Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Viðtal við Jørgin Vágslíð

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 7, september 2015

1. Hvussu heldur tú, at politiska skipanin arbeiðir útbúgvingarpolitiskt? Her verður m.a. hugsað um langtíðarætlanir og tá ið bygnaðarbroytingar skulu gerast?

Mín meining er, at tað ikki er nakar greiður útbúgvingarpolitikkur, og tá so okkurt einaferð kemur á dagsskrá, er tað fyri at spara nakrar krónur, og hetta endar sum oftast í einum “hurlivasa”, – og einki er spart í síðsta enda.

Um man vil nakað skilagott politiskt, skal man seta fakfólk og tey sum arbeiða við útbúgvingunum saman at finna loysnir.

Tá tað kemur til lærlingaskipanina, hava vit upplivað, hvussu politiska skipanin og umsiting hennara arbeiðir.  Fyri at spara, varð fyrst avgjørt at taka 4 tímar um vikuna av skúlatíðini frá lærlinginum; – tað eru 220 tímar í lærutíðini. Hetta helt politiska skipanin ikki fór at gera útbúgvingina verri, men royndirnar vísa tvørturímóti, at neyðugt hevur verið at skarva av serliga praktisku uppgávunum fyri at røkka ástøðiliga partin. Hetta var sera óheppið.

Seinni skuldu lærlingar við sáttmála, og næmingar uttan sáttmála samlesast (ganga í sama flokki). Úrslitið av hesum varð, at støðið á almennu lærugreinunum í Yrkisnámi bleiv niðurraðfest, frá C-støði niður á E-støði.  Hetta hevur viðført, at teir sum ikki hava havt lærusáttmála, hava gingið eitt ár í skúla til fánýtis. Hetta tí eitt prógv við E-støði í sær sjálvum ikki gevur atgongd til nakað sum helst.

Tað, sum hevur eyðkent lærlingaskipanina, er, at hetta hevur verið ein skiftisskipan, har lærlingurin í fleiri umførum hevur gingið í skúla í eitt styttri tíðarskeið hvørja ferð. Hesa skipan avtók man við einum pennastroki, tá man avgjørdi, at lærlingurin skuldi taka meginpartin av skúlagongdini út í eitt. Við hesi avgerð tók man góða samspælið millum skúla og lærupláss av, nakað, sum annars var kjølfest í meistaralæruni. Hetta er ein gøla og stórt spell, og kemur at síggjast aftur handverksvinnuni um fá ár.

Man broytti skipanina fyri at spara, ikki fyri at betra útbúgvingina og ikki við næminginum í fokus, tíverri. Og tann stóri spurningurin er, hvussu nógv er spart í síðsta enda?

Nakað tað sama kann sigast um ta nýggju gymnasialu útbúgvingini, sum bleiv sett í verk fyri stuttum.

2. Hvat er passaligt næmingatal í flokkum?

Viðvíkjandi yrkisnámi er tað ymiskt, hvat næmingatal kann vera í flokkunum, tí tað kann ofta vera treytað av amboðum og útbúnaði á skúlunum. Tí kunnu vit býta hetta sundur í tveir partar: ein ástøðiligan part og verkligan part.

Til ástøðiliga undirvísing er eitt tal uppá umleið 16 næmingar hóskandi, men til verkliga partin er talið 12 hóskandi.

Við nýggju skipanini eru flokkanir farnir at liggja um 14 til 18 næmingar, bæði til tann ástøðiliga og til tann verkliga partin.

Tað er ikki ásett nakrastaðni, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í einum flokki á yrkisnámi. Tað eru amboð og útbúnaður, sum gera av, hvat ber til. Og tá útbúnaðurin bæði kostar nógv og krevur pláss, er torført at broyta nakað tí viðvíkjandi.

Tá tað kemur til tann gymnasiala partin, eru 20 til 24 næmingar passaligt.

3. Hvussu heldur tú, at hugburðurin hjá myndugleikanum er viðvíkjandi námsfrøði?

Hugburðurin hjá myndugleikunum er á einum sera lágum støði, tá tað kemur til námsfrøðina. Tað sæst best við at hyggja at, hvussu nógvir lærarar mangla ta náms­frøðiligu útbúgvingina (NÚ). At ein lærari skal kunna undirvísa í 8 til 12 ár, áðrenn hann/hon kann fara undir námsfrøðiliga útbúgving, er heilt burtur við og undir alt lágmark, umframt at ástøðiligi parturin og yrkisligi parturin av útbúgvingini í flestu førum ikki fylgjast at, men at tað tvørturímóti kunnu ganga fleiri ár frá tí, ein tekur ástøðiliga partin, til ein sleppur at taka tann yrkisliga partin.

Hetta vísir bara, hvussu hugburðurin hjá myndugleikanum er hesum viðvíkjandi, og tað er total líkasæla.

4. Hvussu heldur tú, brúgvagerð millum grundnám, miðnám og hægri nám virkar í løtuni?

Eg haldi ikki, hon virkar væl, tá eg skal meta um brúnna frá grundnám til miðnám (yrkisnám). 

Hvør orsøkin er, veit eg ikki.  Tað kann vera, at vitanin um sjálva útbúgvingina, og hvørjar møguleikar hon gevur, er ov lítil. Tað kann eisini vera torført at broyta siðvenju millum tey ungu, har størsti parturin í nógv ár hevur valt tann “vanliga studentin” fram um tann “tekniska studentin” ella handverkslæruna.

Nógvir næmingar eru eisini illa fyri at ganga í skúla, og eru ikki búnir ella klárir til at fara undir víðari útbúgving, og so eru tað nøkur, sum bara ikki tíma ella duga væl at ganga í skúla.

5. Hvussu sær tú tín leiklut sum fakfelagsformaður?

Sum formaður í einum lítlum felag er tín leiklutur mest umsitingarligur, sjálvandi at leiða felagið saman við nevndini til betri sáttmála og at hava eygu og oyru opin fyri broytingum, sum kunnu gera umstøðurnar verri hjá limum felagsins.

Dreymurin er, at tað einaferð fæst eitt samstarv ímillum fakfeløg, ella at feløg verða løgd saman, so at tað her í Føroyum bert vera 3 stór feløg, eitt fyri tey alment løntu, eitt fyri tey privatu og eitt fyri sjófólkið.

Tá kunnu fakfeløgini virkuliga gera mun og fáa nakað at siga politiskt. Tað verður so einki av tí so leingi, vit eru spjødd runt í fleiri smá feløg, tí tað er eisini ymiskt, hvussu feløg eru fyri viðvíkjandi fíggjarligu og umsitingarligu orkuni.

6.  Er samstarv millum YF, Tekniska Lærarafelagið og Føroya Lærarafelag?

Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) hevur ikki havt serliga nógv samstarv við hini feløgini. Hóast YF og FTL hava so at siga sama sáttmála, hevur einki samband verið millum hesi feløgini. Hví hetta er, veit eg ikki.

Møguliga hevur ein handverkari ikki sama status sum ein akademikari. Og tess vegna hevur verið ein gjógv millum feløgini, ein gjógv so breið, at tað ikki hevur lagt upp til samstarv við okkum.  At vit kanska meir eru at meta sum eitt handverkarafelag. Tað er tó ikki verri enn so, at okkurt felagsskriv til MMR er farið við postinum.

Millum FTL og FL havur als einki samstarv verið. Men tað er eisini tungt hjá einum lítlum felag at samstarva við eitt stórt felag, tí at eitt lítið felag sum FTL ikki hevur eina dagliga umsiting og tí ikki hevur somu orku, tá alt fakfelagsarbeiðið skal gerast í frítíðini.

Aðrar greinar í miðnámsrit 7