Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Tað er í lagi at verða uttanlanda

Eftir Sólfinn Hansen í miðnámsrit 17, juni 2018

Javnan verður ført fram, at tað er skeivt at siga “uttanlanda”, og at rætta sniðið er “uttan­lands”. Grundgevingin er, at uttanlanda merkir uttanfyri øll lond og ikki bert uttan fyri eins egna. Kortini tykist vera ógjørligt at fáa fólk at gevast við at siga og skriva uttanlanda. Orðið er komið fyri at vera, og finst eins væl á manna munni og í almennum skjølum og lógartekstum. Fyri eina villu at vera er tað óvanliga útbreitt og seiglívað. Og eftir øllum at døma er tað eisini ein misskiljing, at tað skal vera skeivt at siga uttanlanda. Her skal verða nærri greitt frá, hví so man vera.

Orðið “landi”

Í gomlum føroyskum máli og íslendskum finna vit orðið landi, ið merkir landsmaður. Orðið er við í Móðurmálsorðabókini, og bendist, sum vera man, til “landa” í hvørsfalli í fleirtali. Sjálvt orðið verður ikki nýtt longur, men er varðveitt í samansetingum, eitt nú landaskil og landasorg. Hesi merkja ikki skil á londum ella sorg í londum, men skil á landsmonnum og sorg millum landsmenn. Orðið “uttanlanda” kann sostatt væl hugsast at merkja “burtur frá landsmonnum sínum” ella bara “uttan sínar landsmenn”.

Eftir at orðið landi um landsmann er farið úr nýtslu, og í ávísan mun er gloymt millum manna, er tann fatanin síðani íkomin, at seinni liður í orðinum uttanlanda mundi vera hvørsfall fleirtal av orðinum land, og harvið var orðið skeivt bent. At talan kundi vera um sama eftirskoyti sum forskoytið í landasorg og landaskili, tykist ikki vera umhugsað.

Vitandi um, at omanfyristandandi ikki er fullgott prógv, havi eg gjørt eina rannsókn í føroyska kvæðatilfeinginum fyri at kanna spurningin nærri.

Kvæðini

Úr kvæðunum hava vit fleiri dømi um fleirtalsorðið “landa” og bundna formin “landanna”. Til dømis í Ragnars kvæði í Ba-variantinum eftir Schröter, ørindi 33:

Ormin hoyrdu teir blása,

táið teir komu skamt til landa,

Ragnar bað tá sínar menn

so kátan mjøðin blanda.

Í sínum bundna sniði eru dømi at finna í Jómsvíkinga vísu, Aa-variantinum, ørindi 16,og Kjartans tættum, D-variantinum, ørindi 77:

Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar tá til landanna,

sum illgerðsbrúður var.

Kjartan sigldi av Noregi,

tað fell so væl í lag,

hann kom sær til landanna

tann fyrsta brúdleypsdag.

Mong onnur dømi eru eisini. Hinvegin eru eisini dømi um “lands” og eittans dømi um “landsins”. Í fleiri førum við “landa” og “lands” eru talan um rímorð, meðan “landanna” og “landsins” ikki standa í rímstøðu.

Í einum úrvali við 160 kvæðum í 455 variantum, ið undirritaði hevur nýtt, kemur formurin “landa” fyri 94 ferðir, og “landanna” 67 ferðir. Líkt er til at fleirtalsformurin hevur verið tann vanligi, tí “lands” er bert at finna 13 ferðir og “landsins” bert eina ferð í hesum 160 kvæðum. Í 40 av førunum við “landa” stendur orðið ikki í rímstøðu, og tað er sostatt ikki íkomið av atlitum til rím í teimum førum. “Landanna” stendur ongantíð í rímstøðu. Verður hugt at “lands”, so finst hetta bert fýra ferðir, har tað ikki stendur í rímstøðu.

Samanumtikið má tí sigast, at eftir kvæðunum at døma hevur sniðið við –landa verið tað vanliga í føroyskari miðøld.

Í yrkingini “Her er eingin føroyingur at finna” eftir Jóannes Patursson enda øll ørindini við “mær man leingjast aftur heim til landa.” Annað ørindi ljóðar:

Her er eingin vinur, sum til kennir,

hvat sum mær í insta brósti rennur,

eingin skilir huga mín og anda,

mær man leingjast aftur heim til landa.

Bóndin, sum kendi gomlu kvæðini, hevði neyvan latið øll ørindini endað við neyðrími.

Niðurstøða

Mett verður, at orðið uttanlanda er ein samanseting av hjáorðinum uttan og navn­orðinum landi, og merkir uttan (mínar) landsmenn. Søguliga tilfarið, kvæðini, vísa, at sniðið “landa” var sera vanligt í seinmiðøld, munandi vanligari enn “lands”. Alt bendir á, at uppáhaldið um, at seinni liður í “uttanlanda” er orðið “land” bent í skeivum falli, neyvan er rætt, men er orsakað av, at orðið “ein landi” tá er farið í gloymskuna og tí ikki er umhugsað at vera seinni liður í orðinum. Orðið uttanlanda kann tí ikki sigast at vera málsliga skeivt at nýta.

Aðrar greinar í miðnámsrit 17