Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Richard Cantillon - byrjanin til búskaparfrøði

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 25, juni 2022

Úr søguni um búskaparlig hugsan:

Richard Cantillon, sum var føddur í Írlandi, men búði stóran part av lívinum í Frankaríki, er kendur fyri bókaverkið Essai sur la Nature du Commerce en Général (Essay um handilsskap sum heild), sum kom út á fronskum í 1755, 21 ár eftir, at hann doyði. Fleiri høvundar vísa á, at Cantillon var framman fyri sína tíð, og tað, sum hann legði úr hondum, er enn viðkomandi – eisini í undirvísing.

Lív og lagna

Richard Cantillon var føddur í 1680’unum í Kerry í Írlandi, har pápi hansara átti jørð. Tíðliga í 18. øld flutti hann til Frankaríkis, og bleiv franskur ríkisborgari. Hann búleikaðist eitt skifti í Spania, og kom aftur til París í 1714, har hann fór upp í bankavirksemi, og bleiv serkønur í pengaflutningi millum París og London.

Stutt eftir tað kom hann í samband við skotan John Law og Compagnie du Mississippi, ið hevði einarætt at menna fronsk áhugamál í Norður-Amerika. John Law hevði eisini stovnað Banque Générale, ið hevði einarætt í Frankaríki at prenta pengaseðlar. John Law byrjaði at spekulera við at selja partabrøv í Mississippi-kompanínum, og samstundis økti hann um pengamongdina gjøgnum bankan, soleiðis at eftirspurningurin eftir partabrøvum vaks, og prísirnir á partabrøvunum hækkaðu skjótt. Richard Cantillon, sum dugdi at síggja, at hetta var ein fíggjarbløðra, gjørdi sær dælt av hesum og keypti partabrøv tíðliga, og seldi tey aftur fyri nógv hægri prís, áðrenn bløðran brast. Hetta gjørdi, at hann bleiv ómetaliga ríkur. Men tað gjørdi eisini, at hann fekk nógvar fíggindar.

Frá 1729 búði hann fyri tað mesta í London, men ferðaðist nógv til Frankaríkis og onnur lond. Hann doyði í 1734, tá ið eldur kom í húsini hjá honum í London. Illgruni var um, at eldurin var ásettur, og at hann varð myrdur á henda hátt, men tað var ongantíð uppklárað.

Bókin Essai hevur eisini eina serliga søgu. Áðrenn hon var prentað, varð hon til sum hondskrivað handrit, sum fleiri hava lænt og lisið. At hon ikki varð prentað fyrr enn í 1755, kom av, at strangur sensurur var í Frankaríki, so tað at geva bøkur út uttan loyvi, kundi hava álvarsligar avleiðingar. Sambært tittulblaðnum er bókin útgivin í London av einum forlag, sum ikki var til longur. Hetta er helst gjørt fyri at gera tað trupult hjá fronsku myndugleikunum at finna tann veruliga útgevaran.

Byrjanin til búskaparliga teori

Búskaparligar hugsanir hava verið til so leingi, sum skipað samfeløg hava verið. Men áðrenn Cantillon kom við Essai, vóru hetta mest hugsanir um einstøk evni innan búskap. Til dømis hevði William Petty (1623-1687) skrivað eina ritgerð um skatt, og John Locke (1632-1704) hevði skrivað um pengateori. Richard Cantillon kendi hesar og aðrar hugsanir.

Brown og Thornton meina, at fyri 1730, tá ið Cantillon helst var liðugur at skriva Essai, var lítið og einki, sum kundi sigast at vera búskaparlig teori. Teir vísa á, at Cantillon gjørdi kollveltandi upp við nógvar gamlar hugsanir um búskap. Lionel Robbins sigur, at Essai hjá Cantillon er eitt av teimum mest serstøku dokumentunum um búskap – ein væl skipað og abstrakt ritgerð um, hvussu ein búskapur virkar. Hann metir, at Essai er á hædd við Wealth of Nations hjá Adam Smith frá 1776.

Eftir at Essai var útgivin í 1755, gjørdi búskaparfrøðin eitt skarvslop til at blíva ein sjálvstøðug vísindagrein. Cantillon viðger næstan øll týðandi evni innan búskap, so sum háttalag, entreprenørskap, offurkostnað, búskaparliga landafrøði, fólkatalsástøði, pengateori og mangt annað.

Bókin vakti ans fyrstu árini eftir, at hon var komin út, og var ein lopfjøl hjá skotsku heimspekingunum David Hume og Adam Smith og hjá fronsku fysiokratunum. Men á løgnan hátt varð verkið hjá Cantillon skjótt gloymt, sum fleiri ábendingar eru um seinni í hesi grein. Í 1881 fann William Stanley Jevons hana framaftur, og skrivaði eina grein um Cantillon undir heitinum “Richard Cantillon and the nationality of political economy.” Tað speiska í hesum heiti er, at ein eingilskmaður skrivar, at byrjanin til politiskan búskap kom ikki frá einum skota, men frá einum íra, sum var franskur ríkisborgari og skrivaði á fronskum.

Robert F. Hébert, sum hevur skrivað fororðið til nýggju eingilsku útgávuna av bók Cantillon í 2010, samanber Richard Cantillon við Adam Smith:

Hann (Cantillon) livdi eitt ættarlið fyrr. Báðir høvundarnir komu við týðandi og grundleggjandi íkasti til búskaparfrøði, men úr sjónarhornum, sum vóru heilt ymisk. Smith var heimspekingur og undirvísari. Tilgongdin hjá honum til búskap var merkt av tí, har avbjóðingin var at tryggja frið og vælferð uttan at geva seg yvir til eitt vald, sum er alt ov sterkt. Tí er bókin Wealth of Nations hjá Smith full av ráðum til politiskar myndugleikar. Av tí sama hevur Smith fingið heiðurin at vera “upphavsmaður til politiskan búskap.”

Cantillon var vinnulívsmaður og bankamaður. Tilgongdin hjá honum til búskap var, hvussu praktiskir menn skapa sær ein vinnuveg, og greiningarnar hjá honum snúgva seg um, hvussu ein byrjandi marknaðarbúskapur virkar. Búskapurin, sum hann lýsir, er ein fyritøkubúskapur – ikki politiskur búskapur – har einstaklingar hava týðandi leiklutir. Politiskir myndugleikar hava ikki virknan leiklut hjá Cantillon. Tann mest týðandi og virkni luttakarin er entreprenørurin, sum er drívmegin í allari búskaparligu skipanini. Eingin høvundur hevði fyrr lýst tann avgerandi leiklut, sum entreprenørurin hevur í búskapinum, og sum Cantillon greinar við innliti og styrki. Tí er ikki annað enn rímiligt at siga, at hann var “upphavsmaður til fyritøkubúskap.”

Háttalag

Cantillon skilir ímillum orsøk og avleiðing, tá ið hann lýsir búskaparligar avgerðir. Hann er ein av teimum fyrstu teoretikarunum at gera einfaldar búskaparligar myndlar við at taka búskaparlig fyribrigdi burturúr, soleiðis at hann kundi greina ein variabul ísenn, og lata allar aðrar variablar vera óbroyttar. Nú verður hesin háttur róptur ceteris paribus, ið merkir, at alt annað verður hildið óbroytt.

Hann gjørdi til dømis ein myndil um búskaparligu ringrásina við vørum, inntøkum og útreiðslum til at lýsa, hvussu búskaparligir luttakarar hava brúk fyri hvørjum øðrum. Myndilin byrjar við avbyrgda statinum, men fyrst við jarðareigara, sum einki hevur fyrr enn hann setir fólk at arbeiða fyri seg, og sum fær meira burturúr so leingi, tað er lønandi at økja um arbeiðsmegina, sum aftur er treytað av, hvussu nógva jørð hann eigur, hvussu fruktagóð hon er, og hvar hon er.

Entreprenørar

Leikluturin hjá entreprenørum er eitt týðandi íkast frá Cantillon til búskap. Ein entreprenørur skal her skiljast sum ein, ið hevur virksemi við óvissum inntøkum, so sum bøndur, handilsmenn og verksmiðjueigarar. Veruleikin hjá entreprenørinum er, at hann, ið einki váðar, einki vinnur. Sambært Cantillon er ein og hvør, sum ger íløgur við tí fyri eyga at selja vørur ella tænastur í framtíðini fyri ókendan prís, ein entreprenørur, so sum bakarar, slaktarar, bryggjarar og skorsteinssóparar. Eisini nevnir hann sakførarar, læknar, sjónleikarhús og námsvinnu.

Cantillon brúkar hesa breiðu teori um entreprenørskap sum lykilin til búskaparliga teori, sum hann so setir í samband við fyribrigdi í veruliga lívinum. Nøkur av hesum fyribrigdum eru búskaparlig landafrøði, offurkostnaður, fólkatalsástøði og pengateori.

Offurkostnaður

Cantillon skilir ímillum prís og marknaðarprís, og ímillum virði og marknaðarvirði. Marknaðarprísir og marknaðarvirði eru prísir og virði, sum verða til á marknaði, har útboð og eftirspurningur ávirka prísin. Prísir og virði, sum ikki eru marknaðarprísir og -virði, hava samband við tað, sum Cantillon kallar innanvirði (valeur intrinséque á fronskum, og intrinsic value á eingilskum), ið er tað, sum vit í dag kenna sum offurkostnaður.

Cantillon legði dent á alternativa nýtslu av tilfeingi. Jørðin kundi verið brúkt til at dyrka korn, ella til at útvega hoyggj til hestar. Og arbeiði kundi verið brúkt til at stríðast á einum garði, ella til at læra eitt handverk. Hann skilti hugtakið um offurkostnað, hóast hann ikki brúkti tað orðið. Og hann brúkti hugtakið til at lýsa búskaparlig val og búskaparligar avgerðir. Hetta er ein orsøk til, at vit her tosa um byrjanina til búskaparfrøði.

Fólkatalsástøði

Cantillon gav eitt slóðbrótandi íkast til fólkatalsástøði. Hann staðfesti, at menniskjan nørist sum mýs í hoyggjhúsi, um tilverugrundarlagið er til tað, og at fólkavøkstur er treytaður av lívskorunum í landinum. Hann vísti eisini á, at millumlanda handil kann ávirka fólkatalið, til dømis um land við lítlum landbúnaði útflytir ídnaðarvørur til lond við nógvum landbúnaði, soleiðis at tilverugrundarlagið gerst betri. Cantillon vísti á, at lærd arbeiðsfólk við tíðini fara at fáa hægri løn enn ólærd. Eftir hansara hugsan fer búskaparligur vøkstur at føra til hægri lønir og betri lívskor.

Í teoriini hevði Cantillon tríggjar variablar, sum ávirka fólkatalið í einum landi: tilfeingi, tøknifrøði og mentan. Tí veksur fólkatalið bara, um hesar tríggjar treytir eru loknar. Teoriin hjá Cantillon um hetta er meira samansett enn tann hjá Thomas Robert Malthus (1766-1834), sum annars er víðagitin fyri sítt íkast til fólkatalsástøði. Malthus hevur helst ikki vitað um tað, sum Cantillon hevði skrivað, ella ikki givið tí gætur.

Búskaparlig landafrøði

Búskaparlig landafrøði snýr seg millum annað um frástøðu, staðseting, flutningskostnað, og hvussu ein marknaður verður ávirkaður av hesum viðurskiftum. Johann Heindrich von Thünen (1783-1850) er kendur fyri at vera tann fyrsti, sum hevur lýst hesi viðurskifti búskaparliga. Men Cantillon hevði lýst hesi viðurskifti næstan eina øld frammanundan. Í teoriini vísti Cantillon á, hvussu flutningskostnaður ávirkar staðseting av verksmiðjum, marknaði og búseting. Tað vil siga, at fyritøkur og fólk royna at minka um flutningskostnaðin. Hann gjørdi niðurstøður út frá serliga trimum viðurskiftum:

  1. Flutningskostnaður ger, at prísurin fyri rávørur av somu dygd verður altíð hægri nær stórbýnum
  2. Flutningskostnaður er treytaður av flutningshátti. Til dømis var – og er – flutningur við skipi bíligari enn flutningur á landi
  3. Stórar vørur, sum eru truplar at flyta, eru altíð bíligari í økinum, sum tær eru framleiddar

Cantillon meinti, at marknaðurin verður ávirkaður av, at bæði keyparar og seljarar vilja halda flutningskostnaðinum niðri og stytta um flutningstíðina.

Pengateori

Cantillon víðkaði ástøðið um pengamongd, sum John Locke var komin við. Hann kom við hugsanini um, at tá ið pengamongdin økist, hevur hon eina lokala inflatión við sær. Hesa greining bygdi hann á, at prísirnir verða ávirkaðir relativt, treytað av, hvar pengarnir koma inn í búskapin. Pengarnir verða brúktir har, sum teir koma inn fyrst, og tað, sum teir verða brúktir til, blívur dýrari. So hvørt sum prísirnir hækka, broyta entreprenørar í búskapinum samansetingina av framleiðsluni, so hon verður lagað til, hvussu mynstrið í eftirspurninginum er broytt. Hugtakið um relativa inflatión og broytingar, sum hon hevur við sær, er nú kent sum Cantillon-effektin.

Hann vildi vera við, at í londum við stórari pengamongd í umferð hækka prísirnir, og tí verða tey londini minni kappingarfør móti londum við minni pengamongd í umferð. Tað vil siga, at hann helt, at ein øking í pengamongdini førir til hægri prísir, soleiðis at kappingarevnini hjá landsins vinnulívi versna, samanborið við lond við lægri prísum.

Cantillon lýsti ávirkanina, sum pengamongd hevur á prísir við myndamáli: Um vatnið í einari á verður tvífaldað, verður streymurin í ánni ikki tvífaldaður. Eisini metti hann, at umsetingsferðin av pengum ávirkar prísir í samfelagnum, men ikki so nógv sum pengamongdin.

Cantillon er enn viðkomandi

Brown og Thornton, ið hava granskað Cantillon, eru komnir til, at ástøðið um entreprenørskap hevur ein høvuðsleiklut í, hvussu búskaparligt ástøði verður bygt upp. Teir hava funnið fram til, at dømi úr Essai eru framvegis viðkomandi til at skilja búskaparligt ástøði og entreprenørskap. Samstundis staðfesta teir, at entreprenørurin bleiv tikin burtur úr búskaparligum ástøði í 19. øld, og búskaparfrøðin síðani hevur hildið fram við hesi óhepnu avgerð, soleiðis at entreprenørurin stórt sæð ikki er at finna í búskaparligum myndlum og lærubókum, og búskaparfrøðin soleiðis eftir teirra tykki er blivin ein geld og veruleikafjar vísindagrein. Teir meina, at búskaparfrøðin í dag kann læra av ástøði Cantillon um entreprenørskap, tí tað, sum entreprenørar gera, er avgerandi fyri ein og hvønn búskap.

Teir mæla til at vera varin at brúka búskaparligar myndlar, sum ikki hava entreprenørin við sum ein faktor. Hetta er serliga galdandi, tá ið ein fer frá reinari teori til búskaparliga greining og tilmæli um búskaparligan politikk. Búskaparligir myndlar, sum ikki rokna við entreprenørskapi, fara lættliga av kós, um teir verða brúktir í verki. Nógvir búskaparfrøðingar hava tikið entreprenørin burtur úr búskaparligu myndlum sínum, tí teir fáa støddfrøðiligar avbjóðingar av at koma til eina javnvág. Tá ið sovorðnir myndlar, ið hava eina javnvág sum mál, verða brúktir í búskaparligum og politiskum greiningum, førir tað til álvarslig mistøk, tí brek eru í myndlunum.

Brown og Thornton halda, at búskaparligir greinarar nú á døgum skuldu lisið ritgerðina hjá Cantillon til at skilja búskaparlig fyribrigdi, sum tey veruliga eru. Teir vísa á eitt dømi, hvussu Essai hjá Cantillon verður brúkt at fata tað sokallaða búskaparliga paradoksið í Kina: Sjálvt um Kina er kommunistiskt, hevur landið milliónir av entreprenørum, sum eftir doktrinini skuldu verið óndir kapitalistar, men sum eru ein høvuðsorsøk til búskaparliga vøksturin har síðani 1978.

…. eisini í undirvísing

Cantillon er eisini viðkomandi í undirvísing í búskaparfrøði, til dømis tá ið næmingar skulu læra grundleggjandi hugtøk sum útboð og eftirspurning. Fyri at skilja búskaparligar myndlar sum hesar, má næmingurin skilja, at entreprenørar eru drívmegin í skipanini, og statiskir myndlar geva ikki eina fullfíggjaða mynd av veruleikanum, sum er dynamiskur og broytist alsamt.

Entreprenørar eru verulig fólk, og entreprenørskapur snýr seg um váða, óvissu, vinning og hall, og tí er lætt at vísa næmingum, sum hava búskaparfrøði, dømi um entreprenørskap. Ástøði Cantillon um entreprenørar kann vera við til at gera búskaparfrøði livandi og viðkomandi sum lærugrein, tí hon kann lýsa og forklára hendingar í gerandislívinum.

Keldur

Christopher Brown and Mark Thornton. How Entrepreneurship Theory Created Economics, The Quarterly Journal of Austrian Economics, 2013.

Lionel Robbins. A History og Economic Thought, the LSE lectures, edited by Steven G. Madema and Warren J. Samuels. Princeton University Press, 1998.

Olav Absalonsen. Johann Heinrich von Thünen – og avbyrgdi staturin. Miðnámsrit 9, 2016.

Olav Absalonsen. Marknaðarbúskapur. Miðnámsrit 14, 2017.

Richard Cantillon. An Essay on Economic Theory, An English Translation of Richard Cantillon’s Essai sur la Nature du Commerce en Général, Mises Institute, 2010.

Robert H. Frank. Hví ger undirvísing í búskapi so lítlan mun? Miðnámsrit 2, 2014.

Tórður Johannesarson. Joseph Alois Schumpeter – um íverksetaran. Miðnámsrit 4, 2014.

Aðrar greinar í miðnámsrit 25