Kanon í føroyskum bókmentum
Eftir Christina Jensen í miðnámsrit 21, februar 2021
Kanon er eitt úrval av verkum innan bókmentir, tónleik, list og aðra hámentan, sum eyðkennir og hevur havt stóran týdning í viðkomandi mentan. Kononiserað verk verða tí nógv lisin í skúlum. Lærarar eru ójavnir á máli um kanonundirvísing í føroyskum. Summi halda, at hon styrkir grundarlagið undir eini felags bókmentarnarligari siðvenju og er við til at danna og forma næmingarnar. Onnur halda, at kanonundirvísing hevði verið ein spennitroyggja. Og hvør ger av, hvørjir tekstir og rithøvundar skulu kanoniserast?
Hvor nødvendigt det end kan være at vende Blikket udadtil og lære Omverdenen at kende, saa er det dog, naar der skal være Tale om aandelig Vækkelse, først og fremmest vort eget lille Land og dets Fortid, vi bør lære at kende nærmere; thi denne Kundskab vil altid gaa os nærmere til Hjerte end Kundskab om Omverdenen. Derfor skal dog ikke den store Betydning underkendes, som det kan have for os at stifte Bekendtskab med saadanne Frembringelser i den øvrige nordiske Litteratur, som ligge vor Forstaaelse nærmest. Bestræbelserne bør gaa i en dobbelt Retning; men den voksende Kundskab om os selv vil stærkest ægge vor Virkekraft, idet den hjælper os til Følelsen af, at vi dog ikke ere ganske ingenting – noget, som vi ere saa let tilbøjelige til at tro. Og dette vil have sin store Betydning for Udviklingen af vor Fremtid.
Soleiðis skrivaði føroyski málfrøðingurin Jakob Jakobsen (1864-1918) um týdningin av at lesa og hoyra søgur úr egnum landi fyri at skilja egið upphav, tilveru og menning:
Hvat er kanon?
Orðið kanon hevur fleiri merkingar, og slær mann orðið upp í donsku orðabókini, fær man hesa lýsing: ‘lige stang; rettesnor, regel; en række af litterære værker der efter nogles mening bør regnes for klassiske mesterværker.’
Júst kravið um at lesa gamlar tjóðarbókmentir er nógv umrøtt í Vesturheiminum og Norðurlondum seinastu 30 árini, har hugtakið kanon ofta verður nýtt í kjakinum. Kanon er rættiliga nýtt hugtak í bókementaligum høpi. Tað kom til Norðurlond í endanum av 1980’unum og byrjanini av 1990’unum og gjørdist kent, tá ið amerikanski bókmentagranskarin Harold Bloom gav út verkið “The Western Canon” (1994). Sjálvt um tað bókmentaliga og mentanarliga kanonhugtakið er lutfalsliga nýtt, er fyribrigdið ikki nýtt.
Vit hava havt bókmentalig kanonverk, so leingi vit hava havt bókmentasøgur, tekstasøvn og aðrar bøkur, har útvaldar bókmentir ella ritverk eru viðgjørd. Langt áðrenn orðið kanon bleiv meira vanligt, hevði mann ritverk av ymsum slag til bókmentaundirvísing.
Orðið stavar úr kirkjuliga heiminum, har kanon var ein lýsing fyri bókmentir, stýrd av átrúnaðarligum høvuðsreglum. Kanon er eitt gamalt og margtýtt hugtak, sum varð nýtt um ritsavnhjá katólsku kirkjuni. Tað var ein long mannagongd at velja burturúr smárit, av tí at hesi rit skuldu lúka ávísar treytir. Grundhugsanin í kanonhugtakinum er sostatt knýtt at fornkirkjuliga savninum av bíbliutekstum, sum kirkjan helt vera sannar. Teir ikki-kanonisku tekstirnir verða lýstir sum tær apokrýfisku bøkurnar. Hesar bøkur eru m.a. søguligar frásøgur, halgisøgur og skaldbornir tekstir, ið ikki gjørdist partar av Bíbliuni. Soleiðis er ein gomul átrúnaðarlig siðvenja inn í bókmentaheimin. Tað bókmentaliga hugtakið er ofta nýtt um eitt savn av viðmældum ella kravdum bókmentum ella ritverkum. Ofta eru tað serkøn fólk við hollari vitan innan bókmentir, ið evna slík yvirlit. Ein grundleggjandi hugsan við kanon er, at verkini ella rithøvundar, ið eru í yvirlitinum, sum heild hava stóran týdning.
Í Danmark kyknaði kanonkjakið, tá ið mann í 1994 frá politiskari síðu gav út yvirlit og tilráðing, ið bar heitið ”Dansk litteraturs kanon”. Ávís misnøgd var um lesiúrvalið í undirvísingini í donskum, sum summi hildu vera rættiliga tilvildarligt í mun til bókmentasøguliga siðvenju. Kravið um kanonlesnað í fólkaskúlum og á miðnámi var ikki samtykt tá, men kjakið fekk aftur nýtt lív um aldarskiftið, og hetta førdi við sær, at eitt serfrøðingarráð í 2004 skrivaði eina tilráðing. Í 2005 vórðu ymsar ábøtur framdar í skúlalógum fyri miðnámsskúlar í Danmark, og í donskum var m.a. eitt nýtt krav – ásett av danska kenslumálaráðnum – at allir næmingar eftir lokna skúlagongd í fólka- og miðnámsskúlum skuldu hava lisið eina røð av tekstum hjá útvaldum donskum rithøvundum.
Fyri og ímóti kanon
Tað finnast fólk, ið grundgeva fyri og ímóti kanonlistum, og kjakið hevur sum heild verið livandi og afturvendandi, har orðaskiftið m.a. viðger, hvørt eldri fagrar bókmentir skulu hava ein avgerandi leiklut sum siðmennandi amboð í undirvísingini. Harafturat verður tjóðarsøguliga og samleikatreytaða sjónarmiðið ofta drigið inn í kanonkjakið: at kanon roynir at varðveita tað tjóðskaparliga. Nógvir talsmenn halda, at kanonundirvísing er eitt jaligt íkast, sum er við til at menna grundarlagið fyri einari felags bókmentanarligari mentan, ið fremur dannilsi hjá næmingum og skapar eitt felags fatarnarstøði.
Mótstøðufólk vilja vera við, at ivasamt er, um kanonlesnaður hevur frálæru- og førleikamennandi eginleikar í dagsins samfelagi í mun til nýggjar bókmentir, ella um talan í roynd og veru er um eina kravda vitjan á ellisheiminum hjá føgrum bókmentum.
Skal tað sostatt vera eitt krav at lesa Goethe í Týsklandi, Voltaire í Frankaríki, Strindberg í Svøríki, Holberg í Danmark og Norra ella Heðin Brú í Føroyum? Hvørjar eldri bókmentir eru í dagsins samfelagi enn av stórum týdningi? Hvørjar rithøvundar skulu vit minnast? Avmarkast innihald og fjølbroytni í undirvísingini av kravi um kanonlesnað? Ella øvugt, um vit ikki hava ávís krøv til lesnaðin í skúlunum, kann hetta so føra við sær, at næmingar, ið hava lokið miðnámsprógv, ikki kenna týdningarmiklar føroyskar rithøvundar, sum umboða tey ymsu rákini í føroysku bókmentasøguni?
Tá talan er um kanon innan bókmentir, eru tað m.a. hesir spurningar, ið stinga seg upp, og tað er ymiskt frá landi til land, hvussu strong krøv eru til innihald í bókmentaundirvísing.
Sambært námsætlanini fyri føroyskt á miðnámsskúlum er einki krav um undirvísing í verk- ella rithøvundakanon. Tískil kann tann einstaki lærarin sjálvur gera av, hvørjar rithøvundar og tekstir næmingar lesa í føroyskum. Spurningurin er sostatt, um lærarar í føroyskum kortini hava týðandi føroyskar rithøvundar sum ein natúrligan part í undirvísingini, ella er stórur munur á, hvat føroyskir næmingar eftir lokna skúlagongd hava lisið í føroyskum?
Hvat verður lisið á miðnámi í Føroyum?
Í námsætlanini fyri miðnám í føroyskum er einki krav um kanonlesnað, og tí setti eg meg í samband við Mentamálaráðið fyri at kanna, hvat tilfar verður lisið í føroyskum. Fleiri av pensumlistunum fyri 2007 eru goymdir í savninum hjá MMR, men eru ikki skipaðir í tíðarrøð. Eg valdi tí at gjøgnumganga pensumlistar frá 2007-2015, ið vóru goymdir á teldu. Í hvørjari mappu vóru 10-20 pensumlistar. Eg valdi at gjøgnumganga fimm listar úr hvørjari mappu. Avmarkað er, hvussu stór útskifting er millum starvsfólk á miðnámi, og tí vóru tað ofta somu lærarar, ið høvdu sent síni yvirlit inn. Sum frá er liðið, hava nógvir lærarar ivaleyst evnað sær eina undirvísingarskrá og nýta sama tilfar í ymsum flokkum, so fyri at hagtølini skuldu vera álítandi, kannaði eg gjølla, at sami lærari ikki var valdur fleiri ferðir. Harafturat valdi eg at gera eina landafrøðiliga spjaðing, har eg í stóran mun royndi at taka so nógvar skúlar uppí, sum til bar. Samanlagt nýtti eg tilfar úr 43 pensumlistum, har hvør listi fevndi um tilfar, ið var lisið í føroyskum gjøgnum tvey ella trý ár.
Ein pensumlisti inniheldur nógv tilfar – alt frá ástøðiligum og málsøguligum tilfari til blaðgreinir, filmar, leikrit, røður, kjakíkast, ævintýr, kvæði, yrkingar og skaldsøgur. Í viðgerðini av pensumlistum við atliti til kanon, valdi eg at savna meg um trý tekstasløg: yrkingar, stuttsøgur og høvuðsverk/skaldsøgur. Ein bólkur kundi verið ævintýr og kvæði, men av tí at tað í námsætlanini í føroyskum fyri 2015 var krav um at undirvísast skuldi í skaldskapi av mannamunni, metti eg hetta verða óneyðugt at kanna. Tá tað er sagt, er eingin ivi um, at hetta er ein týdningarmikil bólkur av tekstum, men fyri at avmarka meg, valdi eg í høvuðsheitum at hyggja eftir bókmentum frá 1876 og fram. Eg valdi ei heldur at seta nakað mark á í mun til árstal. Í Danmark hevur mann ásett 1965 sum mark viðvíkjandi kanonlesnaði. Føroyska bókmentasøgan er munandi yngri enn tann danska, og tískil hevði eitt mark minkað um mongdina av tekstum.
Eg havi sostatt hugt eftir yrkingum, høvuðsverkum og stuttsøgum fram til 2015. Umleið 500 síður og 43 pensumlistar frá 2007-2015 vórðu gjøgnumgingin. Tilsamans 182 høvuðsverk, 1075 stuttsøgur og 1568 yrkingar vórðu skrásettar. Sum nevnt áður, so valdi eg tríggjar bólkar, tá eg skrásetti tekstir:
- høvuðsverk/skaldsøgur
- stuttsøgur
- yrkingar
Í viðgerðini av høvuðsverkum skrásetti eg fleiri upplýsingar í samanteljingini, m.a.: rithøvund, verk, tjóðskap og útgávuár. Innan yrkinga- og stuttsøgugreinina vóru tað í høvuðsheitum føroyskir rithøvundar, ið vórðu lisnir, við fáum undantøkum. Niðast á listanum sóust norðurlendskir rithøvundar.
Hyggja vit kortini nærri at høvuðsverkum, er søgan ein onnur. Tilsamans vóru 46 rithøvundar í teimum 43 pensumlistunum:
Talva 1. Yvirlit yvir høvuðsverk – tjóðskapur | Talva 2. Mest lisin útlendsk høvuðsverk – rithøvundar | |
Føroyskt – 29 rithøvundar Svenskt – 7 rithøvundar Amerikanskt – 4 rithøvundar Norskt, svenskt og íslendskt – 3 rithøvundar Danskt – 2 rithøvundar Finskt, spanskt, russiskt, indiskt og tjekkiskt – 1 rithøvundur | Einar Már Gudmunson (IS) – 9 ferðir Jostein Gaarder (NO) – 7 ferðir J.R.R. Tolkien (UK) – 5 ferðir Sara Kadefors (SE) – 4 ferðir Torgny Lindgren (SE) – 4 ferðir Sjón (IS) – 4 ferðir |
Føroyskir rithøvundar verða nógv lisnir, men eisini eru nógvir útlendskir rithøvundar á listanum. Meira enn helvtin eru útlendingar. Einki krav er um, at undirvísast skal í tekstum eftir føroyskar rithøvundar burturav. Av útlendskum skaldsøgum, ið verða lisnar, eru tær flestu norðurlendskar – týddar til føroyskt. Hyggja vit eftir útgávuárinum av týðingunum til føroyskt, eru nógvar av skaldsøgunum útgivnar í 21. øld, og hetta kann eisini spæla ein leiklut, at júst hesi verk sostatt eru væl umboðað í pensumlistunum árini 2007-2015.
Av útlendsku rithøvundunum er Einar Már Gudmundsson ovast á listanum. Ein annar íslendskur rithøvundur, “Skuggabaldur” (2004) hjá Sjón varð lisin 4 ferðir. Eisini eru svensk og norsk verk á listanum. “Appilsingentan” (2003) hjá Jostein Gaarder varð lisin 6 ferðir. “Sandor/Ida” (2003) eftir Saru Kadefors, “Vegurin hjá Ormi yvir Klettin” (1982) eftir Torgny Lindgren og “Hobbin” (1937) eftir J.R.R. Tolkien vórðu lisnar 4 ferðir.
Talva 3. Mest lisnir rithøvundar | Talva 4. Mest lisin verk | |
Jógvan Isaksen, Jóanes – 16 ferðir Jóanes Nielsen (FO) – 16 ferðir Einar Már Gudmundsson (IS) – 9 ferðir William Heinesen (FO) – 9 ferðir Oddvør Johansen (FO) – 9 ferðir Jostein Gaarder (NO) – 7 ferðir Heðin Brú (FO) – 6 ferðir H.A. Djurhuus (FO) – 6 ferðir Høgni av Heiði (FO) – 6 ferðir | Glansbílætasamlarnir – 12 ferðir Føroyingasøga – 10 ferðir Alheimsins Einglar – 9 ferðir Tá ið eg havi málað summarhúsið – 9 ferðir Beinta – 6 ferðir Appilsingentan – 6 ferðir Heita summarið – 6 ferðir Krossmessa – 5 ferðir Glámlýsi – 5 ferðir |
Talva 3 vísir mest lisnu rithøvundarnar úr pensumlistunum, og talva 4 vísir mest lisnu verkini. Hyggja vit nærri at teimum mest lisnu rithøvundum og verkunum, eru nøkur áhugaverd viðurskifti, ið kunnu takast fram.
Ein nýggjari rithøvundur, sum kortini byrjaði at skriva í 70’unum, men sum enn er sera virkin, er Jóanes Nielsen. Hann og Jógvan Isaksen eru teir mest lisnu rithøvundarnir innan skaldsøgugreinina. “Glansbílætasamlarnir” eftir Jóanes Nielsen frá 2005 er mest lisna skaldsøga. Krimihøvundurin Jógvan Isaksen er eisini høgt á listanum, men býtiðin millum skaldsøgurnar er øðrvísi. Krimisøgurnar “Krossmessa” (2005) og “Blíð er summarnátt á Føroyalandi” (1991) verða lisnar ávikavist 5 og 4 ferðir. William Heinesen verður lisin 9 ferðir. Tvær av níggju ferðum er kortini ritsavnið “Stjørnuskaldið undir Varða” (2000) lisið sum høvuðsverk. William Heinesen hevur skrivað nógvar kendar skaldsøgur, og spjaðingin millum skaldsøgurnar er breið. Ein kend og væl dámd skaldsøga sum “Glataðu spælimenninir” (1950) verður bert lisin eina ferð.
Sum nevnt áður, valdi eg ikki at skráseta søgur, kvæði og ævintýr. Kortini havi eg skrásett “Føroyingarsøgu”, hvørja ferð hon varð lisin sum høvuðsverk, og hetta er ikki heilt sjáldsamt. “Føroyingasøga” varð lisin 10 ferðir.
Næstan øll verkini, ið eru lisin, eru føroysk ella føroyskar týðingar. Tvær ferðir skrásetti eg danskar skaldsøgur, ið vórðu lisnar í føroyskum, “Moder Syvstjerne” eftir William Heinesen og “Ringenes Herre” á donskum eftir Tolkien. Helst hevur tvørfakligt samstarv millum lærugreinar ella at ein lærari tvíheldur um, at William Heinesen skal lesast á uppruna máli.
Oddvør Johansen og skaldsøga hennara “Tá ið eg havi málað summarhúsið” (2001) varð lisin 9 ferðir. Ein onnur væl dámd og kend skaldsøga eftir Oddvør, “Lívsins summar” varð als ikki lisin. Ein av kendastu skaldsøgunum, “Feðgar á ferð” (1940), eftir Heðin Brú, sum mangan verður nevnd í ymsum bókmentasøgum, varð bert lisin 4 ferðir. Ein onnur kend skaldsøga, “Fiskimenn” (1946), eftir Martin Joensen varð einans lisin eina ferð. “Barba og harra Pál” (1939) hjá Jørgen Frantz Jacobsen varð lisin tvær ferðir, meðan “Beinta” (1927) eftir H.A. Djurhuus varð lisin 6 ferðir. Fyrsta føroyska skaldsøgan, “Bábilstornið” (1909), varð lisin eina ferð sum høvuðsverk. Harafturímóti varð stuttsøgusavnið “Glámlýsi” (1912) eftir sama rithøvund, Regin í Líð, lisið nakrar ferðir sum høvuðsverk. Alt savnið varð lisið sum høvuðsverk 5 ferðir, og í stuttsøguskrásetingini vóru fleiri søgur úr hesum savni skrásettar.
Gomul verk sum “Føroyingasøga” (1832) og “Beinta” (1927) verða lisin, men eisini nýggjari skaldsøgur sum “Krossmessa” (2005) og “Brahmahdellarnir” (2011). Sum heild vísti skrásetingin, at verk frá 21. øld eru best umboðað: 96 av 182 høvuðsverkum eru frá ár 2000 ella seinni.
Í stuttsøgugreinini eru í høvuðsheitum føroyskir rithøvundar, ið eru umboðaðir. Rithøvundarnir, sum verða lisnir, í stóran mun teir somu, sum verða nevndir í føroyskum bókmentasøgum.
Tá ið skrásetingin av stuttsøgum fór fram, varð ikki skrásett eins nógv, sum skrásett varð í sambandi høvuðsverk. Kortini skrivaði eg mær viðmerkingar og gjørdi mær nakrar eygleiðingar í gongdini. Skjótt kundi staðfestast, at flestu stuttsøgurnar vóru í stuttsøgusøvnum, ætlað undirvísing. M.a. kunnu nevnast Slóðir, Les 3, Heiðin Hind og onnur søvn.
Sólrun Michelsen er eisini nógv lisin. Hon gav út “Tema við slankum” (2007), ið er eitt verk samansett av søgum um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar. William Heinesen er eisini væl umboðaður í stuttsøgu- og yrkingayvirlitinum, hetta vegna savnið “Stjørnuskald undir Varða”, ið var givið út í 2000 av forlagnum NÁM. Longri niðri á listanum sóust norðurlendskir rithøvundar.
Talva 5. Tal á lisnum stuttsøgum hjá hvørjum rithøvundi, sambært pensumlistunum.
Brú, Heðin | 104 | Helmsdal, Rakel | 21 | Eidesgaard, H.M. | 8 | ||
Hoydal, Karsten | 58 | Jacobsen, Steinbjørn B. | 20 | Skram, Amalie | 8 | ||
Heinesen, William | 57 | Michelsen, Sólrun | 20 | Winther, M.A. | 8 | ||
Heinesen, Jens Pauli | 55 | Nielsen, Jóanes | 20 | Gjallandi, Torgils | 7 | ||
Kamban Hanus | 51 | Smith, Thomas M. | 20 | Hanusardóttir, Bergtóra | 7 | ||
Hestoy, Heini | 45 | Hentze, Ebba | 18 | Rasmussen, O.M. | 7 | ||
Jakobsdóttir, Svava | 14 | Skaalum, Annika | 7 | ||||
Didriksen, Lydia | 40 | Djurhuus, Sverri | 13 | Strindberg, August | 7 | ||
Hoydal, Gunnar | 36 | Jacobsen, Sámal K. | 13 | Askham, Elias | 6 | ||
Joensen, Martin | 36 | Reinert, Andrea | 13 | Lagerkvist, Per | 6 | ||
Jacobsen, Magnus Dam | 27 | Dalsgaard, Jóannes | 12 | Lagerløf, Selma | 6 | ||
Johansen, Oddvør | 27 | Dahl, Marianna Debes | 9 | Bang, Herman | 5 | ||
Kjelnæs, Marjun | 25 | Kristiansen, Alexandur | 9 | Ódn, Óðin | 5 | ||
Líð, Regin í | 24 | Poe, Edgar Allan | 9 | Ryggi, Mikkjal á | 5 | ||
Djurhuus, H.A. | 22 | Dalsgaard, Arnbjørn Ó. | 8 | Bradbury, Ray | 4 |
Í arbeiðinum at skrásetta stuttsøgur sást sostatt, at tekstasøvn spæla ein stóran leiklut í undirvísingarhøpi. Ein lærari sleppur partvíst undan at seta saman egið tekstasavn, og tílík søvn eru ofta sett saman av føroysklærarum, ið frammanundan hava drúgvar undirvísingarroyndir. Hesi søvnini gerast í ávísan mun í styttri ella longri tíð smáir kanonlistar, tí tey hava eina ómetaliga ávirkan á útvalda tilfarið hjá fleiri lærarum og spæla tískil ein týdningarmiklan leiklut í undirvísingarhøpi. Sostatt eru forløg við til at kanonisera rithøvundar og tekstir, tá slík søvn verða gjørd. Ein kann ímynda sær, at um líknandi kanning varð gjørd í dag (ár 2021), høvdu fleiri stuttsøgur úr røðini Sýni & Dýpi ivaleyst verið ovarlaga á listanum.
Í samband við yrkingagreinina er hetta eitt tekstaslag, ið er væl umboðað í føroyskum. Sum heild verða nógv yrkingasøvn givin út í Føroyum, og lýriska siðvenjan og sangsiðvenjan eru sum heild sterkar í føroyska samfelagnum. Heili 1568 yrkingar vóru skrásettar í teimum 43 pensumlistunum. Hetta svarar til 36 yrkingar fyri hvønn lista.
Talva 6. Hvussu ofta rithøvundar standa í pensumlistum innan yrkingagreinina
Effersøe, Rasmus | 39 | Kári P. | 17 | Gaini, Sigri M. | 7 | ||
Patursson, Jóannes | 39 | Helmsdal, Guðrið | 14 | Glerfoss, Hans Jákup | 7 | ||
Petersen, Fríðrikur | 38 | Bø, Líggjas í | 12 | Klein, Heðin M. | 7 | ||
Nielsen, Jóanes | 31 | Dalsgaard, Jóannes | 12 | Løgmansbø, Jónleyg á | 7 | ||
Patursson, Rói | 27 | Hansen, Billa | 12 | Danielsen, Arnbjørn | 6 | ||
Djurhuus, Hans A. | 26 | Rasmussen, Steintór | 12 | Hanusardóttir, Bergtóra | 6 | ||
Djurhuus, Janus | 23 | Jensen, Carl Jóhan | 11 | Artúvertin, Agnar | 5 | ||
Dahl, Regin | 22 | Joensen, Martin | 11 | Bærendsen, Christian | 5 | ||
Matras, Christian | 22 | Poulsen, Malan | 10 | Hoydal, Gunnar | 5 | ||
Hoydal, Karsten | 19 | Ryggi, Mikkjal á | 10 | Long, Rikard | 5 | ||
Poulsen, Tóroddur | 19 | Heinesen, William | 9 | Rasmussen, Stig G. | 5 | ||
Skarði, Símun av | 19 | Kristiansen, Alexandur | 9 | Dahl, Jákup | 4 | ||
Jacobsen, Steinbjørn B. | 18 | Gregoriussen, J.P. | 8 | Jacobsen, Gulak | 4 | ||
Joensen, Poul F. | 18 | Kamban, Hanus | 8 | Kingo, Thomas | 4 | ||
Djurhuus, Tummas N. | 17 | Pólsson, Petur | 8 | Kjelnæs, Marjun | 4 |
Verður hugt nærri at tølunum á listanum, síggja vit, at ovast eru rithøvundarnir knýttir at tjóðskaparrørsluni: Jóannes Patursson, Rasmus Effersøe og Fríðrikur Petersen.
Klassikarin J.H.O. Djurhuus er á umleið helvtini av pensumlistunum. Beiggi hansara, H.A. Djurhuus, verður eisini lisin ofta. Aðrir kendir yrkjarar eru Chr. Matras, Regin Dahl, Karsten Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen. Koma vit longri upp í tíð, eru nøvn sum Heðin Klein, Rói Patursson og Tóroddur Poulsen. Guðrið Helmsdal er tann kvinnuligi yrkjarin, ið sambært skrásetingini, verður mest lisin.
Ein yrkjari, sum er høgt á listanum, er Jóanes Nielsen, og hann verður sum heild lisin ofta og nógv. Í skrásetingini sást, at tað var ein blandingur millum eldri og yngri verk hjá honum. “Trettandi mánaðin” (1978), elsta verk Jóanesar, varð lisið nakrar ferðir, men eisini nýggjari søvn so sum “Tey eru sum taka mánalýsi í álvara” (2007). Ein annar yrkjari, sum verður nógv lisin, er Rói Patursson. Yrkingasavn hansara “Líkasum” vann í 1986 Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Onnur nøvn ovarlaga á listanum eru Poul F. og Kári P. Her kann hugsast, at tónleikurin hevur ávísan týdning. Serliga eru tað sangir á plátuni ”Hinumegin ringvegin” (1991), sum vóru í pensumlistum. Eisini Poul F. er høgt á listanum. Har hevur tónleikaskaldið Hanus G. lagt lag til fleiri tekstir. Sum heild samsvaraðu hagtølini rættiliga væl við tað, sum var upplýst í bókmentasøgum. Einasti munurin var, at úrvalið av yrkingum var ikki líka nógv merkt av skúlaútgávum sum stuttsøgurnar. Tað tyktist sum, at lærarar í stóran mun sjálvir valdu frítt ymsar yrkingar og yrkingasøvn til undirvísing.
Hvat siga lærarar?
Fyri at kanna, hvat lærarar í føroyskum halda um kanon, gjørdi eg eitt spurnablað, ið var sent út til allar miðnámsskúlar í Føroyum. Í kanningini fingu lærarar høvi at svara spurninginum: Heldur tú, at tað skuldi verið undirvíst í einum ásettum “rithøvunda kanonlista” í fakinum “føroyskt” á miðnámsskúlum í Føroyum? Síðani vóru lærarar bidnir um at útdýpa svar sítt. Hóast talan vóru um stutt svar, góvu hesi eitt gott innlit í hugburðin til eitt møguligt krav um kanon.
Kanningin vísti, at 40,9 % søgdu “Ja” til eina kanon. 31,8 % søgdu “Nei” og 27,3 % søgdu “Eg veit ikki”. So býtið var rættiliga javnt. Lærarar vístu á bæði fyrimunir og vansar við kravi um kanonlesnað. Nøkur av teimum sjónarmiðum, ið vóru førd fram, vóru, at summi kundu hugsað sær nakrar umboðandi høvundar fyri at tryggja ávísa góðsku í undirvísingini, eins og eitt ávíst tekstaúrval átti at verið gjøgnumgingið við øllum miðnámsskúlanæmingum. Fleiri mettu tað vera týdningarmikið at tryggja, at næmingar kenna týdningarmestu rithøvundarnar innan hvørt bókmentaligt rák. Eitt heimildarfólk vísti á, at t.d. høvundar sum Janus Djurhuus, William Heinesen, Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen á ein ella annan hátt áttu at verið lisnir, tí viðkomandi hevði varhugan av, at hesir “skaldsligu varðar” ofta verða gloymdir. Ein annar persónur vísti á, at fyrimunurin við kanon er, at lærarin veit, hvørjir høvundar eru týdningarmestir, og at allir næmingar lesa hesar og við kanon verður tryggjað, at næmingar fáa innlit í bestu bókmentir føroyinga. Kanon tryggjar harumframt eitt ávíst støði í undirvísingini, og næmingar fáa eitt søguligt innlit í bókmentirnar. Hvussu skula næmingarnir annars fáa innlit í frægastu bókmentir okkara? Orðaði eitt heimildarfólk stutt og greitt.
Kunngerðin í føroyskum var samstundis nevnd nakrar ferðir, og fleiri heimildarfólk vístu á, at núverandi kunngerð er sera ógreið og krøvini ov úrtøkilig í mun til fyrr, har greitt var, hvat lærarar skuldu gera í føroyskum. Tá var ein kanon gjørd meir ella minni, skrivar ein, og ein annar vísir á, at nú er kunngerðin ov veikt orðað, har eru nógv krøv og eingi krøv. Í løtuni verður t.d. ikki kravt, at næmingar skulu lesa eitt verk, t.e. yrkingasavn, stuttsøgusavn ella skaldsøgu. So miðnám er í fríum falli.
So tað er sambært summum ein avbjóðing hvørki at hava pensumstýrda ella kanonstýrda undirvísing, ið kann gera, at tann bókmentaligi parturin ikki verður nóg fjølbroyttur.
Tó vóru eisini ivasamar røddir í kanningini, ið vóru minni avgjørdar um, hvørt tað er rætt at hava ein ásettan kanonlista. Víst verður á, at ein kanon kann gerast eitt haft um beinið, tykjast stirvið og føra við sær, at minni tíð er til ta nýhugsandi tilgongdina í undirvísingini. Grundgevingar eru bæði fyri og ímóti, men tað kann vera øgiliga bundið fyri læraran at skula undirvísa í júst teimum ávísu høvundunum, sum verða settir í ein kanonlista.
Spurningurin er eisini, hvussu langt aftur farið skal vera í tíð. Í danska listanum er helvtin av høvundunum frá tíðini, áðrenn vit hava høvundar í føroyskum, so hvat árstal skulu vit seta sum byrjan og enda, og hvør skal avgera tað? Skrivar eitt heimildarfólk
Fyrimunirnir eru, at undirvísingini verður tryggjað eina ávísa góðsku, og at næmingarnir koma at kenna og viðgerða haldgóðar tekstir, rithøvundar og tíðarskeið. Ein vansi er, at undirvísingin verður ov stýrd, tú tekur part av námsfrøðiliga frælsinum frá læraranum og stýrir innihaldinum í undirvísingini í ov stóran mun. Summi vildu eisini vera við, at flestu føroysklærarar viðgera kanonrithøvundar, og tískil er óneyðugt at hava eitt krav um kanonlesnað.
Tey flestu, ið antin vóru atfinningarsom ella ivasom mótvegis kanon, vóru samd um, at tað kortini hevur týdning, at næmingarnir kenna týðandi bókmentir og høvundar, men vístu á, at lærarar og næmingar av røttum eiga í felag at velja ymiskt tilfar, ið lisið verður, t.d. nýggjari bókmentir og annað hóskandi tilfar.
Nøkur heimildarfólk vístu á, at fínt hevði verið við onkrari semju um ein kanonlista av onkrum slag, men bara sum uppskot – ikki sum krav. Serliga tí at ein kanonlisti hevur lyndi til at taka ov nógvar av teimum gomlu bókmentunum við. Nýggjar bókmentir hava trupult við at vinna hevd sum “kanon”. Loksins vísti ein undirvísari á at eftir mínum royndum og í samstarvi við næmingarnar ber til at gera eitt gott úrval úr bæði eldri og nýggjum bókmentum. Hitt er sum at fara í ein uniform hvørt ár og ongantíð úr honum aftur!
Samanumtikið
Hugtakið kanon verður ofta sett í samband við serstakar reglur til undirvísing í tjóðarbókmentum. Hetta er eitt hugtak, ið hevur elvt til mikið kjak tey seinastu 30 árini. Høvuðsspurningurin í kanonkjakinum er sambandið millum lesnað av eldri bókmentum og dannilsi. Tað eru ymisk sjónarmið fyri og ímóti ásetingum av kanonlistum, og kjakast verður um útbúgvingarligar vansar og fyrimunir knýtt at slíkum listum. Kravið um kanon er ymiskt frá landi til land, og kunngerðin í føroyskum á miðnámi krevur ikki, at undirvísast skal í ávísum fyrimyndarligum verkum ella rithøvundum. Samanbera vit sostatt tveir flokkar í føroyskum, kunnu næmingar hava lisið sera ymiskt tilfar. Tískil setti eg mær fyri at kanna, um vit hava eina óalmenna kanon í Føroyum, og um slík sást aftur í bókmentaúrvalinum í føroyskum á ymsu miðnámsskúlunum kring landið. Harumframt kannaði eg eisini hugburðin til kanon, og ein brøkpartur av ymsu kanningarúrslitunum er førdur fram í hesi grein. Samanumtikið vísti tað seg, at tey flestu vóru jalig um eina kanon í føroyskum bókmentum. Fleiri lærarar og fakfólk hildu, at tað kundi verið ein fyrimunur at ásett eitt krav um kanonlesnað í kunngerðini fyri føroyskt. Kannaðir vóru fyrimunir og vansar, men sum heild vístu fleiri fakfólk á, at ein kravdur kanonlisti hevði ført við sær, at tilfar var evnað og ment til undirvísingina í føroyskum. Við kravi um kanon høvdu næmingar gjøgnum bókmentasøguliga viðgerð av ávísum verkum fingið eina kenslu av tíðarrøð og eitt innlit í føroyska søgu og bókmentasøgu. Røddirnar ímóti kanon vístu á, at tað var óneyðugt at hava krøv um ítøkiligar rithøvundar í føroyskum, hetta megnar lærarin sjálvur at undirvísa í, hóast eingin listi er, sum krevur hetta.
Viðgerðin av pensumlistum vísti kortini, at talan var um ávísa kanon, har ávísir høvundar vórðu lisnir í føroyskum innan ymsu tekstasløgini. Serliga yrkingagreinin var væl umboðað bæði í vavi og gjøgnum tíð, og samsvar var ímillum tað, sum bókmentasøgur og fakfólk vístu á sum “kanonbókmentir”, og tað sum undirvíst varð í á miðnámsskúlunum. Eisini innan stuttsøgugreinina sást, at ávísir høvundar vóru lisnir, og tað í stóran mun var samsvar millum bókmentasøgur, samrøður og pensumlistar. Her spældu forløgini og stuttsøgusøvn stóran leiklut.
Størsta gloppið var í skaldsøgusamanteljingini. Har vóru nógvar nýggjar skaldsøgur og týddar skaldsøgur í pensumlistunum. Har kundi ein sagt, at ein ávísur kanonlisti hevði tænt sínum endamáli: at tryggja, at týdningarmiklar, føroyskar søgur berast víðari til yngra ættarliðið, sum sostatt er við til at fortelja søgu landsins gjøgnum bókmentirnar.