NÆMINGAR SKRIVA:
Tvær greinar um tað at geva eru komnar frá næmingum í sálarfrøði B hjá Súsonnu Eikhólm. Fyrru greinina, sum kemur her, hava Alda og Jona skrivað:
————————
Vit geva og móttaka gávur gjøgnum alt lívið. At geva gávur er eitt avgerðandi element fyri tann mátan, sum vit skapa samfelag og kultur á. Tá vit geva og móttaka gávur, skapa vit sambond. Materiell ting, sum eitt blómutyssi ella eitt PlayStation eru gávur, samstundis sum at orð og umberingar eisini kunnu verða gávur. Men hvat er ein góð gáva til júst tann, sum tú keypir til? Nú, tá ið jólini eru farin aftur um bak, er stressi um jólagávuinnkeyp eisini burtur. Eftir situr tó ein kenslan um at gávan, sum vit keyptu, møguliga ikki er nóg góð, og at hon kanska er býtt um til okkurt annað. Vit hava tí valt at gera eina vísindaliga kanning, har næmingar og lærarir á Glasi verða spurdir um, hvat ein góð gáva er. Um tú vilt vita, um gávan, ið tú keypti, er ein góð gáva, er svarið at finna í hesi grein.
Fá vegleiðing okkara til, hvussu tú kanst gera ein persón eins glaðan, sum gentan ger ommuna á myndini omanfyri.
Kanning um ta góðu gávuna
Vit hava tær seinastu vikurnar arbeitt við at kanna, hvat fólk halda eina góða gávu vera. Sum áður nevnt, hava vit í hesum sambandi gjørt eina spurnakanning á Glasi, har spurt varð, hvat eftir teirra tykki ein góð gáva er. Samstundis varð eisini spurt um aldur, kyn og um viðkomandi var í parlagi og átti børn.
Í mun til ymiskleikan á svarunum, væntaðu vit at síggja stóran mun, tá talan var um materialistisk og ikki-materialitisk ting, tá ið tað kom til at vera annaðhvørt genta ella drongur, um viðkomandi var í parlagi, ella um viðkomandi átti børn ella ikki. Hetta vísti seg eisini skjótt at vera satt, har tað beinanvegin sást, at serliga dreingir í aldrinum 15 til 18 hildu annaðhvørt pengar ella PlayStation 5 vera eina góða gávu. Hinvegin vóru tað fleiri dreingir, sum vóru í einum parlagi, ið hildu gávur sum hesar vera góðar:
Okkurt, sum fær hin persónin at føla seg glaðan.
Ein date-night.
Nærleiki, bara góðar løtur saman.
Hesi eru svarini frá trimum 18 ára gomlum dreingjum, sum allir eru í einum parlagi. Í mun til svarini hjá gentunum vóru tað ikki bert tær, sum vóru í einum parlagi, ið hildu eina góða gávu vera okkurt persónligt. Her vóru tað tær allar fægstu, ið svaraðu “pengar” ella okkurt tílíkt, har flestu svarini innihildu okkurt, sum líktist hesum:
Ein gáva, sum man fær gleði av.
Allar gávur, tí fólk brúka sína tíð upp á at keypa/gera gávuna.
Okkurt, ið ein verður glaður fyri. Okkurt, ið ein setur prís uppá.
Hesi dømini eru øll frá 16 ára gomlum gentum, sum ikki eru í einum parlagi ella hava børn. Um vit at enda venda okkum til svarini frá teimum, ið vóru eldri enn 20, vísti tað seg at vera líkamikið, um ein var 25 ella 62 ár. Her vóru flestu svarini um eina góða gávu nærum ongantíð materialistisk, men snúðu seg heldur um takksemi og umhugsan. Svarið hjá einari 28 ára gamlari kvinnu við børnum var til dømis: “at vera saman við teimum, sum man er góður við, og at vit øll hava tað gott.”, meðan tvær konur í aldrinum 32 og 35 søgdu, at ein góð gáva er kærleiki. Munurin millum mannfólk og konufólk er ikki stórur í vaksnamannaaldrinum, har ein 69 ára gamal maður millum annað svaraði “eitt parlag og børn”, meðan ein 32 ára gamal maður helt, at ein góð gáva er okkurt, ið er væl umhugsað.
Hvat er so ein góð gáva?
Tað er nógv at hugsa um, tá ið ein gáva skal gevast, og ofta sæst tað, at allar gávur ikki eru eins gjøgnumhugsaðar. Fyri flest fólk er tann týdningarmiklasti parturin av gávuni, at móttakarin verður glaður fyri hana. Og tá fær man á ein hátt eisini okkurt aftur, tá ein gáva verður givin. Hetta kann greiðast frá við ástøðinum “behavioristiskari innlæring”, har millum annað B.F. Skinner serliga hevur arbeitt við eini innlæring, ið verður kallað “operant betingning”. Ástøðið snýr seg í høvuðsheitum um, at tað, ið førir til endurgjald, verður innlært. Um vit gera eina gerð, sum vit fáa eitt positivt aftursvar burturúr eru stór sannlíkindi fyri, at vit innlæra atburðin og vilja nýta hann aftur. Hetta kann samanberast við at geva eina gávu. Geva vit eina góða gávu, ið móttakarin verður glaður fyri, fáa vit eina góða kenslu í kroppin, og vit gerast stamstundis eisini glað. Við at geva kann man tí eisini sjálvur fáa okkurt burturúr. Skinner gjørdi í umleið 1938 eina kanning, har hann koyrdi eina rottu í ein kassa. At byrja við rann rottan bert runt í kassanum, inn til hon av tilvild kom undir eina pedal, ið sjálvvirkin útloysti eina fóðurtablett. Rottan fór síðani aftur at mala, og hon kom undir pedalina umaftur, ið útloysti enn eina fóðurtablett. At enda fangaði hon hetta og trýsti bert á pedalina, tá ið hon var svong. Rottan hevði nú, orsakað av fóðurtablettini, ið virkaði sum eitt endurgjald, lært at trýsta á pedalina. Atburðurin, ið rottan vísti, var “operant betinget”. Her er talan um R S (respons til stimuli), har ein ávísur atburður førir til eitt stimulus. Tann, ið skal læra nakað, ger fyrst eina gerð, og um avleiðingarnar av gerðini eru positivar, verður gerðin eftirfylgjandi innlærd. Neurosálarfrøðingar meina í dag, at tað finnist eitt tilsvarandi øki í heilanum hjá menniskjum. Her er talan um eitt neurala ringrás, sokallaða VTA-ringrásin, ið stendur fyri Ventral Tegemental Area. Ringrásin spennir frá einum øki í miðheilanum og hevur samband við ein bólk av nervakyknum, ið verður kallaður nucleus accumbens og við økir fremst í heilanum. Seinni eru granskarir komnir fram til, at tann neurala ringrásin nýtir trasmittarevnið dopamin. Tað vil siga, at hvørjaferð vit fremja eina gerð, ið hevur positivar avleiðingar við sær, verður dopamin útloyst. Og tað er júst hetta evni, ið førir til eina kenslu av vælveru og gleði, ið ein ikki kann fáa nokk av. Orsøkin, til at vit verða positivt ávirkað av at geva onkrum øðrum eina gávu, er, at gerðin førir til eitt positivt stimulus, ið síðani ger, at dopamin verður útloyst. Tó snýr tað seg ikki bert um at geva eina gávu. Vit vilja nemliga eisini, at gávan, ið verður givin, gleðir móttakaran. Sambært kanning okkara, verður ein góð gáva givin við at seta seg inní, hvønn persónleika og áhugamál móttakarin hevur, har tey flestu hildu, at ein góð gáva var okkurt, ið hóskaði væl til tann einstaka. Kostnaðurin á gávuni vísti seg í flestum førum at spæla ein minni leiklut, tá ið merkt var, at ein hevur gjørt sær ómak við at keypa gávuna. Um tú setir teg niður at hugsa um tær gávurnar, sum tú fekk hesi jólini, er heilt vist samsvar millum tað, ið sagt verður, og hvussu glað ella glaður tú varð fyri tær ymsu gávurnar. Fekst tú til dømis einar fótbóltshosur frá ommu tíni, hóast tú ongan ítrótt íðkar, liggur ein negativ kensla eftir um, at hon ikki ordiliga kennir teg. Hevði tú hinvegin fingið ein bók, ið snýr seg um júst tíni áhugmál, hevði søgan verið ein onnur. Tað er nemliga ikki nakað betur enn ein gáva, ið er givin við hjartanum og ikki bert við pengapunginum. Tá tú í framtíðini skal keypa eina gávu, er tað tí sera týdningarmikið, at tú hugsar um, hvør viðkomandi er, sum tú keypir til. Skalt tú keypa eina gávu til 15 ára gamla gubbasonin, er eitt spæl til PlayStation ella eitt gávukort tann perfekta gávan, meðan tú mást vera eitt sindur meira í tí persónliga endanum, tá ið keypt verður til damuna ella konuna. Tess eldri móttakarin er, meira hevur umhugsnið at siga, og minni verður lagt í kostnaðin. Ein góð gáva til mammu, pápa, ommu ella abba tín, vil tí aloftast vera ein lítil tanki, ið bert vísir, at tú ert góð ella góður við tey.
Alda og Jona
Sál B