Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Øll kunnu læra at rokna

Eftir Úr Quarts Media februar 2017 Jenny Anderson, Anna Maria Jensen týddi í miðnámsrit 17, juni 2018

Støddfrøði er, sum kunnugt, trupul hjá summum, bæði børnum og vaksnum. Munur er í so máta millum kyn, millum fólkasløg og millum lond.

Kanadiarin John Mighton, leikskald, høvundur og støddfrøðivegleiðari/undirvísari, sum sjálvur hevur  stríðst við støddfrøði, hevur uppfunnið og ment ein máta at undirvísa, sum fær sjálvt teir næmingar, sum klára seg ringast í støddfrøði, at klára seg væl, og harumframt at tíma væl at rokna. Væl grundað prógv eru um, at hesin mátin riggar hjá øllum børnum, hvussu væl ella illa tey duga frammanundan.

Framferðarhátturin, nevndur JUMP (Junior Undiscovered Math Prodigy) Math, verður nýttur til 15.000 børn í 8 statum í USA, fleiri enn 150.000 í Kanada og umleið 12.000 í Spania. Undirvísingarmálaráðið í USA metir háttin vera so áhugaverdan, at tað í 2012 játtaði Tracy Solomon og Rosemary Tannock, sum starvast sum granskarar í fatanarevnum á Hospital for Sick Children og University of Toronto, 2,75 milliónir dollarar til at kanna 1.100 tilvildarliga útvaldar næmingar í 40 skúlaflokkum. Úrslitini fara væntandi at stuðla upp undir arbeiðið, sum tær báðar gjørdu í 2010, og sum vísti, at næmingar í 18 flokkum, sum brúktu JUMP, gjørdu framstig tvær ferðir so skjótt í landsroyndum (standardised math tests) sum tey, ið vórðu undirvíst sum vanligt (sum ikki brúktu JUMP) í 11 øðrum flokkum.

“Illa ber til at siga, at nøkur onnur orsøk er til stóru framstigini enn JUMP, tí vit ansaðu væl eftir, at einasti munurin í kanningini var júst frálæran,” segði Solomon.

Hvussu JUMP virkar

Mighton sigur, at tvey høvuðsvandamál eru við at undirvísa í støddfrøði. Annað er, at vit ovbyrja heilan hjá børnunum og fara alt ov skjótt frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Tað streingir arbeiðsminnið. Og hitt er, at vit býta flokkin sundur eftir førleikum og gera eitt hirarki, sum tarnar teim veikastu lærandi, og sum samstundis ikki gagnar teim sterku.

Mighton vil vera við, at seinastu 10 árini eru USA og Kanada farin til uppdagingarlæring og IBL (inquiry based learning)[1] í støddfrøði, har næmingarnir sjálvir skulu finna fram til nógv hugtøk. Hann nevnir hetta dømið í grein í Scientific American:

Uppdagingargrundað undirvísing brúkar í minni mun uppgávur, sum kunnu loysast við vanligum reglum, mannagongdum ella frymlum (sum t.d. “finn ummálið á einum rektangli, sum er 5m langt og 4m breitt”) og í størri mun samansettar uppgávur, ið byggja á veruleikakend dømi, ið kunnu síggjast á meira enn ein hátt, og sum ikki hava bara eina rætta loysn (“um tú brúkar 6 flísar, ið eru kvadrat, at gera eitt tún, hvussu skalt tú leggja tær, soleiðis at ummálið á túninum skal verða minst møguligt?”)

Solomon vísti á, at við tilgongdini, sum eisini verður rópt PBL (problem based learning)[2], er lærara­leikluturin ikki at geva næmingunum beinleiðis undirvísing í at loysa upp­gávurnar, men heldur at lata næmingarnar sjálvar loysa samansettar veruligar spurningar, ið hava fleiri møguligar mátar og svar. Men nógv børn hava ikki fortreytir at finna svarini. Tey verða ørkymlað og fastløst í at halda, at tey eru ikki “roknarar”.

Ein trupulleiki við hesum hátti er, at hann krevur av børnunum, at tey hava alt ov nógv í heilanum í senn. “Hetta er sera torført hjá bæði lærarum og børnum,” segði Solomon.

Mighton heldur, og vísir til heilagransking, sum stuðlar tí, at tað er nógv lættari hjá børnum at loysa uppgávur í støddfrøði, tá ið onkur greiðir væl og virðiliga frá, hvussu uppgávan verður býtt sundur í smáar bitar, og tey síðani kunnu venja gongdirnar væl.

Fyri at greiða mær frá háttinum, spurdi hann, hvat 72 býtt í 3 var. Hann vísti mær nógvar mátar at finna svarið, til dømis at 3 børn skuldu býta 7 dimes og 2 pennies.[3] Tá ið eg drálaði, helt hann fyri, at nú hevði hann ikki verið nóg greiður, og fann onkran annan máta at seta spurningin.

Onkur hevði nú sagt, at allir góðir lærarar høvdu undirvíst soleiðis. Men nógvir lærarar hava sjálvir onkran ótta fyri støddfrøði, og gransking vísir, at teir geva henda óttan víðari til næmingarnar. (Tað gera foreldrini tíverri eisini).

Nikki Abuda, sum hjálpti til við at kanna háttin hjá Mighton í Lambeth-økinum í London, segði, at Mighton hevur gjørt stigini í læringini so smá, at so gott sum øll fáa fylgt við. Hon segði, at nógvum lærarum dámdi sera væl henda háttin, og teir tóku hann til sín. “Mong hildu, at frá A til B eru trý stig, men sóu so, at tað vóru fimm ella seks”, segði hon.

Tá ið Solomon royndi JUMP fyrstu ferð, segði hon, at tað vóru tey heilt smáu stigini, sum gjørdu støddfrøðina atkomiliga fyri allar næmingar, og summir næmingar upplivdu á fyrsta sinni, at teir dugdu at rokna. “Av tí, at næmingarnir megna tey smáu stigini, uppliva teir, at teir duga, og føla, at tað loysir seg at stríðast, og hetta gevur teimum áræði at halda fram”, segði hon. Tá ið næmingarnir soleiðis áhaldandi venja at rokna, fara teir at duga betur og verða júst til teir “roknarar”, sum teir ikki hildu seg kunna blíva.[4]

Mighton sigur, at smáu stigini eru alneyðug. “Eg haldi ikki fram, fyrr enn øll duga hetta”. Støddfrøði er sum ein stigi. Manglar eitt trin, verður torført at halda fram. Alt hongur saman. Hann kallar henda háttin “micro-discovery” ella “guided-discovery”.

Onnur dømi eru um, at hátturin eydnast. Tá ið Manhattan Charter School royndi háttin á fyrsta sinni í 2013-14 við 4. flokki, gjørdi hesin flokkurin størst framstig í støddfrøði í øllum New York City. Nú brúka allir flokkarnir í skúlanum henda háttin.

Mátin varð brúktur í Lambeth, ein av fátækastu býarpørtunum í London, til 450 av teimum næmingunum, sum kláraðu seg ringast. Tá ið tey byrjaðu, megnaðu 14% at rokna svarandi til aldurin. Tá ið næmingarnir seinni fóru til próvtøku í 6. flokki (Key stage 2 exam í Bretlandi), stóðu 60% royndina. Aduba segði, at mátin royndist framúr væl og serliga væl hjá teimum, sum høvdu stríðst mest.

“Tað, sum eyðkennir JUMP, er, at hann byrjar við tí heilt grundleggjandi og einfalda, og fer við sera smáum stigum upp á sera høgt stig innan rímiliga stutta tíð”, segði hon. Børn, sum ikki hildu seg duga at rokna, fingu sjálvsálit av brádliga at síggja, at tey dugdu.

Tað, sum verri er

Tað, sum Mighton sigur vera ein álvarsligan bága, er, at lærarar hava lyndi til at halda, at farmyndin av spjaðingini í einum flokki sær út sum ein klokka – eitt normalbýti við stórari spjaðing – og undirvísa eftir tí. Tað vil siga, at 20% av næmingunum klára seg illa, 60% miðal og 20% sera væl, og hetta gevur eina spjaðing, sum svarar til 2-3 árgangir í sama flokki.

“Tá ið fólk tosa um at menna útbúgving, vilja tey hava eitt hægri miðaltal. Tey hugsa ikki um at minka spjaðingina”, segði Mighton.

Grundin til, at slíkt hevur týdning, er, at børn samanbera seg við hvørt annað, longu meðan tey eru smá, og gera av, um tey eru “roknarar” ella ikki. Børn, sum gera av, at tey eru ikki “roknarar”, kunnu læsa seg føst í hugsanini, sum Carol Dweck kallar fastlæstur hugburður (fixed mindset): Tey halda, at evnini eru íborin, og at einki gerst við tað. Gransking seinastu 30 árini um, hvussu fólk hugsa, vísir, at børn, sum hava fastlæstan hugburð, eru minni djørv og megna minni enn tey, sum halda, at tað nyttar at stríðast.

Carol Dweck hevur kannað JUMP og sigur, at JUMP fremur mennandi hugburð (growth mindset): Tú fert at duga betur, um tú venur. “Børnini mennast við fúkandi ferð; tað sýnist torført, men tað er tað ikki. Tey gera framstig og merkja, og at tey kunnu fara at duga ordiliga væl”, segði hon á eini støddfrøðiráðstevnu.

Mighton sigur, at trupulleikin við normalbýtinum er, at vit stúra fyri, at tey, ið duga best fara at keða seg. “Okkara royndir vísa, at um tú undirvísir øllum flokkinum, fer allur flokkurin at duga betur”, sigur hann. Tá ið børnini flyta seg saman, og so nógv uppliva, at tey duga støddfrøði, uppliva tey tað, sum Émile Durkheim kallar “collective effervescence”, ið er felags gleði og frøi um, at øll læra og gera framstig, heldur enn gleði um at fáa eitt høgt met.

Av tí at skúlar flyta seg, um enn nakað seint, frá teimum stóru pengasterku útgevarunum, sum geva skúlabøkur út, til tilgongdir, sum byggja á granskingarúrslit, fara hættir sum JUMP væntandi at fáa størri undirtøku. Mighton hevur, til hann í 2015 vann prísin “Schwab entrepreneur of the year award”, arbeitt í 15 ár við at menna JUMP og ongar íleggjarar havt og einki reklamufelag. Hann hevur brúkt alla sína játtan til at menna og royna tilfarið (JUMP er nonprofit, og læraratilfar er tøkt á heimasíðuni), Pearson, hinvegin, er ein milliardafyritøka, sum røkkur út í hvønn krók á marknaðinum fyri undirvísingartilfar.

Ofta vilja tey, sum koma fram við einum undirvísingarhátti, vera við, at hann er nýggjur. Men Mighton leggur dent á, at hansara máti er aldargamal. Hann vil vera við, at stødd­frøði verður umtalað sum torfør uttan at vera tað, og at alt lærarum og næmingum tørvar, er at skera støddfrøðina sundur í smálutir. Fleiri siga, at hesi smáu stigini eru bert stríð og óneyðugar endurtøkur. Men stigini kunnu vera stuttlig sum puslispøl.

Hann segði eisini í World Economic Forum í Davos herfyri, at støddfrøðingar hava so stórt ego, at teir siga ikki fyri øðrum, hvussu lætt tað er at læra støddfrøði. “Logikarar prógvaðu fyri meira enn 100 árum síðani, at støddfrøði kann verða býtt sundur í einføld stig.”


[1] Sí Miðnámsrit 16, 2018: “At læra fakliga og tvørfakliga”

[2] Sí Miðnámsrit 16, 2018: “At læra fakliga og tvørfakliga”

[3] 10 pennies eru í einum dime, og ein penny er ein cent.

[4] Sí Miðnámsrit 9, 2016: “Hví duga børn í Eystur-Asia betur at rokna enn børn í Vesturheiminum?”

Aðrar greinar í miðnámsrit 17