Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Veikir næmingar við ongari diagnosu eiga ongan góðan á miðnámi

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 25, juni 2022

Í mong ár var eitt tilboð á miðnámi, sum kallaðist Miðnám fyrireiking, sum var til teirra, sum ikki vóru til reiðar at fara undir eina yrkisliga ella gymnasiala miðnámsútbúgving í eitt, tvey ella trý ár. Síðan 2020 hevur eingin flokkur verið fyri hesi á miðnámi. Hesir næmingar eiga ongan góðan, sum talar teirra søk.

Royndir hava víst, at allir næmingar læra ikki líka skjótt. Summir næmingar skulu arbeiða harðari og eru noyddir at brúka meira tíð til at skilja tekstir og rokna uppgávur. Vit kenna til orðblindar næmingar, ið m.a. kunnu fáa hjálp frá forritum. Hesir fáa eisini onnur tilboð, t.d. longri fyrireikingartíð til próvtøkur og annað. Seinastu árini hava granskarar eisini funnið útav, at næmingar kunnu vera talblindir. Eisini her er hjálp at heinta. Næmingar, ið hava ADHD, kunnu eisini fáa hjálp. Tíbetur hava vit fingið eitt felag, ið kastar ljós á tær avbjóðingar, ið hesir næmingar hava. Næmingar, ið hava autismu hava eisini ein felagsskap, ið talar teirra søk. Á Glasi er eisini eitt tilboð til hesar næmingar, teir hava møguleika at ganga í einum flokki, ið tekur sær av teimum og møtir teimum har, ið teir eru.

Fyri nøkrum árum síðan fingu fólk, ið bera brek, eitt tilboð at ganga á eini serbreyt. Endamálið var og er faklig, likamlig, listarlig, persónlig og sosial menning og full luttøka í samfelagnum. Ein týðandi táttur í lærumálunum er, at tey læra seg at vera virkin í samfelagnum. Ein lærir best at liva í samfelagnum við at vera í samfelagnum; tí ganga hesi millum miðnámsskúlanæmingar, og tað riggar ómetaliga væl. Tey hava felagsskapin Megd, ið talar teirra søk.

Hvussu við teimum, ið onga diagnosu hava?

So hava vit næmingar, ið ikki hava felagsskapir, hjálpitól ella diagnosur. Hetta eru næmingar, ið mugu stríðast og strevast einsamallir. Orsakirnar til, hví teir ikki hava sama arbeiðslag sum aðrir næmingar, eru helst nógvar og ymiskar. Fólkaskúlalærarar munnu mangan hava havt ringa samvitsku og kent seg verjuleysar, tí at teir ikki hava havt tíð til at taka sær av teimum, tí at teir hava 20 aðrar næmingar, sum teir eisini skulu taka sær av. Hesir hava fingið spjaldrið veikir næmingar. Hjá fleiri eru avbjóðingarnar stórar, men onkursvegna koma teir gjøgnum fólkaskúlan so ella so.  

Miðnám loftar teimum ikki  

Tað er áhugavert, at fleiri av hesum næmingum søkja á miðnám. Orsakirnar til, at teir søkja kunnu t.d. vera:

  • at tað er eitt ynski frá foreldrum
  • at teir hava ein dreym um at fáa sær eitt arbeiði, sum krevur eitt miðnámsskúlaprógv
  • at vinfólk fara á miðnám
  • at teir fáa ella ikki vilja fáa sær eitt lærupláss ella arbeiðspláss

Seinastu 15 árini hevur føroyski skúlapolitikkurin verið, at flest øll skulu hava eina gymnasiala ella yrkisliga miðnámsútbúgving. Hetta er so farið inn í teirra og foreldranna medvit. Tá ið teir so koma á miðnám, renna teir seg aftur fastar, tí at lopið frá fólkaskúla til miðnám er ov stórt fyri teir. Eins og í fólkaskúlanum er eingin at lofta teimum. Tá ið teir søkja inn, sita fólk og meta um, hvørt teir eru skikkaðir at koma inn á miðnám. Skúlar kunnu avvísa næmingar, men politiski viljin er, at øll skulu hava eitt tilboð. Kanningar vísa, at bara 2% av teimum, sum søkja inn á miðnám, fáa avslag.

Fyrireiking til miðnám – Nám X er ein møguleiki

Í 2013 byrjaði Handilsskúlin við tvey ára FHS. Trý ár seinni beyð skúlin út Yrkisnám-fyrireiking, sum tók eitt ár. Eitt árið gingu 16 næmingar í hesum flokki, fleiri teirra fingu eisini seinni miðnámsútbúgving, men síðan 2020 hevur eingin miðnámsskúli í Føroyum boðið næmingum hetta tilboð. Tað er stórt spell, tí at tørvurin er; ístaðin fyri eru hesir næmingar endaðir á yrkisnámi ella miðnámi, og mugu stríðast har og kanska gevast. Vit kunnu spyrja, hvør skal taka um endan, miðnámsskúlarnir ella myndugleikin?

Politiski viljin (landsstýrismaðurin) gjørdi í 2016 av, at vit skuldu hava miðnám fyrireiking, og skiftandi landsstýrisfólk hava tikið undir við tí. Embætisfólkini í Mentamálaráðnum siga, at einki regluverk er, og tí er ikki grundarlag fyri útbúgvingini. Men eru tað ikki júst tey, ið skulu gera regluverkið?     

Tað eigur ikki at vera tann stóra avbjóðingin at taka tilboðið uppaftur, tí at royndirnar og hugurin eru at loysa hesa avbjóðing. Um man ikki ynskir ta loysnina, so kundu miðnám og Nám X í felag skipað fyri hesum støðisári.

Keldur

Fyrireiking til miðnám eigur at vera eitt tilboð, Miðnámsrit 22.

Føroya Handilsskúli 1989-2016 – Eitt 30-ára tíðarskeið.

Serbreyt á Miðnámi – mennandi møguleikar, Miðnámsrit 7.

Aðrar greinar í miðnámsrit 25