Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Serbreyt á miðnámi - mennandi møguleikar

Eftir Óli Wolles í miðnámsrit 7, september 2015

Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í miðnámsskúla? Gevur tað nakra meining? Soleiðis hevur onkur spurt meg, síðan tað kom fram, at farið verður undir nýggja serbreyt á Miðnámsskúlanum á Kambsdali í heyst. Í hesi grein fari eg at royna at svara hesum spurningum. Eg fari fyrst at geva eitt stutt yvirlit yvir hugsjónarligu bakgrundina og gongdina í málinum og síðani at lýsa hugsjónarliga málið við hesum skúlatilboði.

Bakgrundin

Tá Sameindu Tjóðir (ST) var stovnað eftir 2. heimsbardaga, varð ein heimsyvirlýsing um mannarættindi gjørd og samtykt 10. des. 1948. Henda heimsyvirlýsing ásetur, at tey rættindi, ið nevnd eru í yvirlýsingini, eru galdandi fyri øll fólk uttan mun til fólkaslag, átrúnað, kyn, tjóðskap ella politiska hugsjón. Men onki verður sagt um fólk við breki. Tað ganga mong ár afturat, áðrenn fólk við breki verða nevnd í einum almennum manna­rættindaskjali. Tað verður ikki gjørt fyrr enn í Wien-yvirlýsingini frá 1993. Her verður staðfest, at mannarættindi galda fyri øll menniskju, eisini tey við breki – tey ófullføru (disabled).

Longu í 1987 royndi Italia at fáa gongd á arbeiðið at gera ein ST-sáttmála um fólk við breki, men fekk ikki undirtøku. Svøríki royndi aftur í 1989 við sama úrsliti. Kortini setti hetta gongd á nakað, og í 1993 samtykti ST “Standard Rules on the Equalization of Opportunities for Persons with Disabilities”, sum Føroya Landsstýri hevur fingið týtt og givið út á føroyskum (Fyrimyndarreglur um javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek; Almanna- og Heilsumálaráðið (1999) 2004). Her verður dentur lagdur á, at øll lond eiga at tryggja javnbjóðis møguleikar til fólk við breki á øllum økjum – eisini á skúlaøkinum. Hetta eru tó ikki bindandi, men bert vegleiðandi reglur.

Á UNESCO ráðstevnu í Salamanca í Spania í juni 1994, har umboð fyri 25 felagsskapir og 92 lond viðgjørdu útbúgving fyri øll, varð ein yvirlýsing samtykt, ið seinni er kend sum Salamancayvirlýsingin. Her verður dentur lagdur á, at skúlaverkið skal bjóða javnbjóðis útbúgving til allar borgarar uttan mun til brek, og mett verður, at ein inkluderandi skúla­skipan, ið hevur fjølbroyttar útbúgvingarætlanir og –hættir, er besti mátin at fáa eina góða skúlaskipan fyri øll. Salamancayvirlýsingin er, sum navnið sigur, ikki eitt løgfrøðiliga bindandi skjal, men ein yvirlýsing. Henda yvirlýsing hevur tó havt stóra ávirkan á skúla­politikkin í flestu londum, og hugsjónirnar í Fyrimyndarreglunum og Salamanca­yvirlýsingini síggjast eisini í okkara fólkaskúlalóg.

Tá Meksiko í 2001 tók málið upp aftur um mannarættindasáttmála fyri fólk við breki, bar til. Árið eftir setti ST-aðalfundurin ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum. Tað var New Zealendski ambassadørurin John Don MacCay, sum við eldhuga og dugnaligum diplomati megnaði at leiða henda arbeiðsbólk gjøgnum 8 fundir næstu árini, til hann í august 2006 kundi leggja eitt uppskot fram, sum semja var um. John Don MacCay vísti seg at vera ein meistari í at finna semjur og byggja brýr tvørtur um stórar mentanarligar, sosialar, tjóð­skap­arligar og átrúnaðarligar gjáir. Eftir 5 ára arbeiði, sum er rættiliga skjótt í hesum høpi, varð uppskotið samtykt á ST-aðalfundinum 13. desember 2006 (sí www.un.org/disabilities >Convention). Føroya Løgting samtykti 13. mai 2009 einmælt at seta henda sáttmála í gildi í Føroyum. 1. juli 2015 høvdu 159 lond skrivað undir sáttmálan, og 156 teirra hava sett hann í gildi. Hesin sáttmáli ásetur í § 24 m.a., at fólk við breki skulu hava atgongd til innkluderandi, góða og ókeypis útbúgving, t.e. saman við hinum ungu. Tey skulu ikki útihýsast frá vanligu útbúgvingarskipanini.

Gongdin

Tá skúlatilboðið Rásin varð stovnað í 2003, var fyrsta ítøkiliga stigið tikið at bjóða næmingum við serligum tørvi víðari útbúgving. Her var pláss til 7 næmingar triðja hvørt ár. Tá serflokkur fyri næmingar við autismu varð tikin upp í Hoydølum á sumri 2013, var fyrsta ítøkiliga stigið tikið at inkludera næmingar við serligum tørvi í vanligu miðnáms­skúlaskipanina. Her er talan um næmingar, sum taka eitt vanligt studentsprógv, men sum mugu fáa serliga tillagaðar umstøður til skúlagongdina.

Tað eru tó sjálvsagt nógvir næmingar við serligum tørvi, sum ikki megna at taka eitt vanligt miðnámsprógv, og eisini teimum hava vit skyldu at veita eitt nøktandi skúlatilboð.

Á sumri 2014 settu Mentamálaráðið og Almannamálaráðið í felag ein arbeiðsbólk at gera uppskot til miðnámsskúlatilboð sum heildartilboð til ung við serligum tørvi. Hesin arbeiðsbólkur vitjaði skúlar í Íslandi og í Danmark og royndi at fáa tað besta úr báðum skipanum: Úr Íslandi serliga hugsanina at hava serbreytina inn á vanliga miðnámsskúlan, har javnaldrarnir ganga, og úr Danmark serliga OCN eftirmetingarskipanina. Álit varð handað landsstýrisfólkunum í mentamálum og almannamálum síðst í januar 2015, har mælt verður til at gera eitt serliga skipað miðnám (SSM) til næmingar við serligum tørvi. Hetta skuldi í høvuðsheitum fevna um tveir tættir: serflokk fyri næmingar, ið kunnu taka vanligt prógv við nøktandi umstøðum, og eina nýggja breyt, serbreyt, til næmingar, ið ikki megna eina vanliga miðnámspróvtøku hóast munandi stuðul. Umframt hetta heldur serskúlin Rásin fram við nøkrum næmingum. Tilmælið leggur upp til at halda fram við serflokki í Hoydølum til tann bólkin og at byrja við einum flokki á serbreyt í 2015 og síðani at taka upp aftur árliga, og at ein miðnámsskúli afturat kann bjóða út serbreyt hvørt árið, til tørvurin er nøktaður um eini 5 ár.

Málið

Skúlaárið 2015/16 er so fyrstu ferð, at farið verður undir serbreyt, nú 8 næmingar við serligum tørvi eru tiknir inn á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Teir fyrstu fimm byrjaðu skúlagongdina 20. august í ár – ársdagin eftir, at arbeiðsbólkurin hevði sín fyrsta fund. Tríggir næmingar koma so afturat seinni í heyst. Og so eri eg aftur, har eg byrjaði í innganginum: Gevur tað nakra meining at taka fólk við menningartarni upp á miðnáms­skúla?

Her er fyrst umráðandi at gera greitt, at miðnám merkir ikki endiliga eitt studentsprógv, men heldur, at talan er um skúlastig millum fólkaskúla og víðari lestur ella arbeiðslív. Innihaldið á serbreyt er rættiliga nógv øðrvísi enn á gymnasialum miðnámi, og tað er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum. Undirvíst verður í smáum bólkum. Royndirnar bæði í Íslandi og í Danmark eru, at tað er gagnligt við fjølbroyttum lærarahópi við ymiskum førleikum, og at í miðal eigur at vera ein lærari (starvsfólk) fyri hvørjar tríggjar næmingar, um nakað munagott skal fáast burturúr. Onkur bólkur kann vera minni, onkur størri.

Sum nevnt er ásett í § 24 í ST-sáttmálanum um javnrættindi fyri einstaklingar, ið bera brek, at limalondini skulu tryggja eina innkluderandi skúlaskipan fyri øll, og at málið er m.a. at styrkja virðingina fyri mannarættindum, grundleggjandi frælsi og menniskjaligum fjølbroytni, at menna fólk, ið bera brek, teirra persónsmensku, gávur og skapandi evni, eins og teirra andaligu og likamligu førleikar so nógv sum til ber, at gera fólk, ið bera brek, veruliga før fyri at vera við í einum frælsum samfelag – og at øll tiltøk skulu vera í samsvari við endamálið, sum er fult at verða tikin uppí.

Endamálið er sostatt persónlig menning, bæði fakliga, likamliga, listarliga, persónliga og sosialt, og full luttøka í samfelagnum. Sostatt er ein týðandi táttur í lærumálunum at læra seg at vera virkin partur av samfelagnum. Tað er eyðsæð, at ein lærir best at liva í sam­felagnum við at vera í samfelagnum.

Innihald

Innihaldið í útbúgvingini á serbreyt er sum meginregla í trimum tættum: Vanligar lærugreinir so sum lesing, skriving, rokning, mál, søga og samfelagsfrøði – á tí stigi, sum næmingurin megnar. Annar tátturin er sosialir førleikar. Tað er ein sannroynd, at hóast tað eru teir fakligu førleikarnir, sum gera, at ein fær eitt starv, so eru sosialu førleikarnir avgerandi fyri, um ein kann varðveita starvið. Tískil er umráðandi á serbreytini eisini at arbeiða nógv við sosialu førleikunum, so sum hvørjar reglur eru fyri uppmøting á arbeiðsmarknaðinum, hvat er hóskandi at siga – og hvat er ikki hóskandi at siga – við floksfelagan, við kundan ella stjóran o.s.fr. Triði tátturin er í stóran mun meira handaligur, at læra grundleggjandi førleikar í onkrum yrki, ein hevur áhuga fyri.  Serliga á sosialu og handaligu økjunum er OCN-skipanin viðkomandi eftirmetingaramboð.

OCN (Open College Network) skipanin byggir upprunaliga á at útbúgva fólk til praktiskt arbeiði, har alt virksemi kann greinast í ymisk førleikastig, sum skulu eftirmetast og so hvørt geva møguleika at fara víðari. Fyrsta stigið er grundleggjandi kunnleiki, annað stigið er førleikin at loysa eina uppgávu, og triðja stigið er førleikin at loysa eina uppgávu sjálvstøðugt og eftirmeta.

Grundhugsanin við OCN-skipanini er at kunna skjalprógva allar førleikar, sama um teir eru fingnir innan fyri ella uttan fyri skúlagátt. Skipanin kann skjalprógva førleikar á øllum stigum og verður viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum. Í Bretlandi viðurkenna enntá universitet OCN-stig sum upptøkugrundarlag. OCN skipanin hevur síðani breitt seg til eisini at fevna um persónligar og sosialar førleikar, so hvørt sum skipanin er tikin í brúk á nýggjum økjum. Serliga í Danmark er stórt arbeiði gjørt at menna OCN-skipanina innan brekøkið. 

OCN Danmark hevur til dømis ein pakka við 43 ymiskum OCN gongdum, sum fevna um sosiala- og persónliga læring, eitt nú “Persónligt reinføri”, “Mál og samskifti”, “Bólka­arbeiði og bólkasamanseting” umframt fleiri vinnurættað skeið, t.d. “Køkur og kantina” ella “Bilrøkt”. Ein styrki í OCN skipanini er, at tað er vinnan sjálv, sum dygdarmetir og góðkennir tey einstøku vinnurættaðu OCN-skeiðini.

Við limaskapi í t.d. OCN Danmark fæst atgongd til øll tey skeið, sum eru til, í løtuni 1710 ymiskar OCN eindir í 273 virknum lærutilgongdum. Nýggj skeið koma alla tíðina afturat, so hvørt sum einstakir næmingar vísa á nýggjan tørv. Nýggjar OCN eindir verða gjørdar soleiðis, at teir lærarar, ið hava tørv á eini nýggjari eind, gera eitt uppskot til innihald. Síðan verður hetta uppskot gjøgnumgingið saman við eini serligari nevnd, sum OCN Danmark hevur sett – ella setir eftir tørvi. Henda nevnd ger neyðugar broytingar, so at innihaldið verður soleiðis, sum vinnan krevur. OCN hevur fleiri slíkar nevndir fyri ymisk yrki og øki, sum eru trygd fyri fakliga innihaldinum.

Við føroyskum limaskapi hjá OCN Danmark fæst atgongd til donsku OCN-skipanina. Málið er, at viðkomandi OCN-gongdir verða týddar til føroyskt og, har tað er neyðugt, verða lagaðar til føroysk viðurskifti. Við tíðini eigur eisini ein føroysk OCN-nevnd at vera stovnað til at viðgera OCN-gongdir til serlig føroysk viðurskifti, t.d. arbeiði á einum fiskavirki.

Møguleikar

Hugsa tær eitt ungt fólk við menningartarni, sum dugir at gera kaffi, dekka borð og rudda og vaska upp; sum dugir at passa eina kopimaskinu og eina makuleringsmaskinu og at gera klárt til ein fund, so sum at seta á borðið, at tendra teldu og uppvørpu og at prenta viðkomandi tilfar og býta tað út. Ein genta ella ein drongur við hesum førleikunum kundi óivað havt eitt vart starv á flestu kommunuskrivstovum í landinum – og á rættiliga mongum skrivstovum og arbeiðsplássum annars – eisini fleiri lærarastovum!

Ein ungur maður hevur kanska hug at arbeiða upp á bilar. Tað er kanska órealistiskt, at hann nakrantíð verður bilmekanikari, men um hann dugir t.d. at vaska bil og polera, bæði innan og uttan, at skifta viskarabløð, fylla rútavask í, at turka amboð og heingja á pláss og kanska at bøta og skifta dekk, kundi hesin ungi maðurin verið hjálparfólk á einum bil­verkstaði. Frá skúla í Malmø veit eg, at næmingar, ið høvdu lært at gera ein bil reinan og at eftirhyggja ymsu áfyllingarnar í motorrúminum, í fleiri førum fingu starv hjá bilaleigu­fyritøkum.

Ein ung genta hevur kanska hug at arbeiða við børnum. Men evnini røkka møguliga ikki til at gerast námsfrøðingur. Men við viðkomandi førleikum kann hon gerast eitt dugnaligt hjálparfólk í t.d. einum barnagarði. Ella um ein hevur hug at arbeiða í handli, so er umráðandi at duga at lesa eina dagfesting, og at elsta vøran verður sett fremst á hillini, meðan nýggjasta vøran verður sett aftast. Hevur onkur hug at kokkast, er neyðugt at duga grundleggjandi reinføri og at handfara ávís køksamboð fyri at kunna vera hjálparfólk í einum køki – t.d. einum skúlakøki.

Hetta eru bara dømi um mál at arbeiða við á serbreytini. Við at byggja á OCN-skipanina kunnu næmingarnir fáa skjalprógv fyri ítøkiligar førleikar á alskyns økjum, so arbeiðs­gevarin veit, hvat hann kann vænta, at tann ungi dugir. 

Havast skal eisini í huga, at í lívsdygdini hjá tí einstaka er tað ikki avgerandi, um ein hevur fakligar førleikar á hesum ella hasum øki, men at uppliva ein innihaldsríkan gerandisdag í samskifti við javnaldrar, har ein verður virdur sum menniskja hóast avmarkingar. Og tað sermerkta við serbreytini er, at undirvísingin er eftir tørvi og førleikum hjá tí einstaka. Hjá onkrum er fyrsta málið kanska at orða munin á ja og nei. Slíkt, sum hjá tí fullføra er sjálvsagt, kann vera mest týðandi málið at seta sær hjá – ella við – einum við serligum tørvi. Og tað hevur alstóran týdning fyri lívsdygdina! Og mong kunnu røkka munandi størri málum. Ongin toyggir seg longur, enn armarnir røkka, sigur eitt orðatak. Og kanska er tað rætt. Men við miðvísari undirvísing og hóskandi avbjóðingum ræður um at fáa øll – eisini tey við serligum tørvi – at toyggja seg so langt, sum armarnir røkka. Og mangan røkka teir longur, enn ein av fyrstantíð helt!

Endi

At byrja við nevndi eg spurningin: Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í miðnámsskúla? Gevur tað nakra meining? Mítt svar er JA. Tað gevur góða meining. Tað hevur alstóran týdning fyri sosialu menningina, tað gevur viðkomandi førleikar á mongum økjum, tað økir um lívsdygd og sjálvsvirðing, og samfelagsbúskaparliga økir tað um møguleikarnar at kunna røkja eitt starv. Og so læra øll hini á skúlanum, bæði næmingar, lærarar og starvsfólk annars, nakað um fjølbroytni okkara sum menniskju.

Ein avgerandi fortreyt er tó, um hetta skal eydnast, og hon er ábyrgdin hjá okkum øllum, bæði lærarum og næmingum: At vit sýna næmingum á serbreytini somu virðing, sum vit sýna øllum øðrum menniskjum! Tí virðing fremur sjálvsvirðing, og sjálvsvirðing gevur lívsdygd og áræði – áræði at læra og at taka við avbjóðingum og ábyrgd.

Aðrar greinar í miðnámsrit 7