Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Samstarv millum næmingar og lærarar fremur læring

Eftir Tina Rasmussen, gymnasieskolen.dk, 22. juni 2020. Týðing: Tórður Johannesarson. í miðnámsrit 21, februar 2021

Gott samstarv millum næmingar og lærara er týdningarmikið og fremur læring, vísir gransking. Hetta er tískil vorðið ein fastgrógvin partur av lærara­starvinum, halda tveir serfrøðingar í læring. Menningin er serliga hend seinastu 10 árini.

Seinastu árini hava lærarar lagt alt størri dent á, at samstarvið millum teir og næmingar skal vera gott. Fyri einans 10 árum síðan var hetta ikki nakað, sum var eitt samrøðuevni á donsku miðnámsskúlunum, sambært serfrøðingum í Danmark.

Gott samband millum lærara og næming skapar ikki bara gott huglag í flokkinum, men økir eisini um hugin hjá næmingunum at læra; tað fakliga mennist, og tað kann eisini minka um fráfall. Tískil er tað sera gott, at nógvir miðnámsskúlalærarar raðfesta samstarv í flokshølinum, vísir Kristine Hecksher á. Hon er leiðandi ráðgevi hjá EVA (Danmarks Evalueringsinsitut).

“Frá granskingini vita vit, at næmingar læra betur, um tað er gott samband við læraran. Hugurin at læra veksur, og trúgvin ella vónin um, at tað ber til at læra, styrkist,” sigur Kristine Hecksher, sum var leiðari fyri eini verkætlan um trivnað millum næmingar, sum varð gjørd í 2020. 

Trivnaður og hugur at læra eru fortreytir fyri læring, og tí er gott samstarv millum lærara og næmingar nakað, sum hvørki lærarar ella leiðslur kunnu skáka sær undan at arbeiða við, heldur hon.

Granskarin Dorte Ågård, sum hevur skrivað PhD-ritgerð um týdningin av góðum sam­bandi millum lærara og næming, er samd við Kristine.

“Tað er serliga gjøgnum tað góða sambandið millum lærara og næming, at hugurin at læra verður skaptur”, sigur Dorte, sum er seniorráðgevi við Institut for Kultur og Læring á Aalborg Universiteti. 

Trivnaðarkanning, sum varð gjørd í 2019 millum danskar miðnámsskúlanæmingar, vísti, at tríggir av tíggju næmingum trivust ikki. Árið fyri vóru tað tveir av 10. Tey seinastu árini hava fleiri kanningar víst sama rák. Nógv ung uppliva avrikstrýst, strongd, einsemi og eru sálarliga viðkvom. Fokus á samstarv kundi bøtt um hetta.

Empatiskur autoritetur

Sambært teimum báðum verður gott samband við næmingarnar til, tá ið lærarin er hjálp­samur, vísir áhuga og innliving fyri einstaka næminginum og møtir honum sum eitt heilt menniskja. Tað er týdningarmikið, at lærarin veit, hvussu næmingarnir eita, er høviskur, minnist tey smáu tingini um teir o.s.fr. Tað kann ljóða eitt sindur slitið, men granskingin vísir, at hetta hevur sera stóran týdning. 

Onkuntíð kann eitt prát í einum steðgi vera gott, men tað góða sambandið verður fyrst og fremst skapað í undirvísingini, men tað snýr seg í størstan mun um flokksleiðslu, heldur Dorte, og leggur afturat:

“Í samband við flokksleiðslu er samstarvið millum lærara og næmingar týðandi. Tað er sínámillum ávirkanin millum lærara og næmingar í flokkinum, sum er týdningarmikil, t.d. at næmingarnir upp­liva, at teir blíva sæddir og hoyrdir. Tað hevur týdning, hvussu lærarin byrjar tíman, sam­skiftir, og hvussu hann er í skúlastovuni. Flokksrúmið er tann týdningar­mesti pallurin í sambandi við gott samstarv”.

Kristine sigur tað sama: “Lærarin skal ikki bara vera tann empatiski vaksni, sum vísir áhuga, men er eisini ein, sum ræður í flokkinum, tann sum stýrir samskiftinum, bygnað­inum og umhvørvinum í skúla­stovuni”, sigur hon.

Kristine mælir til, at lærarin er týðiligur, ger næmingunum greitt, at eingir spurningar eru býttir. Tað er í lagi at gera mistøk. Tað hevur stóran týdning, at lærarin stýrir, hvussu hann ger bólkar í sambandi við bólkaarbeiði. Tá skal hann brúka ymiskar hættir at geva aftur­meldingar, so tað bæði er rúmd fyri, at næmingurin sleppur at venja og fær dygdargóðar afturmeldingar.

Hugburðsbroyting er hend

Sambært Dorte er læraraleikluturin samansettur av trimum viðurskiftum: tí fakliga, tí námsfrøðiliga og tí relationella. Vanliga síggja miðnámslærarar seg fyrst og fremst sum faklærarar. Í nítiárunum varð dentur lagdur á tað námsfrøðiliga, og ikki fyrr enn tey seinastu 10 árini hevur týdningurin av samstarvi av álvara vunnið frama, og verður sæddur sum týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá miðnámslærarum.

Í 2010, tá ið hon fór í gongd við sína ph.d, var tað ikki nakað, sum man tosaði um. Tað vóru ikki hugtøk fyri hesum. Fatanin var, at tað var nakað kensluborið, sum teir kvinnu­ligu lestrarvegleiðararnir dugdu. Tað var nakað, sum lærarar kundu loyva sær at taka frástøðu frá.

Síðan er dentur lagdur á týdningin av tætta sambandinum millum lærara og næming. Dorte hevur havt 200 prát um evnið í 200 miðnámsskúlum. Hugburðsbroytingin er hend, tí at tað eru komnir alt fleiri næmingar á miðnám, sum hava tørv á eyka álítandi sambandi við  læraran, og nevnir sum dømi næmingar við fremmandamálsligari bakgrund og næmingar við sálarligum avbjóðingum.

Tað eru tó framvegis lærarar, sum eru treiskir og halda ikki, at tað er teirra uppgáva at vísa samstarvinum ans.

”Men fyri tað mesta kemur hetta av, at teir hava misskilt hugtakið. Tá ið teir skilja, at tað ikki snýr seg um at vera terapeutur ella vinur við næmingarnar, men at tað heldur snýr seg um at menna undirvísingina, sum bæði fevnir um góð sambond og at vera týðiligur í skúla­stovuni, tá kunnu hesir væl kenna seg aftur í hesum, sigur Dorte.

Hon heldur ikki, at teir niðurskurðir, sum eru framdir á donsku miðnámsskúlunum seinastu árini, har lærarin skal renna skjótari, eiga at hava við sær, at samstarv millum lærara og næmingar blívur raðfest lægri.

”Tað er ikki nøkur eyka uppgáva. Tað er ein verumáti í skúlastovuni. Tá ið lærarin skal gera okkurt annað enn hann er vanur, skal tað sjálvsagt venjast og mýkjast, men tað tekur ikki langa tíð at venja seg at byggja góð sambond upp”, sigur hon.

Ver autentisk/ur

Kristine Hecksher vísir eisini á, at tað er týdningarmikið, at lærarin væntar nógv av næmingunum, og trýr, at teir kunnu læra tað, sum teir skulu, og at lærarin greiðir teimum frá, hvussu teir kunnu mennast fakliga.

”Lærarin skal altso arbeiða við samskiftinum, sum er í skúlastovuni og samskiftinum, sum hann hevur við hvønn einstakan næming”, sigur Kristine.

Tað hevur eisini stóran týdning, at tað av og á er pláss at tosa um nakað annað í tímunum enn bara tað fakliga, og at lærarin gevur eitt sindur av sær sjálvum sum persóni, hann skal vera autentiskur, eru Dorte og Kristine samdar um.

Men tað merkir ikki, at lærarin skal siga næmingunum, hvat ið hann hevur gjørt saman við familjuni um vikuskiftið o.s.fr., leggur Kristine dent á.

”Tað hevur stóran týdning, at lærarin er trúgvur mótvegis sær sjálvum og tí mátanum, sum hann er. Tað vil siga, at lærarin er autentiskur. Hann kann t.d. greiða næmingunum frá sínum royndum sum næmingur og vísa teimum, at hann sjálvur einaferð hevur havt tað torført við onkrum fakligum, sigur Kristine.

Felags uppgáva

Hetta við at hava samstarvið í huga er ikki nakað, sum tann einstaki lærarin skal vera einsamallur um. Tað er ein uppgáva hjá skúlanum, tað er nakað, sum leiðslan skal viðgera og taka upp á náms­frøði­ligum døgum, halda tær. – ”Leiðslan hevur ein stóran leiklut; tað er eitt val ella rað­festing, sum leiðslan má taka, um hon ynskir at hjálpa lærarum at blíva betri til hetta, sigur Kristine.  Tað er eisini nakað, sum lærarar mugu hjálpa hvørjum øðrum við. – ”Í einum flokkstoymi eiga lærarar at tosa um, hvørjar næmingar teir hava vánaligt samskifti ella samband við. Eru tað nøvn, sum verða nevnd fleiri ferðir, eigur toymið í felag at loysa avbjóðingina. Annars er stórur vandi fyri fráfalli”, nevnir Dorte.

Tað er sjálvsagt gott, at skúlar hava lestrarvegleiðarar, mentorar, sálarfrøðingar og trivnaðar­ráðgevarar, har næmingar kunnu leita sær ráð. Dorthe Ågård vísir á, samvirkanin í skúlastovuni hevur størri týdning.

Aðrar greinar í miðnámsrit 21