Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Talgildi skúlin og fólkaheilsa

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 15, januar 2018

Fyri nøkrum árum síðan fall eitt orð á einum lærararáðsfundi í samband við, at skúlin skuldi bara brúka smartatalvur, at teir lærarar, sum vóru ímóti at skifta hinar talvurnar út, kundu eins væl keypa sær ein hestavogn ístaðin fyri bilin. Ein stuttlig viðmerking, men hon umboðar ein hugburð móti lærarum, sum ivast í námsfrøðiligu nyttuni av nýggju tøknini. Granskarar í hópatali ávara ímóti vandunum við KT, og nú vísir eisini Fólkaheilsuráðið á vandan og árinini.

Skúlin í dag – tøknilig amboð

Skúlin ella læring skal onkursvegna geva næmingum eina góða barlast. Námsfrøðiligu tøkniligu amboðini hava altíð verið ein avbjóðing, vit kunnu nevna glæruna, lumma­roknaran, video’ið, sjónvarpið, uppvørpuna og so framvegis. Nú á døgum er ein av stóru avbjóðingunum í skúlunum telefon- og telduskíggjar.      

Í sjeyti- og áttatiárum var datalæra lærugrein á miðnámi, men í nítiárum fekk lærugreinin heitið KT, og innihaldið er sjálvsagt eisini broytt við tíðini. Eitt av endamálunum við KT var at læra næmingar at brúka telduna. Seinni komu teldurnar inn í undirvísingarhølið sum nyttuligt amboð. Teldurnar eru komnar fyri at vera, til okkurt annað kemur inn í skúlastovurnar.

Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum 

Tann 11. oktober 2017 kom kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Kanningin vísti, at fjórði hvør í aldursbólkinum 15-24 ár brúkar skíggjar meira enn 5 tímar dagliga í frítíðini. Ein stórur partur av hesum bólki gongur á miðnámi. Á miðnámsskúlunum er tað meir ella minni eitt krav, at næmingar antin skulu brúka teldu ella teldlar, tí at nógv av lærutilfarinum er teldutøkt, og nógv góð og hent forrit eru, t.d. er nógv av lærutilfarinum hjá Námi teldutøkt. Ein miðnámsskúlanæmingur gongur 7 tímar í skúla. Vit mugu tískil rokna við, at 5-6 tímar fara við at hyggja inn í ein skíggja í skúlatíðini, t.d. í telefon, teldil, teldu ella smartatalvu. So í løtuni man ein miðnámsskúlanæmingur í Føroyum í miðal sita 10 tímar framman fyri einum skíggja um dagin, men hetta eru gitingar, neyvari kanningar mugu gerast um hetta.

Tað verður sagt, at skúlin skal taka útgangsstøði í einstaka næminginum. Tey, sum bara síggja fyrimunir við skíggjum, vilja vísa á hesar útsagnir. Fyri summar granskarar eru teldu- og telefonskíggjar líka vandamiklir, sum tað er ikki at røra seg ella at eta ósunt. Onnur bera skíggjar saman við rúsevni. Í 2013 kom ítróttur inn í gymnasialt miðnám sum lærugrein, tí at tað var gagnligt. Men tíverri síggja skúlamyndugleikar ikki skíggjar sum líka stóran vanda.   

Fólkaheilsuráðið nevnir, at samanumtikið eru hesi tøl fyri teldunýtslu alt ov høg og hanga ivaleyst saman við manglandi rørslu og yvirvekt. Tað kann skúlin so ikki gera nógv við, men onkursvegna er skúlin ein fyrimynd og er møguliga samsekur í tølunum. Vit vita øll, at skíggin dregur og ger okkum bundin, tí at ein skíggi er so dragandi. Í dagsins skúla fer alt ov lítil orka til at ávara og gera næmingar tilvitaðar um vandan við skíggjanum. Kanningar vísa, at skíggin hevur vandamikið árin á heilan hjá menniskjum.[1] Í løtuni er skúlaverkið við til at gera næmingar til tøkniligar trælir.    

Hvussu taka vit av avbjóðingini?

Í løtuni er lærugreinin KT bara kravd á FHS. Næmingar kunnu tó velja hana á gymnasialu breytunum. Henda lærugrein og lærarar, ið undirvísa í KT, áttu at lagt størri dent á at upplýsa og viðgera vandarnar við skíggjum. Myndugleikin átti onkursvegna at savnað seg meir um skíggjar og fólkaheilsu.    

Stórur saknur er á gransking yvirhøvur á miðnámi. Føroyskir miðnámsskúlanæmingar og miðnám eru á allan hátt spennandi málbólkur at granska. Lat okkum søkja stórar KT-fyritøkur um hjálp til gransking. Tað er lítið at ivast í, at hesar fyritøkur eru tilvitaðar um, hvussu skaðiligir skíggjar eru fyri fólkaheilsuna. Oljufyritøkur duga at síggja vandan í olju, og hesar fyritøkur lata stórar upphæddir til gransking. Hví ikki fáa Fróðskaparsetur Føroya og KT-fyritøkur at veita granskarum peningaligan styrk at granska í KT á miðnámi í Føroyum? Við vitan um KT fáa vit amboð at bøta um fólkaheilsuna.

Keldur

Fólkaheilsukanningin 2017 www.folkaheilsa.fo

Gitte Klein: “Ávegis til talgildan demens”, Miðnámsrit nr. 6, 2015.


[1] Gitte Klein: “Ávegis til talgildan demens”, Miðnámsrit nr. 6, 2015.

Aðrar greinar í miðnámsrit 15