Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Her er lærubókin - nú manglar bara faki!

Eftir Svanna Hanusardóttir og Rúna Jakobsen í miðnámsrit 25, juni 2022

Í fjør, 2021, gav Nám út lærubók til lærugreinina ítrótt. Bókin er týdd úr donskum. Á donskum er heitið Idræt C – teori i praksis, Jan Kahr Sørensen og Rasmus Pöckel hava ritstjórnað, og forlagið Systime hevur staðið fyri útgávuni. Bókin er ætlað undirvísingini í ítrótti á C-stigi í donsku miðnámsútbúgvini. Í Danmark er ítróttur á C-stigi felagsfak við 90 minuttum um vikuna í 3 ár (samanlagt 270 minuttir/viku).

Á føroyskum er heitið á bókini Ítróttur og heilsa C – ástøði í verki. Margreta Knudsen hevur týtt bókina, og í ávísum førum hevur hon lagað tilfarið til føroysk viðurskifti. Jóannes Hansen, Turið Petursdóttir og Eyðstein Simonsen hava verið við á summum økjum, og Maria Knudsen hevur teknað nakrar av myndunum. Føroyska bókin er ætlað ítrótti á C-stigi í føroysku miðnámsskúlaskipanini, sum í vavi samanlagt fyri skúlatíðina fyllir 135 minuttir um vikuna og fer bara fram fyrsta árið.

Fakligu málini í námsætlanini til ítrótt og heilsu á C-stigi eru eftir okkara tykki ikki serliga realistisk, og vit ivast í, um tey samsvara við fakliga niveauið í bókini.

Í fororðunum til lærubókina er dentur m.a. lagdur á, at: ,,Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig.” og at: ,,Bókin er ikki ætlað at lesa úr enda í annan. Partarnir kunnu brúkast, tá ið undirvísingin leggur upp til tað.” 

Á Glasi hava vit lagt ítróttaundirvísingina soleiðis til rættis, at allir fyrstu flokkar hava ein blokk um vikuna í ítróttahøll, har praktiski parturin hevur fyrsta prioritet. Fyri tey flestu er hetta árið endin á ítróttafrálæruni í skúlanum, so tað ræður um at vera kropsliga virkin og at stimbra rørslugleðina so nógv sum gjørligt. Triðihvør blokkur er skemalagdur í minni høll, har tað er møguligt at royna ástøði í verki við ymiskum rørslum, intensiteti ella spølum, ikki bara fyri rørsluna skyld, men eisini fyri ástøðið og læringina skyld.

Skúlaárið 2021-22 hava vit lærarar og næmingar roynt tilfarið. Vit hava ikki nátt øll evnini, langt frá tí, og longu nú kunnu vit siga, at tað er ikki bara sum at siga tað at flætta tað ástøðiliga upp í praktisku frálæruna, uttan at tað gongur út yvir rørslumongdina og intensitetin í verkliga partinum. Tá ið næmingar koma til ítrótt, vænta tey at blíva kropsliga móð, tey vilja hava kropsligar avbjóðingar og venja sínar førleikar, tey vilja vísa tað, tey duga, tey vilja stríðast, spæla og hava tað stuttligt. Okkara avbjóðing er so at flætta ástøðið uppí, so tað hvørki spillir spæligleðina ella rørslugleðina. 

Við skúlaársbyrjan, meðan veðrið enn var gott, gjøgnumgingu vit partin: ,,Fysiologi. Hvussu kroppurin virkar, tá ið vit røra okkum” saman við ymsum formum fyri konditiónsvenjing og styrkjandi venjing. Næmingarnir lósu uppá heima, og í skúlanum, bæði úti og inni,  demonstreraðu vit ymsar rørsluformar og diskuteraðu, hvar og hvussu ymsir rørsluformar og intensitetur ávirka kroppin og kropsførleikarnar, og hvussu tað ber til, at rørsla bøtir um heilsuna. Henda undirvísingargongdin gekk sera væl.

Eisini partarnir ,,Upphiting, venjing, royndir og mátingar”, ,,Frískur og vælvirkandi ryggur” og ,,Teknikkur, estetikkur og funktionalitetur” eru dømi um evni, sum rigga væl til stuttu tíðina, vit hava viljað brúkt til teoriundisvísing í verki. Bókin viðger omanfyrinevndu evni í hóskandi dýpd, og tað hevur verið lætt at gera rørslur, sum eru viðkomandi fyri ástøðiliga tilfarið. Vit halda harafturat, at omanfyrinevndu evni eru væl egnað til samstarv við lívfrøði. Partarnir ,,Bóltspæl” og ,,Ítróttur – lærugrein, frítíðarítriv og lívsstílur”, kundu riggað væl til samstarv um t.d. evnini sosiologi og samleika, bæði í samfelagsfrøði og í føroyskum.

Onkrar partar hava vit ikki fingið brúkt, soleiðis sum bókin leggur upp til. Eitt dømi um tað er  ,,Ítróttasálarfrøði”. Í partinum er nógv teori, sum tekur nógva tíð at fara ígjøgnum, skal góð læring fáast burturúr, og tíðina hava vit ikki nógva. Í bókini er eisini ein søguligur partur, sum helst er skrivaður til hetta høvið. Vit fáa stutt innlit í fleiri ítróttagreinar, men vit høvdu ynskt okkum tilfar, sum gav eina betri heildarmynd av søguligu gongdini, ítróttur í Føroyum sum heild hevur verið fyri og hví.

Í okkara C-stigsfaki er torført at fáa fulla nyttu av allari bókini, tí tilfarið er ov rúgvumikið í mun til vavið á lærugreinini. Kortini er arbeiðið ikki til fánýtis, tí nógv av tí, sum vit ikki náa  í C-stigsfakinum, kann saktans koma til nyttu á B-stigsfakinum, t.d. partarnir ,,Ítróttasálarfrøði”, ,,Venjingarverkætlan” og ,,Undivísingargongd”.

Ástøðiligt tilfar til lærugreinina ítrótt er ikki hvønndagskostur, og so slett ikki á føroyskum. Vit gleðast almikið um at hava fingið gott undirvísingartilfar á móðurmálinum til lærugreinina ítrótt. Tað er ein Harrans lætti at kunna vísa næmingum á tilfar á hóskandi niveaui. Bókin er væl týdd við góðum og løttum máli, sum næmingar kenna seg aftur í. Tilfarið er væl skipað, nógvar og góðar uppgávur eru, og harafturat eru góðar myndir og stutt filmsbrot við føroyskum luttakarum, sum stuðla væl upp undir tekstin. Bókin er talgild, so tað er lætt at lýsa evni við viðkomandi myndum og filmsbrotum, tó høvdu vit lærarar ynskt okkum møguleikan eisini at fingið eitt pappírseintak í hondina.

Sum í hinum Norðurlondunum er í Føroyum ítróttur tað mentanarliga tiltak, sum flest fólk eru ella hava verið virkin í. Vit eiga at geva okkara ungu holla vitan um ítrótt sum part av okkara mentan upp á gott og ilt. Harafturat verða vit stútt og støðugt mint á, hvussu umráðandi tað er, at vit eru kropsliga virkin. Stórt spell, at okkara ítróttafakliga niveau ikki fylgir við tí menning, sum fer fram í okkara grannalondum. Her hjá okkum hevur lærugreinin við árunum bara fingið minni og minni rúmd. Tey, sum í dag eru ommur ella abbar, høvdu í studentaskúlanum ítrótt til samans 300 minuttir um vikuna, børn teirra 180 minuttir, og barnabørnini fáa nú í alt 135 minuttir um vikuna. Hetta er ,,menningin”, nú kronisku vælferðarsjúkurnar – bæði kropsligar og sálarligar – vaksa skjótari, enn myndugleikarnir kunnu fylgja við, einamest tí vit røra okkum ov lítið. Um somu tíð sendir BBC úrslit frá vísindaligari kanning, gjørd í Føroyum, út í alla verðina, sum vísir, at fótbóltur og líknandi spøl eru allar besta medisin fyri at hava góða heilsu og fyri at fáa góða heilsu. Ung í dag vita, at rørsla er týdningarmesti faktorur fyri góðari heilsu. Men vit fáa ikki tosað okkum til góðar rørsluvanar. Tað er alneyðugt at ala fram tey innaru virðini í ítrótti, t.e. rørsluførleikar, rørslugleði og vitan um ymsar rørslur fyri rørslunnar egnu skyld og ikki fyri at liva eitt heilsubetri lív. Tílíkar ambitiónir krevja góða undirvísing, gott undirvísingartilfar, góðar undirvísingarumstøður og tíð. Vit kunnu tí spyrja, hví Nám júst nú gevur eina lærubók út, sum krevur dupult so nógva tíð, sum fakið fyllir? Er tað virkuliga so, at onkur við skúlamyndugleika er farin at hugsa: vit vilja ikki vera eftirbátar, vit vilja hava eitt felagsfak í ítrótti og heilsu, sum vit kunnu vera errin av?

Eru vit framsøkin, hugsa vit um ítrótt sum fólkamentan og vælferðina hjá tí einstaka, og sanniliga eisini um Landskassan, so høvdu vit ikki slept teimum ungu í teirra rørslufaki, fyrr enn tey fóru úr skúlanum 19 – 20 ára gomul, tá tey eru komin upp um tey ringastu tannárini. Livst, so spyrst!

Aðrar greinar í miðnámsrit 25