Carol Dweck brúkar orðið í sambandi við, hvønn týdning hugburður hjá næmingum hevur fyri læringina, til dømis í bókini Mindset: The New Psychology of Success. Hevur næmingur til dømis tann hugburð, at hann dugir ikki at rokna, tí hann heldur, at tað er eitt brek, hann er føddur við, so er rættiliga vist, at hann lærir tað ikki. Hevur hann hinvegin tann hugburð, at um hann ger sær ómak, so kann hann blíva klókari, so er líka vist, at hann lærir okkurt. Les meira um hetta í greinini Afturmelding at menna læring.

Aðrar greinar í miðnámsrit 15