Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Tjóðsavnið - ein námsfrøðiligur møguleiki

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 18, mars 2020

Tað hevur týdning í læringini, at undirvísingin ikki bara er í skúlastovuni, tí at næmingar læra so ymiskt. Summir næmingar læra best undir kendum um­støðum í flokshølunum, men aðrir læra betur við øðrum kørmum. Ein møgu­leiki hjá lærarum er at hava onkran blokk á Tjóðsavninum í Havn ella aðra­staðni í landinum. Ókeypis atgongd er fyri næmingar. 

Á Tjóðsavninum eru 26 starvsfólk í føstum starvi, sum tilsamans hava 22½ ársverk. Har­afturat koma tímalønt sum vaktir, vaskifólk, verkætlanarsett í styttri tíðarskeið, lesandi o.s.fr. Starvsfólk arbeiða í Koltri, á Debesartrøð, í Kaldbak og í Kúrdali á Hoyvíksgarði. Fram­sýn­ingar eru í Brekku­túni í Havn og um summarið eisini í Kúrdali. Annars hevur savnið mong hús kring landið. Nevnast kunnu Skansin í Havn, í Koytu á Sandi, Depils­garður, húsini við Ánna í Sand­vík, Hvalastøðin við Áir, í Dúvugørðum í Saksun, Koltur (øll oyggin) umframt myllur, gróthús og toftir.

Tjóðsavnið í Brekkutúni

Eitt gott tilboð til bæði fólkaskúla og miðnám eru framsýningarnar hjá Tjóðsavninum. Tað eru fleiri hættir at brúka savnið: Lærarar kunnu seta seg í samband við savns­lærararnar, ið eru lærarar, sum eru í starvi á savninum, og gera avtalur um serliga vitjan. Lærarin kann taka sær av rund­vísingini og hava blokkarnar á Tjóðsavninum. Á savninum eru tveir savns­lærarar, ið taka sær av skúlatænastuni. Henda tænasta er heilt frá dagstovnum til hægri lærustovnar.

Tað er ymiskt, hvat ið lærarin ætlar við vitjanini. Í summum førum kann talan vera um undir­vísing, og í øðrum førum kann talan vera um blanding av hugna og læring. Tað ber væl til at fáa eina rundvísing við tillagaðum uppgávum, um áhugi er fyri tí. Ein skúlastova er í Brekku­túni, ið riggar væl til felagsundirvísing og uppgávuarbeiði.

Tey á Tjóðsavninum hava vitjanir alt árið, tó eru ofta serliga nógvar upp undir jól og fram móti summarfrítíðini. Skúlarnir í Havn brúka savnið nógv, men tað er eisini munandi lættari hjá teimum enn hjá øðrum. Teir kunnu fara við bussi, ið er ókeypis, og teir kunnu vera á savninum eina løtu og so fara avstað aftur. Og ofta venda somu flokkar aftur eitt sindur seinni í øðrum ørindum.

Skúlar av bygd eru ofta leingi á savninum og vilja síggja so nógv sum gjørligt, áðrenn farið verður avstað aftur. Tað er sjáldan, at teir koma bert fyri at síggja ella hoyra um okkurt, sum ikki tekur langa tíð.

Miðnámsskúlar brúka savnið nógv, serliga lærarar av Glasi. Tá koma teir ofta, tí arbeitt verður við onkrum ávísum, sum teir vilja vita eitt sindur meiri um, ella bara síggja. Mið­náms­skúlalærarar vilja ikki altíð hava rundvísingar; tað hendir, at teir greiða frá sjálvir, tí teir kenna savnið.

Av Glasi hevur timburútbúgvingin verið fleiri ferðir, mest fyri at síggja og hoyra um gamalt handverk, til dømis Kirkjubøstólarnar og bátarnar. 

Í landafrøði er jarðfrøði ein týðandi partur av lærugreinini. Her verður millum annað arbeitt við, hvussu jørðin er uppbygd av eldgosum og jarðskjálvtum. Hesar kreftir vóru virknar, tá ið Føroyar vórðu skaptar fyri milliónum av árum síðan. Hjá nógvum okkara kann vera torført at ímynda sær, hvussu hesar kreftir hava virkað. Jarðfrøðiliga fram­sýningin í Brekkutúni við gróti, mineralum og grafikki kann í hesum sambandi hjálpa næmingunum at fáa eina betri fatan av upphavi Føroya.

Um lærarin hevur havt eina undirvísingargongd antin í søgu ella føroyskum um føroysk klæði, er møguleiki at síggja dømi um búnar, og hvussu hesir eru broyttir við tíðini. Í lærugreinum við mentan er upplagt at brúka savnið, tí at har eru so nógvir lutir og nógvar myndir, sum lýsa føroyska mentan líka frá landnámi og upp til okkara dagar. Til dømis kann nevnast, at í einum króki er framsýning um telefonir, og hvussu stór menningin hevur verið tey seinastu árini. 

Framsýningina í Brekkutúni er væl egnað í søgu. Um evnið er eldri føroysk søga, er upp­lagt at vitja savnið. Næmingurin fær møguleika at fata, hvussu føroyingar hava livað í bónda­samfelagnum, og eftir at Føroyar gjørdust fiskivinnusamfelag við sluppfiskiskapi síðst í 19. øld. Har ber til at síggja ymiskan fiski­reiðskap, modell av sluppum og skipum o.s.fr. Forvitnisligt er eisini at síggja, hvussu eini bóndahús sóu út fyri 100 árum síðan, og tá er Hoyvíksgarður ein møguleiki.  

Útisavnið í Hoyvík

Hoyvíksgarður liggur í vøkrum landslagi. Har ber til at uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum. Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa. Úthúsini standa á heim­rustini og niðan í geilina, fjós, hjallar, hoyggjhús o.s.fr. Í Kúrdali var vatnmylla.

Í 1810 varð garðurin býttur í tvey festi, har fútin hevði annað. Fútahúsini stóðu beint eystan fyri hesi húsini og vórðu niðurtikin í 1920, tá ið tann parturin av garðinum varð gjørdur til royndarstøð. Sethúsini eru í dag innrættað sum umleið í 1920. Eystari partur av húsunum var í festi, og vestari partur í ogn.

Roykstovan var arbeiðis- og uppihaldsrúmið á garðinum. Her varð matur gjørdur, ull virkað, seyður flettur og mangt annað. Her savnaðist fólkið á garðinum um kvøldarnar at siga frá søgum, kvøða og hugna sær. Her hevði riggað væl at havt lærugreinir sum  sam­felags­frøði, søgu, føroyskt ella til eina tvørfakliga verkætlan um til dømis tjóðskap, sagnir, mentan, eitt søguligt tíðarskeið ella annað.   

Fyrimunirnir við at brúka savnið eru millum annað, at mann kann síggja okkurt av tí, sum annars verður lisið um, og so tað, at onkur annar enn ”vanligi” lærarin fortelur frá. Næmingar spyrja nógv um alt, og tað er galdandi heilt úr dagstovnum upp til mið­nám.

Koltur

Tað kundi verið upplagt at farið út í Koltur at vitja í sambandi við søgu, men serliga hevði timburleiðin verið væl egnað til eina slíka vitjan. Býlingurin Heimi í Húsi er eitt væl varð­veitt dømi um bygging í gamla bónda­sam­felag­num. Bý­lingurin hevur tveir garðar, Niðri í Húsi og Uppi í Búð, við tilhoyrandi út­hús­um og lívgandi grótgørðum. Allir bygningar, bæði teir, sum standa uppi, og teir sum eru smokkað­ir saman, eru bygdir eftir gamlari siðvenju, og hesin skyldskapur millum tey ymsu húsini gevur eina heilt sjáldsama heildar­mynd, væl lagað eftir landslagnum. Tíðar­festingar av brendum byggkorni vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 árunum. 

Navnið á býlinginum Norðri í Gerði bendir á, at hann er yngri enn Heima í Húsi. Har var eitt gerði, sum varð lagt inn í bøin. Í elstu jarðarbókini, sum er frá 1584, sæst, at bygt varð har fyri 1584. Tá var annar av teimum báðum gørðunum í Koltri har. Í býlinginum Norðri í Gerði er sostatt ein yngri byggisiður, og hann hevur ikki minni týdning. Byggingin har umboðar byggisiðin eftir tað gamla bóndasam­felagið, tá ið onnur enn bøndur bygdu sær hús, og sosiala mynstrið í Føroyum broyttist. Í tíðini frá aldar­skifti­num 1900 og nøkur áratíggju fram vórðu hús bygd, har búskapurin var grundaður á fiskivinnu. Í mun til býlingin Heima í Húsi umboðar býlingurin Norðri í Gerði eina yngri tíð í menning­­ini av tí føroyska samfelagnum, har greitt tilknýti kortini sæst aftureftir.

Her skal sigast, at samferðslumøguleikarnir eru ein avbjóðing fyri slíka vitjan.

Dúvugarðar í Saksun

Garðurin er festigarður, sum frá gamlari tíð er virðis­mettur til 10 merkur og 8 skinn. Hagin ber umleið 300 áseyðir. Gomlu sethúsini og út­húsini eru útisavn. Innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820. Eldri roykstova hevur áður staðið á sama staði. Royk­stovan var dagliga tilhaldsstaðið í húsunum. Har varð alt innanduraarbeiði gjørt. Kring grúgvuna standa íløt til matgerð. Eisini eru amboð til ullarvirking og klædnarøkt, íløt, búnyttur og annað, ið nýtt varð. Tá ið tey ótu, sótu fólk á bonkunum fram við bróstunum ella á krakkum við mat­keraldi á knøunum. Til døgurða sótu øll um trogið og fingu sær.

Í fjósinum vóru básar til 6 kýr og ein kálv. Tarvur varð hildin í felag við grannarnar, og um summarið gingu neytini úti alt samdøgrið. Trý ross vóru eisini; tey gingu úti alt árið. Glas­stovan er bygd umleið 1900. Hon varð einans nýtt til gestir ella sunnu- og halgi­dagar. Eisini var hon sovirúm hjá bóndafólkunum. Stovan varð hitað upp av bíleggjara­ovni frá grúgvuni í roykstovuni. Umleið 1750 varð bygt uppí vestan fyri glas­stovuna. Tilbygningurin var ogn og hoyrdi ikki til festið. Hann var til eldru bónda­hjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum. Tilbygningurin varð bygdur av nýggjum um 1900 og nýinn­rættað­ur í 1939. Í 1850-unum, um somu tíð, sum kirkja varð bygd í Saksun, varð bygt uppí norðanfyri. 

Hvalastøðin við Áir

Í søgu er Hvalastøðina egnað at vitja. Hvalastøðirnar vóru við til at menna ídnaðin í Før­oyum. Stórhvalaveiða hevði serligan samfelagstýdning til umleið 1960.

Hvalastøðin við Áir er tann einasta, ið er eftir av teimum 7 hvalastøðunum, sum vórðu bygdar í Før­oyum báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð liðug í 1905, og er tann einasta av norsk­um uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu. Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum 214 hvalastøðunum, sum norðmenn reistu í øllum heimshøvunum. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvala­støðin við Áir. Aðrar tjóðir høvdu eisini hvalastøðir, og onkrar teirra eru eisini varðveittar.

Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið fram­leiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsar­haldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum. 

Sum heild

Tjóðsavnið er ein námsfrøðilig perla. Við at vitja tey ymisku søvnini kann nógv vinnast bæði námsfrøðiliga og fakliga. Kanningar aðrastaðni til dømis í Danmark vísa, at tað er stórur vinningur at flyta undirvísingina út um skúlagátt. Næmingarnir føla eisini, at teir læra meir, knappliga blívur tað, sum teir lesa í bókum, ítøkiligt. Ein aðaltáttur í námsfrøði er fjølbroytni í undirvísingini. Ein grundgeving fyri at fara út um skúlan er, at tá kunnu næmingar síggja okkurt av tí, sum annars bert verður lisið um.

Keldur

Búgvi Poulsen

Erland Viberg Joensen

Herleif Hammer

Tórarin Niclasen á Rípuniwww.tjodsavnid.fo

Aðrar greinar í miðnámsrit 18