Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Viðtal við Kára Jespersen

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 7, september 2015

1. Hvussu heldur tú, at politiska skipanin arbeiðir útbúgvingarpolitiskt? Her verður m.a. hugsað um langtíðarætlanir og tá ið bygnaðarbroytingar skulu gerast?

Yvirskipað arbeiðir politiska skipanin í stórum eftir at reka miðnámsskúlan so bíliga sum gjørligt. Hetta hevur myndugleikin eisini ført fram opið í pressuni. Innihald og dygd í skúlanum tykjast at vera raðfest aftarlaga.  Tá ið núverandi breytaskipanin varð samtykt eftir arbeiði og viðgerð í mong ár, hevði Yrkisfelagið Miðnám ongan leiklut havt í at fáa lógina gjørda. Felagið varð hildið uttanfyri ávirkan í hesi tilgongd. Fyri at fáa týðandi broytingar í skúlaskipanini at eydnast væl krevst, at avvarandi lærarar og teirra feløg verða tikin mest møguligt við í viðgerðina. Eisini var tað sera ørkymlandi undir seinastu sáttmála­sam­ráðingum, ið vóru heilt serligar, av tí at samráðst var um nýtt ársverk, at mótstøðu­parturin hjá YF, skuldi vísa seg at vera bæði Fíggjarmálaráðið og Menta­málaráðið. Í praksis førdi hetta til, at YF sat við samráðingarborðið sum tann einasta røddin, ið royndi at tryggja, at tað sum gjørt varð, var pedagogiskt forsvarligt. Hetta átti eyðvitað at verið aðaluppgávan hjá Menta­málaráðnum. Fakfelagið er tó sjálvandi eisini, til eina og hvørja tíð, áhugað í at tryggja neyðugu dygdina í tí, sum verður framt á útbúgvingarpolitiska økinum. Tá Mentamálaráðið soleiðis “fer í part við” Fíggjar­málaráðnum, ið einans tykist hava sum mál at fáa ein bíligari skúla, so kann tað fáa sera óhepnar avleiðingar fyri góðskuna á føroyska skúlaverkinum.   

Eg skal ikki her, leggja meg útí, at myndugleikin hevur uppraðfest og niðurraðfest ymisk fak á miðnámi. Men at gera hetta upp á tann mátan, sum t.d. er hent í fakinum týskum, er heilt ósømiligt. At kippa týskt soleiðis burtur úr skúlaskipanini, bæði í framhaldsdeild og í miðnámi, kann koma Føroyum og føroyska samfelagnum aftur um brekku. Hetta tykist illa umhugsað. Týskt er framvegis næst størsta málið í Evropa. 

2. Hvat er passaligt næmingatal í flokkum?

Í løtuni er næmingaloftið í miðnámi sett til 26 næmingar fyrsta árið og 24 tey bæði næstu árini.   Tað eru vituligt fleiri meiningar um, hvat er rætta næmingatalið í flokkunum. Men tá ið Bill Clinton stillaði uppaftur til forsetavalið í 1998, var eitt høvuðsmál í hansara valstríði at minka næmingatalið í skúlaflokkunum. Tí at hetta var betri fyri innlæringar­umhvørvið og trivnaðin hjá næmingum og lærarum. Sjálvur haldi eg, at 18 næmingar er rætta talið til ein miðnámsflokk.

3. Hvussu heldur tú, at hugburðurin hjá myndugleikanum er viðvíkjandi námsfrøði?

Fram til umleið 2006 var tað soleiðis, at lærarar vórðu sendir til Danmarkar til taka verkliga námsfrøði. Vanliga bar tað tá eisini til at taka ástøðiligu námsfrøðina samstundis. Seinni var so møguligt skjótt at taka tilhoyrandi fakdidaktisku skeiðini. Eftir 2006 vórðu allir hesir møguleikar støðgaðir, og eingir kandidatar av miðnámi vóru aftur til námsfrøði fyrrenn á heysti 2013. Síðan hevur talið á kandidatum ligið um gott 15 um árið. Men fleiri hava ikki enn fingið høvið at taka fakdidaktisk skeið, hóast hetta er lovað teimum.  Eg haldi annars, at vit eiga at gera tað gjørligt at taka alla námsfrøðina í Føroyum.

4. Hvussu heldur tú brúgvagerð millum grundnám, miðnám og hægri nám virkar í løtuni?

Í løtuni er tað soleiðis, at tey sum undirvísa á grundnámi, eru limir í Føroya Lærarafelag (FL), tey sum undirvísa á miðnámi eru limir í YF og Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL), og tey flestu, sum starvast á hægri námi, eru limir í Magistarafelagnum. Hesi feløg hava ikki fingist nógv við brúgvabygging millum námsligu stigini, tá tey tykjast hava ivaleyst at gera við at tryggja sínum egnu limum nóg góð kor. Eg veit tó, at lestrarvegleiðararnir, sum eru í holtur við at taka masterútbúgving í vegleiðing á Setrinum, m.a. arbeiða við at menna ein leist fyri størri brúgvabygging millum námsligu stigini. Eg meti, at tað er sera um­ráðandi, at vit royna at menna eina útbúgvingarpolitiska skipan í Føroyum, ið hevur sum mál at vera heildarkend, og ikki er ov merkt av ymiskum kongaríkjum, ið vaksa og mennast í hvør sína ætt. Næmingar­nir eiga at merkja, at tað er ein logisk yvirgongd frá einum námsligum stigi til eitt annað.   

5. Hvussu sær tú tín leiklut sum fakfelagsformaður?

Eitt fakfelag er eitt løntakarafelag. Hetta eru løntakarar, ið selja sína arbeiðsmegi til ein arbeiðsgevara. Tað ræður tí um at fáa sum mest fyri ta tíð, ein leigar sína arbeiðsmegi til arbeiðsgevaran. Tískil er reallønarvøkstur avgjørt mest umráðandi í fakfelagsarbeiði. Tað er tó ikki einans penininga­samsýningin, ið hevur týdning. Eisini t.d. arbeiðstíð, arbeiðs­umstøður og trivnaður hava týdning fyri læraran. Samanumtikið verður ein lærari nógv betri undirvísari, kennir hann seg virdan og raðfestan av landsins myndugleikum. Stóra avbjóðingin liggur sostatt í at fáa samráðingarmótpartin at skilja hetta.

6. Er samstarv millum YF, Tekniska lærarafelagið og Føroya Lærarafelag?

Í 2012 løgdu Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans saman. Samanlagda felagið fekk navnið: Yrkisfelagið Miðnám. Eftir mínari meining ein røtt avgerð og tað hevur eisini riggað heilt væl. Tað finst einki formaliserað samstarv við Tekniska Lærara­felagið ella Føroya Lærarafelag. Men óformelt samskifta vit og spyrja um viðurskifti hjá hvørjum øðrum. Mest er hetta samskiftið við Føroya Lærarafelag. Ein orsøk til, at samstarvið er ikki størri, enn tað er, man vera, at vit hava ymisk útbúgvingarstig og í mongum hava vit ymisk áhugamál.  Eg hevði onki havt ímóti, at allir lærarar, ið undirvísa í miðnámi, sum fráleið, løgdu saman í eittans felag.

Aðrar greinar í miðnámsrit 7