Ríkisfelagsskapurin - en felagsskapur av londum við somu grundlóg
Eftir Christian N. Ihlen í miðnámsrit 21, februar 2021
Í sambandi við frálæru um ríkisfelagsskapin í samfelagsfrøði og søgu hevur einki frálærutilfar verið tøkt. Tað er spell, tí at ríkisfelagsskapurin er ein týdningarmikil partur av okkara ríkisrættarliga samleika. Ríkisfelagsskapurin er ein felagsskapur av londum í einum ríki við einari grundlóg. Ríkisfelagsskapurin broytist alla tíðina, og tó at hugburðurin móti honum politiskt sæð er ymisligur, so er hesin felagsskapur javnan fyri nýggjum avbjóðingum. Hetta er ein roynd at gera samanhangandi tilfar um ríkisfelagsskapin, sum setir hann í eitt nútíðarhøpi, og hetta er samstundis ein roynd at gera námsfrøðiligt tilfar um ríkisfelagsskapin til 1.s og 2.s.
1. Byrjanin 1948-1975
Ríkisfelagskapurin
Hvat er ríkisfelagsskapurin? Hvussu skulu vit skilja hann? Stutt kann sigast, at ríkisfelagsskapurin er heitið á eindini Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tvey umboð verða vald í fólkatingið fjórða hvørt ár at umboða føroysk áhugamál. Grønland velur eisini tvey umboð í fólkatingið, sum hevur 179 fólkatingslimir. Í Føroyum hava vit ríkisumboðsmann/-kvinnu, sum umboðar donsk áhugamál í Føroyum.
Ríkisfelagsskapurin fyri og eftir seinna veraldarkríggj
Tá Týskland hersetti Danmark í apríl 1940, vórðu Føroyar hersettar av bretum. Í hesum sambandi samtykti løgtingið eina bráðfeingislóg, sum skuldi vera ein fyribilsskipan, og løgtingið, sum áður bert hevði verið ráðgevandi, fekk nú lóggevandi vald. Hetta var ein av orsøkunum til, at ikki varð farið aftur til at vera eitt amt í danska ríkinum, sum Føroyar høvdu verið frá 1816. Í 1946 var fólkaatkvøða, um Føroyar skuldu hava loysing, ella um vit skuldu atkvøða fyri danska stjórnaruppskotinum, hvussu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar skuldu skipast. Eftir fólkaatkvøðuna og eftir at nýval hevði verið í 1946, vóru samráðingar millum eina føroyska samráðingarnevnd og donsku stjórnina tiknar uppaftur, og endaðu tær við nýggju stjórnarskipanini fyri Føroyar; hetta var heimastýrislógin.
Heimastýrislógin 1948
Heimastýrislógin varð samtykt í fólkatinginum tann 31. mars 1948, og var at meta sum ein fólkatingslóg ella/og millumlandasáttmáli, sum í høvuðsheitum staðfesti politisku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Heimastýrislógin varð sett í gildi 1. apríl 1948. Heimastýrislógin varð skipað við einum A lista og B lista. A-málini vóru málsøki, sum vóru yvirtikin sambært grein 2 í heimastýrislógini, m.a. skattamál og fiskivinnumál. Sambært heimastýrislógini høvdu Føroyar búskaparligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av hesum málsøkjum. B-málini vóru tey málsøki, sum ikki vóru yvirtikin, men sum við samráðingum millum Danmark og Føroyar kundu yvirtakast, um báðir partar vóru samdir um hetta. Felagsmálini vóru málsøki, sum hvørki vóru A ella B mál, men har danskir myndugleikar høvdu valdið, men føroyingar kundu fyrisita málsøkini eftir grein 9 í heimastýrislógini (sí seinni). Ríkismálini vóru málsøki, sum Danmark hevði valdið yvir. Hetta vóru uttanríks- og trygdarpolitisk mál, valutamál og rættarskipanin.
Trupulleikar – NATO-sáttmálin 1952
Ein av fyrstu trupulleikunum, sum tóku seg upp í viðurskiftunum millum løgtingið og donsku stjórnina, var ummælisrætturin um mál, sum viðvíktu føroyskum viðurskiftum, men sum var danskt málsøki. Hesi mál skuldu leggjast fyri løgtingið sambært grein 7 í heimastýrislógini. NATO (North Atlantic Treaty Organization) er ein verjufelagsskapur fyri lond, sum vendi sær ímóti Sovjet og øðrum kommunistiskum londum, sum skipaðu seg í Warzawasamgonguna í 1955. NATO-sáttmálin, sum formliga varð settur í gildi 3. des. 1952, limaði Danmark og harvið eisini Føroyar inn í NATO samgonguna. Danska stjórnin helt seg onga skyldu hava at leggja hann fyri løgtingið. Hetta gekk beint ímóti viðtøkuni hjá løgtinginum um at halda seg uttan fyri allar hernaðarsamgongur, sum varð samtykt í 1952 og seinni aftur í 1970. Í 1959 varð NATO-radarstøðin bygd á Sornfelli. Í 1970 endurtók løgtingið uttanveltaðu støðu sína.
Kreppan í 1950-unum
Stór búskaparlig kreppa var í føroyska samfelagnum 1951-56. Sjóvinnubankin var føroyskur banki og hevði gjørt nógvar íløgur í trolarar o.a. Bankin fór á heysin í 1951. Hann varð bjargaður av donsku myndugleikunum. Forsætismálaráðið staðfesti í kanning frá 1953, at leiðslan í Sjóvinnubankanum hevði brotið bankalógina; bankin hevði lænt ov nógvar pengar út til skip, sum komu í fíggjarligar trupulleikar. Samstarvið millum danskar og føroyskar myndugleikar bjargaði samfelagnum á búskaparliga økinum, og ein enduruppbygging fór í gongd eftir 1955. Eftir seinna heimskríggj setti USA í verk eina fíggjarliga endurreisingarætlan fyri Evropa, nevnd Marshall-hjálpin. Føroyar fingu pening av danska partinum av Marshall-hjálpini: 10 mió. krónur og tvær mió. krónur í rentufríum láni.
Læknastríðið í Klakksvík 1952-56 – donsk uppílegging
Eitt annað mál, sum fekk stóran týdning, var læknastríðið í Klakksvík, ið snúði seg um, hvør skuldi setast sum lækni í Klakksvík. Føroysku og donsku heilsumyndugleikarnir vildu ikki seta læknan, sum klakksvíkingar vildu hava. Hetta elvdi til tað, vit nevna Klakksvíksstríðið 1952-1956. Stríðið endaði við danskari uppílegging við hernaðarskipi og servandum løgregluhermonnum. Hetta skapti sterkar kenslur millum føroyingar um, at danskir myndugleikar løgdu seg upp í innanhýsis viðurskifti í Føroyum.
Vælferðarsamfelagið
Fyrst í 1960´unum kom útbygging av vælferðarsamfeløgum í Norðurlondum á dagsskrá. Føroyska samfelagið skuldi eisini gerast eitt vælferðarsamfelag. Trupulleikin var, at vælferðarmál, sum t.d. heilsumál, almannamál og skúlamál ikki vóru yvirtikin á lista A, tí tey vóru sera útreiðslutung, og ikki var mett, at landskassin kundi einsamallur yvirtaka og útbyggja hesi øki. Tí var semja millum allar flokkar á tingi um, at útbyggingin av vælferðarsamfelagnum skuldi fara fram í samstarvi við ríkismyndugleikarnar. Nú skuldu føroyingar hava somu vælferð sum danir. Hesum vóru allir løgtingslimir og samgongur í Føroyum í 60´unum samd um. Í tíðarskeiðinum 1960-1969 øktist danski ríkisstuðulin til Føroya við 394%. Og í 1965/66 bar ríkisstuðulin uml. 45% av rakstrar- og íløguútreiðslunum hjá tí almenna í Føroyum.
Ríkisveitingin – frá “endurgjaldingarskipan” til blokkstuðulsskipan 1988
Tá Danmark veitti Føroyum pening tíðina fyri 1988, varð hann goldin við støði í eini “endurgjaldsskipan”, har avtalað varð, hvussu stóran part ríkismyndugleikarnir, landskassin og kommunurnar skuldu gjalda, tá vegir, lendingar, stovnar o.s.fr. skuldu byggjast. Í 1988 kom ein nýggj skipan; hetta var blokkstuðulsskipanin. Danir kravdu, at føroyingar góðtóku blokkveitingina eins og kommunurnar í Danmark. Sambandsflokkurin var hart ímóti, men í 1988 góðtók føroyska heimastýrið at leggja um til blokkstuðulsskipan. Síðan tá hava ríkisveitingarnar verið partur av fíggjarlógini og verið við til at fíggja almenna samfelagsraksturin.
2. Yvirtøkutíðarskeiðið 1975-1990
Yvirtøkulandsstýrið 1975
Tá ið føroyingar skuldu yvirtaka málsøki, var treytin, at teir skuldu yvirtaka bæði fyrisitingarligu og búskaparligu ábyrgdina av hesum yvirtøkum. Hetta kostaði nógv. Tí tóku yvirtøkurnar av málsøkjum ikki dik á seg fyrr enn í 1975, tá ið yvirtøkusamgongan – ein áður óroynd samgonga – varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og helt fram eftir 1978. Í 1976 varð Postverkið yvirtikið. Samgongan vildi eisini yvirtaka hini málsøkini á lista A, heilsumál, almannamál og skúlamál. Hetta kundi bert gerast, um landsstýrið yvirtók útreiðslurnar av málsøkjunum. Endin var, at ríkismyndugleikarnir góvu heimastýrinum ábyrgdina av at fyrisita málsøki, sum vórðu verandi felagsmál, men sum ríkismyndugleikarnir høvdu búskaparligu, lóggevandi og fyrisitingarligu ábyrgdina av sambært grein 9 í heimastýrislógini:
§ 9. Eftir samráðing verður semja gjørd um, í hvørjum føri og í hvørjari vídd tað er møguligt innan fyri øki, sum eru felagsmál, at geva heimastýrinum í hendi at áseta nærri reglur fyri teimum serligu føroysku viðurskiftunum og taka við umsitanini av avvarðandi økjum.
Eisini varð m.a. fyrisitingin av fólkapensjónini og avlamispensjónini, almennu forsorgini, heilsuverkinum og skúlaverkinum yvirtikin í 1975 til 1979 sambært § 9. Hetta vóru sostatt “hálvar” yvirtøkur, tí lóggávuvaldið lá hjá fólkatinginum. Eftir 1988 stóð heildarveitingin á løgtingsfíggjarlógini eins og aðrar inntøkur hjá landskassanum í Føroyum.
3. Krepputíðir 1990-1998
Donsk uppílegging í kreppuárunum 1992-1995
Í 1990´unum var búskaparkreppa, sum gjørdist ein samfelagslig kreppa við stórum arbeiðsloysi og nógvari fráflyting. Í 1980´unum høvdu føroyingar tikið nógv uttanlandslán at fíggja fiskivinnustuðulin og at keypa nýggj skip fyri. Samlaða føroyska uttanlandsskuldin var við endan av 1980´unum netto 8 mia. krónur, sum var 173.000 krónur í miðal fyri hvønn íbúgva. Umleið 1989/90 var ikki longur møguligt at taka lán uttanlands, sum kundu fíggja stuðulin til fiskivinnuna. Føroyska samfelagið stóð framman fyri einum búskaparligum skrædli. Øll orka var uppbrúkt, og fiskivinnan var ikki lønandi. Aðrar orsakir til kreppuna vóru minkandi veiðunøgdir og fallandi prísir á evropeiska fiskamarknaðinum. Stórt arbeiðsloysi kom, og endin var stór fráflyting í tíðarskeiðinum 1992-1996.
Føroyska samfelagið sett undir fyrisiting
Í fyrstu syftu komu óheftir búskaparfrøðingar frá IMF[1] eftir boðum frá donsku stjórnini at kanna føroyska búskapin í 1990-1992. Hetta skuldi, saman við árligu frágreiðingunum hjá “Det Rådgivende Udvalg for Færøerne” og frágreiðingunum frá ríkisumboðsmanninum, verða arbeiðsgrundarlagið hjá Føroyabólkinum, sum var ein bólkur av donskum embætisfólkum. Hann skuldi leggja ætlan um, hvussu danska stjórnin skuldi handfara kreppuna í Føroyum, og hvørji tiltøk skuldu setast í verk. Tann 6. oktober 1992 var føroyska heimastýrið sett undir umsiting av nýggja kreditorinum, tí danska statskassanum.
Avtalurnar millum donsku stjórnina og landsstýrið
Orsakirnar til spentu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru treytirnar, sum donsku stjórnirnar løgdu á politisku myndugleikarnar í Føroyum í sambandi við kreppuavtalurnar frá oktober 1992, februar 1993, mai 1993 og oktober 1993. Avtalurnar avmarkaðu møguleikarnar hjá løgtinginum at lóggeva og útinna vald sítt. Donsku politisku myndugleikarnir royndu at lóggeva og siga, hvussu fiskivinnan skuldi stýrast. Fiskivinnan var føroyskt sermál, og tí kundi hetta tulkast sum brot á heimastýrislógina. Í november 1994 vóru samráðingar millum nývalda landsstýrið og donsku stjórnina. Samráðingarnar høvdu við sær, at haftið, ið landsstýrið var lagt í, sum heild varð loyst upp.
Tann 11. september 1992 læt Schlüter-stjórnin føroyingum rættin til møgulig ráevni í føroysku undirgrundini. Eftir 17 ára samráðingar um ráevni í undirgrundini, kom hetta óvart á føroyingar. Ein av treytunum var, at kappingarførar danskar privatfyritøkur skuldu hava framíhjárætt til arbeiðsuppgávur í sambandi við møguligar olju- ella gass-framleiðslu við Føroyar.
Avtalan 1998
Tann 10. juni 1998 varð nýggj avtala gjørd millum danska statin og heimastýrið. Nú vóru ongar avmarkingar settar føroyska heimastýrinum at reka búskaparpolitikk. Avtalan í 1998 gjørdi, at føroyingar skuldu fáa 1,4 milliardir í endurgjaldi fyri mátan, danska stjórnin hevði handfarið keypið av bankunum. Endurgjaldið varð býtt sundur soleiðis, at 900 milliónir vóru fyri bankakeypið, og hinar 500 milliónirnar vóru eftirgivin skuld. Nettouttanlandsskuldin hjá Føroyum minkaði m.a. av endurgjaldinum frá danska statinum og av einum sera stórum gjaldsjavnayvirskoti úr heimsins hægstu skuld í 1990 (roknað fyri íbúgva) til at vera burtur í 1998.
4. Fullveldistíðin – kreppa í ríkisfelagsskapinum 1998-2004
Fullveldislandsstýrið og bankamálið
Ríkisrættarliga støðan gjørdist høvuðsevnið til løgtingsvalið 30. apríl 1998. Kreppan, sum kom í viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, og sum var orsøkin til fullveldisrákið, sum tók seg upp í 1996-2000, hevði støði í handfaringini av bankamálinum. Stutt kann sigast, at í bankamálinum vóru tað danska fíggjareftirlitið, danska stjórnin og Den Danske Bank, sum vóru høvuðsleikarar, og føroyingar hildu, at Føroya løgting varð “lumpað” at taka stór og dýr lán fyri at bjarga føroyska bankakervinum.
Bankamálið og handfaringin av kreppuni fyrru helvt av 1990´unum gjørdi, at allir flokkar upp undir løgtingsvalið 1998 gjørdu uppskot um, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skuldu skipast í framtíðini. Allir teir stóru flokkarnir vóru sinnaðir at broyta viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Mest víðgongda uppskotið kom frá Tjóðveldisflokkinum, sum vildi hava eina skipaða loysing, sum stig fyri stig skuldi gera Føroyar til sjálvstøðuga tjóð. Tjóðveldisflokkurin gjørdist fyri fyrstu ferð nakrantíð størsti flokkur, og skipaði saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum eitt sokallað “fullveldislandsstýri”. Javnaðarflokkurin, sum var stóri taparin við valið í 1994, gjørdist næststørsti flokkur í 1998, og vann seg aftur á ta stødd, ið flokkurin hevði í 1980-árunum, meðan Sambandsflokkurin fekk munandi afturgongd.
Fullveldisætlanin varð skipað í stigum, og talan var um 4 stig. Endamálið var at koma fram til eitt sjálvsstýrandi føroyskt samfelag í samráð við donsku stjórnina.
Álitiskreppa
Fyrsta samráðingarumfarið var 17. mars 2000, og næstu samráðingarumførini vóru tann 2. mai, 15. juni og 26. oktober 2000. Samanumtikið var stóri trupulleikin skiftistíðin, t.e. hvussu langa tíð niðurlagingin av ríkisveitingunum skuldi taka. Her var støðan hjá sosialdemokratisku stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen greið og ikki til at vika; skiftistíðin skuldi verða 4 ár.
Samráðingarnar endaðu úrslitaleysar tann 26. okt. 2000, og landsstýrið staðfesti, at danska stjórnin ikki var sinnað at samstarva við einar sjálvstøðugar Føroyar, soleiðis sum landsstýrið hevði lagt upp til á fundi 17. mars 2000. Fólkaatkvøða skuldi verða í apríl 2001 um fullveldisspurningin, og ógreitt var, hvat spyrjast skuldi um á fólkaatkvøðuni, og nær fólkaatkvøðan skuldi verða.
Veljarakanning vísti, at stór mótstøða var móti uppskotinum hjá landsstýrinum, og endin var, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru ímóti eini fólkaatkvøðu, meðan Tjóðveldisflokkurin var ímóti at avlýsa hana. Fullveldisstríðið endaði við eini samtykt, sum staðfesti, at Føroya fólk er tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og farið var undir at fáa øll málsøki undir føroyskt sjálvræði, og at heildarveitingin úr Danmark skuldi minkast við 300 til 400 mió. krónum í seinasta lagi 1. januar 2002. Endamálið var “at tøma heimastýrislógina fyri innihald”. Fullveldisætlanin kom ikki á mál og hevði skapt eina “álitiskreppu” í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, meðan samráðingarnar fóru fram.
5. Endurskoðan av ríkisfelagsskapinum 2005-2012
Heimastýrislógin endurskoðað – yvirtøkulógin 2005
Eftir at fullveldistíðarskeiðið var av, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Endurskoðanin av ríkisfelagsskapinum ella heimastýrislógini byrjaði við eini yvirlýsing tann 14. januar 2002. Úrslitið varð yvirtøkulógin, sum kom í gildi á ólavsøku 2005. Lógin var eitt ískoyti til heimastýrislógina og gav Føroyum eina nýggja sjálvstýrisskipan. Í yvirtøkulógini verður nevnt, at lógin byggir á ein sáttmála millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina sum tveir javnlíkar partar. Munurin á heimastýrislógini og nýggju yvirtøkulógini var, at nú kundu føroysku myndugleikarnir gera av, nær eitt málsøki varð yvirtikið. Í heimastýrislógini var hetta ikki møguligt, tí har skuldi semja vera millum báðar partar – donsku og føroysku myndugleikarnar, áðrenn eitt málsøki kundi yvirtakast. Yvirtøkulógin hevði ein positiv-lista, ið vóru málsøki, sum kundu yvirtakast uttan samráðingar, og ein negativ-lista, ið vóru mál, ið ikki kundu yvirtakast, og sum yvirtøkulógin ikki fevndi um. Hesi vóru m.a. uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur, gjaldoyra- og pengapolitikkur, hægstirættur, heimarættur danska ríkisins.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin – størri sjálvræði í uttanríkispolitiskum málum?
Tann 14. mai 2005 kom lóg, sum varð nevnd uttanríkispolitiska heimildarlógin. Endamálið við lógini var at geva føroysku myndugleikunum størri rættindi til at gera sáttmálar við onnur lond, at samráðast á uttanríkispolitiska økinum. Føroyskir myndugleikar skuldu í framtíðini alt meira verða tiknir við í samráðingar á uttanríkispolitiska økinum. Lógin gav Føroyum avmarkað rættindi at gera millumtjóða avtalur.
Í 2010 varð uppskot lagt fyri løgtingið um at samtykkja nýggja stýrisskipan fyri Føroyar. Uppskotið varð ikki samtykt, tí hildið var, at uppskotið, sum m.a. skuldi geva løgtinginum evsta vald í Føroyum, ikki var í samsvari við heimastýrislógina og grundlógina.
6. Uttanríkispolitiskar avbjóðingar 2013-2020
Stórveldini og avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum
Á uttanríkispolitiska økinum eru tey broyttu viðurskiftini millum Kina, USA og Russland, sum hava sett spurning við, hvønn leiklut Føroyar skulu hava á uttanríkispolitiska økinum í framtíðini. Støðan í arktiska økinum setur nýggj krøv og avbjóðingar, og føroyska uttanríkistænastan er nógv útbygd seinastu árini. Fiskivinnusamráðingar, samráðingar við ES og onnur lond um handilssáttmálar, samráðingar um sjómørk o.s.fr. seta nýggj krøv og nýggjar avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum.
Arktiska Ráðið
Føroyar eru saman við Danmark og Grønlandi limir í Arktiska Ráðnum, sum varð stovnað í 1996. Arktiska Ráðið er einasta formliga millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Onnur limalond eruUSA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Ísland og Noreg. Arktiska Ráðið hevur ikki støði í einum bindandi millumtjóða sáttmála, men í einari politiskari yvirlýsing millum avvarðandi uttanríkisráðharrar. Semja skal vera millum limalondini um allar avgerðir. Avgerðirnar eru tó ikki løgfrøðiliga bindandi. Virksemið í Arktiska Ráðnum hevur fyrst og fremst snúð seg um at gera frágreiðingar, støðulýsingar, tilmæli og leiðreglur um viðurskifti á arktiska økinum, t.d. umhvørvisdálking, veðurlagsbroytingar og skipaferðslu. Eitt dømi er viðurkenda frágreiðingin Arctic Climate Impact Assessment (ACIA) frá 2004. Mett verður, at tað er henda frágreiðingin, ið fekk heimin at skilja, hvussu álvarsligar veðurlagsbroytingarnar eru í Arktis.
Ríkisfundir
Limirnir í ríkisfelagsskapinum hava ríkisfund einaferð um árið. Á hesum fundum leggja Grønland, Føroyar og Danmark fram síni áhugamál. Seinasti fundur millum leiðararnar í ríkisfelagskapinum var í forsætismálaráðnum tann 7. januar 2020. Við á fundinum vóru danski statsministarin Mette Frederiksen, føroyski løgmaðurin Bárður á Steig Nielsen og grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen. M.a. varð víst á, at altjóða eygu venda sær alsamt meira móti Arktis, sum er við at fara frá at vera eitt lágspenningsøki til eitt háspenningsøki í norðuratlantiska økinum. Verðurlagsbroytingar fara at broyta støðuna í økinum. Føroyar, Grønland og Ísland liggja í einum týdningarmiklum hernaðarstrategiskum øki ofta nevnt GIUK (Greenland, Iceland, United Kingdom) Hetta er rennan millum Grønland og Ísland og rennan millum Ísland, Føroyar og Bretland. Russisk flogfør og russiskt kavbátavirksemi í Norðuratlantshavinum hava fingið donsku stjórnina at venda sær til føroysku landsstýrið um at seta upp ein radara í Føroyum. Hetta var í august 2020. USA og NATO vilja í størri mun hava eftirlit við havøkinum og luftrúminum kring Føroyar og í Norðuratlantshavinum sum heild, sum ein avleiðing av broyttum og spentari viðurskiftum millum stórveldini.
Sendistovur
Hvørjar eru sendistovurnar og hvørjar uppgávur røkja tær? Uttanríkistænasta Føroya hevur í dag seks sendistovur uttanlands. Vit hava umboðan í Reykjavík, Beijing, Bruxelles, Moskva, Keypmannahavn, London og Tel Aviv. Sendifólkið hevur diplomatiska støðu í avvarðandi vertslandi. Endamálini hjá sendistovunum eru í høvuðsheitum at fremja áhugamál Føroya, politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt t.d. at hjálpa føroyskum borgarum í viðkomandi landi.
Handilsavtala millum Russland, kreppan í Ukraina og Føroyar/Danmark og ES
Trupulleikar tóku seg upp millum Danmark og Føroyar í 2013/14, tá Føroyar og Russland undirskrivaðu eina fríhandilsavtalu. Avtalan hevði við sær, at Føroyar, Russland og ein røð av fyrrverandi sovjetiskum lýðveldum kundu flyta út vørur til hvørt annað eftir serligum reglum, sum góvu londunum fyrimun hvør hjá øðrum. Samstundis var kreppa í Ukraina í 2014, og leikluturin hjá Russlandi í Ukraina hevði við sær, at ES-londini settu revsitiltøk móti Russlandi m.a. viðvíkjandi innflutningi av fiskavørum. Hetta skapti øsing í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, tí Føroyar stóðu uttan fyri ES og vildu ikki vera við í revsitiltøkunum, meðan Danmark stuðlaði revsitiltøkunum. Argumentatiónin frá føroyskari síðu var, at nógv ES lond seldu vørur til Russlands, sum ikki komu undir revsitiltøkini, og tí hildu Føroyar fram við at útflyta laks til Russlands.
Makrelstríðið 2013/14 millum Føroyar, Danmark og ES
Kjarnin í málinum var, at Danmark, sum er limur í ES, og Føroyar, sum ikki eru limur í ES, komu at standa á hvør sínari síðu í málinum um makrel- og sildakvotur. Føroysku áhugamálini samsvaraðu ikki við tey donsku. Í stuttum snúði makrelstríðið seg um eitt stríð millum Ísland og Føroyar øðrumegin og ES og Noreg hinumegin. Føroyingar valdu at hækka sína kvotu av sild og makreli, sum var í andsøgn við avtalurnar; eisini Ísland valdi at hækka kvoturnar fyri makrel. Grundgevingin var, at makrelurin hevði flutt seg nógv inn í føroyskt havøki, og tí skuldu Føroyar hava møguleika at fiska meira. ES og Noreg vildu hinvegin halda fast um upprunaligu avtaluna um kvotur. Hóast nógvir fundir vóru, var ikki møguligt at finna semju í málinum, og hetta hevði við sær, at ES setti í verk revsitiltøk (sanktiónir) móti føroyskum fiskiskipum í august 2013. Føroysk fiskiskip fingu ikki loyvi at leggja at í havnum í ES, og samstundis varð forboð sett fyri at innflyta føroyska sild í ES. Danmark kom sostatt at seta revsitiltøk móti Føroyum, sum ikki var limaland í ES. Seinni var sak reist móti ES fyri at ganga ímóti fríhandilsavtalunum í WTO, og á heysti 2013 løgdu Føroyar sak móti ES í WTO. Endin var tó, at bæði revistiltøkini móti Føroyum og at leggja sak móti ES í WTO vóru løgd til viks, og ein nýggj avtala varð gjørd um, hvussu nógvan makrel Føroyar kundu fiska.
Kina, Føroyar, Danmark og Huawei
Spurningurin um 5G samskiftisnetið, sum Føroya Tele vildi hava stóru kinesisku tøknifyritøkuna Huawei at seta upp í Føroyum, er vorðin eitt geopolitiskt stríð millum USA og Kina. Økti áhugin fyri trygdarpolitisku støðuni í norðuratlantiska økinum hevur havt avbjóðingar við sær. Frá at vera eitt kommersielt mál er spurningurin um teleinfrastrukturin vorðin eitt uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Orsøkin er, at Huawei verður lagt undir at njósnast fyri Kina, og tí er fyritøkan ein trygdarpolitiskur vandi.
Hvørja fatan hava danir av ríkisfelagsskapinum í dag dato 2020?
Úr setanarrøðuni hjá Mette Frederiksen í fólkatinginum okt. 2020: ”Klimaforandringerne og interessen for Arktis trækker Færøerne og Grønland længere ind på den internationale scene. Jeg forstår godt Færøernes og Grønlands ønske om en mere aktiv rolle i udenrigs- og sikkerhedspolitikken. Jeg er enig i, at vi skal styrke samarbejdet. Dele viden og information. Vi er tre lande. Tre folk. Tre kulturer. Men vi har også et stærkt fællesskab. Jeg vil give en åben invitation til samarbejde på områder, hvor det kan være til fælles gavn. Ligesom jeg vil sige til de nordatlantiske medlemmer her i Folketinget, at regeringen vil prioritere samarbejdet med – og inddragelsen af – jer. Færøerne har haft valg. Der er dannet et nyt landsstyre. Jeg har aftalt med lagmand Bárður á Steig Nielsen, at jeg snart tager til Færøerne, så vi kan komme i gang med samarbejdet. Det glæder jeg mig til.”
Tilfarsskrá
www.altinget.dk/artikel/live-statsministerens-tale-fra-folketingets-aabning. Mads Outzen 1. oktober 2019.
Berg, Regin og í Jákupstovu, Beinta: Færøysk sikkerhetspolitikk. Tórshavn 2014.
Breum, Martin: Brexit, Huawei og Trump skærper Grønlands og Fæørernes pres på Mette Frederiksen. Altinget 18. des. 2019.
Harhoff, Frederik: Rigsfællesskabet. Klim 1993.
https://logting.elektron.fo/logkjak/logir/1948.11.htm. Heimstýrislógin 31.03.1948.
Hoydal, Høgni: Myten om rigsfællesskabet. Lindhardt og Ringhof 2000.
Holm, Dennis: Fullveldislandsstýrið 1998-2002 . Námsrit.3/2003(Granskingardepilin fyri Økismenning www.region.fo, 2003).
Joensen, Edmund: Eysturheimurin og Vestergaard: Naivur uttanríkispolitikkur. Dimmalætting 30. 0kt. 2020.
Joensen, Kaj: På Færøerne er rikisfællesskabet til debat. Altinget 1. juni 2015.
Larsen, Bárður og á Rógvi, Kári: Færøsk forfatningsudkast i forfatningsretlig belysning. Juristen nr. 5 2010.
Mencke, Mathias Sonne: Færøerne vil indgå en frihandelsaftale med Putins Rusland. Kristeligt Dagblad 6. nov. 2019.
Michaelsen, Hans Petur: Danmark er udfordret i Arktis. Altinget 6. mars 2015.
Nolsøe, Jens P, Kári Jespersen: Tráður til Føroya Søgu. Føroya Søga 1940-1998. Føroya Skúlabókagrunnur 2000, teldutøk útgáva 2005.
Rasmussen, Sjúrður, Thorsteinsson, Jákup: Grundloven 150 år. Folketinget 1999.
Rasmussen, Ingi: Søgulig semja um innanhýsis sjálvstýri. Portal.fo 31.01.2003.
Sondum, Billa: ”Når vi springer fra isflage, må vi ikke stå for længe stille.” Samfundsfagsnyt. Marts 2020.
Spiermann, Ole: Vore grundlovsstridige hjemmestyreordninger. Juristen nr. 1. 2008.
Sølvará, Hans A : Løgtingið 150 ár © 2002.
https://um.dk/da/udenrigspolitik/lande-og-regioner/rigsfaellesskabet/
Torsteinsson/Finnson Johansen: Føroyar í kalda krígnum. Løgmansskrivstovan, sept. 1999.
[1] IMF er felagsskapur undir Sameindu Tjóðum, sum ger metingar av búskapum, sum eru komnir í stóra búskaparliga kreppu. Búskaparfrøðingarnir, sum eru í starvi undir IMF, skulu vera óheftir og ikki hava samband til tað land, sum kannað verður. IMF merkir International Monetary Fund.