Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Stillir næmingar

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 17, juni 2018

“Hví sigur tú einki?” Henda spurningin fáa introvert børn ofta frá lærarum, vinum og kenningum – og eisini frá fólki, sum tey nóg illa kenna. Tey, sum spyrja, meina tað helst væl. Tey vilja kanska vita, um okkurt bagir. Og tann, sum verður spurdur, hevur ikki nakað greitt svar. Ein orsøk kann vera, at viðkomandi hugsar, lurtar ella eygleiðir. Men tann mest vanliga orsøkin er, at tað er soleiðis ein er: friðarligur.

Tað at vera útvendur og opin verður í okkara vesturlendsku mentan mett sum ein dygd. Tey, sum tosa fyrst, mest og harðast, verða ofta hildin at hava rætt, tey eru betur umtókt, og tey verða hildin at vera klókari enn onnur, og eisini klókari enn tey í veruleikanum eru. Er hetta rímiligt? Og hvat skal skúlin gera við tað? Um tað fer henda grein at snúgva seg.

Hvat er at vera introvertur?

Tað kann vera ilt at gera av eftir atferðini, um ein er introvertur ella ekstrovertur, tí at onnur lyndisdrøg eru við hvørjum einstøkum, og tí at introvert fólk kunnu hava sokallaða ekstroverta atferð, ið ein kann venja seg til, og sum er ein avleiðing av mentanarligari og samfelagsligari ávirkan. Introvert fólk lurta vanliga meira, enn tey tosa. Tey eru góðir eygleiðarar. Tey hugsa nógv inneftir, og halda tað eisini hava stóran týdning. Ektrovert hinvegin trívast væl millum nógv fólk, og fáa orku av at vera saman við øðrum.

At vera introvertur er ikki tað sama sum at vera smæðin. Men atferðin hjá tí smædna líkist atferðini hjá tí introverta. Smædni er eitt slag av ótta ella varsemi, sum ger, at næmingurin er stillur. Tann introverti er friðarligur av øðrum orsøkum, til dømis tí at hann lurtar, eygleiðir ella hugsar. Ein smæðin ekstrovertur kann tí hava eina atferð, sum sær út til at vera introvert. Og ein introvertur, sum ikki er smæðin, kann viðhvørt virka ekstrovertur. Tey, sum eru bæði smæðin og introvert – og tey eru ikki fá – hava sostatt enn minni hug at gera um seg. Smædni er treytað av umstøðum: ert tú í kendum og tryggum umhvørvi, smæðist tú minni, enn tá ið tú ert í ókendum umhvørvi.

Fyrr varð gitt, at flestu fólk vóru ekstrovert, og at tey introvertu vóru í greiðum minniluta, men so er ikki. Kanningar hava avdúkað, at tað er umleið helvt um helvt. Viðhvørt er lætt at síggja í einum skúlaflokki, hvørji eru introvert; tey hava hug at hyggja burtur, tá ið lærarin spyr út í flokkin; tey eru við, men vilja helst hava frið, og koma ikki við nøkrum íkasti, fyrr enn tey eru til reiðar til tað. Men til tíðir duga introvert væl at krógva, hvussu tey eru av natúru, og hava eina heldur ekstroverta atferð, og tá leingjast tey innast inni eftir at sleppa burtur úr vasinum fyri at fáa eina løtu í friði og náðum.

Carl Jung, ið sjálvur var introvertur, lýsti tann introverta sum ein, ið verður drigin inneftir í egnar tankar og kenslur, meðan tí ekstroverta dámar væl heimin uttanum við fólki og virksemi. Men eingin er fullkomiliga introvertur ella ekstrovertur. Talan er um samfeldan skala sum ein linjál, har tey sera ekstrovertu liggja í øðrum endanum, og tey sera intro­vertu í hinum endanum. Tey, sum liggja í miðjuni, verða kallað ambivert. Men øll eru ein samanseting av báðum eginleikum. Ein og hvør eigur at virða seg sjálvan, sum ein er, og bera seg soleiðis at, sum ein er. Tað verður strævið at hava ónatúrliga atferð, tí trýst uttan­eftir krevur tað. At fáa viðurkenning frá øðrum kann kennast væl; men tað er meira um­ráðandi, at tú viðurkennir teg sjálvan, sum tú ert.

Nógv er granskað um ekstrovert og introvert, tí hesi eyðkenni eru millum tey mest týðandi, ið mynda okkum sum persónar. Til dømis er nervalagið ikki eins hjá ekstrovertum og hjá introvertum. Sansirnir hjá introvertum reagera ógvusligari enn hjá ekstrovertum, sum tí hava tørv á meiri stimulering sum til dømis sterkari ljósi og harðari ljóði, tí annars keða tey seg og blíva ótolin. Tey trívast væl ímillum nógv fólk. Tey skrúva upp fyri tónleikinum fyri at fáa adrenalinið at pumpa. Og tey eru tey fyrstu at taka orðið í klassanum.

Hjá introvertum hinvegin reagera sansirnir ógvusligari upp á til dømis gangin í kantinuni. Tey eru róligari og fáa orku í friðarligum umstøðum saman við fáum vinfólkum ella familju, ið tey kenna. Tey uppliva smakk, ljóð og sosialt lív meira intenst enn tey ekstro­vertu. Susan Cain sigur frá einari kanning, har ein sálarfrøðingur gav introvertum og ekstrovertum uppgávur at loysa í støddfrøði. Í royndarhølinum var óljóð við skiftandi styrki í bakgrundini. Granskarin staðfesti, at tey introvertu høvdu betri avrik, tá ið lítið óljóð var, meðan tey ekstrovertu kláraðu seg líka væl við nógvum óljóði.

At vera introvertur er tískil ikki tað sama sum at vera asosialur; tey introvertu eru bara øðrvísi sosial. At trívast í skúlanum ella aðrastaðni kemur av sær sjálvum, um tað er eitt umhvørvi, sum ger, at nervalagið hjá tær fær virkað. Veruleikin er tó, at stórir skúlar við stórum flokkum hava eitt umhvørvi, ið ikki er egnað til nervalagið hjá introvertum. Fyri at yvirliva í øllum meldrinum má ein lurta eftir signalum og vandateknum og taka sakina í egnar hendur. Ein kennir á sær, at nú er nokk, og her má okkurt gerast, sum ikki kann bíða til ein kemur heim til hús, og finnur sær eitt friðarligt stað onkustaðni í skúlanum – á bóka­savninum, um nakað er, ella í einari tómari skúlastovu, um nøkur er, soleiðis at ein fær løtt battaríini uppaftur. Tað er spell, at skúlabygging bara verður latin upp í hendurnar á arkitektum og verk­frøðingum og ikki eisini serfrøðingum, sum hava skil á sálarfrøði, undirvísing og læring.

Ekstroverta fyrimyndin

Susan Cain er komin til ta niðurstøðu, at søguliga er tað rættiliga nýtt, at tað at vera ekstro­vertur verður sæð sum ein fyrimynd. Um byrjanina av 20. øld vaks henda fatan fram í Norður-Amerika, og hevur síðani breitt seg til Evropa og helst aðrar partar av heiminum. Hon lýsir hetta við at vísa á, hvørji orð vórðu sett á fólk við góðum eginleikum. Fyrr vóru dygdirnar at gera sína skyldu, arbeiða samvitskufult, at verða heiðurligur, hava gott um­dømi, moral, atferð og integritet. Hetta er so líðandi broytt til onnur orð. Nú eru tey høgt í metum, sum hava atdráttarmegi ella útstráling, duga at føra seg fram, eru hug­takandi, hava slagkraft og so framvegis. Tað er ikki tað, at tær gomlu dygdirnar ikki framvegis eru virðismettar, men orðavalið avdúkar gongdina. Hetta rákið er eisini komið til Føroya – ikki í hvønn krók í samfelagnum, men tað sæst til dømis aftur á stórum arbeiðsplássum og skúlum, har øll ikki kenna hvønn annan so væl.

Cameron Anderson og Gavin Kilduff settu sær spurningin, hví ráðarík fólk hava so stóra ávirkan í bólkum. Tað at vilja ráða er ikki nóg mikið til at fáa ávirkan, tí tað er treytað av, at hini í bólkinum vilja lata teg ráða. Onnur eyðkenni, ið gera, at fólk fáa ávirkan eru til dømis at hava viðkomandi førleikar og at duga við fólki – sokallað sosialt hegni. Teir gjørdu tvær kanningar við lesandi, sum arbeiddu í bólkum. Arbeiðið í bólkunum bleiv tikið upp á video, so til bar at eygleiða tað aftaná. Í niðurstøðuni skriva teir, at ráðarík fólk í bólkum fáa ávirkan, tí hini í bólkinum halda tey vera dugnaligari enn onnur, og at eyg­leiðarar uttan fyri bólkin eisini í ávísan mun hildu tey ráðaríku vera dugnaligari enn hini. Tey ráðaríku fingu sostatt størri ávirkan í bólkunum, tí tey bóru seg at á ein hátt, sum gjørdi, at onnur hildu tey vera dugnaligari, sjálvt um tey ikki vóru dugnaligari enn tey, sum vóru minni ráðarík. Tað at vera ráðaríkur er ikki ein beinleiðis orsøk til, at ráðarík fólk koma sær fram í samfelagnum. Tað er ein óbeinleiðis orsøk, tí tey vera hildin at vera dugnaligari, enn tey eru. Hetta gevur okkum orsøk til at halda, at setanarbólkar, ið seta fólk í starv, lata seg villleiða undir setanarsamrøðum, og seta ofta ikki tann best egnaða í starvið.

Fólk, ið eru ekstrovert – ráðarík og útvend – verða vanliga hildin at vera betur egnað sum leiðarar, men Adam M. Grant og aðrir granskarar vísa á, at undir ávísum umstøðum eru introvert betri leiðarar. Teir ekstorvertu leiðararnir hava ávísar fyrimunir, men teir hava eisini tann veikleika, at teir vilja helst sjálvir vera í miðdeplinum. Í einum dynamiskum umhvørvi við óvæntaðum hendingum hava introvertir leiðarar ein avgjørdan fyrimun, serliga tá ið starvsfólkini eru proaktiv, og koma við hugskotum at bøta um arbeiðsplássið. Ekstrovertir leiðarar kunnu taka slíkan atburð sum hóttan. Teir introvertu duga hinvegin betur at lurta eftir hugskotunum, og tað ger teir effektivari sum leiðarar.

Adam Grant og tey gjørdu eina kanning í einari pizza-ketu við 130 fyritøkum. Í fyritøkum, har starvsfólkini ikki vóru serliga proaktiv, og leiðslan var ekstrovert, var yvirskotið 16% hægri enn miðal; men í fyritøkum við sera proaktivum starvsfólkum, og ekstrovertari leiðslu, var yvirskotið 14% lægri enn miðal fyri ketuna.

Í einari aðrari kanning bóðu tey 163 lesandi arbeiða í bólkum at vita, hvussu nógvar T-skjúrtur hvør bólkur kláraði at leggja saman í tveir minuttir. Hvør bólkur hevði ein leiðara, sum var antin ekstrovertur ella introvertur. Í nøkrum bólkum vóru limir, ið dugdu betur enn hini at leggja skjúrtur saman. Hesi vóru proaktiv og buðu sær til at leggja hinum lag á. Bólkarnir við proaktivum limum og introvertum leiðarum fingu í miðal 28% meira frá hondini, tí teir ekstrovertu leiðararnir kendu seg hóttar av, at proaktiv starvsfólk komu við uppskotum. Teir introvertu leiðararnir lurtaðu eftir og virðismettu uppskotini, soleiðis at motivatiónin í bólkinum eisini bleiv størri.

Niðurstøðurnar hjá Adam Grant og teimum samsvara væl við tær, sum Jim Collins kom til, tá ið hann fór at kanna, hvat eyðkendi fyritøkur, ið fóru frá at klára seg væl til at klára seg framúr væl. Hann fann fram til 11 fyritøkur í USA, sum luku krøvini, ið hann kallaði ‘from good to great’. Endamálið var ikki at seta fokus á leiðslu burturav, tí hann vildi ikki gera einfaldar niðurstøður. Men tá ið hann fór at greina, hvat hesar fyritøkur høvdu til felags, legði hann til merkis, at stjórarnir í hesum fyritøkum høvdu nógv til felags. Tey, sum arbeiddu saman við teimum, lýstu teir við lýsingarorðum sum: friðarligir, eyðmjúkir, lítillætnir, afturhaldnir, smædnir, yvirberandi, spakførir og annað tílíkt. Sambært hesum er greitt, at tað eru ikki stórar persónligheitir, ið skulu til at føra fyritøkur fram, og ikki leiðarar, ið hugsa um sítt egna ego, men heldur um stovnin, teir eru leiðarar fyri.

Hóast hesar týðiligu ábendingar vísir ein kanning, at 96% av leiðarum og stjórum í USA hella ímóti at vera ekstrovertir, og hægri uppi í organisatiónini leiðararnir eru, meira ekstro­vertir eru teir. Ein hugburðskanning millum stjórar vísti, at 65% av teimum meta tað at vera introvertur sum ein forðing fyri at kunna vera leiðari. Adam Grant og tey kalla hetta ein fordóm, ið hevur djúpar røtur í vesturlendskari mentan. Hesir fordómar smitta av sær í undirvísing og læring, tí skúlar skulu altíð fyrihalda seg til lívið uttan fyri skúlan. Men eigur skúlin bara kritikkleyst at góðtaka fordómar í samfelagnum? Lat okkum taka tann spurningin upp í næsta parti.

Friðarlig í skúlastovuni

Av góðum grundum eru lærarar áhugaðir í, at næmingar luttaka í tímunum. Tá ið næmingar taka orðið við spurningum ella viðmerkingum, kann kjak koma í lag, og mis­skiljingar beinast av vegnum; harumframt fær lærarin eina hilling á, hvussu næmingarnir eru fyri, og ta vitanina kann hann brúka í undirvísingini.

Men luttøka í tímunum hevur eisini eina keðiliga baksíðu. Summir lærarar brúka luttøku í tímanum at døma næmingar eftir, og geva hægri met til næmingar, sum tosa nógv, hóast teir ikki eru betur fyri enn aðrir. Tá ið næmingar vita um hetta, er ein avleiðing, at teir royna at siga okkurt í tímanum fyri at imponera læraran og skora nøkur bílig stig. Men tað eru aðrir mátar at meta um næmingavirksemi enn luttøka í tímunum, eitt nú áhugi fyri evninum og arbeiðssemi. Ein stillur næmingur, sum sigur millum lítið og einki í tímanum, kann vera líka áhugaður og íðin sum ein útvendur næmingur, ið lættliga svarar skjótt við lítlari tíð at hugsa seg um.

Mary Budd Rowe hevur kannað, hvussu leingi lærarar bíða frá tí, at teir seta ein spurning, til teir spyrja ein næming, sum rættir hondina upp. Hon gjørdi upptøkur í nógvum skúla­flokkum, og úrslitið vísti, at lærarar bíða í miðal minni enn eitt sekund. Bíðitíð 1, sum er tíðin frá tí, at lærarin hevur spurt, til næmingur byrjar at svara, er minni enn eitt sekund í miðal. Og bíðitíð 2, ið er tíðin frá tí, at næmingurin hevur svarað, til lærarin setir næsta spurning, var eisini minni enn eitt sekund. Granskarin fór so at gera kanningar, har bíði­tíðirnar vóru longdar í nøkrum flokkum. Ávirkanin á næmingar og lærarar var týðilig til tað betra. Tá ið næmingar fingu betri tíð at hugsa seg um, blivu svarini longri, djúpari og betur undirbygd; næmingarnir fingu betur hug at spyrja; samskiftið millum næming­arnar bleiv betri, og lærarin var minni í miðdeplinum; næmingarnir fingu størri sjálvsálit; og skrivligu avrikini blivu betri. Lærararnir blivu eisini betri. Teir dugdu betur at laga spurningarnar eftir svarunum frá næmingunum; og fordómar, ið lærarar høvdu fyri summum næmingum, minkaðu.

Tað, sum Mary Budd Rowe kallar bíðitíð, kundi heldur itið hugsitíð. Hugskotið við tí er, at tá ið lærarin hevur sett ein spurning, gevur hann næmingunum ein minutt ella tveir í tøgn, áðrenn prátið heldur fram. Hugskotið kann eisini verða víðkað til, at fyrst sita næmingar í tøgn og hugsa; síðani tosa teir saman tvey og tvey ella trý um evnið; og ikki fyrr enn tá verður evnið tikið upp til kjak í øllum flokkinum. Hetta minkar um ella forðar fyri strongd, og gevur øllum betri tíð at hugsa og reflektera um spurningin, ið tosað verður um.

Skúlar og lærarar eiga at endurskoða sína fatan av at luttaka í tímunum, soleiðis at teir friðarligu næmingarnir ikki bara sleppa betur framat, men eisini fáa hug og dirvi at taka lut í kjaki, tí teirra hugsanir og hugskot kunnu geva hinum nakað. Nógvir lærarar við mær hava lagt til merkis, at tá ið introvertir næmingar hava okkurt at siga, verður ofta lurtað við størri áhuga, tí hini hava lagt til merkis, at tað, sum tey hava at siga, er vert at hoyra.

Fyri ein næming, ið ikki so fegin tekur lut í kjaki í tímanum, er gott at vita, hví hann ikki hevur hug til tað, tí um hann er greiður um tað, er lættari at vita, hvussu ein skal bera seg at í tímanum. Susan Cain nevnir hesar orsakir til, hví tað at tosa í tímanum, kennist ónatúrligt:

  • Eg vil ikki siga nakað býtt
  • Eg vil ikki siga nakað, sum ikki hevur meining
  • Eg eri so upptikin av at lurta
  • Eg fái ikki tíð at hugsa um, hvat eg skal siga
  • Eg eri bangin fyri, at tungan ballast
  • Mær dámar ikki at vera í miðdeplinum

Summi av hesum svarum eru tekin um ótta, ræðslu ella perfektionismu. Men nógv introvert velja at bíða við at siga nakað til tey hava okkurt at siga, sum gevur meining. Tey ekstro­vertu hava lyndi til at hugsa hart, meðan tey introvertu helst hugsa, áðrenn tey tosa. Lærarar, sum nýliga hava tikið NÚ (námsfrøðiliga útbúgving), kenna hugtakið, sum á donskum nevnist harpunmetoden. Tað er, tá ið lærarin óvæntað rópar á ein næming um at svara, og skal eitast fyri at vera ein máti at fáa teir friðarligu næmingarnar at luttaka. Á føroyskum kunnu vit siga, at lærarin ‘skutlar’ næmingin, sum kanska ljóðar øgiligt, men tað er líka øgiligt, sum tað ljóðar. Tá ið ein introvertur næmingur verður ‘skutlaður’ í tímanum, kennir hann tað sum, at blóðið frystir í æðrunum, tí hann hevur ikki havt tíð at hugsa seg um.

Susan Cain fortelur um ein lærara í Singapore, sum helt, at tað hevði alstóran týdning, at næmingarnir tosaðu í tímanum. Men ein dagin fekk ein næmingur hann at broyta meining og undirvísingarhátt. Hesin næmingur var sera evnaríkur, og óvanliga introvertur. Drongurin segði einki í klassanum. Teir fyrstu dagarnar royndi lærarin at fáa hann at taka lut og spurdi um hansara hugsan. Eftir tvær vikur loysti næmingurin av: ‘Eg haldi meg ikki hava nakað at siga beint nú. Tá ið eg havi okkurt at siga, geri eg tað, so lat meg fáa frið so leingi.’ Lærarin var sum sligin á nevið, men tók tað ikki illa upp. Hann hugsaði bara, at hesin 13-ára gamli drongurin hevði sett seg upp á pláss. Tíbetur lurtaði hesin lærarin eftir, tí næmingurin orðaði seg so beinleiðis: Hann sá onga meining í at tosa bara fyri at tosa. Og sjálvt um hann einki segði í tímunum, vístu skrivligu innlatingarnar hjá honum, at hann var sera væl við. Hann var ein fyrimyndarligur næmingur, bara sera friðarligur.

Hendingin fekk læraran at endurskoða sína fatan av at luttaka í tímanum. At ein næm­ingur einki sigur, merkir ikki, at hann ikki er áhugaður og fylgir við. So lærarin broytti undirvísingina. Tá ið tey byrjaðu upp á eitt evni, ið var egnað til kjak, byrjaði hann ikki við at ‘skutla’ næmingar, men bað tey skriva sína hugsan um evnið. Eftir tað tóku tey nakrar minuttir at lesa tað, sum onnur í klassanum høvdu skrivað, og gera viðmerkingar til tað. Og ikki fyrr enn tá byrjaði kjakið í klassanum. Samansetingin at skriva, við­merkja og kjakast gjørdi, at teir friðarligu næmingarnir luttóku nógv meira í kjakinum, sjálvt um lærarin ikki legði trýst á nakran at luttaka.

Friðarligt samstarv

At næmingar læra saman og av hvørjum øðrum, er ein møguleiki, sum lærarar og skúlar eru sera tilvitaðir um. Men hvussu næmingar skulu læra saman og av hvørjum øðrum, eru vit øll neyvan á einum máli um. Tá ið vit sum lærarar ella skúlaleiðsla krevja, at næmingar skulu arbeiða í bólkum, sum vit hava sett saman, er vandi á ferð, tí slíkir bólkar virka ikki altíð líka væl, og viðhvørt sera illa. Ein undanførsla fyri at halda fast um henda mátan er, at tá ið næmingarnir koma út í arbeiðslívið, sleppa teir ikki at gera av, hvørjum teir koma at arbeiða saman við. Men tá hugsa vit ikki um, at avleiðingin av einum vánaligum samstarvi er, at næmingarnir læra minni, og við hesum ábyrgdarleysa hugburði gera vit nøkrum næmingum eina bjarnatænastu.

Barbara Oakley endurgevur eina søgu frá Paul Blowers[1] um, hvussu hann og ein vinmaður arbeiddu saman, tá ið teir loystu heimauppgávur:

Eg eri introvertur, og mær dámar ikki at arbeiða saman við øðrum. Men tá ið tað ikki gekk so væl í hond hjá mær, meðan eg las verkfrøði (í 1980’unum), gjørdist eg greiður um, at eg hevði brúk fyri tveimum eyka eygum, sjálvt um eg helst vildi arbeiða einsamallur. Tá høvdu vit ikki online kjatt, so vit skrivaðu seðlar á hurðina hjá hvørjum øðrum á næmingaheiminum, har vit búðu. Vinmaðurin Jeff og eg, sum gingu í sama klassa, høvdu eina avtalu: Eg kundi skrivað ‘1) 1,7 m/s’, ið merkti, at svarið til uppgávu eitt var 1,7 metrar um sekundið. Tá ið eg so hevði verið undir brúsu, sá eg, at Jeff hevði skrivað ‘Nei, 1) 11 m/s.’ Sum svakur fór eg so ígjøgnum alla uppgávuna av nýggjum, og fann ein feil, men nú bleiv úrslitið 8,45 m/s. Eg fór so oman til Jeff, og vit kjakaðust eldhugaðir um báðar loysnirnar. Síðani fóru vit aftur hvør til sítt, og knappliga sá eg, at svarið var 9,37 m/s, og tað gjørdi Jeff eisini, og vit fingu báðir 100% fyri innlatingina. Sum sæst, ber til at arbeiða saman við øðrum við sera lítlum samskifti, um tær ikki dámar at arbeiða í bólki.

Sum henda søgan sigur, er tað óheppið at krevja, at allir næmingar skulu arbeiða saman eftir einum ávísum leisti. Í teoriini vita vit, at vit skulu finna næmingin har, sum hann er, og góðtaka hann soleiðis, sum hann er. Men tað knípir viðhvørt at brúka hesa vitan í verki, til dømis tá ið vit krevja, at allir næmingar skulu vera í einari bólkaverkætlan. Susan Cain hevur havt samrøður við nógvar skúlanæmingar um hetta. Ein genta fortaldi henni, at tá ið tey skuldu hava bólkaprosjekt í skúlanum, vildi hon fegin koma í bólk við næmingum, ið einki gjørdu, tí so kundi hon gera alt sjálv. Fyri hana var tað ein møguleiki at sleppa at arbeiða sjálvstøðugt – og sleppa undan bólkinum. Hetta er eitt av mongum dømum um, hvussu sokallað bólkaarbeiði ikki virkar eftir ætlan. Fyri gentuna var hetta ikki bólka­arbeiði, og fyri hini í bólkinum var tað einki arbeiði.

Í øðrum førum síggja vit, at limirnir í bólkinum býta arbeiðið ímillum sín, men samskifta ikki, meðan tey arbeiða, soleiðis at avrikið hongur ikki saman sum ein heild, tí eingin tekur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið. Og er tað enn eitt dømi um, at bólkaarbeiði ikki virkar, sum tað skal. Bólkaarbeiði er sjáldan til stóra nyttu, og tað stjelur tíð. Heldur áttu vit at lagt okkum eftir at fáa næmingarnar at samstarva og samskifta á ein hátt, sum er hóskandi fyri hvønn einstakan, og har næmingarnir læra saman og av hvørjum øðrum. Viðhvørt eru tað bara tvey ella fýra eyka eygu, ið næmingurin hevur brúk fyri, meðan hann arbeiðir sjálvstøðugt.

Hvat so?

Teir fordómar, ið finnast í samfelagnum móti introvertum og stillum fólkum, eiga ikki at ávirka undirvísingina í skúlunum. Tvørturímóti eiga vit at vera kritisk ímóti slíkum fordómum – og øðrum við. Í hesi grein hevur tú lisið um, hvussu vit sum lærarar kunnu leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at hon er fyri øll – eisini teir stillu næmingarnar.

Men hvussu skulu teir stillu næmingarnir bera seg at, um skúlin, teir ganga í, ikki lagar seg eftir teimum? Her eru nøkur ráð til tann stilla næmingin, sum kunnu vera hent undir ymiskum umstøðum í klassanum ella í bólki:

  • Kenn tína styrki. Ert tú væl inni í einum evni, kanst tú gera tær eina meining ella hava eitt hugskot, sum tú kemur við, áðrenn kjakið í klassanum fer av kós. Finn út av, hvørjum tú brennur fyri, og hvat gevur meining fyri teg. Meira tú gongur upp í eitt evni, lættari verður hjá tær at tosa um tað.
  • Met um, nær tað fellur tær lætt at tosa, og finn ein máta at taka lut í kjaki, sum er hóskandi fyri teg. Kanska ert tú ein, ið dugir væl at lurta og tískil byggja á tað, sum onnur siga. Ella kanska dugir tú væl at seta góðar spurningar.
  • Um tað kann vera ein hjálp fyri ikki at missa tráðin, so skriva hugskotini hjá tær niður á pappír, sum tú kanst hyggja í, um neyðugt.
  • Um onkur annar í klassanum sigur okkurt skeivt ella býtt, og tað ikki verður rættað, so ber yvir við honum. Tá verður lættari hjá tær at góðtaka, at tú sjálvur sigur okkurt, sum ikki er so skilagott.
  • Ert tú í bólki, so finn ein leiklut, ið er hóskandi til tín. Um ein bólkur skal virka, skal onkur skriva, onkur skal gera kanningar, onkur skal lurta og eygleiða, onkur skal vera kritiskur, og onkur skal samskipa. Ger títt til at fáa bólkin at virka, og hav í huga, at í einum bólki hevur tað, sum hendir handan leiktjøldini minst líka stóran týdning sum tað, ið hendir, tá ið bólkurin er saman. Minn hini í bólkinum á, at tað eru aðrir samskiftishættir enn at fundast.

Keldur

Adam M. Grant, Francesca Gino, David A. Hofmann. The Hidden Advantages of Quiet Bosses, Harvard Business Review, December 2010.

Barbara Oakley. A Mind for Numbers: How to Excel at Math and Science, Penguin Books 2014.

Cameron Anderson, Gavin J. Kilduff. Why Do Dominant Personalities Attain Influence in Face-to Face Groups? The Competance-Signaling Effects of Trait Dominance, Journal of Personality and Social Psychology 2009.

Jim Collins. Good to Great: Why Some Companies Make the Leap … and Others Don’t, HarperCollins Books 2001.

Mary Budd Row. Wait Time: Slowing Down May Be a Way of Speeding up! Journal of Teacher Education 1986.

Susan Cain. Quiet Power: Growing up as an Introvert in a World That Can’t Stop Talking, Penguin Books 2016.

Susan Cain. Quiet: The Power of Introverts in a World That Can’t Stop Talking, Penguin Books, Broadway Books 2012.

Tórður Johannesarson. “Toymisarbeiði – uttan fundir”, Miðnámsrit 8, Greinasavn 2016.


[1] Paul Blowers er distinguished professor við University of Arizona.

Aðrar greinar í miðnámsrit 17