Mín tíð sum lestrarvegleiðari
Eftir Bjørg Róin í miðnámsrit 15, januar 2018
Søgan um lestrarvegleiðingina í Hoydølum røkkur aftur í 1974, tá ið HF varð sett á stovn. Stigtakarar til HF vóru Gunnvør Hoydal og Hans Jacob Debes. Tey vóru lestrarvegleiðarar hjá HF-næmingum frá byrjan. Útbúgving til lestrarvegleiðara var ikki til tá, men skeið vóru í Danmark, m.a. árliga ráðstevnan fyri lestrarvegleiðarar á Nyborg Strand, har lestrarvegleiðarar úr Danmark og Føroyum hava verið umboðaðir. Føroyar hava havt umboð líka síðan 1974.
Eg kom í 1978 sum vikarur í donskum fyri Claus Reistrup, sum skuldi til Danmarkar at lesa franskt. Eftir tveimum árum fekk eg fast starv, treytað av, at eg tók pedagogikum innan tvey ár. Eg var í pedagogikum í Aarhus frá 1982 til 1983. Tá var man í praktiskum pedogogikum í 6 mánaðir.
Tá eg kom aftur til Føroya, var lestrarvegleiðing eisini stovnað á Studentaskúlanum, og vóru teir fyrstu Róland í Skorini og Claus Reistrup. Hesa tíðina fekk skúlin skjótt fleiri næmingar, og søkt varð eftir einum lestrarvegleiðara afturat í 1985. Eg søkti og fekk starvið, og havi verið lestrarvegleiðari síðan.
Nógvar broytingar vóru um hetta mundið: næmingatalið vaks á miðnámsskúlunum, lestrarvegleiðarar vórðu settir á øllum miðnámsskúlum og á fleiri hægri útbúgvingum, lestrarvegleiðing bleiv meira samskipað, og lestrarvegleiðarar í Føroyum stovnaðu í 1989 Lestrarvegleiðarafelagið. Mentamálaráðið tók stig til, at lestrarvegleiðarar fingu somu útbúgving, sum tá var í Danmark, t.e. eina útbúgving í 6 vikur yvir eitt longri tíðarskeið. Tey fyrstu vóru liðug í 1991. Eg var ein teirra.
LFÚ (Landsfelag føroyinga undir útbúgving) varð stovnað í 1984. LFÚ heitti á Claus Reistrup, sum tá var lestrarvegleiðari í Hoydølum, um at vera ráðgevi/vegleiðari um útbúgvingarviðurskifti hjá teimum tvær ferðir um vikuna í tveir tímar. Hann bað meg taka ta einu ferðina um vikuna, og soleiðis arbeiddu vit í nøkur ár, tá ið Claus Reistrup bar seg undan, tí hann byrjaði at arbeiða í MMR. Samstundis gavst hann sum lestrarvegleiðari í Hoydølum. Hetta var í 1991.
Inger Flø Jørgensen, sum tá var lestrarvegleiðari í Hoydølum fyri HF saman við Kára Nolsøe Olsen, játtaði at vera ráðgevi saman við mær í LFÚ. Hetta arbeiðið høvdu vit báðar til 2010, tá ið LFÚ varð niðurlagt. Tá ið nógv var at gera, fingu vit hjálp frá Holger Arnbjerg (nú Altjóða Skrivstovan/ASK). Tað var sera stórur tørvur á ráðgeving/vegleiðing serliga fyrru helvt av 90’unum, tí einki annað tilboð um ráðgeving/vegleiðing var til fólk, sum ikki gingu í fólkaskúla ella á miðnámsskúla.
Lestrarvegleiðing á miðnámsskúlunum fram til umleið 2005 snúði seg nógv um kunning um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands, og í tí sambandi var kunning um val av fakum og stigum á miðnámsskúlum týdningarmikið. Ein onnur stór uppgáva hjá lestrarvegleiðarum var vegleiðing um persónlig viðurskifti, sum kundu ávirka skúlagongdina hjá næmingunum. Hesin seinni parturin av vegleiðingini er síðan tá blivinnógv tann størsti parturin av okkara arbeiði sum lestrarvegleiðarar. Fleiri orsøkir eru til tað:
- nógv fleiri ganga á miðnámsskúla í dag, og vit hava næmingar við sera ymiskum fyritreytum, bæði skúlamessiga og persónliga
- kunning um víðari útbúgvingarmøguleikar er blivin nógv lættari tilgongilig (netið), men eisini nógv meira kompliserað, og møguleikarnir eru óendaligir. Hetta ger so eisini, at ráðgeving/vegleiðing ofta er sera átrokandi
- møguleikar at fáa ráðgeving/vegleiðing í Føroyum eru blivnir nógv fleiri og betri, tí at vit t.d. hava fingið ASK (Altjóða Skrivstovan), og lestrarvegleiðarar eru settir á fleiri hægri útbúgvingum
Sama gongd hevur verið í t.d. Danmark, har “fastholdelsesvejledning” fyllir nógv meira nú, og vegleiðing um víðari útbúgvingar fyllir minni.
Lestrarvegleiðarafelagið varð, sum áður skrivað, stovnað í 1989, og frá 2016 løgdu lestrarvegleiðarar á miðnámsskúlunum og á hægri útbúgvingarstovnum saman við skúlavegleiðarum frá fólkaskúlunum í felagið Vegleiðarafelagið.
Nógv av okkum, sum hava verið vegleiðarar í nógv ár, hava verið og eru limir í Vejlederforeningen í Danmark. Fleiri okkara hava verið á nógvum skeiðum bæði í Danmark og runt um í Evropa gjøgnum henda limaskap. Hetta er ikki møguligt í dag, tí næstan ongir pengar eru settir av til skeið, og so als ikki til skeið uttanlands.
Eftir at fyrstu lestrarvegleiðararnir í Føroyum fingu útbúgving, gingu nógv ár, har eingin útbúgving varð boðin út til lestrarvegleiðarar, sjálvt um fleiri og fleiri lestrarvegleiðarar vórðu settir í starv. Lestrarvegleiðarafelagið arbeiddi hart fyri at fá eina útbúgving setta á stovn. Í 2013 byrjaði so diplomútbúgving innan vegleiðing á Fróðskaparsetrinum, og frá 2015 víðari útbúgving til master í vegleiðing. Tey fyrstu vórðu liðug á sumri 2017.
Av tí at eingin útbúgving og eingi skeið vóru í nógv ár, skipaði Lestrarvegleiðarafelagið fyri skeiðum/kunningarfundum uttanlands. Vit søktu fígging privat og alment og guldu eisini sjálv:
- í 2001 vóru vit í Aberdeen
- í 2007 vóru vit í Pólandi (Stettin og Krakow) – og í Berlin
- í 2009 vóru vit í Hollandi og Belgia
- í 2011 vóru vit í Kina (Shanghai)
Ætlanir eru frammi um at skipa fyri kunningarferðum aftur, men orka og tíð hava ikki verið til tað fyribils.
Alt gott um útbúgvingingina sum vegleiðari á Fróðskaparsetrinum (eg havi ikki sjálv luttikið), men vit hava eisini sera stóran tørv á styttri ad hoc-skeiðum. Eg síggi sera stórar avbjóðingar nú og komandi árini, serliga at vegleiða einstaka næmingin orsakað av tí nógv broyttu næmingatilgongdini til tær gymnasialu útbúgvingarnar og av broytingum í samfelagnum sum heild.
Trupulleikar, sum næmingar hava, og sum vit møta oftari og oftari í okkara dagliga arbeiði sum lestrarvegleiðarar, eru t.d.:
- tunglyndi
- sorg
- strongd
- etingarólag
- lesi- og skrivitrupulleikar
- sosialir trupulleikar/sosialfobi
Í nógv ár arbeiddi Lestrarvegleiðarafelagið fyri at fáa sálarfrøðing settan í starv á miðnámsskúlunum. Tað bleiv veruleiki frá 2015, soleiðis at vit í dag hava tilboð til okkara næmingar um samrøður hjá sálarfrøðingi á øllum miðnámsútbúgvingum í Føroyum. Hetta er enn nýtt, men vit hava sera góðar vónir um framhaldandi gott samstarv.
Vegleiðarafelagið hevur eisini verið virkið í norðurlendskum samstarvi. Felagið er limur í NFUE (norðurlendskt felag fyri útbúgving og erhverv). Har hava umboð fyri okkara føroyska felag øll árini luttikið á fundum og skeiðum. Samstarvið gjørdi, at ein stór og sera væleydnað norðurlendsk lestrarvegleiðararáðstevna var í Føroyum í august 2002. Lestrarvegleiðarafelagið hevur verið sera virkið øll tey árini, tað hevur verið til, og vónandi verður tað nýggja Vegleiðarafelagið líka virkið. Nú eru nógv fleiri at skipa fyri, og sum eisini vónandi kunnu leggja trýst á myndugleikar um at fáa fleiri ad hoc-skeið fyri ikki at siga skeið yvirhøvur.