Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Húgvan er frælsi

Eftir Páll Isholm í miðnámsrit 18, mars 2020

Røða hildin við próvhandan á Kambsdali juni 2019

Í fjør vóru áttati ár síðani fyrstu føroysku pisurnar fingu húgvuna á høvdið í Føroyum. Hetta var tá ein ásannan av, at ein føroysk studentskúlaútbúgving var tað rætta fyri føroyingar og vitanarmenningina av føroyska samfelagnum. Tá vóru fimm studentar. Útbúgvingin er støðugt broytt og fjøltáttað, og talið á árligum studentum er nærum hundraðfaldað síðan. Samstundis er fólkatalið ‘bara’ tvífaldað.​

​Hetta ber boð um, at eitt samfelag við væl útbúnum borgarum er eitt samfelag, sum er ført fyri at menna seg í skiftandi umstøðum. Teknaðu vit framburðin í Føroyum og út­búgving­ar­støðið hjá føroyingum í somu strikumynd, vóru tær helst meinlíkar.​

​Tá ið vit tosa um studentaskúlaútbúgvingar ella gymnasialar miðnámsútbúgvingar, tosa vit sam­stundis um hægri lestur. ​

​Avgerandi er sjálvandi fakliga trúvirðið í einum føroyskum studentsprógvi: At næmingar­nir eru fyrireikaðir til víðari lestur, og at okkara prógv verða mett dygdargóð og álítandi.​

​Men avgerandi er eisini, at vit varðveita breiðar almennandi útbúgvingar, tí hesar eru grundleggjandi fyri fólkaræðið og felagsskapin, sum hevur ment okkum og okkara granna­lond. Ein dygg almennandi útbúgving er meira grundleggjandi í dag enn nakrantíð, nú vit áhaldandi verða bombarderað við ófiltreraðum boðskapum frá teimum, ið vilja hava tamar­hald á okkara tonkum. Har algoritmur og tilgjørdur intellegensur stýra alsamt meira. ​

​Vitan um og virðing fyri náttúru, máli, søgu og samfelag er altavgerandi fyri eina burðar­dygga framtíð í einum frælsum samfelag. Einum samfelag har vit eisini gáa um, hvørjum vit liva fyri, og ikki bara renna kapp eftir tí, vit vilja liva av.​

​Við tí vøkstri av upplýsing og møguleikum at samskifta, ið nútíðin bjóðar, er kanska ongan­­­tíð meira umráðandi enn nú at duga á at skina, hvat er rætt, og hvat er skeivt. At lesa millum linjurnar og duga at seta í samanhang. Tann, ið ikki dugir tað, kann skjótt villast inn í hugsanir og hugburðir, ið bróta niður tað samfelag, ið forfedrar og -møður okkara hava bygt upp.​

Tá tú gongur á student, verður tú tvingaður at arbeiða sjálvstøðugt, at samstarva, at menna tínar egnu hugsanir og taka ábyrgd. Studentaskúlanæmingar búnast sum ein­staklingar í felagsskapinum. Næmingarnir skulu vinna sær evnini at undrast og at fara í dýpdina og røkka einum størri forstáilsi. ​

Ein næmingur skal læra nógv um onnur menniskju – og eina rúgvu um seg sjálvan. Fáa betri eygu og oyru og verða ílatin til eina framtíð, har broytingar eru tað einasta, sum er áhaldandi.​

Ein næmingur við studentaskúlaútbúgving skal hava dirvi at toyggja seg eftir møgu­leikunum og skapa nýggjar, so hann kann vera við til at skapa broytingarnar, ið samfelagið hevur brúk fyri, og ikki bara eygleiða tær.​

Føroyska studentahúgvan hevur í áttati ár verið súmbolið upp á:

  • Frælsi at gera títt næsta val.
  • Frælsi at fylgja tínum dreymum.​
  • Frælsi at hugsa teg um.
  • Frælsi at vera tú.

Hvør einstakur hevur fingið møguleika at menna sína egnu persónligheit og gerast førur fyri at skilja sína støðu í forhold til onuur menniskju, náttúru og samfelag – ikki bara fyri einstaklingin, men eisini so man kann finna sín lut í felags­skapinum á ein meira til­vitaðan hátt.​ Allir studentar eru í størri mun blivnir førir fyri at skilja, hvørjum vit vilja liva fyri heldur enn bara at renna eftir tí, sum vit vilja liva av.​

Í áttati ár hava føroysku skúlarnir klakt pisur, sum hava ment seg í einum sunnum og livandi felagsskapi við greiðum fakligum málsetningum. Og hetta hevur munað, og munar hvørt einasta ár.​ Tí er eins umráðandi í dag sum í 1939 at styrkja og menna ta føroysku studentaskúlaút­búgving­ina, so vit eisini komandi áttati árini fyrireika okkara ungdóm til at byggja okkara land á dyggar fakligar førleikar og ein sunnan fólkaræðisligan felagsskap, óansæð hvagar tíðar­andin annars ber okkum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 18