Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Úr Slovakia til Føroyar

Eftir Petra Majtánová í miðnámsrit 18, mars 2020

Petra, ið er ættað úr Slovakia, tók miðnámsprógv á Glasi í 2018. Her greiðir hon frá, hvussu hon kom til Føroya, og hvussu tað er at ganga á miðnámi í Føroyum, tá ið móðurmálið hjá tær ikki er norðurlendskt, og tú ikki skilir danskt.

Út at ferðast

Sum 20 ára gomul bleiv eg liðug við eina miðnámsútbúgving sum damuskraddari. Og sum vanligt, leita ung fólk eftir ævintýrum og spennandi upplivingum. Soleiðis var eisini við mær, og beint eftir loknan lestur pakkaði eg kuffertið og fór uttanlands. Eg ferðaðist nógv og prøvaði lívið í ymiskum londum. Eg byrjaði í Kekkia, síðani flutti eg til Týsklands og endaði í vøkru Føroyum.

Tá ið eg búði í Týsklandi, tók eg feriu eitt árið og valdi at vitja mína slovakisku familju, sum býr í Føroyum. Eg var á ólavsøku, og eg upplivdi tað góða huglagið. Tvær vikur í Føroyum gingu sum eftir ánni, og so noyddist eg aftur til Týsklands, tí eg skuldi til arbeiðis. Tað var ikki lætt at siga Føroyum farvæl. Men skjótt slapp eg aftur til Føroyar, tí mostir mín hevði skaffað mær arbeiði her í eitt ár.

Eg pakkaði tað, ið passaði í eitt kuffert, og alt annað fór til Reyða Kross. Eg ringdi til foreldur míni og fortaldi, at eg fór. Tey vóru bilsin og stúrin. Tey spurdu, nær eg kom aftur til Slovakia. Eg lovaði teimum at koma innan eitt ár. Eg royni altíð at halda tað, eg lovi, men hetta er tað einasta lyftið, eg ongantíð kom at halda, tí her byrjaði ein nýggjur partur av mínum lívi.

Í byrjanini arbeiddi eg á Bacalao og nýtti lívið í Føroyum, og hvønn dag var eg á onkrum fjalli við myndatólinum. Eg tók mynd av hvørjum steini, hvørjum seyði og hvørjum bergi, eg sá. Eg eri ein sosialur persónur, og mær dámar væl at koma at kenna nýggj fólk. Tað summarið, á ólavsøku, møtti eg føroyska manni mínum. Í dag hava vit tvær fittar døtur – Paula, sum er 7 ár, og Sandra, sum er 4 ár.

Tíðina í Føroyum havi eg arbeitt á ymiskum arbeiðsplássum. Í byrjanini var mítt føroyska einki at reypa av, og eg skilti lítið. Men eg visti, at eg mátti læra meg málið fyri at kunna liva í landinum.

Á skúlabonk í Føroyum

Hugurin at bøta um tað føroyska málið fekk meg at siga upp sum køksleiðari í 2015. Eg sendi eina umsókn til Handilsskúlan í Tórshavn, tí eg visti, at FHS bert tók eitt ár.

Tann fyrsti mánaðurin í skúlanum var sera strævin, tí eg skilti so lítið av føroyskum og føldi meg minni verda enn hini. Mítt enska var heldur einki at reypa av, men eg visti, at tað var neyðugt at fara í skúla, um eg skuldi klára meg. Tann størsti skelkurin kom, tá ið eg fann út av, at allar lærubøkur og meginparturin av undirvísingartilfarinum vóru á donskum.

Eg dugdi yvirhøvur einki danskt og mátti umseta alt ígjøgnum Google Translate. Tað føroyska málið bleiv soleiðis trokað til viks, men skúlin hjálpti mær við eyka undivísing í føroyskum. Hvønn einasta dag bardist eg, bókstaviliga, við trimum ymiskum málum, sum eg lítið og einki skilti av. Tað hendi, at eg las okkurt á fimm ymiskum málum, soleiðis at eg kundi skilja pensum rætt. Tað fyrsta árið sat eg non-stop við telduna og umsetti og leitaði eftir undir­vísingartilfari. Samstundis stuðlaðu lærararnir og familjan mær í at fara at lesa víðari á HH.[1] Nú komu tvey ár afturat, har eg “bardist fyri lívinum“. Eg trúði lítið uppá meg sjálva og væntaði ikki, at eg kláraði at fylgja við føroysku næmingunum. Men eg royndi.

Aftaná nógvar svøvnleysar nætur kláraði eg útbúgvingina við rímiliga góðum úrsliti. Tað, eg gleðist mest um, er, at eg nú klári bæði at lesa og tosa føroyskt. At skriva føroyskt má eg tó betra nógv – men ein lærir so leingi ein livir, ikki so?

Somuleiðis dugi eg betur enskt nú og skilji eisini eitt sindur av donskum. Eg eri fegin um, at eg havi fingið innlit í samfelag, søgu, mentan, politikk, búskap og nógv annað í Føroyum. Skúlin lat míni eygu upp, so eg síggi, hvussu nógvar møguleikar ein útlendingur hevur her.

Nú má eg reypa av, at alt tað, sum eg lærdi á HH brúkti eg hetta summarið (2018), tá eg var ferða­leiðari hjá týskum ferðafólkum. Á hvørjum túri hugsaði eg um allar lærararnar og takkaði teimum í tonkunum fyri, at eg hevði lært júst tað, sum ferðafólkini spurdu um.

Avbjóðingar í skúlanum

Sum nevnt, var ein av mínum størstu avbjóðingum, at bøkurnar vóru á donskum. Hetta varð ein skelkur. At skula umseta og leita eftir øllum undirvísingartilfari á øðrum máli tók næstan mótið frá mær. Tað var ørkymlandi og sálarliga troyttandi. Tíbetur var sjálv undirvísingin í tímunum á føroyskum og á henda hátt fekk eg kunnleika við at lurta eftir og skriva notat – hetta spardi mær eisini nógva tíð.

Ein onnur sera stór avbjóðing vóru tær mongu innlatingarnar, sum vit fingu. Hesar stóru innlatingarnar tóku mótið frá teimum flestu næmingum og stressaðu tey sera nógv.

Ofta var eg noydd at skulka – ikki tí eg var dovin, men tí eg mátti brúka so nógva tíð at umseta o.a. vegna mítt „mál-handikapp“.

Innlatingar í teimum ymsu fakunum komu næstan altíð ísenn og vóru sum oftast sera stórar. Tað var hart at kombinera lívið heima við familjuni og skúlan.

Skrivligar innlatingar, munnligar framløgur, bólkaarbeiði, leita eftir tilfar og at umseta alt – sum næmingur hevði eg nógvar bóltar í luftini ísenn, sum eg ikki heilt kláraði at lofta, áðrenn teir duttu á gólv. Eg fann meg sjálva í eini óndari ringrás, har eg einki kláraði. Alt snúði seg bara um skúla, og eg helt meg vera egoistiska. Eg føldi, at eg broyttist til nakað ónt, var altíð sera upptikin og hevði ikki tíð til míni børn.

Í dag kann eg finna uppá at flenna at øllum hesum, tí ígjøgnum skúlagongdina hevði eg tveir sálarligar niðurtúrar, har eg vildi gevast. Eg hevði tað ringt við meg sjálva og græt í tríggjar dagar. Eg vildi melda meg sum sjálvlesandi, men gjørdi mær skjótt greitt, at eg sum út­lendingur ikki fór at klára tað. At vera sjálvlesandi hevði bert isolerað meg frá umheiminum og gjørt alt verri. Eg hugsaði, hvussu eg kundi gera lívið hjá mær lættari – men til endans bleiv tað til „blív við og ger bara okkurt“.

Eg havi ikki grátið so nógv í lívinum, sum eg havi gjørt hesi trý árini. Men kortini visti eg, at útbúgving letur hurðar upp til framtíðina, og eg má verða viljasterk og ikki geva upp.

Yvirhøvur vóru hvør dagur og hvør innlating ein stór avbjóðing. Hóast hetta hevur skúla­lívið hugtikið meg so nógv, at eg umhugsi at fara undir hægri lestur.

Útbúgvingarskipanin í Slovakia er øðrvísi enn í Føroyum

Útbúgvingarskipanirnar her og í Slovakia eru rættuliga ymiskar. Miðnámsútbúgving í Slovakia tekur 4 ár og ikki trý. Eftir loknan lestur fáa næmingar prógv, sum gevur teimum møguleika at lesa víðari á universiteti. Tað er eisini møguligt at velja sær trý ára útbúgving á yrkisskúlum, sum líkjast teimum í Føroyum. Munurin er, at næmingar hava meiri praktikktíð í ymsum fyritøkum, soleiðis at teir eru klárir til arbeiðsmarknaðin og ikki nýtast at fara í læru sum her.

Næmingar í Slovakia fáa ongan studning, og alt tað fíggjarliga liggur tí á foreldrunum. Mið­námsskúlin í Slovakia er tó ókeypis sum her í Føroyum. Næmingar gjalda bert eina upphædd hvørt hálvár fyri undirvísingartilfar. Henda upphæddin fevnir m.a. eisini um lán av øllum skúlabókum, sum næmingarnir fáa í byrjanini av árinum. Tað er tó keðiligt, at skúlaverkið ikki hevur ráð at keypa nýggjar bøkur, og tilfarið er tí ofta gamalt.

Systkinabarn mítt er lærari á einum handilsakademii í Slovakia. Hann greiddi mær frá, at næmingar IKKI brúka sína egnu farteldu, men nýta gamla og klassiska háttin – bók, penn og pappír. Serlærugreinir, sum krevja teldu, hava undirvísing í serstøkum flokkum.

Tað er eisini stórur munur á, tá tað kemur til skúlating. Næmingar í Slovakia fáa heilt lítið av skúlatingum, og tað er upp til hvønn einstakan, um tey gera heimaarbeiði. Tað er eisini upp til læraran, um hann/hon gevur karakter fyri ymsu avrikini. Systkinabarnið greiddi eisini frá, at tað vísti seg, at nógv heimaarbeiði hevði negativa ávirkan á næmingarnar; tað førdi við sær, at tey at enda gjørdu minst møguligt burturúr og harvið fingu sera lítið burturúr.

Fyri at kanna, hvat næmingar duga í Slovakia, verða tímaroyndir og munnligar royndir nýttar í størri mun enn her. Bólkaarbeiði verður bara brúkt í tímunum, og ongantíð aftaná skúlatíð sum her. Karakterir verða ikki givnir fyri hetta bólkaarbeiði, tí at tað er bara ætlað at skapa sambond millum næmingar.

Somuleiðis er stórur munur á útbúgvingarskipanini, tá tað kemur til fráveru. Um næmingur missir bert ein tíma/blokk, er neyðugt at koma við váttan frá lækna ella at hava eina haldgóða grundgeving. Næmingar fáa karakter fyri atburð. Skúlar luttaka eisini í ymiskum útferðum uttanlands, og skúlaskipanin roynir at gera ungdómin kláran til arbeiðslívið eins og her.

At enda

Eg havi sjálv sæð, at teir flestu næmingarnir vóru ikki nøgdir við, at skúlabøkurnar vóru á donskum. Eg haldi, at hetta er nakað, man kundi arbeitt við í framtíðini. Somuleiðis kundi man gjørt skúlagongdina lættari hjá næmingum, sum hava børn. Eg veit, at tað er møguligt at taka útbúgvingina eftir 4 árum, ella at vera staklesandi, men hetta tekur kanska ov langa tíð hjá summum.

Alt í alt má eg siga, at eg virðismeti skúlaskipanina í Føroyum, tí tey gera útbúgvingina møguliga hjá útlendingunum, sjálvt um teir ikki tosa føroyskt.

Stór virðing fer til øll á Handilsskúlanum í Tórshavn, tí tey megnaðu at integrera ein út­lendskan næming á sera høgum stigi. Hetta kann verða ein eggjan til skúlan í framtíðini, har tey kunnu bjóða fram útbúgving til útlendingar soleiðis, at útlendingar fáa betri innlit í tað føroyska samfelagið. Til endans má eg nevna, at tað besta í skúlanum var, at lærararnir hava gott vinarlag við næmingarnar, og hetta hevur givið mær eitt følilsi av stabiliteti og tryggleika. Skúlin bleiv, fyri meg, ein stór familja, sum stendur hjarta mínum nær, og eg fari ongantíð at gloyma hesa strævnu og fantastisku tíðina.


[1] Tað sama sum búskaparbreyt.

Aðrar greinar í miðnámsrit 18