Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Meditatión á tímatalvuni

Eftir Kirstin Lange, Tórður Johannesarson týddi í miðnámsrit 7, september 2015

Kristin Lange er cand. mag. í sponskum og eingilskum. Hon er eisini lærari í Transcendentalari Meditatión. Hon hevur undirvíst á ymiskum ungdóms­útbúgvingum, kvøldskúla og yrkisskeiðum. Hon var saman við øðrum, sum royndu at byrja ein eftirskúla í Danmark, sum skuldi hava meditatión á tímatalvuni.

Á heysti 2014 var eg í tríggjar mánaðir í Ekvador, tí at eg var knýtt at eini royndar­verkætlan hjá ekvadorianska kenslumálaráðnum. Vit fingu eisini stuðul frá David Lynch grunninum. Ætlanin var liður í, at næmingar á ymiskum skúlum fingu møguleika at læra Transcendentala Meditatión (stytt TM), og vita um hetta háttalag kundi betra um læringina og sálarliga umhvørvið á skúlunum.

Tá ið eg kom til Ekvador, bleiv eg saman við tveimum øðrum TM-lærarum knýtt at einum stórum skúla í einum hampiliga stórum býi í Andesfjøllum, 2800 metrar yvir havinum. Tað serstaka við skúlanum var, at hann var barnaskúli fyrrapartar og studentaskúli seinnapartar.

Avgjørt var, at øll børnini yvir 10 ár skuldu læra TM. Eftir at hava vegleitt rektara og flestu lærarar, fóru vit undir at læra tey elstu børnini í fólkaskúlanum og teir yngstu studenta­skúlanæmingarnar at nýta háttalagið. Samanlagt lærdu umleið 700 næmingar teknikkin teir tríggjar mánaðirnar, ið eg var á skúlanum.

Tað fer fram á tann hátt, at útvaldu flokkarnir høvdu ein tíma í fimm dagar, har teir lærdu meditatiónsteknikkin. Sum lærari á ymiskum ungdómsútbúgvingum í eini 10 ár, upplivdi eg á fyrsta sinni, at næmingarnir vóru keddir, tá ið tímarnir vóru komnir at enda. ”Nei, bara ein tíma afturat!” róptu børnini. Møguliga vildu tey sleppa undan støddfrøði og eingilskum, men ein sannroynd var, at meditatión fangaði teirra áhuga. 

Eftir, at skeiðini vóru liðug, var avbjóðingin at fáa tey at halda fram og fáa meditatiónina til vana, og at hjálpa teimum næmingum, sum høvdu ilt við at meditera av fríum vilja, t.e. uttan á nakran hátt at kýta seg. 

Tað var nakað heilt serligt at uppliva næmingarnar meditera. Teir kundu vera rættiliga ófriðaligir og larma illa, tá ið vit komu inn í flokkin, men tá ið teir høvdu lært meditatión, var friður í skúlastovuni. Teir næmingar, sum ikki vildu meditera av onkrari orsøk, skuldu vera í flokkinum, men skuldu vera kúrrir, so øll høvdu eina løtu í tøgn saman. Hesir høvdu torført við at sita stillir, meðan hini, sum dugdu at nýta teknikkin, vóru friðarlig. 

Hvat er Transcendental Meditatión?

TM er ein einfaldur og ikki uppgjørdur (t.e. sjálvvirkin) mentalur (t.e. sinnisligur) teknikkur, sum tú útinnir 15-20 minuttir tvær ferðir um dagin. Tú setur teg væl í einum stóli og letur eyguni aftur. Í mun til annan meditatiónsteknikk, so krevur TM ikki nakað slag av hugsavnan (t.e. konsentrering) ella roynd at hava tamarhald á sinninum. Teknikkurin savnar seg heldur ikki um at eygleiða, soleiðis sum verður gjørd t.d. í mindfulness. Teknikkurin er sum sagt einfaldur; men tað krevst persónlig vegleiðing fyri at tryggja, at tú fær veruliga fatur í mannagongdini, og harvið eisini ætlaða ágóðan.

Tann ítøkiliga nýtslan av TM ger sinnið róligt, og tú gerst varugur við egna persónliga sinnisstøðu – ein støða sum er bygd á  hvílandi vakinleika, t.e. at tú gerst meira vakin enn í vaknari sinnisstøðu, og samstundis meira hvílandi enn í sovandi ella droymandi sinnisstøðu – tú kemur í eina 4. tilvitskustøðu. Talan er um eina almenniskjaliga sannroynd, sum gevur næmingunum tryggleika, so teir ikki kenna seg so strongdar, og megna tí betur at hava tamarhald á sær sjálvum. Teknikkurin ger, at teir í minni mun róta seg út í nakað býtt, t.d. lógarbrot, royndir við rúsevnum ella okkurt annað. 

Síðan Maharishi Mahesh Yogi kom við TM til vesturheimin seinast í sekstiárum, hevur háttalagið verið rannsakað í eini 600 vísindaligum kanningum, harav eru 380 givnar út í tíðarritum við ”peer-review”, og er meditatiónin soleiðis blivin viðurkend á høgum vísindaligum stigi fyri sínar gagnligu ávirkanir.

Týðandi úrslit eru m.a., at tú fer í eina sera djúpa tilvitskustøðu, harafturat eina meira samanhangandi heilafunktión, málað við EEG, sum málar elektrisk signal frá ymsum økjum í heilanum. Aðrar royndir vísa eitt størri blóðgjøgnumrák í prefrontala cortex í heilanum undir TM. 

Prefrontala cortex er økið í heilanum, sum hevur við okkara sjálvsfatan, dømievni, motivatión og sjálvstamarhald at gera. Økið hevur somuleiðis at gera við evnini at skyna á, hvat er rætt og skeivt. Tað verður sagt, at undir strongd, riggar hesin parturin av heilanum ikki, so vit reagera meira óborið (instinktivt), sum ein partur av eini primitivari yvirliving­ar­mekanismu sum arvur frá djóraríkinum. Eisini lógbrótarar, misnýtarar og fólk við ADHD sigast at hava vánaligari blóðgjøgnumrák í prefrontala cortex. Á ein hátt kunnu vit siga, at talan er um funktionellar ”holur” í heilanum, tí at partar av honum rigga ikki. Ástøðið er, at TM er ein sjálvvirkin sinnislig tøkni til at fáa allar partar av heilanum virknar og at arbeiða saman.

Aðrar broytingar undir TM, sum kunnu málast, eru økt framleiðsla av serotonin, eisini kallað ”eydnuhormonið”, sjálvt um hetta er ein nervasendari (neurotransmitter) og broytt  framleiðsla av cortisol, sum er eitt hormon, ið verður sett í samband við strongd.

Hesar broytingar undir TM eru grundarlag undir nógvum jaligum árinum á lívið. Vert er at leggja sær í geyma, at TM hevur gott árin á heilsuna hjá okkum, her verður eisini hugsað um hjarta- og æðrasjúkur, minni strongd, størri lívsvirði og færri sálarligar trupulleikar. Í sambandi við skúlaviðurskifti kunnu vit nevna: betri læringsevni, bindindi og uppmerk­semi, og ikki minst størri kreativitet og evni at hvíla í sær sjálvum.  Alt hetta er fyri langari tíð síðan staðfest í rúgvuvís av publiseraðum granskingargreinum í viðurkendum peer-reviewaðum vísindatíðarritum.

Hvussu gekk á mínum skúla?

Ongin verulig eftirmeting varð gjørd, tá ið eg fór aftur til Danmarkar, men sambært rektaranum og fleiri lærarum vóru flokkarnir meiri friðarligir, og færri ósemjur vóru millum næmingar. Tíðin, sum fór til meditatión, bleiv vunnin inn aftur, tí at næmingarnir arbeiddu meir savnandi og málvíst eftir at hava mediterað. Lærararnir sýntust at vera í iva og ilskaðust, tá ið vit komu inn í flokkarnar at seta teir í gongd við meditatiónina. Sum frá leið blivu teir meiri jaligir og fyrikomandi, sjálvt um vit komu inn, meðan teir undirvístu.  

Sum heild hevði tað verið best, um lærararnir á skúlanum høvdu staðið fyri meditatiónini. Nakrir teirra dugdu væl at síggja virði í hesum, men tað kom ongantíð inn sum veruligur vani. Tað krevur nokk, at meditatión skal á tímatalvuna og sameinast við praktiska arbeiðið á skúlanum, tað varð ikki heilt gjørt, meðan eg var har yviri. Tá ið eg fór heim, var tað bara helvtin av teimum eldru næmingunum, ið høvdu lært teknikkin. Fleiri av næmingum í flokkum, sum vit ikki høvdu lært upp, vendu sær ofta til okkara fyri at vita, hvussu teir skuldi læra tað. Tað var týðiligt, at hesir høvdu hoyrt nógv gott um meditatión frá vinfólkunum.  

Eitt sindur um David Lynch grunnin

Grunnurin stuðlar serliga TM-verkætlanum á skúlum í sosialt raktum býlingum í USA og skúlum í Latínamerika – harafturat bólkum, sum gomlum hermonnum við PTSD, kvinnum, ið hava verið út fyri harðskapi, fangum o.ø. Um áhugi er fyri verkætlanini í Føroyum, er møguleiki at søkja úr grunninum. Á teirra heimasíðu  https://www.davidlynchfoundation.org/   kann lesast um royndir viðvíkjandi transcendentalari meditatión í skúlasamanhangi. Fleiri upplýsingar eru eisini at finna á http://transcendental-meditation.dk/.  

Niðanfyri siga nakrir av næmingunum frá um sínar royndir við meditatión eftir teir tríggjar mánaðirnar. Tað serliga var, at næmingarnir lærdu ikki um nakað ástøði, men bara meditatións-teknikkin. Frásagnirnar hjá teimum eru ikki bygdar á propaganda ella eftir-rationaliseringar.

Fernanda: Hey, eg eri mediterandi, tað vil siga, at eg brúki meditatión. Sjálvt um tíðin var stutt, havi eg upplivað eina rúgvu. Nú slappi eg altíð av, og hetta hevur gjørt, at eg klári meg betur í skúlanum. Eg hvíli meg nakrar minuttir um dagin, og hetta ger, at eg fái nógva orku restina av degnum. Mest av øllum fegnist eg um, at sinnalagið er blivið betri. Mær dámar væl at meditera og vil mæla øðrum til at gera tað sama.

Hey, eg eiti Vanesa. Síðan eg byrjaði at meditera, havi eg havt tað betri. Próvtølini eru batnað, og eg hvíli betur í mær sjálvari. Tá ið eg mediteri, kenni eg meg róliga og kenni frið á mær. Hini siga eisini, at eg síggi betur út. Tað kennist eins og eg sveimi, og at kenni meg vakrari nú. Eg kenni meg eisini meira nøgda, tí at nú verði eg næstan ongantíð ill longur. Mær dámar væl at meditera, og eg kenni meg væl, meðan eg mediteri.

Eg eiti Katerin og vil siga um mínar royndir við TM. Tað kennist væl at meditera, tí at tað hjálpir at loysa trupulleikar. Míni foreldur hava sagt, at eg havi broytt atferð. Eg havi loyst mínar trupulleikar, og tað hjálpir mær at slappa av sinniliga. Míni próvtøl eru blivin betri, sjálvt um eg taki tað róligt.

Eg eiti Christopher. Eg skal siga tykkum, hvussu tað er at meditera. Síðan eg lærdi hetta, eri eg byrjaður at kenna meg betri og eri róligari. Eg kenni meg sum eitt betri menniskja. Serliga eru mínir trupulleikar viðvíkjandi uppmerksemi horvnir. Próvtølini eru betri. Eg uppføri meg eisini betur mótvegis mínum foreldrum. Møðin er horvin, og eg sovi betur. Mítt lív er sum heild blivið betri, og eg takki av heilum hjarta mínum meditatións-lærarum. Takkað verið teimum, so havi eg fingið eitt betri lív.

Eg eiti Estefania. Tað er sera vakurt, at man við TM kann uppliva eina djúpa og varandi hvíld. Eg hvíli sinnið og kroppin og havi fingið orku, intelligens, kreativitet og uppmerksemi. Somuleiðis eru lagið og heilsan blivin betri. Eg stúri heldur ikki so nógv sum áður. Hevði tunglyndi og strongd, men alt hetta er horvið.

Eg eiti Erika Freire. Meditatión er ein sera góð uppliving, sum hevur hjálpt mær at laga meg eftir mær sjálvari og mínum vinfólkum.

Eg eiti María Mercedes. Eg havi mediterað TM, síðan eg byrjaði á skúlanum. Eg havi merkt broytingar, sum eru til tað betra. Til dømis eri eg nú vakin í tímunum, fyrr sovnaði eg ofta. Hetta hevur hjálpt mær at laga meg til skúlaumhvørvið á ein betri hátt. Eg fati tingini betur og skjótari. Sjálvt um eg eri troytt, eri eg vakin og hugagóð. Sjálvt um tímarnir liggja seinnapartar, megni eg at gera skúlating, tá ið eg komi heim. Tá ið eg vakni og mediteri, merki eg, at eg fái eyka orku restina av degnum.

Melanie: Hey, síðan eg byrjaði at meditera, havi eg upplivað í broytingar í mær sjálvari. Eg savni meg betur í tímunum og skilji betur tað, sum lærararnir siga. Um tað er onkur trupulleiki, so taki eg tað róligt, og loysi hann skjótari. Eg verði ikki so troytt longur. Tá ið eg vakni um morgnarnar, eri eg úthvíld. Mítt sinni er í frið, og nú skikki eg mær betur. Meditaión hevur givið mær friðsælu.

Aðrar greinar í miðnámsrit 7