Kvalitativ eftirmeting
Eftir Kirstin Brix í miðnámsrit 7, september 2015
Í november í fjør skipaði Føroya Studentaskúli og HF-skeið fyri temadegi um eftirmeting, har ymiskir eftirmetingarhættir vórðu lýstir. Eg skal her stutt greiða frá tí framløgu, eg hevði, um kvalitativa eftirmeting, sum eg sjálv havi brúkt nakrar ferðir. Kvalitativ merkir í hesum samanhangi, at næmingarnir skulu svara spurningum við egnum orðum, t.e. kvalifisera útsagnirnar, og ikki t.d. geva stig frá 1 til 5 ella brúka sera gott/ gott/ minni gott/ vánaligt.
Endamálið við at gera eina slíka eftirmeting er at kanna, um t.d. ein ávís undirvísingargongd hevur fingið tað úrslit, sum var ætlanin, tá ið tilfar, arbeiðshættir og tíðarkarmur vórðu vald.
Eftirmetingin er skrivlig. Fyrimunurin við tí er, at øll noyðast at hugsa sjálv og sjálv orða sínar meiningar. Ein annar fyrimunur, ið hevur víst seg, er, at fleiri evni, brigdi ella vinklar koma fram, tá ið næmingarnir sita hvør í sínum lagi og skriva, enn tá ið eftirmetingin er munnlig. Tá ið hon er munnlig, er mín roynd tann, at nøkur siga sína meining, men at tey flestu hava lyndi til at halda seg aftur og bara siga: “Hini hava sagt tað.” Sum oftast er tað ikki rætt. Sjálvt um meiningarnar kunnu líkjast, brúka næmingarnir ymisk orð og leggja dentin ymiskt. Og síðuvinningurin er so, at tey fáa eina medvitna fatan av tí, tey hava gjørt, og tað er eisini venjing.
Niðanfyri er dømi um eitt eftirmetingarskjal, sum varð brúkt, eftir at flokkurin hevði arbeitt við evninum samleiki í ymiskum tekstsløgum.
Tilfar
- Heiðrikur á Heygum: Sigarett (stuttfilmur)
- Høgni Miné: Glaskrukkan (stuttsøga)
- Sigri Gaïni: Samleiki (yrking)
- Karsten Hoydal: Barnið, bergið og blómurnar (yrking)
- Myndaframsýningin: Gull úr gloymskuni (Listasavnið)
Spurningar
- Hvussu dámdi tær tilfarið? Hví?
- Hvussu hevur tað verið at arbeiða við ymiskum tekstsløgum? Hví?
- Hvat hevur tú lært?
- Hvussu ert tú nøgd/ur við títt egna avrik? Hví?
- Hvussu hevur arbeiðshátturin riggað? Bólkaarbeiði, einstaklings- / pararbeiði, læraraframløga, stílur. Hví?
- Hvussu hevur riggað at arbeiða við sBók? Hví?
- Uppskot til evni, tekstir, tekstsløg, arbeiðshættir.
- Navn: _______________
Summir spurningar kunnu brúkast afturvendandi, aðrir mugu lagast til til tað ávísa endamálið. Vanliga brúka næmingarnir umleið ½ tíma til at svara.
Til hetta slagið av eftirmeting skulu næmingarnir skriva sítt navn undir. Gera tey ikki tað, ber illa til hjá læraranum at gera sær eina niðurstøðu burtur úr teirra meiningum um tey ymisku punktini. Heldur onkur t.d., at bólkaarbeiðið ikki riggaði, so er neyðugt at vita, hvør viðkomandi er, hvørji onnur hava verið í bólkinum, hvussu arbeiðið hevur verið fyrireikað og skipað o.s.fr.
Endamálið við eftirmeting má vera at fáa íkast til at skipa undirvísingina og arbeiðið soleiðis, at øll fáa sum mest burturúr. Eru upplýsingarnar ónevndar, er tað ítøkiliga virðið í teimum ikki til stóra nyttu.
Tann kvalitativa eftirmetingin er bara ein møguleiki av mongum. Og hvussu, nær og hvat verður eftirmett, er ymiskt í ymiskum lærugreinum og flokkum.