Læring á facebook - viðtal við Ólav Ellefsen
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 4, desember 2014
Ein av mongu føroysku bólkunum á Facebook nevnist Læring. Ólavur Ellefsen stovnaði bólkin í desember 2011, og trý ár seinni hevur bólkurin 549 limir. Vit hava sett Ólavi nakrar spurningar um tankarnar aftanfyri bólkin.
Hví er tað neyðugt at hava ein slíkan bólk?
Í endamálsorðingini hjá bólkinum stendur, at hann er ætlaður teimum føroyingum, sum arbeiða við og hava áhuga í útbúgving, venjing, vitan og førleikum – og hvat hugtakið “læring” annars fevnir um.
Eg haldi, at tað er gagnligt við einum tvørfakligum samskifti um læring, óansæð fakliga bakgrund. Tað veri seg námsfrøðingar, lærarar, skeiðshaldarar, ráðgevar, lærandi, foreldur, umsitarar ella tey, sum skapa læringstilfar. Í bólkinum hava fólk høvi at lesa og skriva um bæði aktuellar hendingar og tíðarleys læringsfyribrigdi, og tað gera tey so.
Sjálvur arbeiði eg við at menna og veita læringstøkni í eini skeiðsfyritøku, og havi brúkt nógva tíð seinastu árini – millum annað í bólkinum Læring – at økja um mína vitan um læring og menna mínar førleikar at skapa góðar læringsloysnir. Bólkurin er – ella skal gjarna vera – eitt gott amboð at læra um læring.
Hvaðani koma innleggini?
Størsti parturin av innleggunum eru viðmerkingar til greinar, sum limirnir finna á netinum. Tað er eingin stýring av, hvør sleppur at leggja greinar út, ella hvat slag av greinum og viðmerkingum, talan er um.
Tú kanst siga, at bólkurin byggir á konnektivistiska hugsunarháttin, har tú lærir við at binda saman ymsar kunningarkeldur. Í hesum førum viðkomandi keldur um læring.
Tit hava valt at lata greinarnar standa á útlendskum máli. Hví?
Stutta svarið er, at tað tekur tíð og orku at umseta. Ein ørgrynna av tilfari er um læring á alskyns málum, og heldur enn at umseta heilar greinar, verður dentur lagdur á at viðmerkja greinarnar á føroyskum og at seta tær inn í ein føroyskan kontekst. Tá tað er sagt, er eitt óbeinleiðis endamál við bólkinum at seta føroysk orð á læringsfyribrigdi og at menna eitt føroyskt læringsmál. Tað hevði sjálvsagt verið best, um fólk høvdu og góvu sær stundir at umseta mest viðkomandi tilfarið, men tað má – eins og alt í einum tílíkum bólki – koma frá fólki sjálvum.