Eitt spennandi skúlaár stendur fyri durum, har vit gleða okkum at læra tykkum at kenna og vóna, at tit koma at trívast.
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur. Her ganga umleið 1.500 næmingar og lesandi, og vit hava eitt stórt og breitt úrval av útbúgvingum, bæði á miðnámi og eftir miðnám. Á Glasi skal vera rúm fyri øllum, og øll skulu kenna seg væl. Í hesum faldara er kunning um mannagongdir, leiðreglur og aðrar viðkomandi upplýsingar. Sum næmingur á Glasi hevur tú skyldu at kunna teg um innihaldið í hesum faldara og dagliga fylgja við á samskiftisskipanum skúlans, har vit kunna um ymisk viðurskifti, eitt nú broytingar, felags tiltøk, fráveru og próvtøkur. COVID-19 hevur merkt tvey tey seinastu skúlaárini. Sum støðan er í løtuni verður undirvísingin og virksemið á skúlanum meira ella minni aftur sum vanligt. Vit fylgja tó smittustøðuni í samfelagnum neyvt og kunna um, hvussu vit bera okkum at á skúlanum um broytingar eru, sum ávirka virksemið á skúlanum.
Vit vilja, at Glasir skal upplivast sum eitt framúr læringsumhvørvi. Tá tú hyggur aftur á tína útbúgvingartíð, vóna vit, at tíðin á Glasi stendur sum nakað heilt serligt, bæði fakliga og persónliga. Fyri at tað skal bera til er alneyðugt, at tú eisini tekur ábyrgd og ert virkin í undirvísing, samskifti og tiltøkum á skúlanum. Á Glasi hevur tú bestu fortreytir fyri at læra, og okkara ynski er, at tú gagnnýtir tær til fulnar. Øll læring er viðkomandi – ikki bara uppgávur í próvtøkum og sveinaroyndum – so lat sinnið upp og legg í vaðið. Hjartaliga vælkomin á Glasir!
Á leinkinum í høgra borði er leinki til kunningarfaldara til tykkum nýggju næmingar. Upplýsingarnir í faldaranum eru eisini tøkir talgilt her.
– Steinbjørn Hardlei, rektari