Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki

Eftir Eyðun Joensen í miðnámsrit 17, juni 2018

Skrivað bókina hava Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology, p.t. lesandi til cand.psych. á Aarhus Universitet og Ann-Britt Fríðheim Morten­sen, sosialráðgevi, eisini Master of Pos.Psych. frá Aarhus Universitet, umframt aðrar lærur og starvsroyndir. NÁM (fyrr Skúla­bókagrunnurin) undir MMR hevur givið út og stuðlað við útgávurelevantari ráðgeving.

Tað er ikki á hvørjum degi, at fakrelevantar bøkur og/ella slík rit ella tekstir koma alment út á føroyskum máli, og minnist meg rætt egnu hálvu virkisøldina aftur í tíðina, munnu tað vera bert eini 4-5 seinastu árini, og eg havi ummælt tær allar (positivt), so lat meg eisini royna meg við hesi higartil seinastu.

Bókin varð annars løgd alment fram  í Miðlahúsinum á kyndilsmessu 02.02.2018, har ikki minni enn tvey landsstýrisfólk, annað umboðandi heilsuverkið og hitt mentanina, røddu. Ætlaði mær at lýða á, tó tað lá ikki fyri.

Nú eg síðani havi fingið bókina til gávus, sum tøkk fyri gamlan íblástur (!), havi eg við fragd og áhuga lisið hesa forvitnisligu, slóðbrótandi og fangandi bók og valt at ummæla eisini hana, samstundis sum eg undrist á, at higartil eingi yngri, feskari og helst betri skúlað enn eg hava latið við seg koma um bókina, sum er eitt frambrot á góðum, lættlisnum, føroyskum máli.

Hon er væl skipað, eisini við viðkomandi strikumyndum, frágreiðingum, tilvísingum, dømum og uppgávum, og er bókin tískil væl skikkað sum bæði lærubók á miðnámsstigi og sum fakligur íblástur til so mong og ymisk, sum virka innan barna- og unglinga­uppaling eins og í professionellum viðgerðarhøpi.

Tó bókin er sum so neyvan heilt dekkandi at brúka einsamøll sum ALMENT kunnandi grundbók í psykologifrálæru á miðnámsstigi, tí minnist meg rætt, og tað er enn galdandi, so eru fyrisitingarligu krøvini har, at teimum lesandi skal verða veitt BREIÐ kunning og innleiðsla um sálarfrøðilig vísindi í síni heild, haðani lesandi so kunnu velja at fara neyvari inn í partar av sálarfrøðini, t.d. læru- og/ella menningarpsykologi, sosialpsykologi, v.m.

Sostatt er henda bók í so spesifikk at dekka alt tað kravda, tó mær tykir hana sera væl skikkaða til síni serøki: mennandi sálarfrøði, sálarheilsu og trivnað í verki afturat einari breiðari og í roynd og veru almennari grundbók, sum so tryggjar tað breiða, um enn grynri innlit í sálarfrøði sum heild.

Saknur er framvegis á grundbók í almennari sálarfrøði á føroyskum máli – og um ikki annað so góðari umseting av nóg frægari útlendskari, síðani sjálvt ORÐFEINGI eisini hevur týdning fyri fakinnihald, -úrkomu og -dannilsi.

Henda bók Gitte og Ann-Britt er málsliga væl ílatin. Tað slepst illa undan onkrum fremmandaorðum, tó tey kunnu lesarar skilja, læra ella venja seg við gjøgnum kontekstin og/ella sláa upp.

Bókin er mær kunnugt tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum um POSITIVA SÁLAR­FRØÐI, sum, gott tað sama, IKKI er tað sama sum í frumsálarfrøði og heimspeki kenda: POSITIVISMA.

Tann positivisman snúði seg meira um eitt ekstremt náttúruvísindaligt konsept, m.a. at uppala og dressera fólk og fæ eftir. Talan var í tí føri um eina mangan bonska, lítið etiska og mannvonda kontanta atferðarviðgerð.

Russisk og amerikonsk vísindafólk gingu undan í verki, og sagt verður, at slíkar positivistiskar viðgerðarskipanir í besta starvsstovulíki vóru (mis?)-brúktar til m.a. at tvingsils-”umskúla” politiskt fráfallin, drankarar, eins og fólk, sum tá í tíðini vóru mett at vera kynsvillingar.

Ikki tí, sjálvur havi eg í viðgerðarmaktarloysi við støði í somu fornu náttúruvísindi stundum fyriskipað sjúkrahúsviðgerð av m.a. lívshóttandi etingarólagi, sjálvsløstan eftir slíkum leisti – og tað við hagfrøðiliga sæð heilt góðum úrslitum í mun til aðrar viðgerðar­­hættir. Men møguliga ”eydnaðist bara sjálv (skurð)-viðgerðin”, og sjúklingurin ”doyði” kortini.

Tá er POSITIV PSYKOLOGI hópin meira mannsømandi og – vinarlig, manipulerar sum so ikki fólk, men tekur tey við upp í menningina betra vegin og veitir teimum medábyrgd fyri egnari menning, trivnað, vælveru og egnari lívslagnu.

Samanumtikið ger positivisma nakað VIÐ viðskiftafólkini, meðan positiv psykologi ger nakað SAMAN við viðskiftafólkum.

Bókin tekur útgangsstøði í rámandi kritikki av gomlum viðgerðarpraksis, har vit baksaðust yvir evnir einamest ”at reparera feilir ella sløkkja eldar” so hvørt uttan at hava nóg frægar stundir, orku ella aðrar arbeiðsumstøður at granska sjúkuorsøkir og harvið fyribyrgja bágum.

Bókin byrjar við eini rámandi søgu um eitt bjargingarfólk, sum áhaldandi baksast við at draga druknandi medmenniskju upp úr eini rennandi á uttan at hava stundir at vita hvar, hví og hvussu hesi fólk detta út í vandamiklu ánna.

Søgan rakar meg og helst við mær mangar gamlar sálarbøtarar meint, og í hvussu er, so kenni eg meg og mítt lívsyrki væl aftur í søguni, tó eg verji meg við, at stundir og orka hava ikki verið til stórt annað enn at veita psykologiska fyrstuhjálp, bøta slíkar løstir bráðfeingis, og mann eg í so máta deila lagnu við so mong onnur undangongufólk í heilsu- og almannayrki, tó ”gudsbarn sigst batna”, og almennar starvssetanir nú á døgum yvirhøvur eisini geva sínum setta fólki høvi at granska, skriva og deila út av sínum arbeiðsroyndum.

Henda bók tekur støði í positivari sálarfrøði við rótum heilt aftur til ”gamla” Maslow og hansara slóðbrótandi verk afturi í farnu øld, har sjóneyka og virki psykologa áttu at verið vend móti dygdum, virðum, tráan og trivnaði manna heldur enn áður mest lýtum.

Gaman í kann neyv sjúkustaðfesting og diagnosa vera neyðug fortreyt fyri munagóðari viðgerð og bata, tó hon einsamøll neyvan bøtir nakran bága.

Positiv sálarfrøði er nógv ment hesa seinastu fjórðingsøld og kann, afturat og saman við øðrum viðkomandi vísindaligum sjónarmiðum, veita mongum, leikum sum lærdum, íblástur at skilja og menna seg sjálv umframt medmenniskju, veri tað seg børn ella ung í uppaling sum námsfrøðingur, lærari, sálarfrøðingur, lækni, sosialarbeiðari, ítróttar­venjari við meira. Eisini meti eg bókina kunna hava áhuga hjá fólki á ellisárum.

Bókin normaliserar væl og skilvíst nøkur (eisini trupul) lívsforløg heldur enn bara at staðfesta og kategorisera tey sum burturav negativ, men veitir vónir og ráð um endur­reisn aftaná upplivaðan mótburð.

Bókin lýsir tí viðurskifti, sum kunnu vera týðandi fyri sálarheilsu og trivnað og veitir við støði í nýggjari gransking um heilans ótrúliga bygnað og virki, m.a. neuroplastisitet við fjølbroytni innlit í, hvussu menniskju læra, mennast og trívast, og harvið betur skilja sjálvan seg og kunnu dugna øðrum, sum t.d. børnum, sum fólk privat og/ella pro­fessionell varða av.

Henda bók er bert slakar 200 síður, tó hon fyllir nógv í mínum høvdi og sinni.

Samanumtikið eigur eitt ummæli ikki at fara niður í hvønn smálut og endurlýsa alt tað forvitnisliga, skilvísa, vísindaliga væl dokumenteraða og pedagogiskt væl skipaða innihaldið í hesi bók.

Eg kann mæla fólki, leikum sum lærdum, til at ogna sær bókina… og sum høvundarnir sjálvir mæla til: “Les hana fyrst í síni heild, og síðani eftir tørvi sum eina greiða, væl skipaða uppslagsbók, er tørvur á meiri návitan, ráðum ella íblástri.

Og, sum áður nevnt, so er bókin eisini væl skikkað  sum frálæruamboð í útbúgvingar­høpi.

Aðrar greinar í miðnámsrit 17