Næmingar hungra eftir telefonreglum
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 17, juni 2018
Orðini eigur serfrøðingurin í strongd, Thomas Pape, í viðtali við Tinu Rasmussen 16.05.2018 í gymnasieskolen.dk. Greinin er eisini viðkomandi fyri miðnám í Føroyum. Í 2015 skrivaði Heðin H. Lamhauge greinina “Telefonisk innrás og tøkniligir fótonglar”, ið stóð í Miðnámsriti nr. 8, Greinasavn 2016; hann hevði gjørt eina roynd við telefonreglum í tveimum flokkum á Føroya Handilsskúla. Kanningin vísti greitt, at næmingar vilja hava reglur. Heðin mælti til, at leiðslur og myndugleikar taka ábyrgd.
Um næmingarnir fáa betri talgildar vanar, blíva teir meira fokuseraðir og avrika betur, sigur serfrøðingurin í strongd, Thomas Pape. Hann hevur fyri stuttum hjálpt einum flokki á øðrum ári á miðnámi í Århus at fáa góðar telefonvanar.
Ber tað til eftir bara fýra vikum at geva miðnámsskúlanæmingum betri talgildar vanar, og samstundis fáa teir at savna og fordjúpa seg betur?
“Ja.”, er avgjørda svarið frá Thomasi Pape.
Hann er júst liðugur við eina royndarverkætlan í 2.b. á Århus Statsgymnasium. Hann fylgdi 24 næmingum í fýra vikur. Hann hevur kannað og havt samrøður við teir bæði fyri og eftir royndina. Hann gjørdi m.a. venjingar við teimum og setti mørk fyri nýtslu av fartelefonum – bæði í undirvísing og heima.
Hann er ikki komin til botns í øllum úrslitunum av royndini, men myndin er greið: Telefonmisnýtslan hjá næmingunum er nógv minkað, og næstan allir uppliva, at teir eru blivnir glaðari, meira luttakandi og motiverðaðir. Teir duga betur at fordjúpa seg, og teir sova betur, nú teir hava minkað telefonnýtsluna.
”Tað prógvar, at smáar broytingar kunnu hava stóra ávirkan. Talan er ikki um rakettvísindi. Hugsið tykkum, um royndirnar frá bara hesum flokkinum kunnu spreiða seg til allar miðnámsskúlar?”, sigur Thomas Pape.
Stór ótilvitað nýtsla
Verkætlanin er sprottin av mongu samrøðunum, sum Thomas Pape hevur havt við næmingar á miðnámi og onnur ung á síni strongdklinikk í Århus. Har upplivir hann ferð eftir ferð, hvussu ótilvitað nýtsla hjá teimum ungu av talgildu miðlunum hevur neiligar avleiðingar, bæði fakliga og persónliga.
”Sera fá av teimum ungu eru tilvitað um, hvussu nógv fartelefonin og teir sosialu miðlarnir fylla í gerandisdegnum. Í øllum samrøðunum kom Thomas inn á teirra telefonvanar, tí at hesir hava so stóra ávirkan á teirra lív. Tey ungu hava torført at fordjúpa og savna seg leingi í senn og gera ting liðug – og harvið verða læring og avrik ávirkað. Vit eru noydd at viðurkenna, at tað er ein samanhangur millum ovurnýtsluna av talgildum miðlum hjá næmingunum og tí, sum teir avrika til royndirnar. Teir mongu menningarmøguleikar, sum mong teirra hava, verða ikki brúktir nóg væl, sigur hann, og leggur samstundis dent á, at hann als ikki er ímóti talgildum miðlum. Men tørvurin á ”góðum talgildum” vanum hevur ongantíð verið størri enn nú á døgum.
”Tey ungu verða skírd talgild innfødd, men tey hava als ikki talgildu førleikarnar at meta um góðar og vánaliga netvanar”, leggur Thomas Pape afturat.
Spotify, sjónvarp og týskur stílur
Sambært Thomasi Pape er lítið av samskipaðari vitan um, hvørjar avleiðingar ovurnýtsla av taldgildum miðlum eru fyri mentala trivnaðin og læringsúrtøkuna. Men einstakar vísindaligar kanningar, millum annað ein frá Western Carolina University i USA í 2015, vísa, at tey lesandi læra 10-20% minni, um tey verða órógvað tríggjar ferðir av telefonini í 10 minuttir.
Meðan verkætlanin í 2.b. á Århus Statsgymnasium var, gjørdi Thomas Pape somu roynd, sum varð gjørd í USA, har nakrir næmingar blivu órógvaðir av sms’um, meðan teir hugdu at einum filmi. Eftir filmin skuldu øll í flokkinum svara fleiri spurningum. Teir næmingar, sum ikki blivu órógvaðir, fingu 89% røtt svør, meðan teir, sum blivu órógvaðir av sms’um, fingu bara 70% rætt.
”Næmingarnir halda ikki, at tað bilar nakað. Teir halda, at teir kunnu vera á Spotify, hava sjónvarpið tendrað og samstundis skriva týskan stíl. Men veruleikin er, at arbeiðsferðin minkar.
Fýra vikur við greiðum reglum
Tær fýra vikurnar, ið royndin vardi, hevur flokkurin havt greiðar reglur um, hvussu telefonin skuldi brúkast. Samstundis gjørdu Thomas og ein starvsfelagi fleiri venjingar við flokkinum. Ein av venjingunum var at fáa næmingarnar at skilja, hvat tað ger við ein persón, at hann tosar um okkurt persónligt, og samstundis fleiri ferðir hyggur í telefonina.
”Um 80% av næmingunum hildu, at tað var særandi, og tá ið tað hendi aftur, vóru teir ikki bangnir fyri at finnast at hvørjum øðrum.”
Allar fýra vikurnar kannaði hann, hvussu atferðin hjá næmingunum var á teirra telefon. Allir brúktu telefonina nógv meira, enn teir hildu. Teir blivu sera bilsnir, hvussu nógv teir brúktu hana. Allir blivu tilvitaðir um støðuna, og júst tað var avgerandi. Tað er tástani, at teir fáa ein ognarskap og hug at broyta vanar.
Málið er glaðir næmingar
Thomas Pape er bilsin av, hvussu samstarvssinnaðir, ið næmingarnir vóru. Men tað tók eisini eina løtu at fáa teir við.
Teir hava sagt, at teir fyrst hildu: Áh nei, aftur tað sama! Teir vóru vanir við at blíva mintir á við fremsta fingri á lofti, tá ið tað kom inn á nýtslu av talgildum miðlum. Men teir blivu samstarvssinnaðir so skjótt, sum teir varnaðust, at okkara tilgongd var ein onnur, nevniliga, at endamálið var at fáa teir at fáa meira á skaftið. Tað er tann einasti mátin at fáa tey ungu við, slær hann fast.
Miðlingin er altavgerandi. “Vit skulu ikki siga við tey, at tey nú skulu hava betri telefonvanar!” Tað er eingin, sum tímir at stríðast í fýra vikur fyri at fáa hetta at vita. Man skal siga: “Málið er, at tit blíva glað og motiverað og kunnu brúka tykkara menningarmøguleikar til fulnar, og tí eru tit noydd at fáa nakrar góðar talgildar vanar!” Við at hava hetta fokus raka vit tey, har tað pínir. Tey eru troytt og kunnu ikki savna seg, vilja fegin hava hægri próvtøl og hava trupult við at sova – tað er har, sum vit mugu fanga tey.
Thomas Pape kennir á sær, at næmingar á miðnámi sakna greiðar karmar í sambandi við telefonnýtslu. Teir skríggja eftir hjálp til at stýra henni.
Stórur opinleiki
Ein partur av verkætlanini var, at næmingarnir ikki sluppu at brúka telefonina hálvan tíma, áðrenn teir fóru til songar. Onkrir fullu onkuntíð fyri freistingini og fóru á facebook ella hugdu at filmi. Fleiri søgdu, at teir vóru fegnir um, at teir duttu útí, tí tað hevði við sær, at teir varnaðust, hvussu illa teir svóvu, tá ið teir høvdu telefonina hjá sær í songini. Thomas Pape er glaður og rørdur um, hvussu opnir næmingarnir vóru, meðan royndirnar vardu.
”Vit søgdu frá byrjan við teir, at teir kundu gera mistøk, og tað hevur týdning, at teir eru til reiðar at tosa við onnur um tær mongu avbjóðingarnar, sum stóðust av telefonmisnýtsluni, og tað hevði týdning, at teir býttu royndirnar og avbjóðingarnar við onnur.” Tað hevur verið ein fragd hjá Thomasi Pape at uppliva, at teir fingu skapt eitt trygt umhvørvi, har næmingarnir tordu at lata seg upp. Hann bleiv bilsin av, hvussu illa næmingarnir dugdu at finna upp á okkurt at gera teir 30 telefonfríu minuttirnar innan songartíð. Vit vóru noyddir at koma við hugskotum til teirra, t.d. um at lesa eina bók, tosa við foreldrini, lurta eftir tónleiki, rudda kamarið, meditera o.s.fr.! Hetta sigur nakað um, hvussu stórt vald tøknin hevur á okkum. Út frá einum lívfrøðiligum sjónarhorni hava vit als ikki skilt, hvussu vanaskapandi fartelefonirnar eru við teirra appum og sosialu miðlum.
Leiðarar mugu koma inn á vøllin
Royndarverkætlanin á Århus Statsgymnasium er snúningsdepilin í bókini Reboot dine digitale vaner, sum Thomas Pape er í holt við at skriva, og sum kemur út á heysti 2018. Í bókini greiðir hann stig fyri stig frá um royndarverkætlanina í 2.b, sum leiðarar og lærarar á øðrum miðnámsskúlum kunnu brúka sum íblástur, so at teir gera næmingarnar meira tilvitaðar um misnýtsluna og um at hava sunnar talgildar vanar.
Tíðin er komin, at miðnámsskúlarnir fata, at næmingarnir ikki sjálvir duga at stýra nýtsluni. Prísurin ella avleiðingin av zappara-mentanini er vantandi evni at hugsavna seg. Vit mugu hjálpa teimum ungu at vinna hesi evni aftur. Thomas Pape vónar, at bókin ikki bara verður brúkt av einstøkum eldsálum kring um á lærarastovum á miðnámsskúlunum, men at leiðslurnar koma á vøllin og fáa allar lærarar við. Hetta er ikki bara ein uppgáva hjá einstaka læraranum. Tað eru lærarar og leiðarar, sum saman skulu gera næmingarnar skikkaðar at nýta talgildu tøknina.